Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 223 - 17. november 2000 3 23 Níggju stuttsøgur eru í hesum savninum. Einasta søgan, eg við nøkulunda vissu kann tíðarfesta, er Angels Place, ið er stendur fremst í savninum. Hon vann stuttsøgukappingina, ið Listasamband Føroya skipaði fyri í vár. Summi lúgvast tíðliga Pílagrímar hevur ikki heit- ið eftir nakrari av søgunum í bókini, so hesin tittulin er heldur at lesa sum onkur sambinding av temunum í teimum ymsu søgunum. Í vanligari merking er ein pílagrímur ein persónur, ið er á ferð móti onkrum heilagum staði, eitt nú Róm ella Mekka. Orðið er tó kanska eins vanligt í fluttum týdningi, har mannalívið verður fatað sum ein pílagrímsferð. Tey flestu munnu komast við mætu allegoriina Pilgrim´s Progress (1678) eftir John Bunyan. Ein av pílagrímunum er Lott, høvuðspersónurin í Angels Place. Hon er end- að í stórbýnum, har hon vinnur til føðina við at arb- eiða sum skøkja. Sum stór smágenta varð hon neyð- tikin av beiggja sínum, og hon gongur dagliga til sálarlækna. Vit hitta hana á eini café, har hon, millum møguligar kundar, situr og droymir um at fáa sína egnu klinikk einaferð – sítt Angels Place, ið annars er hølið hjá rokkaraharkalið- num í býnum. »Veruleikin, visti hon, var altíð gráur og óromantiskur. Men hon elskaði ynskidreymar, og onkuntíð hugsaði hon sær, at dreingirnir í húsinum við veingjamerkinum vóru pílagrímar, einsligar sálir sum hon sjálv, villar, vilst- ar, leitandi eftir onkrum fjarum herbergi, sum ikki var av hesum heimi«. (s. 15) Hennara Angels Place verður heldur ikki av hes- um heimi, tí tilhúsaftur- komin stoytir hon eitt glas av doyvandi tablettum í seg og leggur seg bara at bíða til tann endaligi svøvnurin tekur hana. Hetta var ein heldur óvæntaður endi – sum tó ikki er so sjáldsamt í stuttsøgum – men søgan er í fleiri fláum, og tann retrospektivi frásøguháttur- in við lopum aftur í barn- dómin setur upp mótsetn- ingar, sum í síðstu atløgu júst mugu føra til ein slík- an enda. »Summi lúgvast tíðliga og leggjast fyri..« stendur í eini kendari føroyskari yrking. Soleiðis er tað eis- ini við fleiri av pílagrím- unum í hesi bókini. Á ymsan hátt eru teir endaðir uttanfyri tilhaldið, kanska á lívsins botni, sum eitt nú tann mentaði Fritz Fried- rich í søguni Rovfuglurin. Teir fara »út um ringveg- in« sum Stefan í søguni av sama navni, og leita inn í tann psykedeliska rúsin. Ella teir fáa allan býin ímóti sær, sum Julian Ziska í søguni Dintilsdag- ar, og enda í einsemi. Og summi gerast sinnisjúk. Kærleikin, ella kynslív- ið, kemur ofta til sjóndar í avskeplaðum líki, so sum blóðskemd, pedofili ella neyðtøku. Ella í sviki og sjalusi. Har eitt sindur av lukku sær út til at vera, sum í Gestir hjá feigum ella Tann hvíti maðurin, lúrir altíð eitthvørt mein- hugað, ið vil forkoma hesi somu lukku. Mentaði heimsborgarin Eg nevndi tann retrospekt- iva frásøguháttin. Hanus brúkar hann meira og minni konsekvent í hesum søgunum. Byrjan og endi standa sum karmur um søguna, og onkur kann minna um eina kinesiska eskju, har eitt afturlítandi brot verður