mánadagur 14. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Tá B68 hevði lagt seg á
odda stutt eftir steðgin,
fánaði NSÍ burtur í einki og
sigur in hjá toftamonnum
var ongantíð hóttur í
granna uppgerðini, ið ikki
rætti liga livdi upp til tað,
hon mangan hevur verið
fyrr
Tað var heitt við Løkin í gjár, tá NSÍ
og B68 brustu saman í tí, sum av
mong um verður sagt at vera harðas
ta og mest eirindaleysa granna upp
gerð í landinum. Hitin kom frá sólini,
ið stórar partar av dystinum sendi
sín ar geislar niður yvir vøllin og gav
spælara ru num sveittaperlur beinan
veg in.
Í aðrar mátar var tað ikki so heitt,
sum tað mangan hevur verið fyrr, tá
innanmenn og toftamenn eru farnir
á vøllin at stríðast um Skálafjørðin.
Gamaní, var eitt sindur av intensiteti
í løtum, men tað var bara í løtum, at
tað hevði hug at kóka eitt lítið sind
ur. Og í dygd livdu hvørki dystur ella
spæl upp til 22 javnleikin á Svanga
skarði síðst í juni mánaði.
NSÍ kom annars betur frá byrjan
og hevði rímiliga gott og saman
hang andi spæl fyrra helmingin av
fyrra hálvleiki. Károly Potemkin, ið
var sera væl upplagdur fyrstu trý
kort er ini, hevði einar tvær ella tríggj
ar royndir á B68málið, og bæði Bogi
Løkin og Christian Høgni Jacobsen
royndu seg eisini.
Vildu meira
Samstundis lá B68 eitt sindur longur
afturi á vøllinum og bíðaði, og
spaku liga raknaðu gestirnir meira
við og fingu gongd á skjótálopini.
Og hóast NSÍ samanumtikið hevði
bæði meira spæl og fleiri kjansir enn
B68, so vóru gestirnir munandi
næskari og vildu meira, tá teirra
møgu lei k ar komu.
Mitt í fyrra hálvleiki hevði Jóan
Símun Edmundsson kanska tann
allar størs ta, tá hann hegnisliga lyfti
upp um framstormandi NSÍmál
verj an, Meinhardt Joensen, men
næst an heilt inni á málstrikuni kom
Jónhard Frederiksberg sum eitt fok
og ruddaði burtur.
Eisini førdi gott samanspæl mill
um Jóan Símun og Keita til, at tann
seinni hevði eitt spískt skot, ið tó fór
fram við málinum. Og 10 minuttir
fyri steðgin smekkaði Keita til úr
góðari støðu inni í NSÍbrots teigi
num, men mátti síggja Meinhardt
vísa seg við einari uppaftur betri
bjarg ing, eins og hann eisini vardi
fyri, tá Óli Olsen í yvirtíðini í fyrra
hálv leiki royndi seg úr stuttari fjar
støðu.
Her sá alt við øðrum orðum rími
liga opið út undan seinna hálvleiki,
ið tó ikki skuldi gerast eldri enn tveir
minuttir, tá einasta málið í dystinum
kom. NSÍ hevði fríspark langt afturi á
egnari hálvu, men bólturin var send
ur beint fyri føturnar á Jóan Símuni,
ið dró inn í vøllin og smekkaði til.
Mei n hardt fekk bjargað, men ikki
hild ið bóltinum, og so var Óli Olsen
á blettinum við aftaru stong og
smekk aði bóltin upp undir nettakið.
Ein gáva frá heimaliðnum, ið útiliðið
gagn nýtti til fulnar.
Eingin hóttan
Hetta hevði vanliga verið ein útpurr
ing, ið skuldi vakt í øllum førum liðið,
ið var aftanfyri, men so var ikki. Beint
eftir málið hevði Jústinus R. Hansen
eitt gott skot, ið B68málverjin, Vlada
Filipovic, noyddist at toyggja seg
eft ir og beina út til hornaspark. Men
síða ni hendi einki hjá NSÍ í meiri enn
hálvan tíma, til Bogi Løkin hevði ein
skallara sjey minuttir fyri tíð.
Ein minutt fyri dystarlok vildu teir
gulu hava brotsspark, tá Jónhard
Frederiks berg sendi innfyri, men
Ndende A. Gueye kom fyri við armi
num. Peturi Reinert dømdi ikki, og
hóast støðan kanska luktaði av
onkr um, hevði tað ikki verið serliga
uppi borið, skuldi NSÍ komið soleiðis
afturí aftur í evstu løtu.
