leygardagur 17. november 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 223 - 17. november 2000
C
M
Y
K
28
Kim Simonsen skrivar:
Er eydnan tvinnað
saman við njóting, huga og
gleði? Ella skal eitt
væleydnað lív skiljast út
frá hugtøkunum um, hvat
er rætt, gott og um lívið
verður livað í tráð við
góðar menniskjaligar
dygdir? Hvat eydnan er
varð dugliga kjakast um í
grikskari heimspeki.
Tá vit hoyra orðið
hedonisma, hugsa vit
mangan um eina lívsnjót-
andi hugsan, men hetta
hugtak varð upprunaliga
ikki knýtt at nakrari ómor-
alskari ovurnjótan. Hvørki
kristindómurin og róm-
verska mentanin skiltu
grikskar tankar til fulnar,
og bæði mentanarøki av-
skeplaðu tí mangan ta til-
vitan vit í dag hava um
grikska hugsan. Paulus
ferðaðist t.d. víða í Grikka-
landi og lærdi nógv um
grikska hugsan, ið enn
fjalir seg í kristindóminum.
Kristin hugsan hevði at
lívsnjótandi hugsanini hjá
hedonistunum, men í
Nýggja Testamenti møta
vit mangan eini hóvsamari
lívsgleði, har t.d. vín, mat-
ur, sangur og dansur vóru
sjálvsagdir lutir í lívinum.
Meiri er tað eftirtíðin, ið
hevur knúskað menniskjað
við boð um at njóta er
synd. Hjá hedonistinum
Epikur (341-270 f.Kr)
møta vit ikki ómettuligari
njóting, men tankanum um
javnvág og alt við máta‚
sum ein veg til eydnu her á
jørð. Hjá honum og øðrum
hedonistum er tankin hann,
at øll tráa vit eftir tí ið
gleðir okkum, tað ið vekir
hug okkara og lystir.
Somuleiðis royna vit at
sleppa undan pínu og tað
okkum ikki dámar. Moral-
urin aftan fyri hetta er
individualistiskur, soleiðis
at tað, ið gleðir ein er
endamálið at tráa eftir í
sjálvum sær fyri okkum.
Hetta er ikki um at skapa
so stóra eydnu fyri so
mong sum gjørligt, men
um at fáa frið til t.d. at
finna fram til egnar tørvir,
burtur frá heimsins larmi
og stríði, og tá hetta er tað
einasta lívið vit hava, er
umráðandi at njóta løtur-
nar. Gjørdu vit øll tað, so
vóru vit øll eydnuríkari.
Hin kendi sofistiski
skúlin av heimspekingum
fór longur enn hedonistar-
nir. Hjá teimum kundu
mannadygdir, eydnan og
allir tankar um tað góða
lívið bert avgerast av
kenslunum hjá tí einstaka.
Tað góða er soleiðis í støð-
ugari broyting í tráð við, at
samfelagið broytist. Henda
moralska skeptisisma og
relativisma er ein vantandi
trúgv uppá, at tað góða
kann finnast, og at alt vit
kunnu finna bert er skapt
og tí eisini vil broytast.
Mótstøðumenninir til hetta
sjónarmið vóru m.a. So-
krates, Platon og Aristote-
les, ið ikki bert vildu tosa
um njóting hins einstaka,
men um tað, ið er rætt,
gott og í tráð við almennar
dygdir. Bæði Sokrates og
Platon meintu, at tað góða
og tað rætta var nakað
absolutt, ið menniskja
kann fáa innlit í við at
brúka sín fornuft. Bert tey
menniskju, ið vilja nýta sín
fornuft í samsvari við tær
góðu dygdirnar, kunnu
verða eydnurík. Millum
hedonistarnar, sofistarnar
vóru stoikarnir, ið royndu
at samantvinna kenslurnar
hjá tí einstaka av eydnu,
við tað at vera í samljóði
við fornuftina og náttúru-
na. Hin vísi hevur tamar-
hald á sjálvum sær og tí er
vísdómurin fyri stoikarin
tann dygd, ið saman við
dirvi, rættvísi og hóvsemi,
tað ið ger av um ein fær
frið í sinni og um lívið fer
at eydnast. Tørvir, órógv
og vantandi samljóð eru
størstu vandarnir fyri ein
stoikara. Lætt er tó at finn-
ast at hesum, at henda ró
kann enda sum rein apati,
ella frælsi frá øllum kensl-
um og tað er ikki tað vit
modernað fólk halda vera
tað rætta.
