fríggjadagur 11. september 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 11. september 2009
Bara trý umfør eru eftir
av fótbóltskappingini
hjá kvinnunum, og har er
spurningurin framvegis
opin, um tað verður KÍ ella
AB, ið verður meistari. Mest
spennandi dysturin hetta
umfarið er í Klaksvík, har
Víkingur vitjar KÍ
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Tá triðsíðsta umfar í 1. deild hjá
kvinnum verður spælt sunnudagin,
munnu flestu verða vend ímóti
dystinum í Klaksvík, har KÍ tekur
ímóti Víkingi. Hóast KÍ er favorittur,
er ikki lætt at vita, hvat Víkingur
kann fáa burturúr.
Síðsta sunnudag tók Víkingur á
heimavølli stig frá hinum
oddaliðnum, AB, tá dysturin teirra
millum endaði við javnleiki, men
har trutu ikki møguleikarnir hjá
Víkingin at fara avstað við øllum
trimum stigunum.
So er spurningurin, um tær úr
Gøtu og Leirvík eru líka stinnar á
útivølli, umframt at KÍ sjálvandi ikki
skal forsmáast, tí tað er ikki av
tilvild, at liðið er oddalið – aftur í ár!
Hinir dystirnir
AB-kvinnurnar, sum á stigatalvuni
eru tvey stig aftan fyri KÍ, skulu til
Margáir at spæla ímóti EB/Streymi,
og har ber illa til at tosa um annað,
enn at gestirnir eru stórfavorittar.
Men hóast EB/Streymur ikki
hevur víst tað stóra í ár, tók tað
altso sína tíð hjá KÍ at fáa hol á
norðurin í Sundalagnum fyri
hálvaritriðju viku síðani, so tað kann
meiri enn so henda seg, at AB
noyðist at arbeiða fyri sakini.
Triði dysturin hetta umfarið er
ein uppgerð millum vestara og
eystara arm á Skálafjørðinum, tí
Skála tekur ímóti B68/NSÍ. Her man
neyvan nakar vænta annað enn ein
heimasigur til Skála, sum hevur
potentiali til at koma uppaftur
longri komandi árini.
Ultimativa finalan
Tá hesir tríggir dystirnir eru farnir
aftur um bak, eru bara tvey umfør
eftir, og í longri tíð hevur verið
tosað um, at tann ultimativa
FM-finalan verður um tvær vikur á
Argjum, tá AB og KÍ bresta saman
har.
Sum nevnt, hevur KÍ tvey stig
fleiri, umframt at málúrtøkan hjá
klaksvíkskvinnum er heili 45 mál
betri enn tann hjá AB. Men tølini
spæla ongar dystir, og sum nú sær
út, verður hesin dysturin á Argjum
helst avgerandi fyri, hvussu tað
heila endar.
Víkingur vitjar KÍ
Síðstu umførini
13/09
KÍ-Víkingur
13/09
Skála-B68/NSÍ
13/09
EB/Streymur-AB
27/09
AB-KÍ
27/09
Víkingur-Skála
27/09
B68/NSÍ-EB/Streymur
03/10
KÍ-Skála
03/10
AB-B68/NSÍ
03/10
EB/Streymur-Víkingur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
22
14
-
6
-
2
51
28
23
48
2 EB/S
22
11
-
5
-
6
44
28
16
38
3 B68
22
10
-
6
-
6
43
37
6
36
4 NSÍ
22
10
-
5
-
7
46
37
9
35
5 Víkingur
22
10
-
5
-
7
40
31
9
35
6 AB
22
8
-
6
-
8
25
26
-1
30
7 ÍF
22
6
-
5
-
11
32
40
-8
23
8 B36
22
5
-
6
-
11
26
42
-16
21
9 07 Vestur
22
4
-
6
-
12
33
51
-18
18
10 KÍ
22
4
-
6
-
12
25
45
-20
18
Formbarometrið
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 AB
6
4
-
2
-
0
13
4
9
14
2 EB/S
6
4
-
1
-
1
12
6
6
13
3 HB
6
4
-
1
-
1
12
6
6
13
4 07 Vestur
6
3
-
1
-
2
11
9
2
10
5 NSÍ
6
2
-
2
-
2
12
12
0
8
6 Víkingur
6
1
-
2
-
3
10
12
-2
5
7 B68
6
1
-
2
-
3
8
12
-4
5
8 ÍF
6
2
-
1
-
3
12
17
-5
7
9 B36
6
1
-
1
-
4
6
11
-5
4
10 KÍ
6
1
-
1
-
4
5
16
-11
4
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VB/S
22
13
-
5
-
4
51
36
15
44
2 B71
22
11
-
6
-
5
46
32
14
39
3 HB
22
11
-
5
-
6
47
32
15
38
4 TB
22
11
-
5
-
6
48
37
11
38
5 B68
22
9
-
4
-
9
54
45
9
31
6 NSÍ
21
8
-
4
-
9
38
44
-6
28
7 FC Hoyvík
22
9
-
1
-
12
30
41
-11
28
8 Víkingur
21
7
-
6
-
8
34
31
3
27
9 Skála
22
7
-
4
-
11
31
34
-3
25
10 MB
22
2
-
2
-
18
25
72
-47
8
1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 KÍ
17
14
-
2
-
1
87
7
80
44
2 AB
17
13
-
3
-
1
42
7
35
42
3 Víkingur
17
9
-
4
-
3
36
20
16
31
4 Skála
17
6
-
1
-
4
21
43
-22
19
5 EB/Streymur
17
2
-
1
-
14
8
58
-50
7
6 B68/NSÍ
17
1
-
1
-
15
6
65
-59
4
Um eina viku hittast AB og KÍ í
avgjørda oddabrakinum. Undan
hesum skal KÍ tó dystast við Víking,
sum higar til hevur dugað væl at
argað tey bæði fremstu liðini
savnsmynd