Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 223 - 17. november 2001 Nr. 223 - 17. november 2001 19 Atli Hansen valevni fyri Sambandsflokkin Í Gøtu hava vit eina anektdotu um tveir eldri menn, sum fyri langt síðan eru farnir í Harrans hendur. Eitt stutt orðaskifti teirra millum skal hava ljóðað nøkulunda soleiðis: Maður 1: Í 1906 segði tú, at tú vart sambandsmaður Maður 2: Tað havi eg ongantíð sagt Maður 1: Hví segði tú tað tá, tá íð tú ongantíð hevur sagt tað. Hetta stutta orðaskifti er ofta runnið mær til hugs undir hesi samgonguni og seinast tá íð Høgni Hoydal undir viðgerðini av yvir- tøkulógini frá Løgtingsins røðarapalli skírdi allar sambandsmenn og javn- aðarmenn fyri agentar, sum fingu pening úr Danmørk. Fundurin varð útvarpaður, so allir føroyingar kundu fylgja við. Tá íð tinglimir við Jóanesi Eidesgaard á odda løgdu eftir Høgna fyri at siga so illavorði, segði Høgni bara, at hetta hevði hann ongantíð sagt og frábeyð sær fornermaður at fáa orð løgd í munnin, sum hann ikki hevði sagt. Gøtumaðurin hevði ong- an møguleika fyri at spola nakað band aftur til 1906, men hetta kunnu bæðið samgongan og Høgni Hoydal gera og finna út av, hvussu ofta teir hava lovað føroyingum okkurt í hesum valskeiði - frá fólkaatkvøð- um til fólkapensiónir og ellisheim - fyri so at ganga frá givnum lyftum. Slíkar orðloysingar ella hvat teir nú kunnu eita ber ikki til hjá føroyingum at senda á ting. Eitt føroyskt fólkatings- umboð má hava álit frá øllum føroyingum. Sambandsflokkurin stendur við síni lyftir um m.a. at arbeiða fyri at var- ðveita ríkisfelagsskapin, at verja tað persónliga frælsi, at verja okkara vælferð- arsamfelag og at verja okkara ríkisborgarararætt- indir. Veljið tí Sambandsflokk- in 20. nov. 2001. Gott val Jógvan Arge valevni tjóðveldisfloksins til fólkatingið Tann tvørrandi viljin til at tala sak føroyinga á dana- tingi hevur verið ein meinbogi í føroyska full- veldisstríðnum. Vegna vantandi støðufesti og sjálvsvirðing hava føroysku fólkatingsrøddirnar ikki viljað sagt tað, sum sjálv- sagt er. Við eini tjóðveldisrødd á fólkatingi fáa føroyingar vissu fyri, at vend kemur í. Tjóðveldisrøddin fer at tala greitt fyri føroyska sjálv- stýriskravinum. Og hon fer at tala sakliga og siðiliga. Føroyska tjóðin kemur ikki úr stað, um Føroyar og Danmark ikki fara at samstarva á jøvnum føti. Føroyskur politikkur hevur í 100 ár verið ein enda- leysur innanhýsis bardagi, sum ongan veg hevur ført. Vit harmast øll um, at so illa skal bera til at hava felags stev. Men hetta kann broytast, um Føroyar gerast sjálv- støðugar. Tá hvørvur køv- andi klandrið um danska harradømið og donsku pengarnar í Føroyum. Tá verður høvuðsendamálið við føroyskum politikki framburður og vælferð øllum føroyingum at gagni. Hetta er eitt sjálvsagt og virðiligt mál. Valið týsdagin er tí ein- falt. Ein fræls tjóðveldis- rødd má veljast á fólkating. Alt dupultspæl má halda uppat. Øll uppílegging í danskan politikk má steðga. Sosialdemokratisk- ur vinskapur og konservativ hálsfevning á fólkatingi tæna okkum ikki . Bara ein flokkur er trygdin fyri, at røttu orðini verða søgd á røttum stað, og at ikki verður vikið frá sjálvsøgdum krøvum og rættindum. Tað er tjóð- veldisflokkurin. Farið tí manssterk á val týsdagin og setið X við Lista E. FÓLKATINGSVALIÐ 2001 Gunnvá Mortensen Valevni Javnaðarfloksins Politiska leiðin í løtuni hevur fokuserað so nógv uppá fullveldi, at vinstra høgra er vorðið burtur. Verandi støða merkir, at ein atkvøða fyri Tjóð- veldisflokkinum er ein atkvøða fyri Fólkafloks- politikki tá tað kemur til arbeiðsmarknaðin í