Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19 Arsenal vil leingja við Gallas Einaferð var hann liðformaður í Arsenal, so útalaði hann seg býttisliga og mist bandið. Síðani roknaðu øll við, at William Gallas fór at rýma úr Arsenal. Men søgan lagaði seg øðrvísi. Gallas helt fram at spæla fyri Arsenal, og har eru tey so fegin fyri 32 ára gamla verjuspælaran, at Arsenal nú vil leingja sáttmálan við hann. Sáttmálin hjá Gallas gongur út næsta summar. Niðurtúrur hjá meistarum Tað gongur einki hjá týska meistaraliðnum Wolfsburg, nú nýtt kappingarár er byrjaði. Seinastu tveir dystirnar hevur Wolfsburg tapt, og hóast tveir báðir dystirnir áðrenn tað endaðu við sigri, so er lagið einki serligt í Wolfsburg. Um vikuskiftið spældi Wolfsburg ímóti Leverkusen, og tað endaði við 3-2 tapi. Wolfsburg liggur mitt í røðini av Bundesligaliðunum. HB liggur framvegis trygt á oddasessinum. Men teir komu ikki nærri meistaraheitinum, tá teir í gjár máttu staðfesta, at hóast HB er best í Føroyum, er B36 best í Havnini Hypotesan var sum so klár. Vann Víkingur á EB/Streymi, meðan B68 ikki vann í Runavík, kundi HB longu á fimta seinasta leikdegnum tryggja sær FM-heitið. Nú megnaði B68 at fara úr Runavík við øllum, men fremsta fortreytin fyri hypotesuni var tó, at HB vann sín dyst. Og tað gjørdi HB ikki. Træverkið við B36 Skuldi ein vinnari finnast í dystinum, so var B36 mest rættvísa boðið, eftir at teir í mest sum samfullar 90 arbeiddu, stríddust og trýstu nógv meira, enn grannarnir úr HB gjørdu. Dystargongdin varð málað frá byrjan, og longu eftir trimum minuttum mundu tey flestu halda, at tað stóð 1-0, men linjuverjin kolldømdi Johan Ellingsgaard fyri rangstøðu, tá hann helst seg hava stútað hvíta liðið framum. B36 helst á við at trýsta eftir hetta, og meira enn tí einu ferðina skaptu teir vandastøður í og kring HB-brotsteigin, uttan at tann heilt stóri møguleikin tó opinberaði seg. HB hevði hinvegin ikki stórt meira enn tvær veruliga royndar. Men í báðum førunum var tað eisini, so nær við, sum tað kundi verða. Men fyrru ferðina bankaði Rógvi Poulsen upp undir tvørtræið, og nakað seinni endurtók Milan Kuljic kynstrið, tá hann sendi fríspark úr 17 metrum upp um múrin og somikið dygst undir samankomingina, at fleiri vildu vera við, at við gomlu fýrakantaðu málstólpunum, hevði leðurkúlan stiklað av tvørtrænum og inn heldur enn niður í svørðin. Christian Mouritesen-málið Fór annar ella kanska báðir av teimum báðum royndunum hjá HB inn, vildi talan sjálvandi verið um heilt aðra søgu í Gundadali. Men tá marginalarnir ikki vóru við HB, setti B36 seg alsamt tyngri á dystin, sum dysturin leið. Ikki minst órógvaði nógva ferðin hjá Brima Koroma og Jákupi á Borg fleiri ferðir HB-verjuna, sum í løtum tóktist mest sum ørkymlað av konstanta áganginum. Opnu møguleikarnir lótu tó bíða eftir sær, men seinasta korterið fall avgerðin tó. Fyrst hevði Róaldur Jacobsen eina Alonso-roynd úr 50 metrum, sum bara var hálvan metur frá at gerast ársins mál í Gundadali. Og løtu seinni gekk galið hjá oddaliðnum. Skotroyndin hjá Jákupi á Borg varð blokerað, men Brima Koroma fekk fatur á returinum, og so hevði Christian Restorff Mouritsen lætt spæla til at rættvísgera nógva rumblið, sum hevur verið um spæliloyvi hansara. Sami Christian var um reppið at økja lítla løtu seinni, men Marcyn Dawid stórbjargaði, og so royndi HB annars at trýsta seinastu 10 minuttirnar. Eina einstaka ferð var eisini