leygardagur 17. november 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 223 • leygardagur • 17. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Revsaður fyri at flenna at Mao
- Í Kina ræður um at kenna røttu fólkini, skalt tú
avgreiða eitthvørt, og ikki minst, um tú kemur tær í
trupulleikar, sigur Xioabin Zhang, matstovueigari.
Saman við føroysku konu síni, Lindu, og teirra fýra
børnum, býr hann í Havn, har tey reka matstovuna
Nantong
Lesið á síðu 4 og 5
LESIHUGUR
Ingrid Bjarnastein
Trímenningarnir Bergur
Dam, 11 ár úr Havn, og
Sigrið Dalsgarð, 11 ár av
Velbastað, eru tvey, sum
longu hava tryggjað sær
pláss til sýningarnar av
Harry Potter.
Filmurin »Harry Potter
og vitramannasteinurin«
varð frumframsýndur í
USA og teimum stóru bý-
unum í Evropa í gjár, men
í Danmark, Føroyum og
øðrum smærri londum í
Evropa verður hann ikki
frumframsýndur fyrr enn
fríggjadagin 23. november.
Graml hevur verið um,
at filmurin fór at hava ald-
ursmark í Føroyum. Í
Havnar Bio verður sagt, at
aldursmarkið verður antin
7 ella 12 ár, men hetta er
ikki fastlagt enn.
Men hvat so við Bergi
og Sigrið um filmurin fær
12 ára aldursmark?
– Vit sleppa inn hóast
alt, tí mamma kemur við,
siga tey bæði við einum
smíli.
– Eg giti, at hesin fyrsti
filmurin fer at vera tann
besti, og tann, sum fer at
fáa mest pening, sigur
Bergur.
Skrivaðar eru sjey bøkur
um Harry Potter. Fýra av
teimum eru umsettar til
danskt, meðan enn eru bert
tvær umsettar til føroyskt.
Triðja føroyska umsetingin
kemur tann 23. november
– sama dag sum frumfram-
sýningin av filminum.
Bergur og Sigrið hava
bæði lisið fýra bøkur um
Harry Potter. Sigrið lesur
allar bøkurnar á donskum,
meðan Bergur lesur tær
bæði á føroyskum, donsk-
um og enskum.
Hvør er so
Harry Potter?
– Harry Potter er ein
gandakallur, sum er 11 ár í
tí fyrstu bókini. Síðani
verður hann eitt ár eldri
fyri hvørja bók, greiða tey
frá.
– Hann fer á ein ganda-
skúla í 5. flokki. Tað er ein
gandaskúli fyri galdraskap.
Hann er ikki ein vanligur
gandakallur, tí hann hevur
gjørt soleiðis, at tann
størsti gandakallurin fyri
svørtum gandi er fallin.
Men hvat er tað, sum
ger, at Harry Potter fær
fleiri 1000 børn kring
heimin at sita still og stara
í eina bók?
– Harry ger tað, sum
man ikki sleppur, fortelja
trímenningarnir víðari.
– Hann brýtur reglar, og
hetta ger, at tú verður
spentur sjálvur. Harry er
spennandi og ger nógv
spennandi ting. Til dømis
tosar hann við slangur.
Bergur og Sigrið lýsa
Harry Potter sum: fittan,
ymiskt dámdan av ganda-
kallum, hevur fólk, sum
dámar hann væl. Hann
hevur rundar brillur og
myrkagrøn eygu. Um man
klippur alt hárið av honum,
so er tað vaksið útaftur
dagin eftir.
Yvir 1700 síður
Spurd um, hvør bókin er
tann besta, svara bæði, at
tað ber als ikki til at av-
gera.
– Tær eru allar á hvør
sín hátt, siga tey.
– Í tí fyrstu brýtur hann
flest reglar, í tí næstu har
kennir tú tað sum um, tú
ert Harry Potter, í tí triðju
fært tú mest at vita um
hann, og í tí fjórðu er tað
mest um Voldemort.
Tað er ikki bara sum at
siga tað, at fara í holt við
eina Harry Potter bók.
Tvær tær fyrstu eru meiri
enn 300 síður, tann triðja
er umleið 400 og fjórða
bókin telur nærum 700 síð-
ur.
Hetta vil so siga, at til-
samans hava tey lisið yvir
1700 síður um Harry Pott-
er.
– Eg havi bara lisið bøk-
urnar einaferð, sigur Sig-
rið.
– Eg fekk ta fyrstu
Harry Potter bókina í febr-
uar 1999, men eg byrjaði
ikki at lesa hana fyrr enn í
september sama ár, tí tá
hoyrdi eg onnur fortelja,
hvussu spennandi tær
vóru.
