mánadagur 14. september 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 14. september 2009
5
tíðindi
Útvarpsrásin Lindin
hevur gjørt semju við
fyritøkuna Grames
fyri nýtslu av tónleiki.
Preben Hansen,
formðaur í nevndini,
at innkrevjingin
flytur til Føroya, tí so
fáa føroysk listafólk
meira burturúr
Tónleikur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Ára langa stríðið millum
fyritøkuna
Gramex
og
útvarpsstøðina Lindina er
nú. Stríð endaði við semju,
og hetta hevur við sær, at
Lindin skal gjalda væl
minni fyri at spæla tónleik.
Fyri trimum árum síðan
gavst Lindin at gjalda til
Gramex, men setti í staðin
peningin á bók. Hetta varð
gjørt, tí Lindin helt seg
gjalda ov nógv til Gramex
við tað, at ein stórur partur
av tónleikinum, sum Lindin
sendir,
er
avgjaldsfríur.
Hetta er galandi fyri nógvan
gospeltónleik.
Gramex er ein fyritøka,
sum vegna tónleikarar, tóna
skøld og sangarar krevur
inn pening fyri almenna
nýtslu av tónleiki.
Fyri einum ári síðan reisti
Gramex
endurgjaldskrav
móti Lindini, og tað kom so
langt, at málið skuldi við
gerast í rættinum fríggja
dagin.
Góð avtala
Men beint áðrenn eydnaðist
at fáa semju, sum Preben
Hansen er væl nøgdur við. Í
eini semju mugu báðir part
ar slaka, men semjan er til
at liva við, sigur Preben
Hansen.
Frammanundan
hevur
Lindin líknandi góða avtalu
við Koda.
Preben Hansen leggur
ikki í at upplýsa, hvussu
nógv Lindin nú skal gjalda
fyri tónleikin.
Skuldin er øll goldin.
1. januar verður musikk
avgjald yvirtikið, og Preben
Hansen vónar, at landstýrið
eisini fer at yvirtaka inn
krevjingina av gjøldum fyri
tónleik.
Hann heldur tað vera
skeivt, at ein donsk fyritøka
situr við innkrevjingini, tí
alt ov lítið av peninginum
kemur aftur til Føroya.
Preben Hansen mælir til
at hyggja at, hvussu íslend
ingar
gera.
Har
verða
avgjøldini fyri íslendskan
tónleik, sum sendur verður
í útvarpi og sjónvarpi,
kravdur inn í Íslandi, og
meginparturin av peningin
um fer beint til tónlista
fólkini.
Lindin sleppur bíligari
BYGMA BALSLEV SØKIR...
leiðara til Byggibúðina.
Byggibúðin hjá Bygma Balslev, ið er tann elsta í landinum,
er nýliga ístandsett og dagførd, so tað er ein nýmótans
handil, ið tú kemur at verða leiðari fyri.
Tú fært ábyrgdina av dagliga rakstrinum av Byggibúðini,
og ein munandi partur av arbeiðinum verður at motivera
starvsfólki, og geva íblástur soleiðis at Bygma Balslev
heldur fast um leiðandi leiklutin á marknaðinum.
Harumframt fært tú eisini ábyrgdina fyri marknaðar-
føringini av Bygma Balslev.
Tú mást vænta ymsar arbeiðstíðir og nakrar langar dagar
av og á, og vit vænta at tú, við ágrýtni og góðum keyp-
mansskapi, tryggjar framhaldandi framgongd.
Best er um tú hevur hóskandi leiðsluroyndir/útbúgving, og
er stinn/ur í teldunýtslu.
Bygma Balslev kann bjóða tær eitt gott, trygt starv, við
góðum arbeiðsfeløgum, og góðum umstøðum annars.
Lønin verður ásett eftir avtalu.
Ljóðar hetta áhugavert, so er at senda umsókn sum
skjótast, og viðhefta avrit av møguligum prógvum og
viðmælum.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinastalagi 28.
september.
Nærri upplýsingar fáast við at tosa við Bent á Lava
- bent@balslev.fo
#ZHNB#BMTMFWr7FHVSJO-BOHJr)PZWÑLrUMGrXXXCBMTMFWGP
M ó t t ø k a
Í ár eru 25 ár síðan viðgerðarstovnurin
Blákrossheimið fór undir sítt virksemi.
Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku
á Blákrossheiminum, Lynggøta 12, Tórshavn,
hósdagin 17. september kl. 15.00 til 17.00
Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.
Um onkur ynskir at geva Blákrossheiminum eina gávu sum heilsan, ynskja vit heldur
at peningur verður fluttur á konto til bygging av nýggjum Blákrossheimið, konto
nummar 161.553.1 í EIK ella konto nummar 178.328.0 í Føroya Banka
www.blakross.fo