Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174 Bestubitar úr 3. hálvleiki Ein partur av triðja hálvleiki á Rás2 eru SMS- boð frá lurtarunum, sum á hendan hátt kunnu geva sítt íkast til tosið um dystirnar, sum hava verið. Besta SMS’ið hvørt umfarið í september fær eitt gávukort upp á 500 krónur frá Carello, og er hetta SMS’ið prentað ovast í røðini niðanfyri »Er grøv nr 13 a nyggju ki fløguni?« »Er Rogvi Jacobsen slettadur i greinasavninum hja Nordlysinum?« »Faroe FIVE spaeldu til IF-dans i gjar« »Tad eydnadist ikki àlopinum at TAMBA verjuna hjà AB« »Ur Klaksvìk frættist at Høgni Madsen er til sølu, einar kravid er at gjaldast skal vid KORTID« »Oli olsen hevur skift navn til goali goalsen« »Mjólkin druknadi rabarbugreytin i dag. Go B36 Go!« »Tad er altso ov nògv, at tvey lid flyta beinleidis nidur. Heri, hetta er ov galid! Hetta mà takast upp og broytast!« »Tað er ein sterkur gummi(beina) luktur yvir hb-húsinum« »Hvì syngja b36'arir ''he-r er tad stutligt, her er tad gott'' ta teir liggja nr 8?« Tapini hjá KÍ og 07 Vesturi sam an við sigrunum hjá ÍF og B36 bera við sær, at botn stríðið, sum leygar- morg un in sá so sera spenn an di út, nú er um at skrædna Tað er um tað mund ið, at før oyski fótbólts heim ur in kann ven ja seg við tank an, um at KÍ ikki longu hevur um ­ boð an í fremstu mans deildini. Eitt er, at talan var um óhugnaliga týð andi uppgerð fyri klaksvíkingar, tá teir vitjaðu í Fuglafirði. Hana hevði KÍ illa ráð at tapa, men tað gjørdu teir – við manér. 0­5 sekkurin var í veruleikanum ein mest sum fullkomin eyðmýking av stoltu fótbóltstraditiónunum hjá KÍ, sum við vána málúrtøkuni í huga nú skal toga sjey stig inn á B36, um Voda­ fone­tilveran skal bjargast. Og við útidystum móti nummar eitt og tvey millum seinastu fýra upp gávur nar tykist tann uppgávan nú at vera mest sum óyvirkomulig. Mentala gearingin Hóast KÍ hevur verið í tungum sjógvi størsta partin av árinum, so tykist ein trupulleiki hjá liðnum vera, at spælar­ ar nir als ikki eru til reiðar at geva tað, sum krevst fyri at yvirliva í ein um botnstríðið. Seinastu umførini hevur KÍ spælt at kalla lagnudyst móti ávíkavist B36 og ÍF, men í hvørgum av førun um hava klaksvíkingar verið til reiðar at tackla uppgávuna. Tá tykist meira sannlíkt, at 07 Vest ur heldur lív í sínum vónum, tá teir komandi dystirnar spæla móti ÍF og síðani júst KÍ, áðrenn endaði verður við teimum báðum ovastu liðunum. Eisini tí at júst mentala gearingin er stillað rætt inn í Vágum, har succés­ kriteri’ið alla tíðina hevur verið yvir liv­ ing, og har spælararnir tí medda eft ir hesum, heldur enn at óttast eina fiasko. Hjá B36 hevur mentala gearingin held ur ikki verið heilt tann rætta, men sigurin sunnudagin lyfti liðið hampu­ liga langt av vandaleið. Og meira enn nakað vísti hann eisini, hvussu stór sveiggini hava veri í av rik unum hjá B36, sum í ár hevur sveigg jað millum tað ússaliga og topp in av føroyskum fótbólti. Fuglfirðingar hava eisini havt sínar stóru trupulleikar, og eitt tap móti KÍ hevði gjørt hesar alsjónligar aft ur, men tað gjørdist nú ikki til meira enn ein hypotetiskur spurn ing ur. Silvurstríðið Mest spennandi parturin av lands­ kapp ingini tykist nú vera, hvussu býtið av heiðursmerkjum skal vera. Hesa ferð var tað B68, sum eina løtu legði seg upp á silvurplássið, men enn er so einki avgjørt í tí stríð­ num. Enntá tykist AB nú at ota seg alsamt nærri, og við verandi gongd­ ini hjá argjamonnum og óstøðugu avrik unum hjá sub­toppinum í mentu, er kanska slettis ikki so óhug s andi, at argjamenn koma heilt nær onkrum, ið var mest sum óhugs­ a ndi undan kappingarbyrjan. Komandi trý umførini innihalda eisini øll internar uppgerðir millum B68, Víking, EB/Streym og NSÍ, og so fæst at vita, um heiðursmerki verða egg ella ungi. Úr gulli verða tey so neyvan hjá nøkr um øðrum enn HB. Tað kiksaði hesa ferð, men stigatalvan og kom­ andi umførini siga, at ferðslan úr Havn næsta sunnudag verður ovur­ honds stór, tá HB í Fuglafirði skal spæla fyri at staðfesta gullið. Tað eydnaðist ikki HB at vinna meistaraheitið sunnudagin, men spurningurin er nú mest av øllum nær – og ikki um Mynd: Álvur Haraldsen Ronaldo á beinkinum Cristiano Ronaldo sat á beinkinum, tá ið Real Madrid leygarkvøldið spældi dyst í sponsku landskappingini. Real Madrid legði seg á odda 1­0 í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin kom Ronaldo á vøllin. Og tað gjørdist heimsins dýrasti fótbóltsspælari, sum fekk seinasta orðið í dystinum, tí hann skoraði til úrslitið 3­0. Cieslewicz skoraði Hvidovre spældi í gjár ímóti Skive í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Ein av spælarunum á liðnum hjá Hvidovre er Lukasz Cieslewicz, sum hevði ein part av sínum fótbóltsuppvøkstri í VB. Lukasz hevur áður spælt fyri Brøndby, men hevur seinasta árið verið sáttmálabundin við Hvidovre. Hvidovre vann dystin ímóti Skive 3­0, og eitt av málunum hjá gjørdi Lukasz Cieslewicz. Seinastu umførini 24. umfar 16-sep HB - AB 16-sep EB/Streymur - B36 16-sep NSÍ - Víkingur 16-sep 07 Vestur - ÍF 16-sep B68 - KÍ 20-sep B36 - NSÍ 20-sep AB - EB/Streymur 20-sep ÍF - HB 20-sep KÍ - 07 Vestur 20-sep Víkingur - B68 26. umfar 27-sep HB - KÍ 27-sep EB/Streymur - ÍF 27-sep NSÍ - AB 27-sep Víkingur - B36 27-sep B68 - 07 Vestur 27. umfar 03-okt B36 - B68 03-okt AB - Víkingur 03-okt ÍF - NSÍ 03-okt KÍ - EB/Streymur 03-okt 07 Vestur - HB 25. umfar Botnurin um at skrædna jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk