leygardagur 17. november 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 223 - 17. november 2001
Nr. 223 - 17. november 2001
17
Edmund Joensen
Fyrst skal eg fyri ein ordan
skyld sláa fast, at Sam-
bandsflokkurin hevur eina
greiða støðu til ríkisfelags-
skapin, og hvussu hann skal
nýmótansgerast.
Hetta
nýskipanaruppskot er kent í
hvørjum heimi í Føroyum.
Jóannes Eidesgaard legg-
ur ógrundað eftir Sam-
bandsflokkinum og mær,
fyri at hava skundað undir
loysingina. - So hava vit
hoyrt tað eisini. Sam-
bandsflokkurin
hevur
greiða støðu viðvíkjandi
ríkisfelagsskapinum, hetta
vita allir føroyingar.
Verri statt við
Javnaðarflokkinum
Tíverri kann ikki tað sama
sigast um Javnaðarflokkin.
Eg skal bara taka tvey tey
seinastu dømini fram:
• Tað er ein veruleiki, at
Javnaðarflokkurin
tók
undir við fyrstu síðu av
samgonguskjalinum hjá
hesi loysingarsamgong-
uni av fullum huga. Hetta
boðaði sjálvur formað-
urin frá, aftaná at sam-
gonguskjalið
var
al-
mannakunngjørt.
• Tað er ein veruleiki, at
Javnaðarflokkurin sjálv-
boðin legði uppskot fyri
løgtingið um at lækka
blokkstuðulin við 123
mió. krónum. Tað sigur
einum og hvørjum føroy-
ingi, at var Javnaðar-
flokkurin í samgongu við
loysingarflokkarnar, so
hevði hann fingist til at
lækkað blokkin við fleiri
ferið hesari upphædd.
Eyðkennið við Javnaðar-
flokkinum hevur júst verið,
at hann í spurninginum um
ríkisfelagsskapin
hevur
verið støðuleysur, og melur
sum veðurhani.
Nú má stundin vera kom-
in,
hvar
ið
Javnaðar-
flokkurin finnur útav í
hvørjum bólki hann vil
verða. Tað kann ikki vera
rætt, at tá rákið í veljara-
kanningum er samband, so
skal
Javnaðarflokkurin
selja seg sum sambands-
flokk, meðan Sambands-
flokkurin verður hunddálk-
aður, um hann loyvir sær at
yvirhálar hann í veljara-
kanningum.
Tað trygga- og einasta
alternativið til loysingar-
ætlanina er Sambands-
flokkurin. Hann hevur eina
greiða støðu til ríkisfelags-
skapin, og er sambands-
flokkur, líkamikið hvat
veljarakanningar siga.
Tí kann veljarin trygt
seta krossin við Sambands-
flokkin á valdegnum.
Sambandsflokkurin er einasta- og trygga alternativið
(stutt aftursvar til Jóannes Eidesgaard)
Elin Lindenskov
Fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Eitt lagnuval stendur fyri
durum. Týsdagin skulu vit
leggja
støðið
undir
sjálvstýrispolitikkin - sum
eisini fer at hava stóran
týdning fyri eina komandi
samgongu. Vit skulu gera
av, um vit skulu stríðast fyri
loysing saman við Tjóð-
veldis- og Fólkaflokkinum,
stríðast fyri at varðveita
eina bøtta heimastýrislóg
saman
við
Sambands-
flokkinum, ella um vit velja
samstarv og loysnir saman
við Javnaðarflokkinum.
Vit í Javnaðarflokkinum
hava
ein
klokkukláran
sjálvstýrispolitikk. Vit taka
undir føroyska fólkaynsk-
inum um broytingar í
ríkisrættarviðurskiftunum.
Sjálvstýrislógin hjá Javn-
aðarflokkinum byggir júst á
hetta fólkaynskið, og við
hesi lóg fær løgtingið fult
vald í øllum yvirtiknum
málum, og tað verður
løgtingið
-
og
harvið
føroyska fólkið - sum ger
av, hvørji mál verða tikin
yvir.
Vit halda, at tað hevur
stóran týdning, at hetta
verður gjørt innan fyri
ríkisfelagsskapin. Vit skulu
sjálvandi laga búskapin til
okkara samfelag, men tað
skal gerast við skili, og
hetta skal undir ongum
umstøðum ganga út yvir
vælferðina. Hetta er aðal-
munurin á okkara politikki
og politikki samgongunnar.
