mánadagur 14. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 174 - 14. september 2009
ni sethús
Hetta sær eitt sindur
ógvusligt út – eini
heil sethús á trailara
í Saltnesi
Joensen, hvat hann heldur,
at slíkur flutningur kostar,
um fólk, sum keypa hús, ið
kommunur vilja hava burt
ur, mugu gjalda fyri slíkt
arbeiði.
Eg havi til stuttleikar
gjørt mær mínar metingar
av hesum og eri komin til,
at flytingin, sum vit syrgdu
fyri seinasta hósdag, helst
hevði kostað einar 50.000
krónur.
Hann sigur, at ein slíkur
krani, sum brúktur varð til
at lyfta húsi á vognin og av
aftur vogninum, kostar ein
ar 2000 krónur um tíman –
og síðan kostar trailarin ein
ar 550 krónur um tíman.
Aftrat hesum kemur so
tað arbeiði, sum skal gerast,
áðrenn flutningurin kann
byrja. Nøkur fólk mugu so
eisini vera til hjálpar undir
arbeiðnum.
Magnus D. Joensen held
ur tó, at fólk, sum hugsa um
slíka flyting, mugu rokna
við, at flutningurin kostar
einar 50.000 krónur – alt
eftir, hvussu stórar fyrireik
ingarnar
mugu
verða,
hvussu koyrivegurin er, og
hvussu langur teinurin er.
Men hetta er avgjørt
ikki ein ómøgulig uppgáva,
um umstøðurnar eru tær
røttu, leggur hann aftrat.
So standa húsini í
Lamba, har tey skulu
brúkast til skrivstovur
Tað var ein stórur
dagur hjá Jóan Jakku
Johannesen og familju
hansara í Søldarfirði,
tá nýggi AWI-báturin
hjá teimum varð
sjósettur
NýbygNiNgur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
myndir: Vilmund Jacobsen
Tað er ikki á hvørjum degi,
at nýbygningur verður sjó
settur í Søldarfirði, men
seinnapartin
leygardagin
upplivdu fólk eina slíka
løtu.
Jóan Jakku Johannesen
og synir hansara, sum í
nógv ár hava roynt eftir
brislingi og sild á Skála
fjørðinum við Nordafar
bátinum Katrini, hava nú
latið nýggjan bát byggja.
Nýggja Katrin, sum eri
ein AWIbátur, er slakar
42 føtur langur, og hann er
væl beiðari enn ein van
ligur AWI 33, sum er
grundarlagið undir nýggja
fiskifarinum.
Tað gekk væl at flyta bát
in, sum er riggaður til í tún
inum hjá Jóan Jakku, oman
á bryggjuna.
Ein stórur krani hjá
Mekanik lyfti bátin á ein
vogn, og síðan syrgdi ein
lastbilur hjá Vónini fyri, at
báturin kom trygt oman á
bryggjuna í Søldarfirði,
har hann aftur varð lyftur
upp av vogninum og settur
á sjógv.
Ein
minni
lastbilur
koyrdi aftaná báti og last
bili og skuldi vera til reiðar
at halda eftir, um báturin,
sum vigar eini 15 tons,
fekk ov nógva ferð oman
eftir vegnum.
Væl av fólki fylgdi sjóset
ingini, og stórur áhugi var
fyri hesum nýggja og sera
snotuliga fiskifari hjá Jóan
Jakku og børnum hansara.
Nýggi báturin ber gamla
navnið Katrin, sum er eftir
einastu dóttrini, ið hjúnini
í Søldarfirði eiga.
Í fleiri ár hevur familjan
verið savnað um virksemið
at veiða brisling, sild og
hummara.
Við
nýggja
farinum
skuldu umstøðurnar nú ver
ið uppaftur betri enn áður.
Vit ynskja Jóan Jakku
og familju hansara tillukku
við nýbygninginum.
Nýbygningur sjó-
settur í Søldarfirði
Hann er sera vakur á at líta, nýbygningurin sum nú kemur í flotan fyri gomlu Katrina
Ein errin familja, Jóan Jakku saman við konu og dóttir, sum
báturin er uppkallaður eftir
Olja lekur upp av botni
Fyri góðum tveimum mánaðum síðani staðfestu íslendsku
myndugleikarnir, at olja fleyt í sjónum í Faxaflógvanum, og
seinni avdúkaðu kanningar hjá vaktartænastuni, at oljan lak úr
einum skipsvraki, og at talan var um vrakið av amerikanska
sjóverjuskipinum Alexander Hamilton. Hetta skipið fylgdi við
handilsskipum um Atlantshavið, til ein týskur kavbátur søkti
tað í Faxaflógvanum í 1942. Tað er ikki greitt, hvussu nógv
olja var í tangunum, tá skipið bleiv søkt, men metingar siga,
at helst hevði skipið millum 100.000 og 600.000 litrar av olju
í tangunum, tá tað fór til botns.
1.076 fingið svínakrím
Frá 29. juni til tann 6. september skrásett
heilsumyndugleikarnir í Íslandi 1.078 tilburðir, har fólk
høvdu fingið svínakrím ella høvdu sjúkueyðkenni av
krími. Talan var um 586 kvinnur og 492 menn, og tey
flestu vóru millum 15 og 34 ára gomul. Haraldur Briem,
sóttverjulækni, sigur við Morgunblaðið, at tað er eingin
ivi um, at munandi fleiri íslendingar hava fingið
svínakrím, enn skrásetingin hjá myndugleikunum sigur.
Tølini hjá myndugleikunum vísa, at flestu tilburðirnir av
svínakrími eru í Reykjavík og har á leiðini, meðan
munandi færri eru smittað á bygd.