Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174 Føroyameistarakapping var í landavegssúkkling leygardagin. Vinnari gjørdist Torkil Veyhe, sum í nógva vindinum av høgætt nýtti eitt vet meira enn tríggjar tímar til teinin Klokkan 10 fóru teir avstað. Átta grammir súkklarar, sum allir høvdu møguleikan at gerast Føroya meist­ ari í landavegssúkkling, men tað kann bara vera ein, og hesin skuldi finnast komandi hundrað kilo­ metrarnar. Beint áðrenn teir fóru avstað komu boðini frá Geyr Gilsteinson, at teir allir skuldu fylgjast í Havnini og at teir sluppu at gera sum teimum lysti, tá teir komu til Sandvíkarhjalla. Inni í Havnini var teinurin eftir hvítanesvegnum, niðan á ringvegin, framvið Landssjúkrahúsinum, oman í Vágsbotn, yvir við Strond og síðani eftir Hvítanesvegnum. Eftir hetta gekk leiðin norð til Langasands at venda, áðrenn klárt var at fara suður aftur í høvuðsstaðin. Nógvur vindur Á teininum norður fóru fýra Í mótvindi eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Torkil Veyhe er 20 ára gamal, men í løtuni er hann sterkasti súkklarin í Føroyum Newcastle hevur kós uppaftur Newcastle hevur seinnapartin vunnið seg upp á fyrsta plássið í næstbestu ensku deildini. Vitjanin í Cardiff seinnarpartin varð sera væleydnað, tí gestirnir vunnu við 1­0. Fabricio Coloccini stóð fyri einasta málinum hjá Newcastle. Newcastle hevur 16 stig eftir seks dystir. Tað eru tvey og trý stig fleiri enn nærmastu kappingarneytarnir, West Bromwich og Middlesbrough. Abramovich svímaði Tað gekk ikki eftir vild, tá 42 ára gamli Chelsea­ eigarin, Roman Abramovich, í seinastu viku royndi at vinna upp á hægstu tindarnar í Afrika. Á ferðini niðan á Kilomanjaro kendi russiski ríkmaðurin seg brádliga illa og fekk andaneyð. Í skundi varð hann fluttur nakrar túsund metrar niður, har læknar stóðu til reiðar at geva neyðugu hjálpa. ––––––––––––––––––––– Myndir: Álvur Haraldsen –––––––––––––––––––––