Vit í Javnaðarflokkinum
hava ta fatan, at tað er við at
upplýsa og við at sam-
starva, at tað ber til at fáa
eina góða avtalu við danir
um broytingar í ríkis-
rættarligu viðurskiftunum.
Broytingar, sum staðfesta,
at evsta valdið liggur hjá
føroyska
fólkinum,
og
hesum politikki fara vit
framhaldandi at virka fyri,
bæði á fólkatingi og á
løgtingi.
Vilja fremja fólkaynskið
Jógvan á Lakjuni
tingmaður og valevni
Fólkafloksins
Tjóðskaparliga stavnhald
Fólkafloksins er, at í Før-
oyum skulu føroyingar
ráða. Hetta ber í sær, at
endamál floksins er fult
sjálvstýri
fyri
Føroyar,
soleiðis
at
vit
fáa
lóggávuvald á øllum økjum
og úteftir telja við sum
suverenur statur javnbjóðis
øðrum sjálvstýrandi lond-
um.
Í hesum samgonguskeið-
inum er tað sum ongantíð
fyrr í Føroya søgu eydnast
sjálvstýriskreftunum í Før-
oyum at savnast um hetta
stóra málið. Hetta hava vit
ikki minst Anfinni Kalls-
berg, løgmanni, fyri at
takka. Vit hava sett út í
kortið, og tað sum nú ræður
um, er at halda saman
frameftir, soleiðis at vit
kunnu koma á mál.
Eg fari tí at heita á øll
tykkum, sum hava staðið so
stinn um Fólkaflokkin, um
ikki at svíkja okkum heldur
hesaferð. Tað hevur ómeta-
liga stóran týdning fyri
sjálvstýristilgongdina, at
Fólkaflokkurin framvegis
stendur á odda!
Veljarakanningarnar
ganga eitt sindur ímóti
okkum í løtuni, og sum
heitur sjálvstýrismaður eri
eg bangin fyri, hvørjar
avleiðingarnar kunnu vera,
um ov stórur munur verður
ímillum teir stóru flokk-
arnar á sjálvstýrisvong-
inum.
Vit skulu minnast til, at
hugsjónarliga er stórur
munur á tí vinstrahalla
Tjóðveldisflokkinum og tí
borgarliga Fólkaflokkinum,
men av tí at báðir flokk-
arnir hava verið líka stórir,
hevur borið til at funnið
semjur á flestum økjum
saman
við
Sjálvstýris-
flokkinum!
Góðu fólkafloksfólk og
annars øll borgarliga sinnað
sjálvstýrisfólk! Eg veit, at
summi av tykkum halda, at
Fólkaflokkurin hevur verið
ov lunkaður í sjálvstýris-
málinum. Hann meldar
kanska ikki so klárt út og
rópar kanska ikki so hart
sum Tjóðveldisflokkurin!
Minnist kortini til, nú tit
fara á val, at tað er undir
fólkafloksleiðslu, at hesi
størstu stig á sjálvstýrisleið
eru tikin. Eg skal einki taka
frá hinum samgonguflokk-
unum, men eg kenni meg
sannførdan um, at eingin
annar enn Anfinn Kallsberg
hevði megnað hetta!
Farið tí á val og gevið
løgmanni og Fólkaflokk-
inum eitt herðaklapp. Tað
er alneyðugt, um stígur ikki
skal koma í sjálvstýris-
tilgongdina!
Gevið løgmanni eitt herðaklapp!!
Elisabeth Joensen
(Betta)
valevni Sambandsfloksins
Tíverri hevur Sambands-
flokkurin ikki fingið ser-
liga stóra undirtøku í
Norðoyggjum í mong ár.
Tað merkir ikki, at
meginparturin av norðoy-
ingum ynskja fullveldi ella
loysing. Mín fatan er, at
fólkið
her
ynskir
ein
hóvligan
sjálvstýrispoli-
tikk, har málsøki verða
yvirtikin, tá fíggjarligar
umstøður eru til tess, og
uttan at hetta gongur út yvir
vælferðina.
