leygardagur 17. november 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 223 - 17. november 2000
7
27
pátrúgv, og at tað ikki ber
til at gera søguligar for-
sagnir hvørki á vísindalig-
an ella nakran annan skil-
bundnan hátt. Uppkastið
varð evnað til sum ritgerð í
1935 og er í dag kent undir
heitinum The Poverty of
Historicism.
Popper flutti seinni til
Onglands og er í dag gitin
sum ein tann mætasti
heimspekingurin í 20. øld.
Hansara høvuðsverk Tað
opna samfelagið og fígg-
indar tess er stutt síðani
komið út í danskari týðing.
Alan Turing
Tað verður ov drúgført her
at endurgeva sjónarmiðini
hjá Popper í staklutum.
Men ein av hansara próv-
grundum tykist sólarklár.
Av tí at lond eru bygd av
menniskjum, verður ein og
hvør søgugongd í stóran
mun treytað av menniskj-
ans tonkum og kenslum.
Men menniskjans vitska er
ikki kortløgd og variabl-
arnir fyri tilgongdini í
heilasynapsunum í fyrsta
lagi at kalla óendaligir og í
øðrum lagi, við tað at talan
er um smáalisfrøðilig
kvantlop, ikki spáandi um.
Sostatt er ein meginfor-
treyt fyri allari søgugongd
eitt ókent umráði, og søg-
an eitt dýpi, ikki bara, sum
skaldið tekur til, av dýrari
tíð, men av ógreinandi
hendingateggjum, sum
samfelagsfrøðingar ikki
grynna í, men sum bara
onkuntíð eitt skald, ein
Shakespeare, ein Yeats, ein
Mann megnar at hóma og
lýsa, ofta og best í parabl-
um og yvirsjónum.
Eitt skúladømi um,
hvussu fátæk tann vísinda-
liga forsagnarfrøðin er, er
lívsverkið hjá tí eingilska
støddfrøðinginum Alan
Turing. Hansara søga er
eisini eitt gott dømi um,
hvussu flogvitug skapan
verður til, og um hvørjar
treytir borgarin – í hesum
føri tað tvímoralska Ong-
land – býður sínum stór-
mennum.
Alan Turing varð føddur
í London tann 23. juni
1912. Í barnaskúlanum var
einki, sum bendi á, at hann
hevði sjáldsom evnir, hann
var smæðin og ófimur og
dugdi at kalla bara natúr-
frøði. Turing slapp í 1931
inn á King´s College i
Cambridge, har hann fór
undir at lesa støddfrøði.
Gödel loypir
split í dansin
Tað vóru serliga tvey
viðurskiftir, sum fingu
týdning fyri menningina
hjá Alan Turing. Annað var
tað, at týskarin Kurt Gödel
í 1931 hevði lopið hvøkk á
allan tann støddfrøðiliga
heimin við at ávísa, at ikki
øll aksiom (t.e. grundregl-
ur) kundu prógvast sum
verandi sonn ella følsk.
Støddfrøðingum sum Bert-
rand Russel stillaði logikk-
ur sama tørv sum átrúni,
ósvitandi logisk vissa var
tað Mekka, teir hildu kós
ímóti. Nú lá teirra stavn-
hald í sori.
Alan Turing setti sær
sum mál at ávísa, hvørjar
grundreglur vóru óprógv-
andi. Hann ímyndaði sær
eitt tól, sum kundi gera
eina ávísa útrokning, og
sum fekk heitið ein turing-
maskina. So fór hann eitt
stig longur og ímyndaði
sær eitt tól, hvørs skrá
kundi broytast, so at tólið
megnaði at útinna øll størv
hjá øllum hugsandi turing-
maskinum.
Hetta hendi alt, langt
áðrenn telduøldin var upp-
runnin. Men Alan Turing
hevði við sínum tanka
gjørt uppkastið til ta
fyrstu telduna.
At týða dulskrift
Um hetta mundið hevði
tann spenta politiska støð-
an í Europa við sær, at
dulskrift og dulskriftartýð-
ing tóku seg fram í ógvis-
ligum lopum. Eftir at 2.
heimsbardagi var brostin á,
brúktu týskarar, sum viti-
ligt er, dulskrift í øllum
hernaðarligum samskifti.