lagt inn í eitt annað. Hendinga ferð kann hetta vera ørkymlandi, so lesarin kennir seg eitt sind- ur vilstan í frásøgnini. Hesar søgurnar eru ikki júst ætlaðar til dagdvølju. Stílurin hjá Hanusi setir rættiliga stór krøv til lesar- an. Her hugsi eg ikki bara um tær drúgvu inntonktu høvundsviðmerkingarnar við setningum, ið ofta strekkja seg yvir fleiri regl- ur. Helst skalt tú eisini kenna klassikararnar og nakað væl afturat. Í heilum verður sipað til høvundar, bókmentaverk ella fyri- brigdi úr fornari mentan og søgu, og við tað, at høv- undurin stundum ger ov mikið av at nýta saman- burðir, kunnu hesar tilsip- ingar kennast heldur priv- atar. Um Fritz í søguni Rovfuglurin verður t.d. sagt, at hann var »ikki ólíkur myndum, eg havi sæð av Walther Benja- min«. Og um Margareth í Út um ringvegin fáa vit at vita, at hon líktist Nefer- tite. Kanska hetta gevur eina aha-uppliving hjá onkrum, men eg hugsi, tey allarfægstu munnu vita, at Nefertite var ein egypta- drotning, ið doyði 1354 f.Kr., og hvørs andlitsmynd verður framsýnd á tí egypt- iska fornminnasavninum í Vestur-Berlin. Hesin »hámentaði« stíl- urin skorðar tó onkurs- vegna upp undir høvuðs- tematikkin í tí nógva av ritverkinum hjá Hanusi: mótsetningin millum tað mentaða/intellektuella menniskjað og »harðræði teirra óupplýstu«, sum hann hevur tikið til í onkr- ari grein. Høvuðspersónar- nir í søgunum hava aloftast eina mentanarliga kjøl- festu, ið veitir teimum tign, hóast teir ikki njóta virðing frá samfelagnum. Tignin gevur seg til kennar m.a. í ansi fyri náttúru, bókmentum og list, hollari vitan og innliti, sum í ein- um heimi av kúgan, líðing og deyða hevjar hesar per- sónar hátt yvir trong- skygni, heimføðiskap og kraddaralyndi. Janus gongur aftur Eg fái ikki, á einari blað- síðu, farið djúpari inn í lagnurnar hjá hesum lívs- ins pílagrímum. Hóast søg- urnar tematiskt eru nær skildar, so eru tær rættiliga ymiskar í evnavali, t.v.s tann ytri leikpallurin skiftir frá eini søgu til aðra. Í stórskornum sundurbýti kann hann vera sálarfrøði- ligur sum í Angels Place, søguligur sum í Tann hvíti maðurin, heimssøguligur sum í Gestir hjá feigum, dramakendur sum í For- tuna. Og hann kann eisini vera biografiskur sum í seinastu søguni Ein ónytt- ug stjørna. Her er tað Jan- us Djurhuus, skald, ið bók- staviliga gongur aftur. Sum kunnugt skrivaði Hanus ævigsøgu í trimum bindum um skaldið, og hendan søgan er ein skaldslig um- skriving og tulking av ein- um intermezzo, har Anna Djurhuus, seinni kona skaldsins var miðdepil. Hon er høvuðpersónurin í søguni. Nú er Hanus so farin undir ævisøguna um hitt Áarstovu-skaldið, Hans Andrias; so tað verður spennandi at vita, um vit aftur skulu bíða í 15 ár eft- ir skaldsligari prosu frá hansara hond. Hetta var ið hvussu er eitt kærkomið stuttsøgusavn, um tað ikki beinleiðis førir við sær eitt nýbrot í føroyskum bók- mentum. Vit mugu stað- festa, at høvundurin eftir- hondini hevur prógvað, at hann dugir at skriva stutt- søgur og kanska hevur funnið sítt herbergi. Skulu vit nú ikki seta okkum at bíða eftir skaldsøguni..? Á leitan