Soleiðis byrjaðu moder-
naðu tankarnir um tað
góða lívið innan grikska
hugsan, har ikki varð skilt
ímillum tankar um eydnu
og tað moralskt-etiskt
rætta og góða. Seinni
gjørdist teir etisku tankar-
nir teir, ið meiri áhugi var
fyri. Í nýggjari heimspeki,
tvs. aftaná miðaldar kristna
heimspeki, hevur spurn-
ingurin um góða lívið
verið hildin at vera púra
subjektivur. Innan eina
týðandi grein av etiskari
heimspeki: utilitarismu
gjørdust tankar um tað
góða lívið bert ein
spuningur um lyst og
subjektiva hug hins ein-
staka. Hjá Kant og í kanti-
ansku etisku traditiónini er
tað fremsta hin praktiski
fornufturin, tað ið skal ger-
ast, ið bert er galdandi fyri
tað moralskt-etiska. Tað er
tí ikki meiri enn 150 ár
síðani, at modernaðir
heimspekingar komu fram
við tí vit í dag rópa lívs-
heimspeki, ið m.a. inni-
heldur eksistensheimspeki.
Innan modernaða heim-
speki vekja hesir tankar
enn heldur lítlan ans, men
hetta er tó hin fólkakærasti
parturin av heimspekini.
Tað er hesin avleggarin av
heimspekini, ið m.a. hevur
lagt lunnar undir nýggju
vísindina, sálarfrøðina.
Alt, sum teir seinastu tveir
mánaðirnar er skrivað og sagt
hiðani úr Ameriku, hevur snúð
seg um tað, sum hendi hin 11.
september, og fylgjurnar av tí.
USA og heimurin allur hava
verið merkt av dapurskygni og
stúran fyri framtíðini. Sum so
mangan, tá tíðirnar eru daprar,
kunnu Hollywood og undir-
haldsídnaðurin gera sítt til, at
fólk gloyma veruleikan eina
løtu.
Hetta vikuskiftið verður
fyrsti filmurin um hin víða-
gitna Harry Potter frumsýndur
fyri almenninginum, bæði her
í USA og í Europu. Enntá
frætta vit, at filmurin eisini
verður sýndur í Havn longu
nú. Eitt sindur snópið, at vit,
sum hava okkara dagligu
gongd í Hollywood, ikki
kunnu hava tann framíhjárætt
at sleppa at síggja Harry Pott-
er áðrenn tit í Havn!
Sjónvarpið hevur á øllum
rásum ta seinastu tíðina sent
lýsingar og kut úr filminum.
Longu 2 vikur undan fyrstu
sýningini, byrjaðu biohallirnar
at selja atgongumerki, og vit
vóru sjálvandi í góðari tíð, og
keyptu atgongumerki alt fyri
eitt. Einki og eingin skuldi
nokta 11 ára gamla Halgiri at
síggja Harry Potter frumfram-
sýndan. Halgir hevur lisið
ensku bøkurnar á tamb fimm
ferðir, umframt at hann eisini
hevur lisið tær báðar føroysku
bøkurnar, ið higartil eru kom-
nar út. Teir seinastu 2-3 mán-
aðirnar hevur hann talt dagar-
nar til tann 16. november, tá
hann umsíðir skuldi sleppa at
síggja filmin, og hann hevur
longu tryggjað sær at sleppa
at síggja hann fleiri ferðir.