Hjá Onglandi bleiv tað
um at gera at megna at
týða týsk loyniboð so
skjótt sum gjørligt. Hugsar
ein sær t.d., at ein floti av
200 amerikonskum skip-
um, við mati, vápnum og
øðrum neyðsynjarlutum,
var á veg yvir um Atlants-
havið, ráddi um at vita,
hvar týskir kavbátar vóru
staddir, so ein kundi skáka
uttan um teir.
Flogvitið
í Bletchley Park
Dulskriftartýðingin – de-
krypteringin – varð gjørd í
Bletchley Park, einum
harrasæti nakað norðan
fyri London. Í 1940 fekk
Alan Turing boð um at
taka lut í hesum arbeiði.
Sum tað flogvit hann var
bleiv hann skjótt andaligur
miðdepil í hesum um-
hvørvi.
Tann týska sonevnda
Enigmamaskinan, sum
hevði til endamáls at gera
klárskrift um til dulskrift,
var nú so framkomin, at
hon kundi stillast upp á
150 milliónir milliardir av
mátum. Hjá einum menn-
iskja at týða eina dulskrift
hevði undir hesum um-
støðum tikið øldir.
Fyri at makta hesa av-
bjóðing varð farið undir at
framleiða tað tólið, sum
Turing longu í tríatiárun-
um hevði hugsað sær. Tey
fyrstu turingtólini vóru
seinfør og klombrut, men
tað vardi ikki leingi, til
framleiðslan var so fram-
komin, at tólini megnaðu
at loysa uppgávuna nóg
skjótt.
Alan Turing hevði eftir
stuttari tíð gjørt tvey
brøgd. Hann hevði gjørt
meira enn kanska nakar
annar einstakur breti fyri,
at Ongland kundi vinna
kríggið. Og hann hevði
skapt, í frumsniði, telduna
og tólmennið, eina upp-
finning, sum nú snurrar í
skrivstovum og kømrum, í
skúlum og á stovnum um
allan heimin, og sum fer at
fáa avleiðingar fyri heims-
ins framtíð, sum neyvan
nakar enn dugir at meta
um.
Tøkkin
Alan Turing fekk, eftir at
kríggið var av, eina merki-
liga lagnu. Sum so mangur
annar úrmælingur í vestur-
heiminum var Turing sam-
kyndur. Á lærda háskúla-
num í Cambridge og mill-
um teir gávuríku serskølt-
arnar í Bletchley Park var
hetta eingin trupulleiki.
Men eftir eitt innbrot var
Turing so óskettin at av-
dúka sín kynsliga drátt fyri
løgregluni. Samkyn var
um hetta mundið ein revsi-
verd brotsgerð í Onglandi.
Alan Turing varð hand-
tikin, skuldsettur og dømd-
ur. Bløðini greiddu frá
bæði sak og dómi. Seinni
varð hann tvingaður at fara
til psykiatara og fáa hor-
monviðgerð. Alan Turing,
sum var viðkvæmur, toldi
ikki hesa eyðmýkjandi
viðferð. Tann 7. juni 1954
fór hann inn í sítt sovikam-
ar við eini upploysing av
blásýru og einum súrepli.
Hann stakk súreplið niður
í eitrið og át av tí. Hann
var ikki meira enn 42 ár, tá
hann doyði.
Nevnt kann vera til sein-
ast, at enski rithøvundurin
Robert Harris í skaldsøgu
síni Enigma hevur lýst um-
hvørvið og hendingarnar í
Bletchley Park. Filmurin
Enigma, sum byggir á
skaldsøguna, varð frum-
sýndur fyri stuttum. Alan
Turing er fyrimynd fyri
høvuðspersóninum Tom
Jericho, sum verður leiktur
av Dougray Scott.
Oman aftur
til London
Tíðin er komin til at siga
Marx gamla og Turing far-
væl. Eg gangi úr Swain´s
Lane í ein vestan og komi
20 minuttir seinni til
Hampstead Heath, sum
breiðir seg millum High-
gate og Hampstead, ein
stór, grøn heiði, við lund-
um og markum, heyggjum,
vøtnum og hyljum.
Fram við vøtnunum sita
menn við tráðu, ein møtir
eldri, brosandi hjúnum og
pedagogum við børnum.
Hampstead heiði er kend
úr njósnara- og krimiskald-
søgum, her hava bæði
Inspector Morse og Dal-
glish reikað.