eftir herberginum Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur nú um dagarnar givið út stuttsøgusavnið Pílagrímar eftir Hanus Kamban. Hetta er fjórða stuttsøgusavn høvundsins. Undir sínum gamla navni Hanus Andreassen gav hann á sama forlagi út Dóttir av Proteus (1980), Við tendraðum lyktum (1982) og Hotel Heyst (1986). Hanus Kamban: »Pílagrímar«, - Mentunargrunnur Studentafelagsins, - 131 bls. - Kostn.: 220,- kr. 2 Sosialurin Nr. 223 - 17. november 2000 C M Y K 22 FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Ungmannafelagið Skansa- stova í Havn var eitt sera virkið felag í sjeytiárun- um. Í oktober 1976 hevði Sosialurin hesi tíðindini frá Skansastovu: »Í døgunum 4. og 5. desember skipar fotodeild- in hjá ungmannafelagnum Skansastovu í Havn fyri almennari fotoframsýning í hølunum hjá Skansastovu á Kirkjuveg. Framsýnararnir koma samstundis at luttaka í ein- ari fotokapping undir heiti- num Kringumstøður (miljø). Hetta merkir, at teir lut- takandi framsýnararnir skulu senda inni miljø- kendar myndir, sigur for- maðurin í nevndini fyri fotodeild Skansastovu, Sveinur Thomassen. Dómaranevnd Fotodeildin hevur sett eina dómaranevnd til at velja út tær bestu myndirnar. Í nevndini sita Kalmar Lindenskov, Kári Petersen, Eyðun Joensen, Gunvør Hoydal og Ingálvur av Reyni. – Myndirnar skulu vera svart/hvítar, minsta stødd 18X24. Tær skulu sendast til fotodeild Skansastovu í seinasta lagi 20. november. Men hesum verður nærri greitt frá í lýsing í bløðun- um, sigur Sveinur Thomas- sen. 20 fólk til fotoítriv Sveinur Thomassen sigur, at tað hevur verið stórur áhugi fyri fotoarbeiði mill- um tey ungu, síðani Skansastova skipaði eina fotodeild. – Vit hava myrkakamar og aðra útgerð til at fram- kalla í og gera myndir í Skansastovu. Byrjað varð í vár, og royndin hevur eyd- nast so væl, at nú er rætti- lig gongd komin á hetta ítrivið, sum savnar eini 15- 20 fólk í Skansastovu, sig- ur Sveinur Thomassen. Hinir nevndarlimirnir í fotodeild Skansastovu eru Axel Haraldsen, Lis Han- sen, Nella Festirstein og Jórun Mortensen.« Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Aftur herjar valstríðið, nú føroyingar skulu velja um- boð inn á danating at tala Føroya søk. Spurningurin um loysing/samband - full- veldi ella ikki fullveldi - og okkara kollektiva skizo- freni hesum viðvíkjandi vísir seg aftur í fullum blóma - sum ikki einaferð. Í veruleikanum minnir kjakið fyri ella ímóti ríkis- felagskapinum ikki so lítið um kjakið fyri ella ímóti EU her niðri í Danmark, sum altíð tekur seg upp undan EU-valunum, uttan at eg vil samanlíkna hesi viðurskiftini annars, men argumentini eru ofta tey somu. Fullveldisfólkini vilja burtur úr ríkisfelag- skapinum av kærleika til land og fólk, tí tey meina at stovnsetingin av einum føroyskum fullveldi er einasti mátin at varðveita og menna føroysku tjóðina. Sambandsfólkini vilja verða verandi í ríkisfelagsskapinum av kærleika til land og fólk, tí tey meina, at hetta er tryggasti mátin at varðveita góð lívskor á klettunum og menningarmøguleikar í Føroyum. Soleiðis kunnu fólk halda