mánadagur 14. september 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Trúgva framvegis
Petur Mohr, venjari hjá KÍ, staðfestir,
at í Klaksvík trúgva tey framvegis
uppá eina bjarging.
- Eg hevði neyvan staðið her og
svara upp á spurningar, um eg ikki
trúði uppá tað, sigur Petur Mohr,
hóast liðið varð sent av vøllinum
við einum ógvusligum tapi.
Sum dysturin leið, gjørdi KÍ
nógvar verjukendar útskiftingar.
- Vit byrjaðu væl, men so byrjaði
at skrædna og so bleiv tað til ein
spurning at avmarka tapið, sigur
Petur Mohr, sum eisini staðfestir, at
nú hyggja tey frameftir og
framvegis trúgva upp á eina
bjarging.
-eij
Glaður Løkin
Abraham Løkin, venjari hjá ÍF, var
sera fegin eftir dystin.
- Hetta var ein veldig gleði fyri
okkum. Vit høvdu veruliga brúk fyri
hesum stigunum, sigur Abraham
Løkin.
Hann vísir tó á, at liðið enn ikki er
tryggjað.
- Vit eru ikki tryggjaðir enn, men
vit eru nærri við at vera tryggjaðir,
sigur hann.
Somuleiðis greiðir hann frá, at
hann ikki er vísur í at tað gongur
hjá ÍF, men at hann er vísur í, at tað
skal ganga.
-eij
Passaði ikki til KÍ
Rógvi Jacobsen varð skiftur út, tá
góður tími var spældur av
dystinum. Tá útskiftingin kom sendi
hann kossar til áskoðararnar og
klaksvíkingurin hevur ikki ilt av, at
tað kanska eru hansara mál, sum
senda barndóms felagið niður í 1.
deild.
- Tað er kanska ein snedig kensla,
men eg fekk at vita, at eg ikki passi
til spælistýlin hjá KÍ. Tað er ergiligt,
at mann má finna sær nýtt felag, og
eg havi havt tað tungt, men tað er
ein góð kensla at sleppa at spæla
aftur, sigur Rógvi Jacobsen.
Rógvi Jacobsen er framvegis ikki
vísur í, at ÍF eru bjargaðir.
- Vit hava ein týdningarmiklan
dyst ímóti 07 Vestur, tí tapa vit tann
dystin, so kunnu vit enda í somu
støðu, sum vit vóru áðrenn hendan
dystin, sigur Rógvi Jacobsen.
-eij
KÍ var í tungum sjógvi, og
fyri kortum setti felag ið
bjargingarbátin út. Men
Rógvi Jacobsen og ÍF settu
eitt stórt hol á hendan
leygardagin, so nú er
einasta vónin hjá klaks
vík ing um at svimja skjótt,
um liðið ikki skal søkka og
gera árið søguligt
Longu áðrenn kappingin byrjaði
tosaðu fleiri um at KÍ-skútan var
ótøtt. Ætlanin var at ungir leikarar
skul du vaksa til at manna farið virði-
liga, eftir at Rógvi Jacobsen og aðrir
ikki longur vóru partar av felagnum.
Tá 13 umfør vóru spæld eydnaðist
endiliga KÍ at vinna ein dyst. Eftir
hetta gekk rímiligt til summarsteðgin
og ungu leikararnir sóu út til at hava
fóta sær.
Stigini teir vunnu vóru tó ikki so
nógv, og reiðararnir á KÍ gróvu niður
í mappurnar og fingu fleiri leikarar,
sum á pappírinum skuldu styrkt
hópin.
Heldur ikki hetta gav nóg góð
úrs lit, og so varð Petur Mohr, sum
bjarg aði KÍ í fjør, settur sum venjari.
Leygardagin skuldi KÍ so vísa, at
teir eiga at vera í bestu deildini, men
tá klaksvíkingurin, Rógvi Jacobsen,
gjørdi tvey mál, var hol á bjarg ing ar-
báti num hjá KÍ 1904 og tá var laga
man ni hjá restini av ÍF liðnum at
koyra seinastu luftina úr KÍ.
ÍF var hinvegin ikki í so stórum
trupul leikum, áðrenn dystin, men
eitt tap kundi geva liðnum stórar
trupul leikar, so sigurin er heilt víst
kær kom in í Fuglafirði, har tey eru
far in at sparka, heldur enn at spæla
bólt.
Sparka bólt
Dysturin byrjaðir rættiliga javnur.
