Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 174 - 14. september 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Undarligt at hugsa sær at nú 18. september verður Sólrun “lærarindan” 60 ár. Altso Sólrun Luid. Sólrun er fødd og uppvaksin á Tvør­ oyri, og tá hetta skúlaárið er liðugt, hevur Sólrun starvast í Tvøroyra skúla í 38 ár. Tað eru ikki 38 dagar. Havi sjálv havt Sólrun til lærara, nú eru vit starvsfelagar, og longu tá, í 1973, vísti Sólrun síni kreativu evnir, gjørdi und­ irvísingina og dugdi at fáa øll við. Sólrun er gift við Annfinni Luid, og eiga tey sonin Hjørleif. Annfinnur er ættaður úr Hovi, og hava tey gjørt barnaheimið hjá Annfinni í stand soleiðis, at tey nú kunnu verða í síni frítíð í Hovi, sum teimum dámar so væl. Tí – er tað nakað, sum tey tíma, so er tað at røkja seyðin og gæsnar. Tað gera tey eisini fyrimyndarliga. Kirkjan hevur eisini altíð havt eitt stórt pláss í hjartanum á Sólruni, og stuðlar hon hvønn sunnudag, antin Hovs ella Tvøroyra kirkju, við síni vøkru songrødd. Stuttligt er at vitja Sólrun og Ann­ finn, tey eru gestablíð og væl sæst, hvussu røkin fólk tey eru, og hvussu góðar hendur bæði hava. At Sólrun er ein kreativur persónur, vita flestu inn­ an skúlan, manglar tú okkurt hugskot til Handaverk og list, so er bara at spyrja Sólrun. Stór gleði er eisini at fara í skúlagarðin til jólar og síggja nissulandið, ið Sólrun gongur so høgt uppí at gera við sínum næmingum, og mong gomul hevur hon glett, tá hon hevur verið við næmingum á Suður­ oyar ellisheimi og gingið Lusiu. Sólrun hevur nógv, hon kann takast við, nú hon er farin í niðursetta tíð, og henni dámar tað, hon ger, men hóast tíðin hjá henni nokk ikki slær til, so eru vit fleiri, ið vóna, at Sólrun fer at taka sær tíð til yngru starvsfelagarnar, og geva sína vitan víðari. Til síðst vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku, og vónandi fært tú ein góðan dag. Vinur Til lukku Sólrun! Í dag 14. september fyllir Óli Olsen á Argjum 60 ár. Óli er klaksvíkingur. Hann vaks upp í einum umhvørvi, har tosið mangan fall á útróður, fiskiskap og sigl­ ing, og eftir lokið realprógv í 1966 fór hann til skips og sigldi í nøkur ár. Eftir at hava tikið stýri­ mansprógv í 1972 og skips­ føraraprógv í 1973, fór hann út at sigla. Hann tók læraraprógv í 1987 og sama árið gjørdist hann lærari á Føroya Sjómansskúla. Óli gavst sum lærari á sjó­ mansskúlanum í 2000, tá hann fór undir forkanningar til at at skriva bókaverk um sjómansútbúgvingar frá elstu tíðum til okkara dagar. Sum úrslit av hesum arbeiði komu í 2003 og 2004 bøkurnar “Sigling & útbúgving” í tveimum bindum. Hann hevur eisini givið aðrar bøkur út sum t.d. “Tá ið rak við og ímóti”, sum er um Fischer Heinesen. Hann er framvegis virkin á hesum øki og leggur síðstu hond á eitt verk, sum skal koma út næsta ár. Óli hevur í mong ár verið ímyndin av einum sunnum rennara. Hann er limur í Bragdinum og er ofta at síggja til kappingar. Hann rann marathon á Oyggjaleik­ um í 1989 og var sostatt mill­ um fyrstu marathonrennarar­ nar í Føroyum. Í 1994 luttók hann í Holge Danske marat­ hon í Helsingør við góðu tíð­ ini 2 tímar og 54 min. Síðan hevur hann runnið trý Tórs­ havn Marathon, og tann 6. september í ár rann hann við sera góðu tíðini 3:32 og gjørdist FM í sínum aldurs­ bólki og nr. 7 í opna bólkin­ um. Tað er neyvan ein kapp­ ing kring landið, har Óli ikki luttekur, og er hann ikki millum rennararnar, so er hann á síðulinjuni og stuðlar fyrireikarunum. Í dag arbeiðir Óli fyri Al­ mannastovuna sum stuðul hjá serliga krevjandi børn­ um. Óli er giftur við Aase Bømler Olsen úr Roskilde, og tey eiga tvær døtur. - red Óli Olsen 60 ár Dagurin 14. september. Dýrd krossins. Eisini róptur krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidning­ um, men funnin aftur og førdur til Jerusalems. Dagurin hátíðarhildin til minnis um hesa hending. 14. septem­ ber er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella loysing. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Kunngjørt verður at kæri maður mín, okkara góði pápi, abbi og langabbi Poul Johannes Zachariassen ættaður av Sandi (á Sondum) búsitandi í Havn andaðist í heiminum 11. sept. 86 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin 16. sept. Kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Frida, Marit og Kristbjørg Tey, sum ynskja at senda blómur ella kransar kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Javna, konta í peningastovnunum Tøkk Familja mín og eg vilja fegin takka øllum, sum á ein ella annan hátt mintust og sosatt gleddu meg á føðingardegnum. Takk fyri. Hensar Ellingsgaard Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Carl Matthias Frits Hansen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk til prest Hanus á Gørðum fyri góð og troystarrík orð, tøkk til kirkjutænarar, urguleikara, berarar og sangarar. Tøkk til heimahjálpirnar ta tíðina hann búði heima. Ein serstøk tøkk til starvsfólkini í Uppistovu og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fyri umsorgan og góða røkt ta tíðina hann var hjá tykkum. Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk við Sálmi 68: vers 20 Lovaður verið Harrin dag eftir dag; Verða byrðar lagdar á okkum, er Gud frelsa okkara. – Sela. Henny Synnøva, Kristian og Sigmund