so ymiskt um tað sama, meðan báðir partar í veruleikanum hava kær- leikan til Føroyaland sum drívmegi aftanfyri - hóast partarnir helst vilja vera ósamdir við mær í hesum, tí tí trúgva tey jú ikki um hin partin. Og kortini. Henda sterka tjóðskapar- kenslan knýtir jú føroyska fólkið saman - líkamikið hvussu ósamd vit eru innanhýsis - og ger okkum samstundis til eitt sameint fólk. Hóast vit kunnu vera nokkso ósamd, kunnu vit altíð savnast undir Merki- num og syngja okkara sorgblíðu sangir um elsk- aða móðurland okkara - øll við somu sannføring - í fel- agsskapi, við felags tjóð- skaparkenslu, felags rót, felags søgu. Tað er eisini hetta, sum ger okkum til eitt annað fólk enn danir. »Syd- danskere«, plaga danir at taka til um seg sjálvar, tá teir royna at vísa okkum, at teir síggja Føroyar sum ein líkaverdugan part av danska ríkinum, men sjálv- ir kundu føroyingar aldrin droymt um at brúkt eitt so- vorðið heiti. Skuldu vit so kallað okkum »centrum- danskere« ella »midt- danskere«? Einki kundi lig- ið okkum meira fjart. Og tað er hetta, sum nógvir danir tykjast at hava so ilt við at skilja. Í øllum førum teir, sum ongantíð hava stigið sín fót á klettarnar - og tað eru jú teir flestu. Tað er, sum um danir nærmast blíva smáfirtnir um, at (summir) føroyingar ikki síggja Føroyar sum ein part av danska ríkinum - hesum vælsignaða flata landi, sum danir jú elska eins høgt, sum vit elska Føroyaland. Danir fata tað, sum um vit ikki halda teir vera nóg góðar til okkum. Meðan føroyingarnir á sín- ari síðu eru smáfirtnir inn á danir, tí hví skulu teir forða fyri at føroyska tjóðin blív- ur altjóða viðurkend sum tjóð? Eru vit ikki nóg góð til at vera ein tjóð? Soleiðis hugsar hvør út frá sínum egna nalva. Báðir partar kenna seg misskildar og traðkaðan á tærnar av hinum. Úrslitið er, at vit grava eina størri grøv millum okkara, enn neyðugt er. Og tað, sum alt veruliga snýr seg um, verð- ur burturgloymt. Tað snýr seg slettis ikki um okkara viðurskifti við danir - um okkara ótakksemi og mót- vilja mótvegis dønum, sum nógvir danir uppfata tað. Nei, eingin føroyingur ynskir at kvetta øll bond av millum føroyingar og danir, sum vit hava havt so nógv samskifti við tey 600 árini, ríkisfelagskapurin hevur verið til. Allarflestu føroy- ingar hava eitt tætt og gott samband við Danmark - fullveldisfólk og sambands- fólk hvørt um annað - tí vit hava næstan øll familju og/ella vinir í Danmark. Men hetta sambandið ger okkum ikki til minni føroy- ingar - ella meir ein part av Danmark. Vit eru føroying- ar, serstøk tjóð undir øllum umstøðum - og júst tí er ikki rættiligt pláss fyri í nú- verandi ríkisfelagskaps- skipan, tí hon loyvir ikki viðurkenning av okkum sum tann tjóðin, vit jú eru langt inn í fólkasálina. Tað er hesum plássi, sum før- oysku fólkatingslimirnir eiga at fara niður at berjast fyri. Tí so leingi sum føroy- ingar ikki verða viðurkend- ir av øðrum sum tann tjóð- in, vit sjálvi kenna okkum sum, fer kollektiva skizo- freniin at trívast í Føroyum og eljustríðið millum okk- ara innanhýsis at halda á. Ein Volvo 144 fylti 30 