leygardagur 17. november 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 223 - 17. november 2000
5
4
Sosialurin Nr. 223 - 17. november 2000
á eini kaffistovu, meðan eg
búði hjá familjuni, eg
hevði búð hjá sum skiftis-
studentur. Málið hevði eg
nærum gloymt og fór tí á
málskúla. Japanarnir, eg
kenni, duga ikki enskt, og
tí varð eg noydd at læra
meg japanskt. Tað er ikki
so ringt, í øllum førum
ikki verri enn tað er hjá út-
lendingum at læra føro-
yskt, sigur Linda, sum tos-
ar málið raðið.
Umfatandi
korrupsjón
Linda og Xiaobin búðu í
Japan í fýra ár.
- Japan er eitt deiligt
land, hóast tað ikki er so
framkomið, sum eg helt
frammanundan við teldum
og tøkni. Tað er væl meiri
primitivt enn vit hava hug
at halda. Vit hava mangan
umhugsað at fara aftur
hagar at búgva. Men síðani
vit hava fingið børn, er tað
verri at flyta. Skúlaskipan-
in í Japan er ógvuliga
nógv øðrvísi enn her. Har
er ógvuliga strangt og har
eru reglur fyri alt. Hóast
tað er kavi og kuldi, kunnu
børnini ikki ganga í heit-
um jakka og vøttum, tí tað
er bara loyvt ávísar dagar.
Tí verða hendurnar frost-
bitnar. Sum skiftisstudent-
ur hevði eg sersømdir, men
vanligu skúlabørnini í Jap-
an skulu ganga eftir regl-
unum, greiðir Linda frá.
Børnini hjá Xiaobin og
Lindu eru øll fødd í Føroy-
um. Tað kostar nevniliga
ikki minni enn 30.000
krónur at fara á sjúkrahús í
Japan at eiga. Eftir, at
Jamin varð føddur, fór
familjan til Kina at búgva í
eitt lítið ár, har Linda var
heima hjá børnunum.
- Ætlanin var, at vit
skuldu verða verandi í
Kina, men tað vóru nógv
viðurskifti mær ikki dámdi
og málið dugdi eg ógvu-
liga illa. Yiny lærdi tó mál-
ið eftir stutta tíð.
- Tað ræður um at kenna
røttu fólkini, skalt tú av-
greiða eitthvørt, fáa eina
tænastu og ikki minst, um
tú kemur tær í trupulleikar.
Har er ógvuliga korrupt.
Ymiskt óregluligt, rossa-
handlar og annað, verður
ongantíð kannað um tað
eru fólk, sum kenna tey
røttu fólkini, sum gera
hetta. Pengar verða goldnir
undir borðið fyri líkt og
ólíkt. Fólk, sum ikki kenna
fólk at heita á til slíkar
tænastur, eru væl verri
fyri, sigur Linda.
- Pápi mín kennir hægsta
løgreglumannin í býnum
og tí hava vit havt ávís
framíhjárættindi, leggur
Xiaobin afturat.
Gentur og dreingir
Kina hevur í nógv ár verð-
ið hartað av heimssamfel-
agnum fyri ikki at virða
mannarættindi. Brotsgerðir
verða revsaðar við avrætt-
ing uttan, at tann skuldsetti
kemur fyri ein dómstól.
- Sjálv havi eg sæð bilar
við fangum á veg til av-
rætting. Fangarnir sótu í
bolt og jarni í eini last, og
bilurin koyrdi runt í øllum
býnum fyri at øll skuldu
síggja teir. Síðani varð far-
ið á onkran vøll við nógv-
um áskoðarum, har øll
vórðu dripin. Tað var
ógvuliga óhugnaligt, sigur
Linda.
Avrætting hevur verið
púra vanlig í Kina, alt tað
Xioabin veit um.
- Eg hevði einki at sam-
anbera við, tí hugsaði eg
aldri um tað. Ikki fyrr enn
eg eri komin til Føroya eri
eg farin at øtast um, at
slíkt fer fram, sigur Xiao-
bin.
Fyri at tálma fólka-
vøkstrinum hava kinesarar
bert loyvi at eiga eitt barn,
og allir kinesarar ynskja
sær dreingjabørn. Fáa teir
fleiri børn verða teir revs-
aðir við eini bót, sum svar-
ar til eina ársløn.