Fyrst saman við okkum gomlu
og seinni saman við fastrini,
sum ikki fær komið við til
frumframsýningina.
Halgir hevur tó stóra
skomm av foreldrunum, sum
ikki hava lisið Harry Potter
enn. Omman í Hoyvík er byrj-
að, og kanska foreldrini fara í
holt við bøkurnar, tá tey hava
sæð filmin. Foreldrini hjá
flestu vinfólkunum hava langt
síðani lisið bøkurnar, og ein
vinmaður Halgirs segði mær,
at foreldur hansara hava bøk-
urnar á bandi, soleiðis at tey
kunnu lurta í bilinum. Tað er
snilt, tí í einum stórbýi sum
Los Angeles fer nógv tíð í
bilinum. Tá vit fluttu higar
fyri hálvum fjórða ári síðani,
undraðist eg mangan á, hvat
amerikanarar kundu finna
uppá at gera í bilinum: Eta,
drekka, smyrja sær og so
sjálvandi hitt ónevniliga, sum
tey sambært amerikonskum
filmum tíðum nýta baksetrið
til. Nú ein morgunin mátti eg
tó flenna, tá ein maður sat og
rakaði sær av einslistum, með-
an hann bíðaði eftir grønum
ljósi. Tað skal sigast, at hann
brúkti maskinu, og ikki sápu
og knív!
Í skrivandi stund, sum er ein
vika áðrenn tú lesur hetta
bræv, siti eg við fartelduni á
einum hotellkamari í Las Ve-
gas, higar vit eru komin at
halda føðingardagin hjá
manninum í húsinum. So eg
fari at skunda mær út í poolin,
har maður og børn bíða. Hóast
november er nærum hálvur, er
heitt her, og sólin skínur av
bláum himli, so hjá okkum er
dagliga klædnadraktin bikini,
og ikki kavadrakt og vøttir,
sum børn og vaksin í Føroyum
er ballað í hesa ársins tíð.
Onkran framíhjárætt skulu vit
hava, tá vit nú ikki sleppa at
síggja Harry Potter í Havnar
Bio......!
The Show Must Go On
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Elin S. Winther Poulsen, winther.nagata@mindspring.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Njóting ella skylda?
Málbitin
»Bókin (el. plátan) selur væl« er ikki føroyskt, men
ensk-danskt í føroyskum hami, tí sagnorðið selja er
ikki óávirkandi í føroyskum. Eigur heldur at vera
»bókin selst (ella eisini selist) væl«.
»Tey vóru tvungin at gera tað« er heldur ikki før-
oyskt mál. Sagnorðið tvinga hevur aldri verið sterkt
bent í føroyskum ella norrønum - hvør kundi sagt
»hann tvang hana at gera tað«? Tað eitur tvingar í 3.
pers. nútíð, tvingaði í tátíð og tvingað í 2. lýsingar-
hátti.»Tvungin« sum lýsingarorð er heldur ikki vert
at lívga. Har kundu vit í staðin sagt kravdur ella
skyldu-, t.d. skyldusparing, kravdar lærugreinir.
Føroyar. Navnið á landi okkara er í fleirtali, og tí
skulu øll lýsingarorð, ið standa at hesum navni, og øll
sagnorð, sum hava tað sum grundlið, vera í fleirtali.
Tí átti ongum at komið av munni ella úr penni tílíkt
sum »alt Føroyar« og »Føroyar vann« - eigur eyðvit-
að at vera allar Føroyar og Føroyar vunnu - ikki
»Føroyar er vakurt!« men Føroyar eru vakrar!
Úr Orðafari nr. 1. 1986
Eli í Snarskivuni
Hósdagin 15. november lat upp nýggj framsýning á
torginum, har Snarskivan hjá Tórshavnar Býráð
heldur til. Hesa ferð er tað Eli Smith, listamaður, sum
sýnir fram. Á framsýningini eru 20 oljumálningar, ið
eru til sølu. Framsýningin verður hangandi uppi til
fyrst í komandi ári. Høvi er at síggja framsýningina,
tá opið er í Snarskivuni, mánadag – fríggjadag kl. 9-
16, tó hósdag kl. 9-18.
