Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2009 13 Landsstýrið skal taka støði í veruliguføroyum í stríðnum at varðveita vælferðarføroyar Fremsta uppgávan hjá politikarum er at tryggja, at allir borgarar hava mannsømilig kor, frá vøggu í grøv. Tað er eisini skylda hjá øllum, sum hava evnir og møguleikar at hjálpa, har tørvur er á. Í framkomnum sam­ feløgum, har umfordeiling­ in treytar partar av væl­ ferðini, er tað tí skylda hjá skiftandi stjórnum at taka hond um tey veikastu. Umstøðurnar hjá øllum samfelagsbólkum speglar hvørjum samfelag vit liva í. Og har eiga vit at ganga undan. Í strembanini at røkka hesum máli eigur politiski myndugleikin tó ongantíð at missa úr eygsjón at loyva øllum at virka við sínum íbornu evnum. At gera tað lokkandi at arbeiða. Tá verður ríkiligt til øll. Hesin politikkur hevur eyðkent bæði hesa og und­ anfarnu ABC­samgongu. Skattalættarnir, sum mun­ aðu hjá teimum skattligu trongdu í inntøkubólkunum millum 170.000 og 270.000 kr, saman við eini søguligari útbygging av Samhaldsfasta, har pen­ sionistar fingu upp til 37% meira í pensiónsútgjaldi, er besta prógvið um skilagóð­ an umfordeilings politikk. Kortini er einki fullkom­ ið. Tí vera tað altíð nøkur, sum ikki njóta fullan ágóða av førda politikkinum. Hetta er avbjóðing, sum ábyrgdarfullir politikarar sjálvsagt taka sær av. Avbjóðing, sum krevur dirvi og visiónir, nú vit eru í stórstu búskaparkreppu í mannaminni. Og avgerðin er tikin. Landið spílar seg út at fíggja milliarda undirskot fyri at halda fast um flestu vælferðartænast­ urnar, sum bert fyri fáum árum síðani vóru dreymar. Vit hoyra... Tað er tí møtimikið, at miðl­ arnir nú eyðmerkja lands­ stýri og løgting at forkoma vælferðarføroyum. Vísið náði ..., sigur Sosialurin við tekstum til myndarøð av elendigheit, har politiska skipanin fær av at vita. Men lýsir blaðið allan veruleikan? Kaga vit í fíggjarlógirnar farnu árini og taka nøkur tøl burtur úr rúgvini, sum fata um myndarøðina í blaðnum, kunnu vit konstatera: • At Landsjúkrahúsið frá 2006 til 2008 hevði eini játtanarøking uppá 20%. Játtanin fyri 2009 (incl. eykajáttan) er økt 4,3%. • At serviðgerð uttanlands frá 2006 til 2008 hevði eina játtanar­ øking uppá heili 29%. Fyri 2009 javnvigar játtanin við 2008 (incl. eykajáttan). • At børn og ung frá 2006 til 2008 hevði eina játtanarøking uppá 16%. Í 2009 javnvigar játtanin við 2008 (incl. eykajáttan) . • At barnatænastan frá 2006 til við 2008 hevði eina játtanarøking uppá 20%. Játtanin fyri 2009 er á leið tann sama sum í 2008. • At stuðulstænastan fyri vaksin frá 2006 til 2008 hevði eina játtanarøking uppá heili 46%, og at játtanin fyri 2009 er á leið tann sama sum í 2008. • At meirútreiðslur fyri brekað børn frá 2004 til 2008 hevði eina játtanar­ øking uppá 28%. Játtanin fyri 2009 øktist 6%. • At hjálparamboð, her­ undir heilivágur, hoyritól o.a. frá 2006 til 2008 hevði eina rakstrarøking uppá 18%. Játtanin fyri 2009 er áleið tann sama sum fyri 2008. Veruliguføroyar Tí er tað ikki nóg væl grundaðir pástandur tá sagt verður, at samgongan fillar vælferðarføroyar sundur. Veruleikin er, at politiski myndugleikin áhaldandi roynir at finna neyðuga játtanir til øki, har ástend­ ur, hóast trupult er at finna pening, tá milliardin árliga restar í. Tað munnu hóast alt tey flestu fata. Einvegis at lýsa vælferð­ arføroyar í fillum út frá stakdømum og at lýsa landsstýrið illviljað er burt­ urvið. Talan er jú um pen­ ingin hjá øllum. Hvør króna játtað verður til ymsu endamálini skal rindast av onkrum øðrum. Av­ bjóðingin er at fáa rokni­ stykkið at ganga upp, so vit ikki missa meira fyri minni. Tí stríðist landsstýrið fyri at halda fast við væl­ ferðarbatarnar frá 2004 til 08, sum nú kosta landinum útvið 600 mio kr árliga í meirútreiðslum. Tað er nærum ómøgulig uppgáva í hesum krepputíðum. Ein ovurstór avbjóðing. Politikarar eru noyddir at taka støði í veruliguføroyum í stríðnum at varðveita væl­ ferðarføroyar. Tann sann­ roynd átti eisini at komið blaðfólkum til hugs, nú ljósið verður varpað á sosial­ politikkin hjá samgonguni. Vísið náði ……. løgtingsmaður Bjarni Djurholm Tøkk Hjartans takk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma og mostir okkara Anna Petersen (Anna hjá John) varð jarðað. Takk fyri minnisgávur, blómur og kransar. Kærar heilsanir Óli, Marita, Sanna, Ingeborg, John og Helena Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða mamma, vermóðir, omma og langomma Minna Sommer Magnusson (fødd Isaksen) doyði og var jarðað. Tøkk til tykkum, ið ringdu og komu inn á gólvið. Tøkk til Klaksvíkar Sjúkrahús og Sjúklingaskrivstovuna. Tøkk til prest, kirkjutænarar, gravarar, sangarar og líkbil. