Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174 Stig-Roar Søbstad gekk aftur undan hjá argja- monnu m í gjár. Framherjin syrg di við einum máli og einum uppleggi fyri, at AB eisini spælir í Voda fone- deildini í 2010 Fimm mál eftir átta dystum. Og 17 stig av 24 møgu lig um. Ein av mest eyð sýn du og vanda­ miklu út lend i ng unum í før oysku kapp ing ini spælur á Argj u m. Stig­ Roar Søbstad hevur nú roynt seg í føroyskum fótbólti í tveir mánaðir. Og hann hevur átt av ger an di leiklut í frálíku gongdini hjá Argja Bóltfelag seinastu nógvu vikur nar. Men vit hava sjáldan sæð ein tí lík­ an framherja í føroysku lands kapp­ ing ini. Langur, kropssterkur, frálíkur ból t spælari, ófantaligur, sterkur í luft spælinum og viljasterkur. Men frá fyrsta degi hevur hann roynst væl inni í Vika á Argjum. Mál og upplegg 27 ára gamli Stig­Roar Søbstad var aftur dagsins maður hjá argja monn­ um í gjár. Hesa ferð vann AB við 2­1 á heimavølli móti 07 Vestur. Fram­ herjin var ein støðug hóttan, og eftir hvíldina gjørdi hann av álvara bart. Fyrst rann hann seg í frálíka støðu og skuldi bara stýra bóltinum í tóma málið, tá Nikolaj Eriksen slapp til bak linjuna í høgru. Lítla løtu seinni sneid di hann frá mótstøðuleikara og spældi Eriksen einsamallan móti málverjanum. Eriksen økti til 2­0. Milan Pejcic stóð fyri einsamalla málinum hjá 07 Vestur. Hann var trygg ur úr ellivu metrum. Beiggin hjálpti Allan Mørkøre hevur seinastu tvey kapp ingar árini staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá AB. Leik hátt­ urin líkist nógv honum, sum Mørkøre sjálvur var eyðkendur fyri sum leikari. At geva alt í nærdystum, bein leið is í spælinum, viljasterkur og provokerandi. Tað hevur higartil bor ið ávøkst á Argjum, tí sætið í Voda fone deildini til komandi ár er longu tryggjað. Men í summarsteðginum sá ikki eins ljóst út. AB hevði bara fýra stig til niðurflyting, men við hjálp frá eldra beiggjanum, Kurt Mørkøre, hava Stig­Roar Søbstad og hinir argj a menninir vunnið seg upp eftir stiga talvuni. ­ Teir ringdu til Kurt Mørkøre og spur du, um hann visti um ein fram­ herja. Hann nevndi meg, og nú eri eg á Argjum, sigur Søbstad í práti við heimasíðuna rbnett.no. Ætlanin var upprunaliga, at Søb­ stad skuldi skifta til AB undan kapp­ ingar byrjan. Tá vildi hann ikki gevast við arbeiði og fótbólti í Oslo, men tá argjamenn aftur komu við einum til boði í summar, tók framherjin av. Hann fór at iðra seg seinni í lívinum, um hann ikki royndi, sigur hann. Staðið seg væl Argjamenn hava havt stóra við­ gongd, síðan Søbstad varð knýttur at hópinum. Liðið hevur fingið 17 stig av 24 møguligum. Og nú er AB ikki fleiri enn fimm stig frá triðja plássi num og altjóða luttøku. Stig­Roar Søbstad hevur verið sera eyðsýndur, síðan hann skifti nors ku tilveruna út við regn og vind á Argjum. Og tað viðgongur hann ei si ni sjálvur. ­ Hetta er sum eitt ævintýr fyri meg. Tað hevur gingið væl higartil. Leiðsl an hevur gjørt mær greitt, at teir fegnir vilja halda fram við sam­ starv inum, sigur Søbstad við heima­ síðu na, og leggur afturat, at møgu­ leiki er fyri, at hann eisini spælur á Argjum í 2010. Norski framherjin er, sum ein av teim um heilt fáu, yrkisleikari í Før­ oyum. Og støðið er júst, sum hann er vanur