- Tað er neyðugt at
steðga fólkavøkstrinum so
ella so, tí hann hevur jú
álvarsamar avleiðingar.
Allir kinesarar ynskja fleiri
børn, hóast tey flestu ikki
klára at breyðføða fleiri,
sigur Xioabin.
Sum ein avleiðing av
eittbarnspolitikkinum,
verða nógv gentubørn
blakað út á gøtuna, fyri-
beind ella latin inn á
barnaheim. Og nógv tær
flestu fosturtøkurnar, sum
verða framdar, eru gentur.
- Fær eitt par eina gentu,
gera tey alt fyri at fáa ein
drong eisini. Eisini um tey
eru noydd at krógva hann
fyri umheiminum og hann
ongantíð kemur fyri dags-
ljós. Dreingir taka sær av
sínum foreldrum, tá ið tey
verða gomul, meðan gent-
urnar verða giftar í aðrar
familjur.
- Tað einasta, ið munar,
er at fáa kinesarar at skilja,
at tað er týdningarmikið at
steðga fólkavøkstrinum.
Hetta kundi verið gjørt við
at givið teimum, sum bert
fáa eitt barn, serlig rætt-
indi og sømdir, sigur
Linda, sum leggur afturat,
at kinesarar hugdu við
stórum eygum eftir teirra
fýra børnum.
- Eg ivist ikki í, at tey
øvundaðu okkum at eiga
fýra børn.
Mentanarmunir
Stórur munur er á, hvussu
kinesarar og føroyingar
uppala síni børn. Hetta eru
bæði Xioabin og Linda
samd um.
- Í heimum, har pengar
eru, fáa børnini alt tey
peika á. Skúlin er ógvuliga
strangur og foreldrini
vænta ógvuliga nógv av
skúlagongdini hjá børnum
sínum. Skúladagurin er frá
átta á morgni til sjey á
kvøld. Børnini skulu gera
nógv við skúlan, og skulu
terpa fyri at klára seg væl,
sigur Xioabin.
Linda heldur ikki, at
kinesisk foreldur eru nógv
saman við børnum sínum.
- Børn hava einki at
siga, tey skulu bara tiga og
lurta eftir foreldrunum.
Hava einki at spæla við og
ganga bara og mæla. Hava
foreldrini tíð, so sleppa tey
til. Tað er altumráðandi, at
børnini klára seg væl í
skúlanum og at tey klára
seg væl í onkrum frítíðar-
ítrivi. Annars haldi eg ikki,
at foreldur har geva børn-
um sínum nøkur positiv
virði. Børnini hugsa nógv
um pengar og gera tey eitt-
hvørt gott sum eitt nú at
koma heim við einum góð-
um skoðsmáli úr skúla-
num, verða tey lønt í peng-
um. Eftir mínum tykki er
hetta ógvuliga ósunt.
Aftur í Kina
Familjan Zhang hevur júst
verið í Kina og vitjað í ein
mánað. Frástøðan er long.
Samanlagt tekur tað tjúgu
tímar hvønn vegin við
flogfari.
- Lítið er broytt síðani
vit vóru har fyri nøkrum
árum síðani. Vit eru komin
til Føroya fyri at verða,
men tað er gott at vitja í
Kina við jøvnum millum-
bilum, siga tey bæði.
Seinastu gott og væl
tvey árini hava Linda og
Xioabin átt og rikið mat-
stovuna Nantong, sum
liggur við Tinghúsvegin í
Havn. Har er úr at gera, og
Xioabin stendur sjálvur
við grýturnar hvønn dag.
Hann er sjálvlærdur í yrki-
num. Eitt skifti seinasta
summar var matstovan
stongd í tríggjar vikur, tí
Xioabin gjørdist sjúkur av
tuberklum. Linda og børn-
ini vórðu eisini smittað,
men gjørdust ikki sjúk.
- Vit stúrdu fyri avleið-
ingunum, tá ið tað frættist
millum fólk, at Xioabin
hevði tuberklar. Men vit
fingu bara góðynski og
matstovan er betur vitjað í
dag enn nakrantíð, siga tey
bæði at enda í viðtali.