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum og tøkk til tykkum øllum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Familjunnar vegna Aðalbjørg, Borgarhjørt, Árni, Bjørn og Bogi við familjum Tíðindaskriv Talan er um tilvitað drál frá fiskimálaráðharran­ um og landsstýrinum, nú peningur restar í til inntøkutrygd hjá fiski­ monnum og familjur verða raktar. Málið var kent í landsstýrinum fyri 10 mánaðum síðani og varð reist av andstøðuni á tingi í mai mánaða. Tjóð­ veldi mælir staðiliga landsstýrissamgonguni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til í stundini at fáa greiði á hesum máli, soleiðis, at føroyskir fiskimenn kunnu fáa tann pening, sum teir sambært løgtingslógum eiga allan rættin til Inntøkutrygd verður goldin við heimild í løgtingslóg no. 112 frá 29. desember í 1998 um minstuløn og dag­ studning og løgtingslóg no. 112 frá 13. desember í 2006 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðr­ armenn. Ongin ivi er har­ við um, at útreiðslurnar samsvarandi hesum lógum eru tað, sum vit vanliga rópa fyri lógarbundnar játtanir. Longu táið løgtings­ fíggjarlógin fyri 2009 var í gerð, skrivar fíggjarnevnd­ in í kontutekstinum, eftir upplýsingum frá lands­ stýrismanninum í fiski­ vinnumálum, soleiðis: “Mett verður, at nýtslan verður okkurt um 29 mió. kr. í 2009. Hetta er ein hækking á 10,4 mió. kr. í mun til 2008 vegna minni avreiðingarvirði og vaks­ andi útreiðslur í fiskivinn­ uni. Tillagingar í skipanini verða gjørdar fyri at halda játtanina uppá 24 mió. kr. Harvið hevur lands­ stýrismaðurin í fiskivinnu­ málum vitað um nú ákomna trupulleikan í hvussu er síðani fíggjar­ lógin varð samtykt fyri jól í fjør. Á landsstýrisfundi 16. februar 2009 hevur hann gjørt eina roynd at broyta lógargrundarlagið undir inntøkutrygdini, hansara ætlan var at minka hana við 25­30%´um, men har fekk hann ikki polit­ iska undirtøku fyri hesum. Harvið var greitt fyri øll­ um, at trot kom í játtanina viðvíkjandi inntøkutrygd seinri í árinum. Hóast hetta ger landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum onki við málið. Heldur ikki táið landsstýrismaðurin í fíggj­ armálum leggur eina eykajáttanarlóg fyri tingið 21. apríl 2009 er inntøku­ trygdin nevnd við einum stavi. Tjóðveldisumboðini spurdu Lønjavningarstov­ una um útgjaldið, og fingu 28. apríl at vita, at 10,6 mió. kr. av teimum játtaðu 24 mió. kr. longu vóru goldnar út, t.v.s., at greitt var longu tá, at játtanin als ikki kom at halda tað ið eftir var av árinum, og at samlaði tørvurin kom at vera á leið 40 mió. kr. Táið verandi tingseta byrjar á Ólavsvøku kemur heldur ongin umbøn um meirjáttan til inntøkutrygd­ ina, og nú 6 vikur seinri fáa vit brádliga at vita, at landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum hevur steðgað útgjaldingunum vegna trot á játtanini til inntøkutrygd. Tjóðveldi undrast sáran um framferðina í hesum málinum. Vit kunnu ikki góðtaka, at føroyskir fiskimenn verða hildnir fyri tað turra spott á henda hátt, og átala harðliga niðurgerðingina hjá lands­ stýrismanninum, um at fiskimenn eru somikið vanir við at bíða eftir sín­ um hýrum, at hetta eisini man fara at laga seg. Hetta snýr seg um almennar lønir, ásettar samsvarandi løgtingslógum, tí eigur stígur av hesum slagi ikki at koma fyri. Hetta eru javningar, sum í hesum døgum eru lágmarkið fyri at vera til hjá monnum, hvørs inntøka hevur verið í lakara lagi í longri tíð, tí mega vit finnast hvassliga at nonsjalanta stílinum hjá Jacob Vestergaard, táið hann heldur uppá, at tað lítlan og ongan mun fer at gera hjá føroyskum fiskimonnum, um teir ganga lønarleysir í 2­3 mánaðir, ella fram til at ein enn ikki framløgd eykajáttanarlóg, um einar 4­6 vikur, endaliga verður avgreidd frá tinginum. Politiskt drál og dólskni eru atvoldin til ringa stand­ in. Óskiljandi, at lands­ stýrismaðurin ikki hevur avgreitt málið við eyka­ játtanarumbøn, beinan­ vegin táið honum gjørdist greitt, at tørvurin í fíggja­ rárinum var farin úr 24 mió. kr. til at vera væl omanfyri 40 mió. kr., ella við einum fíggjarnevndar­ skjali, táið málið enn kundi metast at vera brádliga ákomið. Høgni Hoydal, formaður Tórbjørn Jacobsen, næstformaður Fyri Tjóðveldi Avgreiðið ógoldnu inntøkutrygdina hjá fiskimonnum í stundini!