Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Venjingin vann Torkil Veyhe, sum leygardagin gjørdist Føroyameistari í landavegssúkkling, var fegin um sigurin, men var ikki beinleiðis kløkkur av tí. - Eg venji nokk eitt sindur meira enn hinir, og tað kann hava gjørt mun, sigur 20 ára gamli havnarmaðurin. Hann og Gunnar Dahl Olsen fylgdust líka til Hósvíkar á veg suður aftur av Langasandi, har teir vendu. - Vit fylgdust til Hósvíkar, og í brekkuni niðan fór eg frá honum. So koyrdi eg bara á, og tá eg var komin til tunnilin í Kollafirði, visti eg, at eg fór at vinna, staðfestir hann. Torkil Veyhe er somuleiðis sannførdur um, at tað var trupult at súkkla leygardagin. - Tað var øgiliga nógvur mótvindur á veg norður, so tað var øgiliga strævið at súkkla. Tá vit so komu suðuraftur var tað eisini strævið, tí mann súkklar so skjótt undan vindinum, greiðir hann frá. Føroyameistarin í landavegssúkkling nýtti tríggjar tímar og tríggjar minuttir til hundrað kilometra teinin. - Eg eri nøgdur við tíðina, tá mann hugsar um, hvussu nógvur vindur var, staðfestir hann. -eij Ein góður súkklari Sambært Gunnari Dahl Olsen, sum á nógvan hátt er ímyndin av føroyskari súkkling, er uppskriftin til ein góðan súkklara rættiliga einføld, men torfør at liva upp til. - Skalt tú súkkla í Føroyum, so krevur tað fyrst av øllum, at tú veruliga vilt tað. Tú skalt tíma út, eisini í ringum veðri, og annars so mást tú bara stríðast, sigur Gunnar Dahl Olsen. Hann leggur afturat, at tað kann vera ein góð hjálp, um mann sum Føroyameistarin, Torkil Veyhe, byrjar at súkkla heilt ungur. Tað finnast mýtur í súkkling, at tað er ein fyrimunur at vera langur til summar greinar, men tað heldur Gunnar Dahl Olsen hava lítið at siga. - Tað finnast góðir súkklarar í ymiskari hædd. Torkil Veyhe er til dømis eitt sindur størri enn eg, meðan Bogi Kristiansen ikki er av størstu monnum, og hetta er tað sama vit síggja í altjóða kappingum, staðfestir hann. Hinvegin hevur vektin sera nógv at siga. - Tú mást sjálvandi ansa eftir, hvat tú etur, tí ert tú tyngri enn hinir, so mást tú sjálvandi arbeiða meira enn hinir í mótbrekkunum, og tá kann tað gerast trupult, sigur Gunnar Dahl Olsen. Men tað týdningarmesta, fyri at gerast ein góður súkklari, bæði í Føroyum og alla aðrastaðni, er at súkklarin vil venja nógv. -eij súkklarar skjótt frá hinum. Gunnar Dahl Olsen, Torkil Veyhe, Andrass Joensen og Morten Hansen, settu hinar av longu áðrenn Kollafjarðartunnilin. Hesir fýra fylgdust eisini allan vegin til Langasands. Tað var fitt av vindi av høgætt, so allan vegin norður gekk rættiliga seint at súkklað. Roknað var við, at tað fór at taka súkklarunum einar tríggjar tímar til teinin, men teir høvdu súkklað í næstan tveir tímar, áðrenn teir komu til Langasands. Serliga vindurin hevur havt sína orsøk, tí mótbrekkurnar eru fleiri á veg suður. Sprintaðu suður Tá fremstu súkklararnir vendu á Langasandi vóru teir framvegis púra javnir, men áðrenn long tíð var liðin fóru Torkil Veyhe og Gunnar Dahl Olsen frá hinum báðum fremstu, og hendan støðan helt niðan móti Hósvíksleiti. Í tungu mótbrekkuni við nógvum undanvindi fór Torkil Veyhe frá veteraninum, og hóast Gunnar Dahl Olsen royndi at fylgja við, so mátti hann góðtaka, at 20 ára gamli Torkil Veyhe var sterkari enn hann tí løtuna. Tað gekk veruliga skjótt hjá súkklarunum at koma suður. Og tá Torkil Veyhe kom niðan móti Sandvíkarhjalla var hann púra einsamallur við Gunnari Dahl Olsen einar tveir minuttir aftanfyri seg. Tá komið var á mál við Skógrøkt Landsins var Torkil Veyhe framvegis púra einsamallur, tá tað var enda- liga greitt, at hann er Føroya meist- ari. Ein minutt seinni kom Gunnar Dahl Olsen á mál og súkklarin, ið nýtti longst tíð, kom á mál meira enn ein tíma seinni enn hinir. í Streymoy Tíðir Torkil Veyhe 3.03.06 Gunnar Dahl Olsen 3.04.05 Morten Hansen 3.11.14 Andras Joensen 3.11.55 Sverri M. Edvinson 3.22.07 Jógvan Djurhuus 3.25.00 Hans Krosstein 3.41.43 Henry Berg 4.16.18 Bæði byrjan og mállinja vóru við Skógrøkt Landsins í Havn Á veg norður fylgdust fýra teir fremstu Størsti spurningurin millum teir fremstu, var hvør skuldi vera fremst og taka mesta vindin á seg Fremstu súkklararnir vendu samstundis á Langasandi KÍ steingir kjakið Vána støðan hjá besta mansliðnum hjá KÍ endurspeglast aftur í støðinum á kjakinum á heimasíðuni hjá Bláu Bylgjuni. Fjepparafelagið hjá KÍ stongdi kjakið fyri stuttum, men í farnu viku varð hetta opnað aftur. Á heimasíðuni staðfestir felagið nú, at støðið á kjakinum var alt ov lágt, og at talan varð um fleiri persónligar niðurgerðingar eftir 0-5 tapið í Fuglafirði. Og tí eru boðini, at kjakið nú aftur er stongt. Silkeborg liggur væl Tað eydnaðist aftur Christian Lamhauge Holst og liðfeløgunum úr Silkeborg at fáa stig seinnapartin. Uppflytararnir hava nú 10 stig, sum eru seks fleiri enn FC Midtjylland, sum saman við Randers, liggja til niðurflyting í løtuni. Silkeborg spældi javnleik 1-1 á heimavølli móti Sønderjyske. Gestirnir komu á odda í fyrra hálvleiki, tá Anders Østli var á blettinum. Fimm minuttir undan steðginum javnaði Peter Degn fyri heimaliðið. Christian Lamhauge Holst var miðvallari í høgru, og varð útskiftur, tá eitt korter restaði í av dystinum.