mánadagur 14. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174
Claus vann í fyrstu royndini
Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin í fótbólti Claus Bech
Jørgensen spældi um vikuskiftið sín fyrsta dyst fyri Fleetwood
Town í fimtbestu ensku fótbóltsdeildini. Og Claus og teir vunnu
dystin 4-2. Claus var á vøllinum frá byrjan, men tað var ein annar
nýggjur maður, sum stjól myndina. Nýggi álopsspælarin Gareth
Seddon skoraði hattrick í sínum fyrsta dysti fyri felagið.
Ferguson misnøgdur við útvísing
Í toppdystinum millum Tottenham og Manchester United leygardagin var
miðvallarin Paul Scholes vístur av vølli í seinna hálvleiki. Tá fekk hann sítt seinna
gula kort. Venjarin hjá Manchester United heldur tó lítið um avgerðina.
- Tað var ein skeiv avgerð. Eg havi sæð hendingin umaftur fleiri ferðir, og eg dugi
framvegis ikki at síggja, hví Scholes skuldi vísast út. Helst var tað bara tí, at hann
eitur Paul Scholes, sigur Ferguson.
Víkingur var nógv betra
liðið fyri steðgin og
grundlegði sær sigurin við
tveimum málum. Hinvegin
kom EB/Streymur ongantíð
í gongd og megnaði
ongantíð at hótta leiðsluna
hjá heimaliðnum, sum eitt
korter fyri tíð avgjørdi alt
Tann eina hendingin í seinna
hálvleiki í Sarpugerði í gjár segði
kanska alt. Bólturin varð prikaður
fram til Arnbjørn T. Hansen, sum
slapp fram við útstormandi mál-
verjanum hjá Víkingi, Geza Turi.
Men Víkingur fekk einar tveir mans
afturum at verja fyri, og so valdi
Arnbjørn at spæla útfrá til Hans
Paula Samuelsen, heldur enn at
skjóta á málið.
Ólíka avgjørdir vóru teir í Víkingi,
tá teir høvdu sínar møguleikar, og
eftir at hava lagt seg á odda 2-0 í
fyrra hálvleiki, valdu heimamenninir
at ansa væl eftir, heldur enn at
leypa framav. Av tí at EB/Streymur
hvørki maktaði eitt ella annað,
gjørdist tað næstan ov lætt hjá
Víkingi, sum eitt korter fyri tíð
staðfesti trygga heimasigurin við
sínum triðja máli.
Í fyrra hálvleiki var tað serliga við
vongspælinum, at Víkingur beit frá
sær, og Andreas Lava Olsen var sera
vælupplagdur í høgru síðu, har
hann gav sínum upppassara stórar
trupulleikar. Nógv av spælinum hjá
heimaliðnum gekk ígjøgnum hann,
men tær ferðirnar, álopini fóru
ígjøgnum vinstru síðu, var Hans
Jørgen Djurhuus tilsvarandi íðin.
Hol á beinanveg
Tað gingu ikki meiri enn fimm
minuttir, so var hon komið á.
Andreas Lava Olsen breyt
ígjøgnum í høgru síðu og legði
innfyri, har Finnur Justinussen í
fyrsta umfari gjørdist ov stuttur.
Men verjan hjá EB/Streymi fekk ikki
meiri enn ruddað hálvavegna
burtur, so tá bólturin kom út frá
aftur, stóð Zoltán Bükszegi klárur at
taka ímóti og smekkaði í málið til
1-0.
Tveir minuttir seinni kundi tað
blivið 2-0 til Víking. Súni Olsen, sum
annars spældi í miðverjuni fyri
karantenurakta Atla Gregersen,
royndi seg við frísparki úr 25
metrum. Bólturin brast í stongina,
heilt uppi við samankomingina, og
so spurdist einki burturúr kortini.
Tað lá tó í luftini, at Víkingur var
nær sínum næsta máli, og tá
hálvleikurin var hálvrunnin, økti
heimaliðið um leiðsluna. Hanus
Jacobsen vann bóltin aftan fyri
miðjuna og spældi inn um verjuna
hjá EB/Streymi, har Andreas Lava
Olsen fekk bóltin við sær. Men tað
lá líkasum ikki fyri at skjóta, so tí
snaraði hann eina ferð rundan um
seg sjálvan og meddaði til við
vinstra beini, so nú var 2-0.
