Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 174 - 14. september 2009 Árligi ársfundurin hjá NAMMCO hevur verið í Tromsø í vikuni, har Kate Sanderson deildarstjóri í Utt­ anríkisráðnum umboðaði Føroyar. Á ársfundinum við­ gjørdu limalondini seinastu ráðgeving frá NAMMCO vís­ indanevndini um viðkomandi hvala­ og kópastovnar HVALAVEIÐA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í ár fegnaðust limalondini um, at útlit eru fyri, at bæði hvíthvala- (beluga) og náhvalastovnarnir við Grøn- land aftur fara at menna seg, m.a. tí at Grønland hevur sett eina nýggja kvotuskipan í verk, ið fylgir tilmælum frá vísindanevndini. Undanfarnu árini hevur NAMMCO gjørt vart við, at stig eiga at vera tikin til at tryggja, at veiðan í Grønlandi kemur á eitt burðardygt støði. Í 2007 samskipaði NAM- MCO umfatandi hvalatelj- ingarnar í Norðuratlantshav- inum. Ein nýggj stovnsmet- ing av grindahvalum byggir á hesar hvalateljingar, og stovnsmetingin verður við- gjørd í serligum arbeiðsbólki í oktober og í NAMMCO vísindanevndini komandi vár 2010. Á NAMMCO fundinum var semja um at seta eitt størri arbeiði í gongd til at samanbera ymsar frymlar fyri at kanna sambondini millum havsúgdjór og fisk í vistskipanini, soleiðis at vitan á økinum kann menn- ast. Enn er trupult at gera neyvar niðurstøður um, hvussu nógvan fisk hvalir og kópar eta, og NAMMCO fer at raðfesta hetta arbeiðið høgt komandi árini. Eftir áheitan frá Japan var eisini semja um at biðja NAMMCO samskipa eina meting av avlívingarhættum í japanskari granskingar- veiðu eftir stórhvalum. Før- oyar hava í hesum sambandi eftirlýst kunning frá Japan um smáhvalaveiðu teirra. Fleiri túsund springarar verða riknir í land í Japan hvørt ár, serliga í japanska býnum Tajii, men lítið er kunnað um, hvussu teir verða avlív- aðir. Meira kunning fer vón- andi eisini at hava við sær eina menning av royndum og vitan millum Føroyar og Japan. NAMMCO: Nýggj stovnsmeting av grindahvalum Tórbjørn Jaocbsen, løgtingsmaður, ivast í, um Aksel V. Johannesen, lands­ stýrismaður, hevði neyðugu játtanina til at bjóða fólki ókeypis CTD kanningar og hevur tí reist málið í einum fyrispurningi. POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo -Tá ið landsstýrismaðurin í kunngerð frá 7. september 2009 ásetir, at kanningar fyri CTD-sjúku eru ókeyp- is í sjúkrahúsverki Føroya, við ávísum lýstum treytum, skal tað tá skiljast soleiðis, at hann í verandi karmi fyri heilsuverki hevur fíggj- arligt rúm fyri hesum kann- ingum? Soleiðis spyr Tórbjørn Jacobsen. Hann sigur víðari spyrj hann: - Tá ið vit mega ganga út frá, at landsstýrismaðurin í heilsumálum neyvan hevði skrivað undir kunngerðina um gjald fyri CTD-kann- ingar, um fíggingin ikki longu var í lagi, hví kom hann tá í fíggjarnevndina, sama dag sum kunngerðin er dagsett, við einum fíggj- arnevndarskjali, har heitt verður á nevndina um at játta kr. 900.000,- til hend- an bráðkomna trupul- leika? Tórbjørn Jacobsen slær kortini fast, at spyrjarin, og Tjóðveldi annars, av heilum huga taka undir við, at CTD-kanningarnar vera gjørdar. - Hesum hava vit eisini gjørt landsstýrismanninum greitt longu fyri at fíggj- arnevndarskjalið varð latið fíggjarnevnd løgtingsins. Hann sigur víðari, at fíggjarnevndarskjalið var til viðgerðar í fíggjarnevnd- ini týsdagin 8. september 2009. Sama dagin sum landsstýrismaðurin hevur skrivað undir kunngerðina og, so løgið tað ljóðar – sig- ur hann - dagin eftir dag- setingina á kunngerðini um ókeypis CTD-kanning- arnar. - Partar av fíggjarnevnd- ini vóru ikki nøgdir við upplýsingarnar í fíggjar- nevndarskjalinum og ynsktu, at landsstýrismað- urin kunnaði nevndina meira um hvørji, alternativ vóru til loysnina, sum mælt varð til. Tí varð fíggj- arnevndarskjalið ikki avgreitt á fundinum týsdag- in í vikuni, og ógreiða er framvegis um, hvørja lagnu hetta skjal fær í nevndini, sigur hann í fyri- spurninginum. - Hinvegin, so tykist landsstýrismaðurin hava greitt fíggingina av málin- um á annan hátt, tá ið hann longu hevur ásett í kunn- gerð, at fólk kunnu fáa ókeypis kanningar fyri CTD-sjúkuna. Spurningar- nir verða settir, tá trupult er at skilja mannagongdina í málinum, har fíggjar- nevndarskjal og kunngerð eru komin í trol hvørt við annað í málinum, sigur Tórbjørn Jacobsen. Ivast í um pengar eru játtaðir til CTD kanningar