Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14. september 2009 – Nr. 174 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Samstundis sum VB/ Sumba er á veg upp, stendur kappingin um hitt uppflytingarplássið millum B71 og TB. Í hinum endanum er mest merkisvert í løtuni, at FC Hoyvík sær út til at vera í fríum falli Ikki kann sigast annað, enn at VB/ Sumba við sjeymíla ferð er á veg upp í Vodafonedeildina. Nú 23 umfør eru farin, er suðuroyarliðið seks stig framman fyri HB, sum kortini ikki kann flyta upp, og sjey stig framman fyri næsta veruliga kappingarneytan, sum er B71, ið aftur er tvey stig framman fyri TB, ið somuleiðis er uppflytingarkandidatur. Um vikuskiftið gjørdi VB/Sumba á útivølli rættiliga bart ímóti FC Hoyvík, sum eitt skifti fyrr í summar var á odda í næstbestu mansdeildini, men ikki megnaði at halda sær har. Tvørturímóti var 0-6 stórtapið fyri VB/Sumba enn ein undirstriking av, at gamla Fram er í fríum falli. Gamaní, er tað kanska ov tíðliga hjá FC Hoyvík at flyta upp, men fyri tað skuldi ikki verið neyðugt at flutt niður! Stigatalvan lýgur ongantíð, og eftir at Skála suðuri á Sevmýri gav TB ein 4-0 kjaftfisk, ið kostaði landsins elsta felag møguleikan at sleppa fram um B71, ið setti stig til í Gøtu leygardagin, er FC Hoyvík altso dottið niður um niðurflytingarstrikuna, har Skála annars hevur hildið til, líka til nú. Ein javnleikur á útivølli ímóti Víkingi, er annars ikki eitt úrslit, ið rættiliga ger B71 til eitt lið, ið sær út til at vera á veg uppeftir, men hinvegin er tað tað, stigatalvan fortelur okkum í løtuni. Og í kappingini við TB sær B71 út til at hava meira upp á hjarta. Sum tað sær út nú, er B71 eitt nógv betri uppflytingarboð enn TB, ið enntá hevur tapt fyri MB, ið er suverenur botnproppur í deildini. Botnstríð Av teimum feløgunum í næstbestu deildini, ið eisini hava lið í Voda- fone deildini, hevur HB staðið seg nógv best. Stóran part av árinum hevur HB verið oddalið, og tað hevur ikki verið sørt, at júst tann sannroyndin hevur lagt trýst á liðini, ið liggja framvið at sleppa upp. Hini fýra feløgini liggja nú øll í miðjuni, og hóast einki teirra er sloppið undan vandanum fyri at kunna flyta niður, so hava tey flestu teirra verið so nøkulunda støðug. B68 hevur verið tað av teimum, ið hevur staðið seg best, og eitt skifti blandaðu næstbestu toftamenninir seg eisini upp í toppin, men eru dragnaðir nakað í síðstuni. Tey fýra umførini, ið eftir eru, verður tað tó mest ein spenningur um, hvør skal fylgja VB/Sumba upp, umframt at tað sjálvandi eisini verður spennandi at síggja, um FC Hoyvík kann fáa í lag ein endaspurt, ið lyftir liðið uppum aftur niðurflytingarstrikuna – og um so verður, verður tað eitt av teimum »næstbestu«, ið má svíða fyri tað. MB, sum hevur verið niðast alt árið og bara hevur fingið átta stig burtur úr teimum 23 umførunum higartil, er longu fokið fyri fleiri umførum síðani. Men kortini er líkt til, at eitt vágalið tó verður í 1. deild næsta ár, tí 07 Vestur kann bæði koma niður og fara upp í deildina – eins og forrestin KÍ eisini kann tað… Clijsters aftur á toppinum Tað eydnaðist ikki donsku Caroline Wosniacki at vinna sína fyrstu Grand Slam. Í mogun spældi hon finaludyst móti Kim Clijsters í US-opne, og hesa vann afturvenda belgiska tennis-stjørnan 7-5, 6-3. Tað vóru kanska royndirnar, sum vóru á muni, og í fyrsta setti var Wosniacki á odda 4-2, og við 5-4 hevði hon møguleika at serva settið heim, men Clijsters breyt servuna. Við sigrinum staðfesti Clijsters, at hon aftur er á tennis-toppinum, eftir at hon í tvey ár heur havt “burðarfarloyvi” frá ítróttini. Upp á sætta pláss Finaluplássið hjá Caroline Wosniacki í US-Open merkir, at hon flytur upp á sætta plássið á alheims styrkislistanum hjá WTA. Wosniacki var nummar átta í heiminum undan US-Open, men finaluplássið gevur 1.400 stig, og við hesum fer hon fram við bæði Jelena Jankovic og Vera Zvonareva. Kim Clijsters hevur als ikki spælt kappingartennis í tvey ár, og hon var við upp á wild card hesaferð. Sigurin ber við sær, at hon í einum lopi er nummar 19 á styrkislistanum. Judovenjing veturin 2009/10: Mánakvøld: kl. 19.00 - 20.30 Unglingar og vaksin Týskvøld: kl. 18.00 - 19.00 Børn 7-10 ár kl. 19.00 - 20.00 Børn 11-14 ár Mikukvøld: kl. 19.00 - 21.00 Unglingar og vaksin Hóskvøld: kl. 18.00 - 19.00 Børn 7-10 ár kl. 19.00 - 20.00 Børn 11-14 ár Fríggjakvøld: kl. 19.00 - 20.30 Unglingar og vaksin leygardag: kl. 10.00 - 12.00 Unglingar og vaksin sunda judofelag Úrslit, 23. umfar FC Hoyvík-VB/Sumba 0-6 (0-4) 0-6: Nenad Zivanovic 0-5: Jón Krosslá Poulsen 0-4: Nenad Zivanovic 0-3: Dan Djurhuus 0-2: Jón Krosslá Poulsen 0-1: Jón Krosslá Poulsen MB-HB 0-3 (0-0) 0-1: Bárður Mittelstein 0-2: Jákup Slættalíð 0-3: Jógvan Nolsøe Víkingur-B71 1-1 (0-0) 0-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 1-1: Ikechukwu Onyema TB-Skála 0-4 (0-2) 0-1: Brian Jacobsen 0-2: Karstin Justesen 0-3: Jógvan Berg 0-4: Brian Jacobsen B68-NSÍ 1-1 (0-1) 0-1: Árni Frederiksberg 1-1: Jónreid Dalheim Týskvøldið kl. 18.30: NSÍ-Víkingur (útsettur dystur í 22. umfari) VB/Sumba væl á veg upp einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Eftir eina framúr byrjan, har teir eitt skifti lógu til uppflyting, er FC Hoyvík nú endað niðanfyri niðurflytingarstrikuna savnsmynd