Hóast EB/Streymur í løtuni
undan steðginum sá út til at
mennast, spurdist einki burturúr, og
tað gjørdi tað heldur ikki eftir
steðgin, tá gestirnir royndu at
trýsta, men ikki fingu skapt
neyðugu kjansirnar til at gera
nakað við leiðsluna hjá Víkingi.
Kloddamál
Víkingur bant um heilan fingur og
valdi at verja leiðsluna og stigini, ið
vóru ávegis á kontuna, men
hinvegin vóru teir ljósabláu alla
tíðina til reiðar at taka av, tá
kjansirnir komu. Og tá eitt stórt
korter var eftir, kom ein heldur
sjáldsamur kjansur at vera
avgerandi fyri tað heila.
Andreas Lava kastaði innkast
innfyri, og tá teir í EB/Streymi
royndu at skalla bóltin burtur,
sendu teir hann í staðin beint á
Finn Justinussen og í málið, og so
var 3-0. Kanska ikki mest upplagdi
møguleikin, men heldur eitt
kloddamál, ið undirstrikaði, at tað lá
altso bara betur fyri hjá Víkingi, enn
tað gjørdi tað hjá EB/Streymi.
Undan hesum hevði Finnur havt
ein meira ítøkiligan møguleika, ið
kanska heldur átti at verið tann, ið
gav hetta triðja málið. Andreas var
feldur í einari gjøgnumbrotsroynd,
men dómarin læt fyrimunarregluna
koma til sín rætt, so Finnur gjørdist
púra leysur og einsamallur við René
Tórgarð, sum tó fekk vart fyri.
Víkingur fekk tryggjað sær øll
stigini við serliga einum góðum
avriki í fyrra hálvleiki, tá spælið
koyrdi væl og atsóknirnar vóru
fleiri. Hóast EB/Streymur royndi at
trýsta í seinna hálvleiki, spurdist
lítið burturúr, og tí gjørdist talan
um ein fult uppibornan heimasigur
í Sarpugerði.
Ikki rætta
hugburðin
Liðformaðurin hjá EB/Streymi,
Egil á Bø, var alt annað enn
nøgdur eftir dystin í gjár, og
serliga var hann vónbrotin av
byrjanini.
– Tað virkaði ikki, sum vit
høvdu rætta hugburðin frá
byrjan. Serliga fyrra hálvleik
kundu vit ikki verða nøgdir
við, tí tá gekk øgiliga illa. Teir
hjá Víkingi kundu gera, sum
teir vildu, og vit høvdu púrt
einki trýst á teimum, segði
Egil.
– Tað gjørdist eitt sindur
javnari eftir steðgin, har vit við
eitt sindur av hepni kanska
kundu komið innaftur í dystin.
Men tá teir so fingu sítt triðja
mál, var alt liðugt.
Hóast ósigurin í Gøtu var
eitt bakkast fyri EB/Streym,
helt Egil á Bø eftir dystin, at
enn kundi nógv fáast burtur
úr hesum kappingarárinum:
– Vit hava nógv at arbeiða
fyri, og framvegis fara vit eftir
øðrum plássi, so tí mugu vit
vinna á B36 mikukvøldið,
segði hann.
hil
Vóru nógv
grammari
Finnur Justinussen er aftur
einsamallur toppskjútti í
Vodafonedeildini, eftir at hann
í gjár varð noteraður fyri síðsta
av teimum trimum málunum
hjá Víkingi ímóti EB/Streymi.
– Tað er altíð deiligt at
vinna, og at vit nú kudu gera
tað við trimum málum, ger tað
bara enn stuttligari, segði
hann stutt eftir dystin í
Sarpugerði.
– Vit vóru nógv grammari
og vildu gjarna vilja dystin, so
vit góvu alt, sum vit høvdu.
Serliga í fyrra hálvleiki vóru vit
betri enn teir, og eg haldi, at
vit spældu betur og stríddust
meira enn teir.
Finnur er bjartskygdur
undan síðstu dystunum, har
tað verður upp til teir sjálvar í
Víkingi, um teir í øllum førum
skulu røkka næstfremsta
plássinum:
– Nú er bara at koyra á og
geva alt. Vit skulu bara vinna
allar okkara dystir, og so fáa vit
at síggja, hvussu langt tað
røkkur, segði hann.
hil
EB/Streymur
Víkingur
Víkingur-EB/Streymur 3-0 (2-0):
Víkingur sat á øllum
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Súni Olsen var hesa ferð í heldur óvanda leiklutinum sum miðverji, men hann tóktist trívast væl í
hesum
Mynd: Sofus D. Johannesen