mánadagur 14. september 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174
Jónas fekk fyrsta stigið
Jónas Tór Næss var aftur á liðnum hjá Frem, sum um
vikuskiftið fekk sítt fyrsta stig í donsku 1. deild. Frem
spældi á heimavølli ímóti Viborg, og dysturin endaði við
javnleiki 2-2. Viborg var annars á odda 2-0, men seinastu
20 minuttirnar skoraði Frem tvey mál og tryggjaði sær ein
javnleik. Frem liggur tó framvegis undir
niðurflytingarstrikuni í 1. deild.
Liverpool nýggjan sponsor
Liverpool hevur í 17 ár spælt við Carlsberg á bringuni, men tað verður nú
søga. Liverpool hevur gjørt eina nýggja sponsoravtalu, sum er verd meira
enn 700 milliónir krónur fyri næstu fýra árini. Enn er tað ikki váttað, hvør
nýggi sponsorurin er, men hildið verður, at tað er altjóða bankin Standard
Chartered. Nýggja avtalan kemur í gildi næsta summar.
Tróndur Arge var á City of
Manchester, tá Manchester
City við sigrinum á Arsenal
staðfesti, at liðið er til
reiðar at bjóða teimum fýra
stóru av
Fótbóltur
Tróndur Arge
argetrondur@ofir.dk
Tað vóru tvey lið í ymiskum støð-
um, sum møttust á einum full-
settum City of Manchester Stadium
leygardagin. Heimaliðið, við waliska
Mark Hughes á odda og føroyska
landsliðsmálverjanum Gunnari
Nielsen í hópinum, hevur fingið
fríar hendur at keypa inn fyri. Hetta
eftir at Sheikh Mansour bin Zayed
Al Nahyan keypti felagið í fjør. Í
summar hevur Man City brúkt væl
yvir eina milliard uppá leikarar, sum
skulu styrkja um støðuna hjá
teimum at kappast við “The Big
Four”.
Hetta er annað kappingarárið hjá
Mark Hughes sum venjari hjá
ný ríka Man City, men nógvu inn-
keypini gera, at hann má byrja av
nýggjum aftur í ár.
Felags fyri næstan øll keypini er,
at tey eru nógv umtalað. Gareth
Barry segði í fjør at hann bara skifti
Aston Villa út fyri eitt lið, sum spælir
Championes League fótbólt. Tað
ger Man City ikki – enn! Carlos
Tevez umboðaði í fjør grannarnir
Manchester United, og orðadrátt-
urin millum hann og gamla felagið
er hvassur. Everton venjarin David
Moyes var í øðini inn á fram-
ferðarháttin hjá Man City, tá teir
keyptu miðverjan Joleon Lescott.
Maðurin, ið kom í brennidepilin
leygardagin, var fyrrverandi Arsenal
leikararin Emmanuel Adebayor,
sum seinastu tíðina í Arsenal hevði
eitt ringt samband við viðhalds-
fólkini. Arsenal viðhaldsfólk hava
ikki fyrigivið honum fyri skifti til
Man City. Lættari hava tey við at
fyrigeva Kolo Toure fyri at fara sama
veg. Emmanuel Adebayor hevur
eftir umfarið hetta vikuskiftið
skorað fýra mál í fýra dystum.
Spurningurin er so um keypið av
Emmanuel Adebayor vísir hvønn
veg tað ber hjá báðum liðnum?
Arsenal
Meðan Man City er í stórum
broytinum, so tykist Arsenal at
verða steðgað upp, og kanska
dragnað eitt sindur í oddastríðnum.
Serliga er tað sølan av lykla leikar-
arum, ið ørkymlar Arsenal fjepp-
arnar. Fyrst fór Thierry Henry til FC
Barcelona fyri at vinna heiðurs-
merkið, sum hann metti at hann
ikki hevði møguleika fyri at vinna í
Arsenal. Árið eftir fór Alexander
Hleb sama veg, Mathieu Flamini
valdi at royna eydnuna í AC Milan,
og nú eru bæði Kolo Toure og
Emmanuel Adebayor farnir til Man
City. Arvtakarnir til hesar leikarnar
eru fyri tað mesta ungir leikarar, ið
Arsène Wenger sjálvur hevur valt
og uppalt
Hinvegin, so tykist styrkin hjá
Arsenal at liggja í venjarinum
Arsène Wenger. Fraklendingurin
tók við venjarastarvinum í Arsenal í
1996. Áðrenn tað var hann venjari í
Fraklandi hjá millum annað AS
Monaco, sum hann gjørdi til meist-
arar í 1988, og í Japan. Í Arsenal
hevur hann vunnið Premier League
tríggjar ferðir, FA Cup fýra ferðir,
rokkið einari Champions League
finalu og kosin sum “Manager of
the Year” tríggjar ferðir. Síðani fyrsta
dagin í starvinum sum venjari hjá
Arsenal hevur Arsène Wenger
arbeitt við einum spælistíli, sum av
mongum verður mettur sum sera
áhugaverdur og hyggjaravinarligur.