Teir flokkarnir, sum áður
umboðaðu henda hóvliga
sjálvstýrispolitikkin, vóru
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin.
Hesir
flokkar hava staðið sera
sterkir í Norðoyggjum.
Aftaná seinasta løgtings-
val broyttu hesir flokkarnir
kósina og gjørdist ramir
fullveldisflokkar. Teir fóru
niður til Danmarkar, saman
við Tjóveldisflokkinum, og
kravdu fullveldi her og nú,
og tá ið teir ikki fingu tað,
varð farið undir at fremja
yvirtøkur, sum í 2002 koma
at kosta okkum umleið 360
mill.krónur. Tað er eingin
loyna, at stórur partur av
veljarunum hjá Fólkaflokk-
inum og Sjálvstýrisflokk-
inum kenna seg sviknar.
Tað var ikki hetta tey høvdu
væntað.
Tað, ein ofta hoyrir frá
hesum hóvligu norðoying-
unum, er: Eg valdi Fólka-
flokkin, ella eg valdi Sjálv-
stýrisflokkin, men eg taki
ikki undir við fullveldis-
politikkinum.
Til hesar hóvligu borg-
arligu sjálvstýrisveljarar vil
eg siga: Tann politikkur,
sum tit kunnu taka undir
við, í verandi støðu, er
sambandspolitikkur. Ný-
skipanaruppskot
Sam-
bandsfloksins sigur millum
annað: "Øll mál - uttan
felags mál fyri ríkisfelags-
skapin - skulu kunna yvir-
takast." Felagsmálini eru:
Kongshúsið, grundlógin,
uttanríkismál,
verjumál,
gjaldoyra og rættarskip-
anin.
Eg fari tí at heita á
tykkum øll, sum ikki taka
undir við fullveldispolitikk-
inum, um at velja Sam-
bandsflokkin.
Til seinast fari eg at
venda mær til allar sam-
bandsveljarar,
sum
so
trúliga hava staði saman um
flokk okkara: Latið okkum
gera okkara besta til hetta
fólkatingsvalið.
Veljara-
kanningarnar geva okkum
eitt umboð á danating, men
sigurin er ikki vunnin, fyrr
enn seinasta atkvøðan er
tald.
Gott val øll somul.
Norðoyingar eru hóvligir !
Bárður Nielsen
Valevni fyri
sambandsflokkin
Vit hava seinastu trý árini
hoyrt um, at vit skulu hava
fullveldið og harvið gerast
eitt frælst fólk í okkara
egna landið. Tað bleiv lagt
út við, at vit skuldu ra-
tionaliserað okkara lands-
umsiting soleiðis at vit
fingu ráð til at skerja
blokkin, men tað fyrsta
hetta landstýrið gjørdi var
at økja um landsumsit-
ingina, hækkað blokkin og
enntá
tryggja
okkum
blokkin í trý ár fram, fyri
síðani at lækkað hann til
næsta ár tá nýtt landstýrið
tekur við.
Landsumsitingin er nú
nógv størri og dýrari enn
áðrenn hetta landstýrið
kom til, men almanna- og
sjúkrahúsverkið hava ikki
merkt til øktu peninganýtsl-
una. Nógvir pengar eru
brúktir til at gera kanningar
og "óheftar" frágreiðingar
um hvussu støðan verður,
um vit fáa fullveldi. Og um
ein dittar sær, at nevna
okkurt úr hesum frágreið-
ingum, sum ikki ljóða so
gott í fullveldisoyrum, ja,
so er tað ein miskiljing ella
beinleiðis
ósætt.
Men
tíbetur er Føroya fólk meir
rótfast enn so, at hesar
frágreiðingar saman við
miskiljingunum hava ikki
tikið tey av fótum.
Um vit framhaldandi
vilja verða eitt frælst fólk er
loysnin, at verða verandi í
ríkisfelagskapinum, men
sjálvandi skulu broytingar
gerast, dagføringar skullu
til í einum og hvørjum
landið, eisini hjá okkum.
Verið við til at tryggja
vælferðina - veljið sam-
bandsflokkin, lista B
FÓLKATINGSVALIÐ 2001
Tveir
tómar
stólar í
fólka-
tinginum?