Hvør ki av liðunum spældi væl. KÍ
fekk fyrsta møguleikan, men eftir
tað tók ÍF yvir við møguleikum.
Fuglfirðingar hava verið kendir
fyri góðan fótbólt, men tað var ikki
eyð kennið leygardagin. Heldur var
tað at royna at vinna bóltin, fyri at
koyra hann út á vengurnar, sum
síðani lossaðu bóltarnar innfyri.
Hetta hevði við sær, at liðini høvdu
bóltin eins nógv, men ÍF fekk nógv
fleiri møguleikar. Og møguleikarnir
góvu eisini sítt, tí støðan var 3-0 í
hálv leikinum.
Sorl
Tá seinni hálvleikur byrjaði, royndi
KÍ at gera sítt, men longu eftir lítlari
løtu fekk ÍF eitt mál afturat og tað
sýntist óneyðugt at spæla restina av
dystinum.
KÍ kundi valt at satsa, við at skifta
millum aðrar Kristoff Jacobsen á
vøllin, men soleiðis bleiv ikki. Petur
Mohr nýtti nevniliga sínar skiftingar
til at skifta Rudolf Eliasen, Ara Sam-
son og Oddmar á Lakjuni, sum allir
eru verjukendir leikarar, á vøllin.
Restin av dystinum var merktur
av hesum. KÍ fekk onkran møguleika,
men tað var ÍF, sum átti teir stóru. Og
fugl fir ð ingar fingu eisini eitt mál
aftur at, og tað var tættari við 6-0
enn 5-1.
KÍ niður
Sum er, sær út til, at møguleikin fyri
at KÍ fer niður, er eins stórur, sum at
HB verður meistari, so tað er í botn-
inum, at 2009 í veruleikanum verður
søgu ligt. Í Fuglafirði anda tey nú
lætt, og einfaldi spælistýlurin hjá lið-
num hóskar væl til leikararnar, sum
venja í Fuglafirði.
Málini
1-0: Andy Olsen leggur bólt inn í
brotsteigin, har Rógvi Jacobsen
stormar inn og kann ótarnaður
stúta bóltin í málið.
2-0: Andy Olsen spælir bóltin
allan vegin úr vinstru í høgru,
haðani Alexandur Jovevic sendir
bóltin innfyri. Rógvi Jacobsen
kemur fram um verjuleikaran og
prikar bóltin í málið.
3-0: Frank Poulsen leggur
bleytan bólt høgt innfyri, har
Øssur Dalbúð verður hægstur og
fær bóltin í málið.
4-0: Langt innkast úr vinstru
síðu, sum Rógvi Jacobsen leingir
til Nenad Saric, sum sleppur at
venda sær í málteiginum og
smekkar bóltin í málið.
5-0: Dánjal á Lakjuni leggur
bóltin høgt innfyri. Andy Olsen
heilfluktar bóltin í málið.
ÍF-KÍ 5-0 (3-0):
Rógvi brast bjargingarbátin
eij@sosialurin.fo
Eirikur í
Jákupsstovu
KÍ
ÍF
Rógvi Jacobsen sendi tvær ferðir bóltin í KÍ-meskarnar, og meðan fuglfirðingar kundu fegnast, mátti KÍ ásanna, at talan helst verður um
leygardagsfótbólt í 2010
Mynd: Álvur Haraldsen
Krzysztof vann stórt
Aarhus Fremad hevur havt fíggjarligar
trupulleikar at dragast við, men leiðarar og
spælarar eru farnir niður í løn, og tað hevur eftir
øllum at døma bjargað felagnum. Á vøllinum
gekk heilt væl um vikuskiftið. Aarhus Fremad
spældi á heimavølli ímóti Hobro, og liðið hjá
Krzysztof Popczynski vann ikki minni enn 6-1.
Hobro legði seg annars á odda í dystinum, men í
seinna hálvleiki rann Fremad teir um koll.
Bymar pyntaði um úrslitið
Fyrrverandi KÍ og B68 framherjin Jacob Bymar skorar
regluliga mál fyri danska 2. deildarliðið Varde, og Bymar
fekk ein eitt mál um vikuskiftið. Tað gekk bara ikki nakað
serliga væl hjá Varde, sum tapti 4-1 ímóti Blokhus FC.
Jacob Bymar skoraði til 2-1 beint fyri hálvleikssteðgin,
men í seinna hálvleiki skoraðu teir úr Blokhus tvey mál
afturat.