VIÐTAL
Turið Kjølbro
Tey hittust í Japan fyri 10
árum síðani, Linda Gutte-
sen úr Vestmanna og Xiao-
bin Zhang úr milliónabý-
num Nantong í Kina. Og
seinastu fimm árini hava
tey búð í Føroyum saman
við børnunum Yiny, Jamin,
Jiya og Suli. Heima verður
tosað japanskt og føroyskt
hvørt um annað, og sum
vera man sløðist eitt sindur
av kinesiskum uppií.
Xiaobin Zhang er ein-
asti kinesarin, sum er fast-
búgvandi í Føroyum. Hon-
um dámar væl her, men
hevði ilt við at venja seg
við, at tað er ljóst allan
sólarringin um summarið.
- Eg sovnaði ikki, tí tað
var so ljóst, greiðir Xiao-
bin Zhang frá.
- Tað sum er mest hug-
takandi við føroyingum er,
at øll eru líka uttan mun
til, um tú ert ríkur ella fát-
ækur. Her er ógvuliga
friðarligt og trygt, og ein-
um nýtist ikki at verða
bangin fyri nøkrum.
Fátæksligt
Xiaobin Zhang er vaksin
upp hjá fastur síni og
ommuni og abbanum í
faðirætt. Mamman arb-
eiddi langt heimanifrá á
eini tekstilverksmiðju og
hevði tí lítið samband við
Xiaobin og bróðurin, sum
er átta ár yngri. Pápin var
flogskipari í kinesiska
herinum, var eitt nú flog-
skipari undir Koreakríg-
num, og hevur tí eisini
havt lítið samband við
familju sína.
- Fastur mín og omman
og abbin hava verið mín
næsta familja. Heldur ikki
í dag er sambandið gott.
Mamma hevur ikki lagt í
at fingið eitt gott samband
við okkum. Tá ið pápi arb-
eiddi í herinum, sendi
hann pengar heim til mat
og klæðir, men mamma
tók alt til sín sjálvs, sigur
Xiaobin.
Korini í barnaárunum
vóru fátækslig. Hann átti
bert eitt sett av klæðum og
tey vóru, minnist hann aft-
ur, altíð ófantalig.
- Vit áttu einki. Mat
fingu vit í felagskøkinum
eins og øll onnur, men tað
var ikki nóg mikið, tí
omma og abbi áttu ellivu
børn, og tá skal nógvur
matur til. Fyri at útvega
mat til øll børnini, seldi
abbi blóð.
- Abbi mín hevði áðrenn
eg varð føddur eitt høgt
starv á eini verksmiðju,
men so legði onkur hann
av órøttum undir at hava
tikið okkurt og at hann var
ein vánaligur maður. Hann
átti nógv træinnbúgv, sum
alt varð saðað sundur til
pinnabrenni, og smúkkur-
nar, sum omma átti, vórðu
tiknar. Alt, sum varð
goymt, varð funnið og
tikið. Tey mistu alt og
gjørdust ógvuliga fátæk,
sigur hann.
Men evnunum hjá Xioa-
bin bilti einki. Hann var
besti næmingur í skúla-
num, men av tí, at hann al-
tíð sá so vesalur út, dugdi
eingin at fáa eyga á hans-
ara framúr gávur til tað
bókliga.
Minnast Mao
Xiaobin Zhang vaks upp
seinast í mentanarkollvelt-
ingini. Tá ið hann gekk í
fyrsta flokki, doyði Mao.
- Allir næmingarnir
skuldu minnast Mao í tøgn
í tríggjar minuttir úti í
skúlagarðinum. Men eg
visti ikki, hvør Mao var, so
eg flenti í kíki. Børnini,
sum grótu og vístu sorg,
vórðu »góð børn«, men eg
og onnur, sum flentu,
vórðu koyrd inn í eitt
myrkt rúm í tríggjar tímar,
har vit skuldu angra tað,
vit høvdu gjørt. Tá ein
genta, sum ikki var heilt
rættsiktað, pettaði eina
mynd av Mao sundur, varð
hon álopin av øllum børn-
unum í skúlanum, sigur
Xiaobin Zhang.