Hinvegin hevur Bergur
lisið sínar Harry Potter
bøkur fleiri ferðir.
– Fimta Harry Potter
bókin kemur ikki fyrr enn í
februar mánaða næsta ár,
so eg lesi tær umaftur
meðan eg bíði.
Bergur og Sigrið gleða
seg ógvuliga nógv til film-
in, og hava tey tryggjað
sær tey bestu plássini, tá
filmurin kemur – aftast,
mitt fyri.
Niðurteljingin er byrjað:
6 dagar til Harry Potter
Bøkurnar um Harry Potter hava bergtikið børn um allan heim. Eisini í Føroyum hava børn fingið blóð uppá tonnina,
hvat Harry Potter viðvíkur. Um seks dagar verður filmurin “Harry Potter og vitramannasteinurin” frumframsýndur í
Havnar Bio, og fyrr í vikuni vóru longu meiri enn 100 atgongumerki seld í forsølu
- Harry Potter ger tað, sum man ikki sleppur, brýtur
reglar, og hetta ger, at tú verður spentur sjálvur, siga
Sigrið Dalsgarð og Bergur Dam, bæði 11 ár.
Mynd: Álvur Haraldsen
20
Nr. 223 - 17. november 2001
Javnaðarflokkurin vil samstarv og
loysnir. Broytingar eru neyðugar.
Fólkið vil broytingar, men ikki kvetta
á stokkinum. Og júst hetta er støðan
hjá Javnaðarflokkinum.
Loysingarætlanin
hjá
Tjóðveldis-
flokkinum er koyrd føst. Tað var stív-
rendi afturhaldspolitikkurin hjá Sam-
bandsflokkinum, sum var orsøkin til,
at loysingarætlanin yvirhøvur kom í
eyga.
Nú uppundir fólkatingsvalið heldur
Sambandsflokkurin fram við sínum
afturhaldspolitikki
og
Tjóðveldis-
flokkurin við sínum konfrontatións-
politikki.
Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkin
er einasti møguleikin at vinna eina
veruliga, virðiliga og varandi loysn á
ríkisrættarspurninginum. Pólarnir í
sjálvstýrisspurninginum, Tjóðveldis-
flokkurin
og
Sambandsflokkurin,
fara ongantíð at megna at fáa eina
breiða undirtøku fyri teirra loysn.
Tað var ein fundur millum føroyska
og danska Javnaðarflokkin, sum
legði grundina undir úrslitið av
bankaavtaluni millum Føroya Lands-
stýri og donsku stjórnina
Bankaavtaluna frá 10. juni 1998 var
eitt beinleiðis úrslit av fundi, sum
Jóannes
Eidesgaard
og
Marita
Petersen høvdu við leiðsluna í
danska Javnaðarflokkinum 19. mars
1998, beint eftir fólkatingsvalið.
Á hesum fundi gjørdu føroysku
umboðini greitt, at vit høvdu møgu-
leika at fella stjórnina, vildi hon ikki
gera eina avtalu um endurgjald fyri
bankamálið og finna eina virðiliga
loysn á skuldarspurninginum millum
Føroyar og Danmark. Úrslitið av
hesum fundi var, at Poul Nyrup
Rasmussen gav lyfti um, at danska
stjórnin »snarest muligt vil være
rede til at forhandle en løsning på
banksagen med kompensation til
Færøerne«, og »at den danske reger-
ing i de kommende forhandlinger vil
bestræbe sig på at finde frem til en
aftale om gældsafviklingen, der
tager hensyn til det færøske sam-
funds bærekraft og befolkingens
velfærd«.
Tað var tískil Javnaðarflokkurin – og
hvørki samgongan hjá Anfinni Kalls-
berg ella fólkatingsmaðurin hjá
Fólkaflokkinum – sum tryggjaði Før-
oyum góðu bankaavtaluna. Javn-
aðarflokkurin fekk bankaavtaluna
undir land, og eftir var bert hjá
Anfinni Kallsberg at skriva undir.
Bankakanningin var sakliga doku-
mentatiónin fyri at fáa endurgjald.
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin
atkvøddu ímóti hesi kanning. Teir
vildu heldur hava eina dómara-
kanning, sum ikki hevði verið gjøgn-
umførd.
Tað er tí løgið, at Tjóðveldisflokkurin
og Fólkaflokkurin taka sær heiðurin
av hesi góðu loysnini.
Javnaðarflokkurin
tryggjaði bankaavtaluna
Fólkið vil broytingar
C
M
Y
K
20