mánadagur 14. september 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 174 - 14. september 2009
- Tað gekk rættiliga
væl at koyra við
húsunum uppi á
trailaranum, og eg
hevði ikki trúð, at eini
heil hús kundu standa
so væl á vogninum,
sum tey gjørdu, sigur
maðurin, sum koyrdi
trailaran, Magnus D.
Joensen
Flutningur
Orð: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndin: Sørin Djurhuus
Seinasta hósdag fór RTS
Contractors í Lamba í holt
við eina stóra og at síggja
til trupla uppgávu. Húsini,
sum Palli og Fía Højgaard
áttu dygst við sjóvarmálan
innanfyri Oyrarnar á Toft
um, skuldu takast av grund
ini og flytast til Lambar á
trailara.
Nes kommuna hevur sein
astu árini átt hesi hús, sum
felagið í Lamba hevur keypt
til skrivstovuhølir.
Nú kommunan hevur lagt
út nýtt ídnaðarøki Inni á
Rætt, og virksemið har inni
longu er byrjað, samstundis
sum ymiskt annað virksemi
er í stoypiskeiðini, stóðu
hesi húsini heldur illa fyri
ímillum Oyrarnar og økið
Inni á Rætt.
Tann stóri parturin av fyri
reikingararbeiðnum til flutn
ingin var fingin frá hondini,
áðrenn trailari hjá RTS og
stórur krani hjá Løvubetong
komu út á Toftir.
Sterkir dragarar vórðu
lagdir undir húsini, og inn
stalatiónir vórðu loystar.
Stívliga 24 tons
Magnus D. Joensen, sum
arbeiðir hjá RTS Contractors
og førdi trailaran, sum flutti
húsini, sigur, at hann dagin
fyri stóru uppgávuna eisini
hevði koyrt við einari stór
ari ”rammu” uppi á trailar
anum, sum var gjørd í somu
stødd sum húsini.
Húsini eru 10 metrar
long og 6,40 metrar breið.
Við úthangi og takrennu
eru tey 6,90 metrar breið.
Hann sigur, at tað var
rættiliga trongt at sleppa
niðan um svingið við gamla
Turkihúsið á Toftum, men
teir høvdu frammanundan
lagt nakað av tilfari út har,
so betri var at koyra.
Truplasti teinurin var tó
undir gomlu smiðjuni í Oyr
unum, men við teimum
royndum, vit høvdu gjørt
við rammuni dagin fyri,
vistu vit, at eisini hetta átti
at bera til.
Magnus sigur, at Jan Erik
Johannesen førdi kranan
hjá Løvubetong, og hann
kundi siga, at húsini vigaðu
stívliga 24 tons. Kaminan
var ikki tikin niður, men ein
dragari var settur undir
hana.
Eg vil siga, at tað gekk
rættiliga væl at koyra við
húsunum uppi á trailaranum,
og eg hevði ikki trúð, at tey
kundu standa so stútt á
vogninum, sum tey gjørdu.
Tá Magnus var komin
eftir høvuðsvegnum og inn
um Saltnes við húsunum,
snaraði hann oman á Fjøru
vegin í Runavík og koyrdi
eftir havnalagnum heim
undir Teymavirkið og Eik.
Eg steðgaði ein hálvan
tíma ella so her niðri, tí
jarðarferð var um somu tíð.
Síðan koyrdi eg niðan aftur
á høvuðsvegin við Høgaból
og síðan inneftir.
Hann sigur, at neyðugt
var ongantíð at flyta ella
snara nøkrum lyktapela ella
skelti.
Ber væl til
At flyta eini sethús er ein
stór uppgáva, sum skal fyri
reikast rættiliga væl, men
hetta letur seg væl gera, um
umstøðurnar, og fyrireik
ingarnar eru í lagi.
Magnus sigur, at tað tók
ikki nógv meira enn eitt kort
er at flyta húsini av Toftum
og inn á havnalagið í
Runavík og nakað tað sama
at koyra inn til Lambar. Tá
er tann tíðin drigin frá, sum
tað tók at sleppa niðan úr
Oyrunum og bíðitíðin á
havnalagnum í Runavík.
Vit fóru av Toftum
umleið klokkan 13 og vóru
soleiðis í Lamba umleið
klokkan 14.30, sigur hann.
Einir sjey mans tilsamans
vóru um uppgávuna at flyta
húsini av Toftum til Lamb
ar.
Tað eru brøðurnir, Svend
og Andrias Lamhauge, sum
eiga felagið RTS Contra
ctors, og ætlanin er at rigga
húsini til skrivstovu.
Húsini standa í fyrstu
syfti á einum grundøki í
Lamba, sum Magnus eigur,
men felagið eigur eitt øki
við síðuna av. Tá grund er
stoypt á økið hjá RTS, verða
húsini flutt yvir hagar.
50.000 krónur
Vit hoyra av og á um hús,
sum verða flutt og sett á
aðra grund.
Vit spurdu tí Magnus D.
Ber væl til at flyta ei
Bygdarmyndin á Toftum broytist, so hvørt, sum framtíðin krevur sítt
Trongligt er at sleppa niðan um gamla Turkihúsið
Bin Laden gevur ljóð
Leiðarin í yvirgangsfelagsskapinum AlQaeda, Osama
bin Laden, hevur aftur givið ljóð frá sær. Talan er um eina
ljóðupptøku, og innihaldið er sum so ofta fyrr ætlað
amerikonsku tjóðini. Millum annað sigur bin Laden, at
tað var amerikanski stuðulin til Ísraels, sum fekk Al
Qaeda at fremja atsóknina tann 11. september í 2001. Bin
Laden mælir amerikanska fólkinum til at noyða Obama,
forseta til at gevast við at styðja ísraelsmenn, og hann
sigur tað vera tekin um veikleika hjá Obama, at hann lat
verjumálaráðharran hjá Bush, Robert Gates, halda fram í
starvinum.
Megrahi viknar
Libyski yvirgangsmaðirin Abdelbaset Ali alMegrahi, sum
varð latin leysur úr einum fongsli í Skotlandi herfyri, tí hann
var so sjúkur, er versnaður nógv í seinastuni. Tað skrivar
Reuters frá bróðuri hansara. Sagt verður, at hann hevur mist
málið. Í 2001 bleiv Megrahi dømdur lívlangt fongsul fyri at
hava ábyrgdina av, at eitt amerikanskt ferðamannaflogfar
sprongdist uppi yvir skotsku bygdini Lockerbie stutt fyri jól
í 1988. Men í summar valdu skotsku myndugleikarnir at
geva Megrahi grið, tí hann var deyðasjúkur.