vandi á ferð, men tann royndin endaði í síðunetinum. Men restin gjørdist eitt sterilt trýst, sum saknaði breidd, dýpd og hugflog, og so kundu teir hvítu fegnast, tá Dagfinn Olsen hevði blást fyri seinastu ferð. Hava kvalitetirnar Hóast tapið, so er neyvan tann heilt stóri vandin fyri, at HB skal missa FM-heitið, sum framvegis liggur so beint til høgra-beinið. Enn eru níggju stig at geva av til næsta liðið, og við 12 stigum eftir at spæla um, skal tað vilja meira enn óvanliga illa til, um gullið skal gleppa. Men tað kundi líkst onkrum slag av gummibeinum, tá annars so trygga liðið nú hevur hálv- og heil kiksað í tveimum dystun á rað. Ella kanska hava spælararnir gloymt, at tað eisini ræður um at geva tað allar seinasta, hóast gullið er so sera nær. Hjá B36 hevur sjógvurin verið munandi tyngri í ár, og seinastu umførini eru teir av álvara drignir við í botnstríðið. Sigurin hesaferð saman við hinum úrslitunum annars økti munin niður til strikuna upp í seks stig. Og ikki minst mundu avrikið og hugburðurin annars sannføra fleiri um, at liðið so ruddiliga hevur kvalitetirnar til at halda seg í deildini. Hugsa ikki um FM Hóast teir í HB vistu, at FM- heitið kundi røkkast, um alt lagaði seg, so var tað ikki hetta, sum spælararnir hugsaðu um undan dystinum. - Tað vistu vit sjálvandi av. Men vit eisini, at B36 eru øgiliga uppsettir upp á at spæla móti okkum, so høvdu bara tankarnar á hesum dyst inum, segði Fróði Benja min sen, sum als ikki vildi geva við hald í, at teir leikliga vóru við undirlutan móti grannunum. - Eg haldi ikki, at B36 skapti nakað sum helst. Teir spæla upp á kontra, meðan tað eru vit, sum skapa kjansirnar, so eg haldi ikki, at tað var nakað galið tann vegin. Seinastu dystirnar hava tit snávað móti bæði Víkingi og B36. Eru tit farnir niður í gear, nú gullið er komið somikið nær? - Tað kundi kanska sæð soleiðis út, men tað er so ikki tilvitað. Vit royna at hugsa um ein dyst í senn. Og miku kvøld ið fara vit aftur á vøllin fyri at vinna, segði Fróði Benja min sen eftir dystin. -mørk Eitt deiligt mál Seinastu vikurnar hevur Christ- ian Restorff Mouritsen verið partur av fjølmiðla bredd unum fyri eitt mál, sum spæl arin sjálvur ikki hevur nakra ávirkan á. Sunnudagin var talan aftur um eitt Mourit sen-mál, men hesa ferð varð hetta skotið við beinunum, og tað fegnaðist høvuðspersón urin sum vera man um eftir dystin. Ikki minst, tí hetta varð skotið móti barndómsfelag num og grannunum. - Tað føldist fantastiskt. Eg skoraði trý mál HB á ólavsøku, og aftur at fáa eit tnú er bara heilt framúr, segi høvuðs per- sónurin sjálvur eftir dystin. Við at vinna í dag, fluttu tit tykkum eitt gott petti úr botn- inum. Var tað hetta, sum tit hugsaðu um í dag, ella hugs aðu tit um, at hetta fyrst og fremst var ein granna upp gerð? - Eitt sindur av báðum haldi eg. Vit søgdu áðrenn dystin, at trý stig kundu flyta okkum úr vanda, og tað merkti so eisini ein sigur í grannauppgerðini, so løtan beint nú er fantastisk, segði Christian Restorff Mourit- sen, sum tó ikki vildi staðfesta, at B36 nú hevur bjarg að sær tilveruna í Voda fone-deildini. - Ein dyst í senn. So fáa vit at síggja! -mørk B36-HB 1-0 (0-0): FM-veitslan bíðar HB B36 jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk ChristianRestorff Mouritsen, sum her er í nærdysti við Fróða Benjaminsen, gjørdist dagsins maður í Gundadali, tá hann avgjørdi grannauppgerðina millum B36 og HB Mynd: Álvur Haraldsen