í gjár Hann var fyrstur við Rituni í 1971. Og fyrstur við Teistanum í 2001. Og hann verður kanska eisini fyrstur gjøgnum undirsjóvartunnilin undir Skopunarfirði Kollektivt skizofreni FYRI 30 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Í gjár skrivaðu vit 16. nov- ember 2001. Fyri Brynjolv Jensen, tryggingarmann í Hoyvík, var hetta ein ser- ligur dagur, tí tá vórðu lið- in 30 ár síðani bilur hans- ara fyrstu ferð varð skrá- settur – í Føroyum. Tað var Petur Poulsen í Skopun, sum keypti bilin í 1971. Júst tá var nýggja strandfaraskipið, Ritan, farið í sigling, og var Volvo-bilurin tann fyrsti bilurin, sum varð fluttur við Rituni um Skopunar- fjørð. Brynjolvur Jensen keypti bilin fyri 10 árum síðani. Hann kendi væl bilin, sum ofta vitjaði í heimbygd Brynjolvs, Sumba. Eisini hevði Brynjolvur í síni tíð sum sýnsmaður á Bileftir- litinum ofta sýnað bilin. Brynjolvur hevur lagt stórt arbeiði í at seta bilin í uppruna stand aftur, og er hann á at líta sum tá hann var nýggjur. Uttan sum innan er bilurin grønur og hevur uppruna intrekk og teppi. Bilurin hevur bert koyrt 85.000 km øll hesi 30 árini – í miðal undir 3.000 um árið. Hóast merktur av aldri, so var bilurin ikki slitin. Í Føroyum var einki fel- ag fyri fólk, sum hava áhuga fyri at røkja og varðveita gamlar bilar, tá Brynjolvur keypti hendan bilin. Men bilurin hevur so verið við til at kveikt áhugan fyri felagnum Før- oya Elliskafør, sum Bryn- jolvur, saman við øðrum, stovnaði í 1992. Hann var tá, og er enn, formaður í felagnum. – Tað er nakað heilt ser- ligt at hava eitt ellisakfar, sum hevur sín uppruna í Føroyum, sigur Brynjolvur Jensen við blaðið hjá Før- oya Ellisakførum. Hann sigur, at hann ofta hevur hugsað sum so, at bilurin hjá sær ikki var eitt ellis- akfar. Men nú bilurin er farin um tey tríati, kann Brynjolvur stíga fram og vísa eitt upprunaligt før- oyskt ellisakfar. Svørtu Fø 51.548 nummarpláturnar skriva søgu saman við bili- num. Tá nýggja strandfara- skipið, Teistin, varð sett í sigling millum Gomlu Rætt og Skopun, beyð Strandferðslan Brynjolvi og Volvo-bilinum við. Aftur hesa ferð skrivaði hann søgu, tí hann var fyrsti bilur, Teistin flutti um Skopunarfjørð. Tað eru valla fleiri bilar í Føroyum, sum kunnu bjóða ferjunum av í livitíð. Brynjolvur heldur tó ikki, at bilurin um 30 ár aftur verður fyrstur við eini nýggjar Sandoyarferju: – Tá verður hann fyrstur gjøgnum undirsjóvartunn- ilin undir Skopunarfirði – á veg til Sumbiar, sigur Brynjolvur smílandi. Livst so spyrst… Elin Heinesen skrivar: Miljø í Skansastovu Fotodeildin skipar fyri almennari fotoframsýing í desember. – Stórur áhugi er fyri fotoítrivinum, sigur formaðurin í Fotodeild Skansastovu, Sveinur Thomassen Stórur áhugi er fyri fotoarbeiði í Skansastovu, segði Sveinur Thomassen við Sosialin í oktober 1976 Brynjolvur Jen- sen og Volvo- bilurin framm- an fyri Rituna á Bursatanga í Havn. Fyri 30 árum síðan varð bilurin, sum tann fyrsti heysaður, um- borð á Rituna og fluttur til Skopunar. Í gjár vóru 30 ár síð- ani, at bilurin varð skrásettur, og er hann sum nýggjur á at líta