Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Johan Dahl Valevni Sambandsfloksins Í fyrru grein míni við somu yvirskrift sum hendan vísti eg á, at vi einum "loys- ingarmanifesti", sum sam- gonguflokkarnir lótu ber í hvørt hús í Føroyum , er fráboðað., - hvussu vit før- oyingar skulu Skræða okkum úr 600 ára gomlum "trælaoki". Sterkasta og einasta vápn, ið hesir flokkar ráða yvir, er at avtaka tær veit- ingar úr Danmark, sum eru ætlaðar sjúkum, avlamnum, gomlum og lesandi ung- dómi okkara. Í hesum nevnda manifesti er fráboðað, at longu í ár 2000 skal meira enn 2/3 av nevndu ríkisveitingum ikki nýtast til endamálið, men heldur goymast í eini sam- ansparing, sum skal nýtast um búskapurin verður fyri afturgongd. Nú tann almenni lands- kassaroknskapurin fyri á 2000 fyriliggur, ber til at kanna hvussu "samanspar- ingin" av tí donsku veiting- ini til ringar tíðir hilnaðist. Sambært roknskapinum fekk landskassin fylgjandi veitingar úr ríkiskassanum: Sí talvu! Av hesum hava vit fingið at vita, - er meira enn 2/3 ella í minsta lagi 67% goymt í eini samansparing, men hvussu hetta er "mingi- lerað", kunnu einans loys- ingar- ella onnur forsligin høvd greiða okkum frá, tí meðan 67% av ríkisveiting- unum gevur 670 milliónir, so var landskassans yvir- skot, - tá skuldin uppá 4,5 milliardir til ríkiskassan var niðurgoldin við 131,5 mio. , 470 mio kr. ella 47% av tí, ið skuldi goymast undir væðingini. Fyrsta uppsparingarárið vísir eftir øllum at døma hall uppá 200 milliónir, og hvussu skilið verður ár 2002, nú 356 milliónir av blokkinum eru tveittar á bláman og nýggj málsøki verða yvirtikin, dugir hvørt mannsbarn at rokna út. Úrslitið av loysingar- oasuni verður soltið. Góðu suðringar, latið okkum geva áganginum og ørskapinum, sum hóttir okkara vælferðarsamfelg og eina mannsømiliga til- veru á okkara oyggjum , ein undir vangan og útihýsað hesum kenslu - og sálar- leysa frælsið, sum vil trælabinda okkum og komandi ættarlið. Fari á mannsterk á val tann 20 novembur og seti X við sambandslistan. FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Frá heimastýri til fullveldi – II Milliónir Kr. > Heildarveiting (blokkurin) 950 > Endurgjøld 15 > Landskassans partur av yvirskotið Nationalbankans 25 Tilsamans 998 Mio. Kr. Høgni Hoydal Ongantíð hava Føroyar havt ein tryggari búskap enn nú. Ongantíð eru gjørdar so stórar sosialar betringar í Føroyum sum seinastu 4 árini. Ongantíð hava vit havt so góðar møguleikar at loysa teir trupulleikar, sum eitt ábyrgdarleyst heima- stýri hevur skumpað frammanfyri seg. Almanna- og heilsuøkið hevur fingið knappa hálva milliard afturat. Skúli og mentan hava fingið 180 mió. kr. aft- urat. Pensiónirnar eru hetta valskeiðið hækkaðar meira enn nakrantíð áður. Lestrarstuðulin er hækk- aður meira enn nakrantíð áður. Nýggj arbeiðsumhvørv- islóg er gjørd. Dagpeningaskipan til tímalønt er gjørd, og karensdagar eru tiknir av. Nýggj barsilsskipan er komin í gildi. Nýtt landssjúkrahús er í gerð. Kommunurnar hava bygt barnagarðar kring landið, sum ongantíð áður. Nýggj eldrasambýli eru bygd. Skattalættar eru givnir til tey lægstløntu. Barnafrádrátturin er hækkaður. Alt hetta hevur ligið á láni í hesum sonevnda ríkis- felagsskapinum ígjøgnum tíggjutals ár. Og mangt annað liggur á láni enn. Serliga er tørvurin á røkt- arheimsplássum og á bú- støðum til brekað, so for- sømdur gjøgnum tíggjutals ár, at tað er ein skomm. Men í dag hava vit ein búskap, sum ger, at tað nú er gjørligt at loysa henda tørvin á tryggum grundar- lagi. - um vit ikki aftur fara at rena landið á heysin. Hesin búskapur er bygd- ur á, at vit hava bert brúkt ein triðing av danska blokk- stuðlinum - og hvør hevur so skapt hesa vælferð? Tað er alt føroyska fólkið og føroyska vinnulívið. Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin seta fólkið síðst Hetta átti at elvt til, at allir føroyskir politikarar fegn- aðust og góvu teimum, sum hava skapt hesa framgongd og vælferð áræði og virð- ing. Ístaðin hoyra vit, at fólkavaldar politikarar ganga á odda við einum sínum boðskapi um: At okkara vælferð og okkara framburður er ikki skaptur av føroyska fólkinum. At tað er ikki tann arbeiðandi fjøldin og tað føroyska vinnulívið, sum er grund- arlagið undir okkara væl- ferð. Nei, tað eru pengar úr Danmark, sum tryggja okkara vælferð, siga tey við ein munn. Ein flokkur sigur enntá, at hann nú vil seta fólkið fyrst. Men um tú ikki trýr upp á títt egna fólk og títt egna samfelag, so setur tú altíð fólkið síðst. Um tú sigur, at danska fólkið skal hava ábyrgd fyri okkara vælferð, so tekur tú alt áræði og allan veruleika undan vælferðini. Um tú sigur, at danskir pengar og danskt yvirræði ganga fram um, at fólkið í Føroyum hevur fult fólka- ræði í Føroyum, so setur tú ikki bert fólkið síðst, men fullkomiliga til viks. Tað hava allir føroyingar merkt fyri fáum árum síðani, tá alt okkara sam- felag fór á heysin og varð niðurpínt. Nú hava vit fyri fyrstu ferð møguleikan at skapa veruliga vælferð, sum byggir á trygt grundarlag. Vælferðina skapa vit sjálvi Nr. 223 - 17. november 2001 15 15 14 Nr. 223 - 17. november 2001 Thomas Arabo fólkatingsvalevni Javnaðarflokksins Ein stórur trupulleiki í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark í hesum valskeiðnum hevur verið, at landstýrið skuldi fara niður til samráðingar, men fór í veruleikanum niður til Danmarkar við kravboðum. Formaður Tjóðveldisfloksins sigur tað so pent "sáttmálin ligg- ur klárur til undirskriv- ingar". Hvussu kann man samráðast, tá úrslitið liggur klárt frammanundan? Løgið hevur verið at eygleitt samgonguna, tá hon fór niður at samráðast - ella diktera, sum tað vísti seg. Ikki sást nógv til teir menn í Tjóðveldisflokkin- um, ið høvdu verið við til nakrar av truplastu sam- ráðingum við donsku stjórnina nøkur ár framm- anundan. Man valdi ikki at brúka tær royndirnar. Man valdi heldur at fara niður við einum naivum forút- bestemtum uppleggi, har øll svarini vóru givin frammanundan. Tá greitt var, at hetta uppleggið ikki var møgu- ligt, so fóru menn at tosa um ST brøv og koyra nú eitt valstríð uppá for- malistiskar orðingar, ið ongan sum helst praktiskan týdning hava fyri borgaran. Tá nýggja leiðslan í Tjóð- veldisflokkinum nú roynir at brúka fólkatingsumboð- an til at fáa kollsigldu fullveldisætlanina uppá rætt kjøl aftur, so førir tað ongan veg uttan semju í Føroyum. Vónandi broytir Tjóðveldisflokkurin kós, so at flokkurin aftur gerst tann góði samstarvsflokkur, hann var fyri bert fáum árum síðani. Tað, ið er tiltrongt, eru veruligar samráðingar við donsku stjórnina um eina loysn, ið kann samla eina breiðan