Samstundis hevur hann imple men-
tera henda stílin inn í alt ung dóms-
arbeiði hjá Arsenal. Hetta merkir at
allir leikarar, sum eru uppvaksnir í
felagnum, kenna spælistílin tá teir
eina ferð koma á besta liðið.
Fullsett City of
Manchester Stadium
Man City hevur havt heimavøll á
City of Manchester Stadium síðani
summarið 2002. Leygardagin var
stadium fult og at kalla hvørt
mansbarn gekk í eini Man City
troyggju, fyri uttan økið har Arsenal
viðhaldsfólkini hildu til sjálvandi.
Bæði uttanfyri og á stadium var tað
góður stemningur og ein fær tað
fatan at fólk eru spent og hava
bjartar vónir.
Maðurin í fokus var Emmanuel
Adebayor. Longu áðrenn dómarin
bríkslaði dystin í gongd, hitaði hann
upp á hálvuni har Arsenal leikarar-
nir høvdu sína upphitinig og tað
dámdi Arsenal viðhaldsfólkinum
einki. Tað vóru nakrir tamir fyrstu
minuttir, har einasta upplivingin
var, hvussu áskoðarnir skiftust um
at buha og stuðla Adabayor. Um
miðjan fyrra hálvleik eydnast tað
Micah Richards at leggja Man City á
odda. Síðani hevði Man City eitt
gott tíðarskeið, har teir einar tvær
tríggjar ferðir vóru nær við at økja,
men so fór Arsenal maskinan at
rigga. Tað var uppiborið tá Robin
van Persie eitt korter inn í seinna
hálvleiki javnaði. Seinasta korterið
av dystinum vísti Man City at teir
veruliga hava planir um at bjóða av
í toppinum. Fyrst skoraði Craig
Bellamy og síðani økti maðurin í
brennideplinum til 3-1. Adebayor
verður meiri mintur fyri mátan
hann feiraði málið, heldur enn
málið sjálvt. Hann rann allan vøllin,
fyri síðani at hána síni fyrrverandi
viðhaldsfólk. Hesa løtuna var rok á
Arsenal økinum á City of
Manchester Stadium. Shaun
Wright-Pillips økti til 4-1, áðrenn
innskifti Tomas Rosicky minkaði um
munin til endaliga støðuna 4-2.
Man City hevur nú bjóða av, men
skulu teir í topp-4, so skal onkur
hinvegin. Ósannlíkt er tað, at Man
Utd og Chelsea við verandi formið,
ikki verða at finna í topp-4. Hini
bæði liðini eru so Liverpool og
Arsenal. Liverpool stríðist við
amerikanskan ófrið handan
leiktjøldini, meðan Arsenal er enn
eitt sindur frá tíðini rundan um
aldar skifti. Man City í topp 4 – hví
ikki?
Úrslit, Premier
League
Leygardagin
Portsmouth-Bolton
2-3
Blackburn-Wolves
3-1
Wigan-West Ham
1-0
Liverpool-Burnley
4-0
Stoke-Chelsa
1-2
Sunderland-Hull
4-1
Man City-Arsenal
4-2
Tottenham-Man Utd.
1-3
Sunnudagin
Birmingham-Aston Villa 0-1
Fulham-Everton
2-1
Man City
og Ade
bjóða av!
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
5
5
-
0
-
0
12
3
9
15
2 Man Utd.
5
4
-
0
-
1
11
3
8
12
3 Man City
4
4
-
0
-
0
8
2
6
12
4 Tottenham
5
4
-
0
-
1
12
7
5
12
5 Liverpool
5
3
-
0
-
2
13
7
6
9
6 Aston Villa
4
3
-
0
-
1
6
3
3
9
7 Sunderland
5
3
-
0
-
2
8
6
2
9
8 Stoke
5
2
-
1
-
2
4
6
-2
7
9 Arsenal
4
2
-
0
-
2
13
8
5
6
10 Fulham
4
2
-
0
-
2
3
5
-2
6
11 Wigan
5
2
-
0
-
3
4
8
-4
6
12 Burnley
5
2
-
0
-
3
2
9
-7
6
13 West Ham
4
1
-
1
-
2
3
3
0
4
14 Blackburn
4
1
-
1
-
2
4
5
-1
4
15 Birmingham
5
1
-
1
-
3
2
4
-2
4
16 Wolves
5
1
-
1
-
3
3
7
-4
4
17 Hull
5
1
-
1
-
3
5
12
-7
4
18 Bolton
4
1
-
0
-
3
5
7
-2
3
19 Everton
4
1
-
0
-
3
4
10
-6
3
20 Portsmouth
5
0
-
0
-
5
3
10
-7
0
Emmanuel Adebaoyr hevur higar til skotið mál í hvørjum dysti fyri Manchester City. Leygardagin stóð
fyrrverandi felag hansara – Arsenal – fyri skotum
Mynd: Polfoto/AP