Í heiminum hjá Xiaobin
var einki sjónvarp ella
útvarp.
- Vit hvørki hoyrdu ella
sóu nakað til Mao, og
politikkur varð ikki tikin
uppá tungu heima. Tá ið
pápi mín var heima segði
hann ikki frá nøkrum,
hann upplivdi í krígnum
ella í herinum. Hann hevði
týðiliga fingið nokk av
slíkum.
Tá ið mentanarkollvelt-
ingin slepti takið og Mao
doyði, gjørdist lívið eitt
sindur lættari, minnist
Xiaobin.
- Meðan Mao livdi
máttu øll ansa ógvuliga
væl eftir, hvat tey søgdu.
Eftir hann var deyður
gjørdist tað eitt sindur frí-
ari. Einstaklingar kundu tá
fáa sær eina fyritøku, tað
gjørdu nógv, millum annað
mín familja, sum fór at
framleiða handklæði at
selja. Men myndugleikar-
nir toldu kortini ikki, at tað
gjørdist ov frítt, og tí vóru
teir alla tíðina á varðhaldi.
Ávaraður
ímóti politikki
Eftir grundskúlan, sum tók
níggju ár, fór Xiaobin á
ítróttarstudentaskúla í trý
ár. Eisini har var hann ein
úrmælingur við besta
skoðsmáli og kundi velja
og vraka millum skúlarnar
hann síðani kundi fara á.
- Pápi mín royndi at
eggja mær til at fara á
onkran skúla, men eg
tímdi ikki á skúlabonk aft-
ur. Hann legði mær tó eina
við, at í politikk mátti eg
ikki fara. Sjálvur kundi
pápi mín verðið borgar-
stjóri, um hann legði í,
men hann vildi ikki.
Eftir studentaskúlatíðina
livdi Xiaobin eitt nakað
hart lív í eina tíð.
- Vinmenninir eg hevði
vóru ikki teir bestu, og eg
var javnan í bardaga. Pápi
mín stúrdi fyri, hvat hetta
fór at enda við, og tí sendi
hann meg til Japan. Har
kom eg at búgva hjá einum
systkinabarni. Fekk eitt
nýtt lív við nýggjum vin-
um, gekk í skúla og arb-
eiddi.
Og tað var á málskúla í
Japan, at Linda Guttesen
og Xiaobin Zhang hittust.
Sum sekstan ára gomul
hevði Linda verið skiftis-
studentur í Japan í eitt ár.
Henni dámdi so mikið væl,
at eftir at studentahúgvan
var komin á høvdið í Hoy-
dølum, fóru hon og systir-
in til Japan.
- Av tí, at vit ikki fingu
arbeiðsloyvi, fingu vit ikki
so góð arbeiði. Eg arbeiddi
Revsaður fyri at flenna at Mao
- Í Kina ræður um at kenna røttu fólkini, skalt tú avgreiða eitthvørt, og ikki minst, um tú kemur tær í trupulleikar. Pápi
mín kennir hægsta løgreglumannin í býnum og tí hava vit altíð havt framíhjárættindi, sigur Xioabin Zhang,
matstovueigari.
Saman við føroysku konu síni, Lindu, og teirra fýra børnum, býr hann í Havn, har tey reka matstovuna Nantong
Familjan hevur mangan umhugsað at fara aftur til Japan
at búgva. Har búðu tey í fýra ár. Men teimum dámar ikki
skúlaskipanina har. Hon er rættiliga nógv øðrvísi enn her.
Mynd: Jens Kristian Vang
- Tað er neyðugt at steðga
fólkavøkstrinum í Kina so
ella so, tí hann hevur jú
álvarsamar avleiðingar, sigur
Xioabin Zhang
Mynd: Jens Kristian Vang
»Allir næmingarnir skuldu minnast Mao í
tøgn í tríggjar minuttir úti í skúlagarðinum.
Men eg visti ikki, hvør Mao var, so eg flenti í
kíki. Børnini, sum grótu og vístu sorg, vórðu
»góð børn«, men eg og onnur, sum flentu,
vórðu koyrd inn í eitt myrkt rúm í tríggjar
tímar, har vit skuldu angra tað, vit høvdu
gjørt«