mánadagur 14. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 174 - 14. september 2009
Í Hoyvík hevur frítíð
arskúlin mist helvtina
av pedagogunum
og Levi Mørk og
Charlotta á Váli,
námsfrøðingar,
vilja ikki liva við
støðuni og brigsla
pedagogfelagnum. –
Vit fylgja við og tað er
ein stórur trupulleiki,
at pedagogar ikki
kunnu fáa full størv,
sigur Jarvin F. Han
sen, formaður í peda
gogfelagnum
Dagtilboð
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í lesarabrævi undrast Levi
Mørk, námsfrøðingur, at frí
tíðarskúlin verður so lítið
raðfestur. Hann nevnir mill
um annað, at frítíðarskúlin,
har hann starvast, hevur
mist helvtina av námsfrøð
ingunum, tí ov fáir tímar
eru til at halda námsfrøðing
unum í starvi og tí fáa børn
ini eitt verri tilboð.
Orsøkin til at frítíðarskúlin
nú hevur færri tímar til
børnini er, at børnini nú eru
fleiri tímar í skúla.
Jarvin F. Hansen, formað
ur í pedagogfelagnum, tek
ur undir við Levi Mørk, at
tilboðið til børnini verður
verri, men hann staðfestir
somuleiðis, at frítíðarskúli
ikki er eitt krav og tí er tor
ført at siga, at frítíðarskúlar
nir hava mist tímar til fólka
skúlan.
Felagið fylgir við
Levi Mørk hevur hug at finn
ast at pedagogfelagnum, at
tað ikki hevur fylgt við í til
gongdini, sum ger frítíðar
skúlan verri, men hesum vís
ir Jarvin F. Hansen aftur.
Vit hava diskuterað støð
una í felagnum, og tað hev
ur fylt nógv síðan seinasta
aðalfund. Vit undrast eisini,
at vit ikki eru tikin við upp
á ráð, tá fólkaskúlin skuldi
hava fleiri tímar. Men nú
eru vit í dialogi við avvarð
andi partar, sigur Jarvin F.
Hansen.
Hann sigur somuleiðis, at
tað undrar, at ongar fakligar
grundgevingar eru komnar
fyri, at børnini skulu hava
fleiri tímar.
Kommunan sparir
Tá frítíðarskúlin hevur færri
tímar, merkir tað, at komm
unan sparir pening, tí tað er
landið, sum hevur skúlan
um hendi, meðan komm
unan hevur frítíðarskúlan.
Jarvin F. Hansen stað
festir, at hóast børnini í
grannalondunum hava fing
ið fleiri vanligar skúlatímar,
so hava frítíðarskúlarnir
onki mist har.
Har hava pedagogarnir
fingið fleiri tímar at fyri
reika seg, men í Føroyum
hava teir bara mist tímar,
sigur formaðurin í Pedagog
felagnum.
Aðrir møguleikar
Jarvin F. Hansen greiðir frá,
at hóast frítíðarskúlin missir
tímar, so eru aðrir møgu
leikar, soleiðis at pedagog
arnir hava nóg mikið av tím
um.
Ein møguleiki er at
tvinna frítíðarskúlarnar sam
an
við
klubtilboðunum,
soleiðis sum tað er gjørt í
ávísum støðum í Føroyum.
Har hevur frítíðarskúlin til
boð allan seinnapartin og út
á kvøldið, so og soleiðis
eru fleiri heil størv, greiðir
Jarvin F. Hansen frá.
Frítíðarskúlin missir pedagogar
Listaframsýning við Eli Smith
Mánadagin 14. september 2009 kl. 15 – 18 letur listamaðurin Eli Smith upp framsýning
í Mentamálaráðnum, Hoyvíksvegi 72. Dóttirin, Anna á Váli Smith og Sára Olsen spæla
cello og klaver til upplatingina. Fyri seks árum síðani valdi Eli Smith at royna seg við
litum úr føroysku náttúruni, sum gav lív til eina røð av málningum úr reinum náttúru
tilfari, so sum royðugrót, sandur, skeljar, torv og kol. Drúgvar arbeiðsroyndir og íblástur
frá m.a. fornu egyptisku kongamálningunum og holumálningunum í Spania hava sann
ført hann um dygdina í hesum arbeiðshátti. Eisini hevur Eli arbeitt við verkætlanum at
prýða rúm, bæði við málningum í Runavíkar Skúla og nú í seinastuni við mosaikki.
Framsýningin, ið heldur fram til 11. desember, er opin mánadag til hósdag kl. 8 – 16 og
fríggjadag kl. 8 – 15. Meira stendur at lesa inni á heimasíðuni www.eli.fo.
Økonomisk Ugebrev
hevur Atlantic
Petroleum á einum
lista fyri fyritøkur,
sum eru í vanda fyri
húsagangi. Hesum
vísir Vilhelm Petersen,
stjóri í Atlantic
Petroleum, aftur
Útlit
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Á einum lista, sum Øko
nomisk Ugebrev í Danmark
hevur gjørt, er Atlantic
Petroleum á einum lista við
22 øðrum fyritøkum, sum
eru í vanda fyri húsagangi.
Víst verður á, at føroyska
oljufelagið er í serliga
stórum vanda útfrá grein
ingini, sum er gjørd frá
roknskapinum fyri 2008.
Vilhelm Petersen, stjóri í
Atlantic Petroleum, vísir
aftur, at felagið er í trupul
leikum í dag.
Hatta er ein kanning,
sum er gjørd út frá tølum
fyri ultimo 2008, og grund
givið verður, at hendir onki
munagott, so er felagið í
veruligum
trupulleikum.
Vit hava gjørt nógvar broyt
ingar, sum eisini lógu í kort
inum tá, men av tí at grein
ingin er gjørd frá tølum, tá
oljuprísurin var lágur og
felagið bíðaði eftir nøkrum
hendingum, sum vóru seink
aðar, so sær úrslitið soleiðis
út, sigur stjórin í Atlantic
Petroleum.
Støðan broytt
Vilhelm Petersen vísir á, at
støðan í fyritøkuni er mun
andi broytt, millum annað
við at skuldin ikki longur er
stuttfreistað.
Vit máttu gera nakrar
broytingar, og tær hava vit
gjørt. Í upplýsingunum hjá
Økonomisk
Ugebrev
er
skuldin hjá felagnum stutt
freistað, men hetta varð til
dømis broytt í summar,
sigur Vilhelm Petersen.
Somuleiðis sigur hann, at
tingini síggja nógv bjartari
út nú, og at tað alla tíðina
var ætlanin at gera broyting
ar fyri at styrkja felagið.
Økonomisk Ugebrev vís
ir eisini á, at fyritøkurnar,
sum eru nevndar í greining
ini hjá teimum, hava gjørt
munandi broytingar síðan
2008, har leiðslurnar hava
arbeitt við bjargingarætlan
um.
Atlantic Petroleum
á vandalista
Føroyska oljufelagi er á lista hjá Økonomisk Ugebrev fyri
børsskrásettar fyritøkur í vanda fyri húsagangi
Hóast Jarvin F. Hansen, fakfelagsformaður, og Levi Mørk, námsfrøðingur, eru ósamdir um
leiklutin hjá pedagogfelagnum í frískúlunum, so eru teir á einum máli um at tilboðið verður
verri í løtuni
Tilvildarlig mynd