mánadagur 14. september 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 174 - 14. september 2009
Jens verður helst sitandi
Tann seinasta meiningakanningin upp undir norska stórtingsvalið
vísir, at stjórnin verður sitandi. Kanningin, sum Dagens
Næringsliv hevur latið gera, vísir, at Arbeiðaraflokkurin eitt gott
úrslit. Flokkurin fær 34,8 prosent ella 3,8 prosentstig meiri enn á
seinasta vali. Harafturímóti fær tann størsti andstøðuflokkurin,
Framburðsflokkurin, ein frammanáq. Kanningin gevur flokkinum
22,2 prosent, sum er ein afturgongd upp á heili 5,4 prosentstig.
Sambært kanningini hjá Dagens Næringsliv fáa stjórnarflokkarnir
88 tinglimir og sostatt tryggan meiriluta í Stórtinginum. Norsku
valhølini lata aftur klokkan átta í kvøld okkara tíð.
Sarkozy hóttir G20
Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, sigur nú, at hann er
til reiðar at fara av fundinum hjá G20-leiðarunum
seinni í mánaðinum, um leiðararnir ikki kunnu semjast
um at avmarka bonus-gjøld hjá stjórum í bankum og
øðrum fíggjarstovnum. Starvsfólkastjórin hjá
forsetanum, Claude Gueant, segði við útvarpsstøðina
RTL í morgun, at Sarkozy leggur sera stóran dent á at
fáa reglur, sum avmarka rásarúmið hjá bankum og
fíggjarstovnum. Fundurin hjá G20-leiðarunum verður í
Pittsburgh í USA 24. og 25. september.
112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Vikuskiftið merkt av rúsdrekkakoyring
Sløðrandi gjøg-
num Vágatunnilin
Fríggjakvøldið varð ein førari tikin fyri
rúsdrekkakoyring í Vágunum. Fráboðanin
kom frá einum førara, sum koyrdi aftanfyri
ein bil, ið hann helt sløðraði heldur nógv
og tóktist at koyra ótrygt. Hann var tá
staddur inni í Vágatunlinum. Løgreglan fór
út og steðgaði bilinum á Giljanesi. Tá vísti
tað seg so eisini, at maðurin hevði drukkið,
og verður hann eisini ákærdur fyri at koyra
undir ávirkan av alkoholi.
Eldur í hoyggjhúsi
á Norðtoftum
Leygarnáttina kom eldur í eitt hoyggjús/seyða-
hús á Norðtoftum. Sløkkiliðið í Klaksvík fekk
fráboðanina 00.59, og 01.01 varð sløkkiliðið í
Norðdepli og Hvannasundi eisini boðsent.
Hoyggjhúsið brendi tó mestsum út. Hildið
verður, at ein hitakanón, sum hevur verið nýtt at
turka hoyggj við, er orsøkin til eldin.
Ætlaði at
vísa reyv
Ein fullur maður ætlaði
sunnunáttina klokkan
03.10 ikki at gera mætari
enn at vísa afturpartin móti
einum framviðkoyrandi
løgreglubili. Løgreglan
steðgaði og ávaraði
mannin, at slíkt sømir seg
ikki. Tá maðurin fekk hetta
at vita frá løgreglunum, sló
hann løgreglubilin. Hetta
kostaði so manninum eina
bót, meðan hann annars
helst var sloppin við eini
munnligari ávaring.
Flúgvandi trampolinir
Nakað av vindi var fríggjadagin og leygarnáttina. Hetta hevur eisini givið løgregluni ymiskt at takast
við, og í minst tveimum førum hevur løgreglan verið út til trampolinir, ið eru farnar á flog.
Í eina førinum ringdi eigarin sjálvur og bað um hjálp, tá trampolinin var flogin upp móti húsunum,
og hann hevði trupult at fáa bilbukt við henni.
Í øðrum førinum hevði ein trampolin rakt á ein bil í Hoyvík, og hevði gjørt eitt sindur av skaða.
Ætlaði aftur
eftir bilinum
Leygarmorgunin komu fólk fram á ein bil, sum var farin
útav á Æðuvíkarvegnum. Eingin var í bilinum, og løg-
reglan varð boðsend. Tá løgreglan var komin á staðið,
kom tann, sum hevði koyrt bilin við einum kranabili, og
hevði helst ætlað at sjálvur fáa hálað bilin upp aftur.
Hann varð tikin á staðnum fyri rúsdrekkakoyring. Eing-
in fólkaskaði var í samband við óhappið.
Um vikuskiftið hava fleiri mál av rúsdrekkakoyring verið, umframt
at eldur eisini hevur verið. Nógv smámál hava eisini verið, eitt nú
við leysum djórum, flúgvandi trampolinum og smærri herverki.
Í Havn var ein tikin fyri at koyra ávirkaður á knallert í býnum, og
húsaófriður var eisini í Havn, har ein pápi ringdi um sonin, sum
var frá sær sjálvum inn á innbúgvið í húsinum. Okkurt klipp var
eisini givið fyri ferð. Niðanfyri kann tú lesa meira um nøkur mál
Rýmdu frá
sorlaðum bili
Leygarmorgunin komu fólk fram á
ein sorlaðan bil á vegnum út á Møl
á Eiði. Eingin var í bilinum, sum
hevði skreitt og bóltað út við 100
metrar, og týðuliga var sera illa
farin. Tá løgreglan var komin á
staðið, kom eigarin av bilinum eis-
ini, og hann kundi tá siga, hvør
hevði koyrt bilin ta náttina.
Løgreglan fór heim til
viðkomandi, og tá var hann enn
fullur. Førarin var ein um 16 ára
gamal drongur, sum sostatt verður
skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring
uttan koyrikort.
Tað, sum kanska var mest
ótrúligt, var at bilurin var so illa
farin, og at faktisk eingin í bilinum
hevði fingið nakran skaða. Fólk
vóru tó óttafull, inntil funnið var
fram til tann, sum hevði koyrt, tá
innaru bløðingar gott kunnu vera,
hóast persónur at síggja til ongan
skaða hevur fingið. Tað vísti seg
tó, at allir persónarnir í bilinum
vóru slopnir uttan stórvegis mein.
Savnsmynd