Komin niðan á Parlia-
ment Hill síggi eg óvitar
ganga og senda papírs-
drekar á flog. Uttast í
havsbrúnni, móti bláum
himli, tekkist tann skørð-
uta røðin av londonskum
háhúsum. Býurin breiðir
seg undir mær, glæsiligur,
ein avbjóðing fyri likam
og sál. Men ferðin í High-
gate og á Hampstead heiði
hevur veitt styrki og
treysti. Hugagóður seti eg
kós móti smogustøðini
Belsize Park.
Høggmyndin av Karl Marx (1818-83)
í Highgate kirkjugarði.
Mynd: Hanus Kamban
Highgate. Trøini hevja
sínar prúðu bular.
Mynd: Hanus Kamban
6
Sosialurin Nr. 223 - 17. november 2000
C
M
Y
K
26
Hanus Kamban
Meginbýurin hevur yvir
sær eitt skundigt og flakk-
andi stev, sum kann rína
eisini við tann meira seig-
liga ferðamannin. Í grund-
ini er býurin ein risastórur,
hvíluleysur marknaður,
vara av alskyns slag og í
ófatiligari mongd prangar
allastaðni, klæðir, amboð,
fløgur, bøkur, sjónbond,
list veittra av diskum og úr
sýnisgluggum, lýsa av pla-
katum og úr ljósreklamum.
Tann, sum ikki eigur eitt
festi av medviti, kann í
hesi støðu verða tikin av
fótum og gloyma tær ætl-
anir, hann gjørdi, áðrenn
hann fór frá húsum. At
enda vappar hann í somu
takt sum stórbýarins bú-
fuglar ella melur høvuð-
leysur í klingur, sum fluga
í fløsku.
Kós í beinan norðan
Eftir at hava búð nakrar
ferðir í London havi eg
funnið mín egna máta at
vinna á hesum vanda. Eg
spáki mær av Regent Pal-
ace Hotel og verði eitt bil
seinni gloyptur av smogu-
breytini á Piccadilly. Við
diskin keypi eg eitt Travel-
card, tað hevur gildi fyri
ein dag og er kanska bílig-
asti máti at ferðast uppá,
um tú brúkar smogubreyt-
ina nógv.
Eg finni ta svørtu North-
ern Line, hon gongur í ein
beinan norðan, aftan á
Camden Town greinar hon
seg sundur sum ein kvísl,
annar tindurin gongur móti
High Barnet og hin móti
Edgware. Eg velji High
Barnet og siti eina løtu
seinni í smogutokinum. Vit
píla norðureftir, sum vit
nærkast Highgate fækka
ferðafólkini, og til endans
eri eg næstan einsamallur.
Tað lætnar
fyri andanum
At koma út úr smogutoki-
num í Highgate er merki-
ligt, ein følir straks, at her
er ein onnur luft, sum ein
verður førdur niðan gjøgn-
um tær ómetaliga høgu
rullitrappurnar, blæsir
frískligur vindur oman
ímóti einum, bygdarluft,
gróður, andadrátturin frá
svalligum trøum.
Útkomin í erva varnast
tú beinan vegin, at her er
landslagið øðrvísi, við
heyggjum og brekkum.
Millum húsini vaksa runn-
ar og urtagarðar. Tað grett-
ir ikki, tá eg komi upp á
slætt í Highgate, at eg havi
ta somu kensluna: eg føli
meg sum ein fanga, ið er
útsloppin eftir drúgva tíð í
myrkum kliva.
Highgate er, sum tað
skilst, ein av forstaðunum
til London. Aftur í miðøld
hava fólk búð her. Tíðliga í
tíðini fóru aðalsmenn at
byggja sær stásilig frítíðar-
hús her norði. Ivaleyst
hevur tann reina luftin
lokkað, men eisini útsýnið,
av Highgate heygi sæst
suðureftir yvir ein stóran
part av London. Í dag er
forstaðurin avtakin við
dýrum hvítum ella svørt-
um húsum, ofta við stav-
lagi og kúputum karnapp-
um, og við smáum, prang-
andi gørðum.
Highgate
kirkjugarður
Av Archway Road sneiði
eg niðan eftir Southwood
Lane. Eg møti einum gøtu-
sópara, við trillubøru,
kustum og skuplum, hann
yppir øksl og heldur fyri
við meg, at stjórnin hevur
slept sær og sínum feløg-
um upp á fjall. Eg kveiti
rundan um meg, oktober-
máni er, við ógvisligum
leyvfalli, vit vassa upp
undir øklar í bløðum. Eg
skilji mannin væl. Hvussu
skal hann, ein lítil, skarp-
leiddur Sisyfos, makta
hesa uppgávu einsamallur?