Føroy- um. Vit kunnu bara hyggja at pensiónsmálinum. Hetta er stak harmiligt, tá hugsað verður um, at Tjóðveldis- flokkurin og Javnaðar- flokkurin hava søguligani sæð verið teir føroysku flokkarnir við tættast tilknýti til fakfeløgini. Eg vil staðiligani heita á fakfeløg og vinnulív um at umhugsa sína støðu sera gjølla uppundir hettar fólkatingsvalið. Fakfeløg, vinnulív og ikki minst handilslív hava felags áhugamál í hesum málin- um. Tað er naivt at halda, at ein búskaparligur niður- skurður á fíggjarlógini ikki fer at ávirka forbrúkið í samfelagnum. Verðin er í einum búskaparligum aldu- dali, og løgið skuldi verið, um hetta ikki eisini rakti Føroyar. Alivinnan er í trupul- leikum, rækjuflotin koyrir tungt og kostnaðurin av at umsita hettar landið er ov høgur. Óansæð hvussu leikur fer, so eru nýggjar vinnur, sosum oljuvinna, í besta føri framtíðar- musikkur. Hetta er ikki nøkur dómadagsprædika, men bert ein áminning um at skalka lúkurnar í før- oyska búskapinum og ikki trúgva uppá, at trøini veksa inn í himmalin. Menn vóru eftir mínum tykki í so grammir at skerja blokkin herfyri, tí hendan skerjing kann lætliga føra skattahækking og harvið minni peningaumfar í samfelagnum við teimum avleiðingum tað hevur. Vit mugu ikki enda í einari støðu, har vit ikki hava ráð til vælferðar- samfelagið, tí menn lupu í óðum verki, uttan at hyggja at búskaparliga barometr- inum og ikki minst uttan at lurta eftir fakfeløgunum. Javnaðarflokkurin vil virka fyri at lurta og gera semjur. Ein og hvør kann skapa ósemjur - ein semja krevur sín mann! Katrin Dahl Jacobsen Valevni Javnaðarfloksins Tjóðveldisflokkurin og løgmaður brúka sjálvsav- gerðarrættin í eini ræðu- kampagnu móti sínum egna fólki. Aftur og aftur verða vit dukað í høvdið, um vandan fyri at missa henda rætt, og at hann bara kann brúkast einaferð. Tí mugu vit eingi óráð taka fyri, siga tey. Tí bar ikki til at hava fólkaatkvøðu, siga tey sum undanførðslu Tí ber stutt sagt einki til í teirra hugaheimi, uttan so at tað far fylgjur fyri Føroyar fyri allar tíðir. Sjálvandi er hetta tvætl. Billa hesi sær inn, at tey kunnu gera av lagnu og skipanir fyri allar tíðir sjálvt fyri óføddar føroy- ingar, og at tey soleiðis ikki fara at hava møguleika at skipa síni viðurskifti? Sjálvt eftir, at hesir funda- mentalistar, sum borðreiða við sovorðnum tvætli, hava ligið undir grønutorvu í hundrað ár? Hetta er valds- misnýtsla og manipulatión av grovasta slag! Hvat skuldu vit brúkt fólkaræði og fólkavilja til, um teir høvdu rætt? Fundamentalistar á Fólkating. Føroyar hava sjálvsav- gerðarrætt av fremsta slag, og hann kann ikki missast, uttan at tað fólkið ella tað landið, sum hava hann forfarast onkursvegna. Hetta tí, at vit fata okkum sjálvi sum eitt land og eitt fólk. Til ber at taka loysing, fara úr og uppí ymisk samveldi fleiri ferðir og enntá vera í hóslagi við fleiri í senn, undir einari grundlóg ella hvør síni grundlóg. Hevði samgongan brúkt líka nógva tíð og orku at gera tað liviligt fyri øll í Føroyum, eisini tey, sum hava hjálp fyri neyðini, kundu vit skírt tey national. Verða tað sovorðnar fundamentalistiskar røddir, sum fara at umboða okkum á fólkatingi, verða møgu- leikarnir hjá Føroyum skerdir samsvarandi teirra skerdu hugsjón og politisku ómegd. Eitt javnaðarumboð fer á Fólkating at finna tað møguliga og ikki dyrka tað ómøguliga. Ein og hvør kann skapa ósemjur - ein semja krevur sín mann! Tjóðveldisflokkurin og løgmaður hava misskilt sjálvsavgerðarrættin Manssterk á val Sambandsflokkin veit man, hvar man hevur J AV N A Ð A R F L O K K U R I N SAMSTARV OG LOYSNIR C M Y K 19 18