NSÍ hevði ikki tað allarminsta av
nakrari gjøgnumbrotskraft ella hótt
an, so lætt var hjá B68 at verja fyri.
Og í hinum endanum var tað serliga
væl ansaði Keita, ið royndi seg við
skotum útifrá, ið tó ongantíð góvu
Meinhardti í málinum trupulleikar.
Í eini roynd at fáa meira hugflog í
spælið, setti NSÍ nakað inn í seinna
hálvleik Sjúrð Jacobsen á vøllin, og
hóast hann fleiri ferðir vísti, at hann
var til reiðar at geva heimaliðnum
meira spæl, rakk tað ikki til at forða
fyri, at B68 vann á NSÍ fyri fyrstu ferð
síðani 2003 – og fyrstu ferð í Runavík
síðani 2002.
Sigurin í slagnum um Skálafjørðin
flutti B68 upp á næstfremsta plássið,
har liðið er eitt stig framman fyri EB/
Streym og Víking og fýra stig framm
an fyri NSÍ á fimta plássi, ið nú skal
ansa sær, tí bara tvey stig aftanfyri
kemur AB osandi frameftir…
NSÍB68 01 (00)
B68 vann Skálafjørðin
Poul N. Poulsen og teir í B68 høvdu við Løkin í gjár gott tak á Boga Løkin og teimum í NSÍ
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Vit vunnu
uppiborið
– Vit komu eftir trimum stigum,
og tað fingu vit. Hetta var eitt
lokalbrak og ein toppdystur
millum tvey fín lið, men eg haldi,
at vit vunnu dystin uppiborið,
segði Bill McLeod Jacobsen,
venjari hjá B68, eftir 10 sigurin
við Løkin í gjár.
– Í fyrra hálvleiki vóru liðini
meira varin, sum kanska var
væntandi, men beinanvegin í
seinna hálvleiki læt dysturin seg
upp. Har fingu vit so eitt mál,
sum skuldi vísa seg at vera
avgerandi.
B68venjarin er fegin um, at
sigurin í Runavík gav
annaðplássið, men hann væntar
ikki, at tað ber til at sleppa
longur upp.
– Fyri okkara viðkomandi er
HB langt síðani farið, men eg
rokni við, at alt – og í øllum
førum nógv – verður avgjørt
hesa komandi vikuna, nú vit
hava dyst ímóti KÍ mikukvøldið
og ímóti Víkingi sunnudagin,
segði Bill McLeod Jacobsen.
– hil
Settu teir
í gongd
– Sigurin hjá toftamonnum var
kanska uppiborin, sæð yvir allar
90 minuttirnar, men tað eru vit,
sum seta B68 í gongd við at
geva teimum bóltin eftir eitt
fríspark. Tá bleiv tað ógvuliga
trupult hjá okkum, segði Pauli
Poulsen, venjari hjá NSÍ.
– Vit royndu at koma innaftur í
dystin, og tá vit løgdu trýstið
longur fram, gjørdist tað
sjálvandi opnari har afturi, so
B68 eisini kom í nakrar fínar
støður. Men vit kundu fingið
brotsspark stutt fyri leiklok, tí tá
hondin er úti og bólturin verður
skotin innfyri, so verður tað í
øllum førum dømt onkrastaðni.
Longu mikukvøldið skal NSÍ
enn eina ferð vera partur av
grannauppgerð, tá Víkingur
kemur á vitjan við Løkin.
– Tá er tað øgiliga einfalt hjá
okkum, at vit snøgt sagt skulu út
at vinna dystin. Hjá okkum er tað
einki annað, ið telur, segði Pauli
Poulsen.
– hil
Federer fyri 7. ferð
Sjeynda árið á rað skal Roger Federer spæla mansfinaluna
á Flushing Meadows í New York, har USOpen verður
spælt. Sunnukvøldið vann Federer 76, 75, 75 á serbiska
Novak Djokovic. Talan var um 41. sigurin á rað hjá Federer,
sum í finaluni skal spæla móti argentinska Juan Martin del
Pedro. Hann vann 62, 62, 62 á Rafael Nadal í sínari
hálvfinalu.
Oskar vann hol-kapping
Oskar Eiriksson vann um vikuskiftið sonevnda klubmeistaraskapið
hjá Tórshavnar Golfklubba í holkapping. Oskar vann kappingina
framman fyri Ragnar Isaksen, sum annars hevur verið sterkasti
spælarin í landinum seinnu árini. Nummar trý í kappingini gjørdist
Kaj Anthoniussen.
B68
NSÍ