við. ­ Eg vil samanbera føroyskan fót­ bólt við triðbestu og botnliðini í næst bestu norsku deildini, sigur Søb stad. Hann hevur áður umboðað norsku Eide, Molde, Træff, Lørenskog og Korsvoll. Sera ivasamt brotsspark Milan Pejcic gav liðfeløgunum vón­ ina aftur, tá hann við brotssparki minkaði um munin til 2­1. Lars Mull­ er, dómari, floytaði, tá innskifti Ricar­ do Braga fór um koll inni í feltinum. Argjamenn mótmæltu harðliga av gerðini hjá Müller, og tað høvdu teir orsøk til. Verjuleikarin var fyrstur á bóltinum, áðrenn Ricardo Braga fór framav. ­ Talan var um eitt sera, sera, sera iva samt brotsspark. Vit høvdu tamar hald á dystinum, men við máli num fáa teir vónina aftur og legg ja nógv fyri. Tí vóru vit í verju­ støðu seinastu løtuna, sigur Allan Mørk øre, venjari hjá AB. Hann viðgongur, at gestirnir vóru omaná undan hvíldini, men í seinna hálv leiki ressaðust argjamenn við. Og við málum frá Stig­Roar Søbstad og Nikolaj Eriksen er AB ikki fleiri enn fimm stig frá altjóða luttøku. ­ Vit hava nú sett okkum nýtt mál og ætla at elta heiðursmerkjum. Tað er einki trýst á okkum, so nú fara vit at gera eina roynd, sigur Allan Mørk­ øre, venjari hjá AB. Vindurin ávirkaði Eyðkenni hjá argjamonnum í hesum kapp ingarárinum hevur verið stríðs­ vilj in. Sæð burtur frá Rasmus Nielsen, sum ikki var við í gjár vegna skaða, er eingin veruligur einstaklingur á lið num. Men tað darvaði ikki í gjár. Tí í løtum, tá vindurin ikki hevði ov stóra ávirkan á fótbóltsspælið, eydn­ að ist tað væl hjá heimaliðnum at flyta bóltin. Serliga eftir steðgin. Men í fyrra umfarinum var einki fót bólts spæl. Tað riggaði sjáldan av ál vara at fáa ferð á bóltinum, og ser­ liga orsakað av vindinum, løgdu lið­ ini seg heldur eftir at spæla við lang um bóltum. Tað riggaði serliga ikki hjá 07 Vestur, tí einstaklingarnir Tamba Yarjah, Jens Erik Rasmussen og Tór­Ingar Akselsen komu ongan­ tíð til sín rætt. Og móti vælvoksnu verju ni hjá bæði argjamonnum og vága monn um høvdu framherjarnir tað trupult. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen 07 Vestur AB Maradona fær frið Diego Maradona verður ikki koyrdur úr sínum starvi sum venjari hjá argentinska landsliðnum. Hetta ger tekniski stjórin í fótbóltssambandinum, Carlos Bilardo, greitt. Tað gongur einki serligt hjá Argentina í undankappingini til HM, og í løtuni liggur landið nummar 5 av teimum suðuramerikansku londunum. ­ Diego hevur uppiborið at vera venjari, og nú skal hann bara vísa, hvat hann kann, sigur Bilardo. Klasnic vil ikki umbera seg Tá Ongland vann stórsigur á Kroatia í farnu viku, brustu enski verjuspælarin John Terry og kroatiski álopsspælarin Ivan Klasnic saman. Eftir dystin segði Terry, at Klasnic hevði spýtt seg í andlitið, og hann kravdi eina umbering. Men Klasnic vil ikki geva nakra umbering. ­ Tað einasta, um eg havi fyri neyðini at umbera, er avrikið hjá okkum. John Terry fær ikki nakra umbering frá mær fyri, hvat hendi í dystinum, sigur Klasnic sambært News of the World. Stig Roar Søbstad hevur víst seg sum ein framúr fongur fyri AB. Sunnudagin var hann bæði málskjútti og uppleggjari, tá AB við enn einum sigri tók seg nærri teimum, sum stríðast um heiðursmerki Mynd: Álvur Haraldsen AB­07 Vestur 2­1 (0­0): Stig fyri stig