meiriluta av Føroya fólki. Hettar vil ein atkvøða til Javnaðarflokkin í næstu viku tryggja. Jákup Lamhauge valevni Sambandsflokksins Flestu, sum hava fylgt eitt sindur við í orðaskiftunum undan løgtings- og fólka- tingsvalum,sum verið hava gjøgnum tíðirnar, minnast hvussu sjálvstyrisflokk- arnir allir hava reypa um fosturlandskærleika sín , samstundis sum teir hava skuldsett Sambandsflokkin fyri at vera ímóti øllum tí sum føroyskt er - Einki undantak í so máta er orðaskiftið undan fólka- tingsvalinum sum skal vera týsdagin 20. november. Tey sum hava lurtað eftir framløgusendingunum seinastu dagarnar hava enn einaferð hoyrt sama lagi - samstundis sum roynt verður at billa fólki inn, at bert sjálvstýrisflokkarnir eru borgan fyri verju av okkara tjóðskapareyðkenn- um - herundir okkara máli og okkara serligu mentan. Eg ivist onga løtu í, at føroya fólk er vitandi um hvør í veruleikanum hevur víst størri fosturlandskær- keika - sjálvstýrisflokkarnir ella sambandsflokkurin. Eitt av matastu skøldum okkara, Fríðrikur Petersen, sáli- stovnarin av sam- bandsflokkinum, eigur nakrar av teim bestu fost- urlandssangunum sum finnast í sangbók Føroya Fólks - og sum føroyingar hava tikið til sín sum sera virðismikla ogn. Ein av hesum sangum er nevniliga " Hvat kann røra hjarta- streingir " - nr. 51 í sangbók Føroya Fólks - og vil eg inniliga heita á allar før- oyingar um at læra seg hendan sang - einn sonn perla í føroyskum skald- skapi. Yrkjarin - sum nevnt omanfyri var stovnarin av sambandsflokkinuum - vísir hvussu stóra virðing hann hevur havt fyri øllum tí sum føroyskt er - jú sanniliga er talan um stóran mentamann sum bygdi alt sítt á serføroyska grund - bæði handaliga og í aðrar mátar. Hendan føroyska siðaarv hevur sambandsflokkurin tikið við sær á vegnum, og er hann eins livandi í dag eins og hann var á døgum Fríðrik Petersens. Sam- bandsflokkurin metir hesi virði nógv størri og virðis- mikilari enn at vera nýtt soleiðis sum sjálvstýris- flokkarnir gera - nevniliga til at fiska atkvøður við. Sambandsflokkurin fer enn sum áður at verja um okkara mál og mentan - ongin føroyingur skal vera í iva um tað. Gott val. Marjus Dam Fólkatingsvalevni Sambandsfloksins Sambandsflokkurin vil gera broytingar í ríkis- rættarligu viðurskiftunum. Vit staðfesta • at vit eru ein fræls tjóð í javnbjóðis ríkisfelags- skapi • at vit eru frælsir føroy- ingar. • Vit ásanna, at hóast Heimastýrislógin er væl nýtandi í røttum hondum, so er hon vandamikil í loysingarhondum. • Hesar skeivu hendur umsita heimastýrislógina í dag. Og vit síggja hvussu vandin kann forkoma Føroyum sum Vælferðarsamfelagi. Hesir, íð nú stýra, hugsa bert um loysing - ikki avleiðingarnar av 4 ára skiftistíð, har m.a 1300 milliónir hvørva úr samfelagi okkara, um- framt mist ríkisrættindir í hópatali. Teir minka, uttan at spyrja føroyingar, ríkisveitingina við 400 milliónum krónum, held- ur enn at rætta upplagdar skeivleikar innan heilsu og almannaverk okkara eins og skúlaverki okk- ara. • 18 løgtingsfólk taka ídag avgerðir, ið helst ein greiður meiriluti av før- oyingum er ímóti. Tað fær ein varhugan av, eftir at ein veljarakanning fyri og onnur eftir taka undir við eini broyttari skipan innan ríkisfelagsskapin. • Fólkaflokkurin, Sjálv- stýrisflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin hava ídag skúgva fólkaræði til viks, við ikki at spyrja før- oyingar á fólkaatkvøðu, hvør teirra hugsan er um ógvusligu broytingarnar, teir ætla at fremja. • Í broytingum sum koma í ríkisrættarligu viðurskift- unum, er neyðugt at stað- festa greiðar fólkaræðis- ligar mannagongdir, ið tryggja, at føroyingar á fólkaatkvøðu sleppa til orðanna. Sjálvandi SKAL fólkið avgera hvat skal henda í ríkisrættarligu viðurskift- unum. • Tað fær ein bert at vita við at spyrja fólkið. • Tað er harmiligt at hoyra serliga varaløgmann og løgmann tosa um frælsi - samstundis sum teir á ein hátt vanvirða persónliga frælsi, við ikki at spyrja tann einstaka í týðandi málum, sum ríkisrætt- arligu viðurskiftunum. • Sambandsflokkurin vil broytingar, ið tryggja tjóðskaparligt frælsi - eins og persónligt og fíggjarligt frælsi. Tí vilja vit gera broytingar innan Ríkisfelagsskapin - sum nevnt í okkara Nýskipan- aruppskoti. Eg fari at heita á tygum, ungan sum eldri - ið vil skilagóðar broytingar, um at atkvøða fyri Sambands- flokkinum. Vit skulu tryggja bæði broytingar og tín møguleika at siga tína hugsan í hesum týdning- armiklu viðurskiftum. Vit vilja broytingar, men vit leypa ikki á bláman. Okkara rødd á Fólkatingi vil arbeiða konstruktivt, siðiligt og íði fyri Føroyum. Lat okkum gerast títt umboð. Gott val! FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Hvat kann røra hjartastreingir - Tað er móðurmál Tann klóki er ikki tann, ið gevur øll tey røttu svarini – tað er tann, ið setir teir røttu spurningarnar Neyðugt er við broytingum- men ikki at leypa á bláman Dan R. Petersen løgtingsmaður Tað var frøi í Føroyum , tá ið danski statsministarin og okkara løgmaður Atli Dam upp undir jól 1992 undirskrivaðu undirgrund- aravtaluna. Eitt 16 ára gamalt stríð var endað, og vit høvdu vunnið full rætt- indir til ráevnir í undir- grundini. Nú var friður og báðir partar tóktust nøgdir. Seinastu árini er tó Tjóveldisflokkurin farin at grava í málinum. Teir hava pástaðið, at danir, nær tað skal verða, kunnu taka rættindini frá okkum aftur. Vit minnast Sjúrð Skaale við røddini í falsett royna, at trútta Atla Dam og Halgir Winther Poulsen til ósannindi , tí teir søgdu, at avtalan var bindandi. Her heima hevur tað bert verið Tjóðveldisflokkurin, ið ikki viðurkennir avtaluna. Ì Danmark er tó ein flokkur , sum er púra samdur við Tjóðveldisflokkin. Tað er Dansk Folkeparti. Teir góðtaka ikki avtaluna og hava gjørt alt fyri at sabo- tera hana , men hava verið maktaleysir í andstøðu. Menn eru á einum máli um, at tað ongan týdning hevur fyri føroyapolitikkin, um tað verður ein javnaðar- ella borgarlig stjørn í Danmark eftir valið. Men eitt faktum er tó, at ein borgarlig stjórt skal hava stuðul frá Dansk Folke- parti, og teir selja seg dýrt. Prísurin kann vera, at undirgrundaravtalan skal endavendast. Hon vikast valla av tí, men hetta kann skaða okkara umdømi í oljuumhvørvi. Tjóðveldisflokkurin og Dansk Folkeparti eru púra samdir um, at rættindini kunnu takast aftur. Tað má sigast at vera lagnunar speisemi, at ein nýggjur fólkatingsmaður, um hann eitur Høgni, Heini ella Tobbi út frá síni sann- føring um oljuavtaluna skal reka sama føroyapolitikk sum tað fíggindasinnaða Dansk Folkeparti. Dansk Folkeparti og Tjóðveldisflokkurin C M Y K 14 Lesið -tað loysir seg