Nr. 223 - 17. november 2001
29
Javnaðarflokkurin vil við síni umboð-
an framhaldandi vera føroyska rødd-
in á Fólkatingi, sum stendur óheft av
donskum partapolitikki og donskum
innanríkispolitikki
Javnaðarflokkurin hevur hetta sein-
asta valskeiðið til fulnar hildið val-
lyftið um at vera óheftur av donskum
partapolitikki og donskum innan-
ríkispolitikki.
Í 1998 tryggjaði danska stjórnin sær
valdið við 89 fólkatingsumboðum.
88 vóru úr Danmark og eitt úr Grøn-
landi. Javnaðarflokkurin atkvøddi
ikki og er tí ikki partur av teimum 89
umboðunum, sum eru parlament-
ariska grundarlagið undir stjórnini.
Eftir
seinasta
fólkatingsval
var
støðan nevniliga tann, at borgarligi
vongurin hevði kunnað felt stjórnina
hjá Nyrup, um hann fekk 90 fólka-
tingslimir at atkvøða ímóti henni.
Men borgariligi vongurin fekk bara
89 atkvøður, har ímillum eina frá Óla
Breckmann. Og við tað, at føroyska
javnaðarumboðið hevði eina óhefta
støðu, varð stjórnin hjá Nyrup ikki
feld.
Javnaðarflokkurin leggur seg ikki út í
donsk viðurskifti. Men vit vilja virka
og røða fyri loysnum, sum eru
føroysku tjóðini at gagni. Javnaðar-
flokkurin umboðar Føroyar og før-
oyska fólkið á Fólkatingi.
Við samstarvi, heldur enn klandri,
ber til at finna eina loysn fyri broyt-
ingum í ríkisrættarligu viðurskiftum
Føroya
Tað er eingin ivi um, at fólkatings-
umboðið hjá Javnaðarflokkinum fer
at arbeiða fyri, at vit koma burtur úr
naggatódnini og konfrontatiónunum
millum føroyskar og danskar mynd-
ugleikar.
Í staðin fyri áhaldandi
ósemjurnar, vilja vit hava eina semju
um eina loysn á ríkisrættarligu
viðurskiftunum.
Okkara uppskot til eina loysn er
framvegis
Sjálvstýrislógin,
sum
greitt ásetir, at Føroya Løgting hevur
evsta vald á øllum yvirtiknum mál-
um, og at einki mark skal vera fyri,
hvørji mál verða yvirtikin. Hetta er
ein sáttmáli á altjóðarættarligum
støði, sum greitt staðfestir, at allur
avgerðarrættur liggur hjá Løgtingi-
num, og harvið hjá føroyska fólk-
inum.
Broytingar í ríkisrættarligu viðurskift-
unum eru eitt føroyskt fólkaynski,
sum Javnaðarflokkurin fult tekur
undir við. Og tí vil Javnaðarflokkurin
við síni umboðan upplýsa og kunna
bæði á Fólkatingi og millum manna í
Danmark um Føroyar, um føroysku
tjóðina, føroyska mentan og søgu,
um føroysk samfelagsviðurskifti og
um føroyska fólkaynskið um broyt-
ingar í viðurskiftunum landanna mill-
um.
Javnaðarflokkurin hevur nevniliga ta
fatan, at tað er við at upplýsa og við
at samstarva, at tað ber til at fáa
eina góða avtalu við danir um
broytingar í ríkisrættarligu viðurskift-
unum. Broytingar, sum staðfesta, at
evsta valdið liggur hjá føroyska
fólkinum.
Óheft rødd á Fólkatingi
Vel samstarv og loysnir sam-
an við Javnaðarflokkinum
29