Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 174 - 14. september 2009 Í morgun komu tilsamans 22 Morgan sportbilar við Norrönu. Talan er um limir í danska bilklubbinum Morgan Sports Car Denmark, sum koma higar at hátíðarhalda 100 ára stovningardagin hjá ensku Morgan bilverksmiðjuni Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Fleiri hildu tað vera eina hvørvisjón. So nógvir smáir sportbilar av sama slagi hava ongantíð verið í Føroy­ um áður. Ferðaleiðari á túrinum er Erik Fey, sum sjálvur hevur ein Morgan frá 1979. Erik hevur ferðast nógv í Føroyum sum ferða­ leiðari og hevur skrivað bøkur um føroyska list. Í morgun hava allir Morgan bilarnir verið í Kirkjubø og kl. 12 var mót­ tøka á Grafiska Verkstaði Føroya á Skálatrøð, har Heðin Mortensen, borg­ meistari í Tórshavnar kommunu beyð teimum vælkomin. Morgan verk­ smiðjan í Malvern í Ong­ landi og Tórshavnar komm­ una eru bæði stovnað í 1909. Tað var Henry F. S.Morgan, sum stovnaði verksmiðjuna, sum í dag verður rikin av triðja ættarliði. Morgan eru smáir lágir sportbilar við stórum motorum. Teir flestu hava V8 motorar heilt upp til 250 hk, sum koyra frá 0­ 100 km/t upp á millum 5,5 og 6,0 sekund. Allir Morgan eru hondgjørdir. Sjálv chassi­ cramman er úr stáli, meðan meginparturin av bilinum annars er gjørdur úr træ (ask) og aluminium. Í kabinuni er instrument­ borðið gjørt úr nøtutræ, og setrini eru úr leðri. Morgan bilarnir broytast lítið og einki. Modellið er so at siga óbroytt síðan 1963. Tað vil siga, at ein yvir 40 ára gamal Morgan og ein spildurnýggjur eru næstan eins. Teir verða tó dagførdir við nýggjari tøkni og kravdari trygdarútgerð. Bilarnir verða at síggja ymsastaðni kring landið. Týsdagin gongur leiðin til Vestmanna, Kvívík, Saksun, Tjørnuvík og til Gjáar. Mikudagin verður farið í Norðoyggar, har steðgað verður á við kirkjuna við Gøtugjógv. Síðan verður koyrt til Klaksvíkar og til Viðareiðis. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrönu hóskvøldið 17. september. FataMorgana Her eru 22 opnir Morgan sportbilar á parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum Stungu við sproytu Kinesisku myndugleikarkir hava dømt ein 19 ára gamlan mann 15 ára fongsul, eftir at hann var funnin sekur í at hava stungið eina kvinnu við einari sproytunál. Almenna tíðindastovan Xinhua sigur, at í seinastuni eru meiri enn 500 fólk stungin við sproytunál í landspartinum Xinjiang, og sum skilst eru tað fólk úr igura­minnilutanum, sum hava stungið fólk úr øðrum ættarbólkum. Umframt tann 19 ára gamla hevur rætturin dømt eini hjún, sum høvdu stungið ein hýruvognførara við sproytunál. Tey fingu 10 og sjey ára fongsul. Veðurlagsbroytingar raka Nakrir granskarar hava nú skrivað eina frágreiðing um, hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at ávirka djóralívið, plantulívið og vistfrøðinaí tí arktiska økinum. Granskararnir siga, at í framtíðini fer várið at koma fyrri á árinum enn nú, og av tí sama koma flogkyktini og planturnar eisini fyrr enn nú. Broytingin í plantilívi­ num hevur millum annað havt við sær, at gróðurin og kálvingin hjá reinsdjórunum fylgjast ikki longur, og tað hevur gjørt, at nógvir kálvar doyggja, tí ov lítið er at eta. Granskararnir vísa eisini á, at broytinmgarnar í veðurlagnum ávirka longu ísbjørnina nógv.