Jákup Fróði
Djurhuus
Valevni
Sambandsfloksins
- Ella tvey virðilig
umboð,
sum
eru
har!!!!
Danir undrast. Tað
standa
tveir
tómir
stólar í fólkatinginum
meginpartin av árin-
um.Har skuldi tveir
vælupplagdir føringar
siti og fylgt við. Men
teir eru ikki har. Eru
ikki til arbeiðis. Hevur
tann persónur á tínum
lista sum tú ætlar tær
at velja, melda nóg
greitt út fyri tær, at
hann ætlar at røkja
starvið sum eitt full-
tíðarstarv, og siga øll
onnur størv frá sær??
Lat tað vera av-
gerandi fyri, hvønn í tú
setir krossin fyri
Týsdagin á tínum lista.
Gott Sambandsval
Jóannes Eidesgaard
floksformaður og
fólkatingsmaður
Nú syngur so hetta stutta
valstríðið upp á seinasta
ørindi. Nógv orð eru søgd,
og nógv orð eru skrivaði,
men týsdagin eigur veljarin
endaliga
og
avgerandi
orðið. Tá tiga vit politikk-
arar fyri einaferð skyld. Vit
lata røðarapallar, mikro-
fonir, telefonir, upptøkutól
og teldur fáa frið, tí hesin
dagur er ikki okkara. Hetta
er fólksins dagur burturav.
Hetta er dagurin, tá fólkið
fær orðið, og tí er ein val-
dagur ein hátíðardagur í
okkara demokratisku skip-
an.
Men samstundis er val-
dagurin eisini ein ábyrgd-
ardagur. Tí júst henda dag
tekur veljarin nakrar av-
gerðir, sum kunnu fáa
avleiðingar fyri okkum øll.
Og tí er tað so umráðandi,
at vit brúka henda okkara
rætt við ábyrgd. At vit ikki
lata okkum tøla av nøkrum,
sum í løtuni rørist í luftini,
men taka avgerðina um
valið við kjølfesti í okkara
virðing fyri okkara med-
menniskjum og í virðing
fyri tí samfelag, vit øll
skulu liva í.
Politikkur er koma hvørj-
um øðrum við. Politikkur
snýr seg um umsorgan fyri
hinum. Politikkur snýr seg
menniskjur.
Tí er tað eisini umráð-
andi, at vit valdagin hava
orku og vilja til eisini at
hugsa um hini. At vit ikki
lata valdagin verða dagin
fyri sjálvsøkni. At vit ikki
lata valdagin verða dagin
við "smartum idéum. Men
at valdagurin er dagurin,
har vit koma hvørjum øðr-
um við. At vit seta krossin
soleiðis, at hann ikki bert
kemur okkum sjálvum til
góðar, men at hann so vítt
gjørligt kemur allari fjøld-
ini til góðar.
Góði veljari.
Javnaðarflokkurin hevur
nú borið sín boðskap fram,
og vit hava gjørt hetta opið
og erligt. Hann kemur at
seta stór krøv til okkara
politiska arbeiðsdag, men
vit vilja fremja henda
politikk, tí vit meta hann at
vera tann rætta, og tí vit
vita, at eingin annar flokkur
tekur sær av hesum málum
á sama hátt. Men sterkari
vit eru tess meira orku og
eldhuga fara vit at leggja í
henda arbeiðssetning. Men
styrkina fáa vit ikki frá
okkum sjálvum, men bert
frá teimum veljarunum,
sum vísa okkum álit.
Sjálvandi er avgerðin tín,
men vit kunnu tó vissa teg
um eitt, og tað er, at vit ikki
svíkja tað álit, okkum
verður víst.
Gott val komandi týsdag
Jógvan Sundstein
Valevni Fólkafloksins
Tveir dreingir byrjaðu í
skúlanum samstundis, sjey
ára gamlir. Teir vóru bæði
raskir og fittir og vóru
evnagóðir. Annar æt Áki og
hin æt Bárður. Páparnir
báðir vóru fíggjarliga væl
fyri. Teir høvdu ikki egið
virki, men høvdu báðir gott
og vællønt starv.