Men stjórnin tykist at hava
sínar tankar aðrastaðni.
Uppi á Highgate Hill
Street er ein lítil kafé, fólk
sita um eitt uttanduraborð
og fáa sær morgundrekka.
Pallmyndin er næstan
bygdaslig, lýkka er í luft-
ini, her er eingin ferðsla og
eingin verksmiðjuroykur.
Oman av Highgate Hill,
á skák frá høvuðsgøtuni,
gongur ein smøl, krókut
gøta, við høgum múrum í
bæði borð, Swain´s Lane
eitur hon. Eg smúgvi oman
eftir henni og komi eina
løtu seinni til eitt veldugt
jarnportur. Hetta er High-
gate Cemetery, kirkjugarð-
urin. Hinumegin vegin
heldur duravaktarin, ein
ung blídlig genta, til, eg
gjaldi og verði læstur inn.
Fram við gøtuni síggjast
allastaðni gravsteinar,
minnismerkini pranga, við
lovorðum yvir tey deyðu
og smáum standmyndum
av Mariu moy ella Krist-
usi, sniðið hevur barokkan,
kynstrugan dám. Eitt bragd
av feigdardyrkan rekur
ímóti einum, nívandi sum
eitt lívsvont farg.
Tað stranga
profetbráið
Eg sneiði til vinstru, gangi
einar 2-300 metrar, og har,
høgrumegin gøtuna, síggi
eg grøvina, sum í meira
enn hundrað ár hevur drig-
ið tað størsta talið av píla-
grímum til Highgate
kirkjugarð.
Á einum veldugum, fýr-
kantaðum stabba síggjast
høvdið og tað ovasta av
herðunum á Karl Marx,
myndin er tung og strong,
fullskegg, yvirskegg og
eygnabrýr trína fram í
grovum strikum, profet-
bráið leggur seg tungt og
ómótsigandi yvir áskoðar-
an.
Tann søguliga
forsøgnin
Tú stendur andlit til andlits
við tann týska jødan, sum
boðaði frá einum utopia,
har menniskjan, endiliga
loyst úr eyðvaldsins fjøtr-
um, slapp at fullføra sínar
innaru møguleikar. Hans-
ara gitnasti lærusveinur,
Vladimir Uljanov, gjørdi
kunnugt, at koma skuldi
eitt ríki, har staturin fór at
hvørva og menniskjan
gerast fullkomin. Hansara
eftirmenn itu Stalin, Pol
Pot, Milosevic og Saddam
Hussein.
Og nú, í tí Harrans ári
2001, krøkir eyðvaldið –
kapitalurin - sínar krám-
hendur um heimin, koll-
veltir stjórnum og býður
sínum lýdnu finnum – ein-
um Blair, einum Bush – at
bumba fjar lond, so at
valdið hjá fleirtjóða fyri-
tøkunum skal verða full-
komið.
Sigast má, at væl varð
spátt! Í Indonesia er arb-
eiðsdagurin, hjá teimum
kvinnum, sum trælka fyri
altjóða fyritøkurnar, komin
upp á 48 tímar!
Svarið hjá Popper
Millum tær mongu avleið-
ingarnar av marxismuni
finna vit eisini ta sam-
felagsfrøðiligu hugsan, at
tað ber til vísindaliga at
skilja, allýsa og greina tær
lógir, sum stýra søgu-
gongdini, og, víðari, út frá
hesi greining at gera neyv-
ar søguligar og samfelags-
ligar forsagnir. Tað var ikki
óvanligt í mínum upp-
vøkstri, at samfelagsfrøð-
ingar ella politologar, sam-
svarandi hesum ástøði,
søgdu seg vita, hvussu
framtíðin fór at arta seg.
Men longu á vetri 1919-
20 gjørdi tann blaðungi
Karl Popper (1902-1994)
úr Eysturríki uppkast til
eina tesu, har hann førir
fram, at ein og hvør trúgv
á søguliga lagnu er rein
Flogviti í Bletchley Park
Alan Turing hjálpti bretum at vinna kríggið og legði samstundis lunnar undir telduøldina.
Fyri hetta fekk hann bara ótøkk
Við eitt av vøtnunum á Hampstead heiði.
Maður sæst sita við tráðu.
Mynd: Hanus Kamban