Sum dreingirnir vuksu til
vísti tað seg, at Áki var væl
vandur heimanífrá. Hann
var røkin, var ikki oyðslutur
við lummapengum og í
dagliga umganginum við
flokksfelagar og aðrar vinir
var hann hjálpsamur, blíður
og fryntligur. Hann gjørdist
tí eisini væl lýddur millum
fólk. Pápin hevði ikki
stórvegis trupulleikar av
honum,
heldur
ikki
fíggjarliga. So leingi hann
var ómyndugur rindaði
hann sjálvandi fyri hansara
uppihald. Men skjótt vísti
tað seg, at Áki gjørdist
sjálvbjargin. Hann byrjaði
tíðliga at arbeiða, eisini
meðan hann nam sær víðari
útbúgving. Rættiliga ungur
fekk hann gott starv, og
hann kláraði seg væl fyri
sína løn. Tá ið hann giftist
og bygdi hús fekk hann
størri fíggjarligar skyldur,
men
hann
og
konan
arbeiddu bert nakað meir
og royndu alla tíðina at
klára seg sjálvi uttan at
liggja
foreldrunum
til
byrðu.
Eitt sindur ørðvísi gekst
hjá Bárði. Hann vísti tíðliga
lyndi at skáka sær undan
ábyrgd. Hann vildi gjarna
gera seg væl kendan hjá
vinum
sínum
við
at
"traktera". Pápin forkelaði
hann, og hvørja ferð á stóð
gav pápin honum pening.
Sum tíðin gekk og hann
vaks til gjørdist hesar
upphæddir størri og størri.
Hóast pápin við hvørt helt,
at tað var ov nógv av tí
góða, lat hann seg altíð
yvirtala at veita fíggjar-
ligan styrk til sonin, sjálvt
um hann sá, at peningurin
ikki altíð fór til tað mest
nyttuga. Bárður royndi
eisini at útbúgva seg, men
burtursæð frá almennum
stuðli livdi hann bert av
babbasa hjálp. Tað kom
honum ikki til hugs at
royna at klára seg sjálvan.
Verri var, tá hann fekk
starv. Hann kundi ikki klára
seg við lønina, og í heilum
kom hann til pápan at biðja
um styrk. Til síðst gjørdu
teir avtalu um, at hann
hvønn mánað skuldi fáa
eina ávísa, rættiliga stóra,
upphædd frá pápanum,
umframt sína løn. Eisini
Bárður giftist. Men tá ið nú
fíggjarligu
skyldurnar
gjørdist størru, legði hann
ikki doyðin á at arbeiða
meira. Nei hann fór aftur til
pápan og bað um meira
styrk. Sum vaksin gjørdist
hann meir og meir ein
babbasa drongur.
Men eina ferð varð heilt
galið. Lønandi arbeiði hjá
Bárði minkaði og hann
vildi hava meira styrk frá
gamla. Men nú helt pápin
vera nóg mikið. Hann
stongdi allar bankakonti hjá
soninum. So nú stóð heilt í
botni. Men Bárður tók seg
nú saman eina tíð, og tað
fór at ganga framá. Hann
forvann rættiliga nógv hesa
tíðina og kom aftur á føtur.
Pápin helt, at nú átti fasti
mánaðarligi stuðulin frá
honum at kunna minka.
Pápin var heldur ikki ungur
longur. Men tá gjørdist
Bárður ræðslusligin. Hann
hevði alt sítt lív fingið
vaksandi stuðul frá pápan-
um. Sjálvt um hann ikki
longur hevði brúk fyri
honum, kundi hann ikki
hugsa sær at slept honum.
Hann bønaði og bað tí um,
at stuðulin mátti halda
fram. Hann vitsti, at hann
ongatíð aftaná myndinga
aldur
átti
at
liva
av
pápanum, men nú hevði
hann vant seg til tað, og fyri
hann var lívið í veru-
leikanum spilt, tí hann kom
ongatíð at standa á egnum
beinum, heldur ikki tá hann
var fíggjarliga væl fyri. Tað
gjørdist ein spurningur um
hugburð og ábyrgd. Ikki
um fíggjarliga førið.
Hetta kom mær til hugs,
tá eg frætti, at 52 % av
føroyingum framvegis eru í
móti at minka um danska
blokkstuðulin.
Valdagurin ein ábyrgdardagur
Fullveldi
Babba, kanst tú gjalda
C
M
Y
K
17
16