leygardagur 17. november 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 223 - 17. november 2001
Nr. 223 • leygardagur • 17. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Allir fýra dystirnir í
meistaradeildunum
hjá kvinnum og
monnum hetta
vikuskifti hava
favorittar, men sum
favorittur skal ein
altíð ansa sær. Og tað
er eisini galdandi fyri
kvinnurnar hjá TB og
ÍF og fyri menninar
hjá Fram og SÍ
FLOGBÓLTUR
Emil L. Jacobsen
Fimta umfar í meistara-
deildunum hjá kvinnum og
monnum
verður
spælt
sunnudagin, og hetta er eitt
av umførunum, har fleiri av
úrslitunum síggja út til at
“geva seg sjálvi”. Tað er
sum kunnugt altíð vanda-
mikið at taka alt ov nógv
fyri givið, men flestu dyst-
irnir hava greiðar favorittar.
Ráð til at missa stig
Hjá kvinnunum tekur TB í
sínum triðja heimadysti á
rað ímóti Drátti. Fyri TB-
kvinnurnar ræður nú mest
um at halda dampinum
uppi, nú tær hava lagt seg
klárt á odda í deildini. Tær
vilja neyvan missa stig, og
serliga ikki á heimavølli,
sjálvt um tær hava ráð til
tað. Tað er altíð ein vandi
fyri, at ein kann taka sær av
løttum, tá alt hevur gingið
uppá stás, sum tað hevur
gjørt higartil hjá TB, og tað
er eisini júst tað, sum kann
hjálpa Drátti í morgin. Men
uppgávan sær kortini sera
møtumikil út. Tá liðini
møttust á Giljanesi í fyrsta
dystinum
í
kappingini,
vann TB sera trygt 3-0.
Sum oftast er tað tó so, at
liðini mennast so sum
kappingin líður, og Dráttur
er ivaleyst eisini betur fyri
nú, enn tær vóru fyri einum
mánaði síðani. Men tær
skulu spæla upp til sítt
allarbesta, um tær skulu
hótta TB í morgin.
Tað sama skal Fleyr, sum
tekur ímóti ÍF. ÍF tykist
vera væl fyri í løtuni, og
síðsta vikuskifti gjørdu tær
tað, sum einki annað lið
hevur megnað í kappingini
- nevniliga at vinna eitt sett
móti TB. Áðrenn tað hevði
ÍF eisini vunnið 3-0 móti
bæði Fleyr og Mjølni, so ÍF
er størsti kappingarneytin
hjá TB í løtuni. Fleyr vann
herfyri nakað óvæntað móti
Drátti, men annars hava tær
tapt hvørjaferð, og tað má
sigast at vera rættiliga
ivasamt, um tær kunnu gera
nakað við formsterka ÍF-
liðið.
Fram tapt sett
hvørjaferð
Mest áhugaverdi dysturin í
hesum umfarinum sær á
pappírinum út til at vera
tann
í
Eysturskúlanum
millum Fram og Mjølnir.
Fram er ovast á stiga-talv-
uni, men Mjølnir framdi
eitt gott avrik móti Fleyr
síðsta leygardag, og spurn-
ingurin er so, um teir kunnu
byggja víðari uppá tað við
enn einum sigri í Havn. Í
fyrra dystinum, sum hesi
bæði liðini spældu í Klaks-
vík, vann Mjølnir tvey tey
fyrstu settini, áðrenn teir
mistu luftina og at enda
taptu 3-2.
Fram hevur víst styrki
higartil í kappingini og
hevur fult stigatal, men teir
hava tapt sett í øllum
dystunum, og tað kann
takast sum eitt tekin um, at
teir kanska ikki eru heilt so
suverenir sum stigatalvan
vísir. Men teir verða favo-
rittar í morgin eisini.
Hin favoritturin í hesum
umfarinum er kanska lætt-
ari at fáa eyga á. SÍ skal
spæla á Kambsdali móti ÍF,
og hetta er næstfremsta
liðið móti niðasta liðnum.
Men støðan kann lumpa eitt
sindur. Eftir eina sera
vánaliga byrjan sær nevnil-
iga út til, at ÍF - sum jú
eisini er føroyameistari - so
smátt er um at fáa fótin fyri
seg. Og fyri eini viku síðani
var um reppið, at teir sera,
sera óvæntað vunnu móti
Fram. Tað gjørdu teir ikki,
men tann dystin kundi SÍ
brúka
sum
eina
góða
ávaring um, at teir neyvan
fáa so lætt spæl í morgin,
sjálvt um teir eru seks stig
frammanfyri ÍF í løtuni.
Tað hevur leingi ligið í
luftini, at venjarin hjá KÍ
komandi árið fór at
verða Kurt Mørkøre.
Tað eru longu einir tveir
mánaðir síðani, at KÍ
boðaði frá, at venjari
varð settur, men at
navnið á hesum ikki
kundi kunngerast. Eftir
dystin
hjá
føroyska
landsliðnum í Slovenia
váttaði Kurt eisini fyri
Sosialinum, at hann var í
samráðingum við KÍ.
Fyrst hevur tó verið
neyðugt at fingið øll
viðurskifti hjá Kurt í
rættlag, men nú hevur
heimasíðan hjá KÍ so
boðað frá, at tað verður
lokala hetjan, sum kom-
andi árið skal taka sær
av liðnum.
Í fyrsta umfarinum
verður talan um ein eitt-
ára sáttmála.
-jm
Avtalan staðfest
Favorittar í øllum dystunum
Tomislav Sivic skal
saman við lands-
manninum Branko
Smiljanic verða
landsliðsvenjari í
Jordan
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Tá verður eitt fullkomið
skift í mentan, fótbóltsum-
støðum og samfelag, tá
Tomislav Sivic skiftir venj-
arastørvini í Føroyum út
við eitt nýtt starv í Jordan.
Tomislav Sivic og lands-
maður
hansara
Branko
Smiljanic skulu venja A-
landsliðið og U21 lands-
liðið hjá Jordan, skriva
altjóða internetsíður um
fótbólt.
Jordanska fótbóltssam-
bandið vil fegið hava teir at
taka við størvunum, og tað
verður roknað við, at
seinastu lutirnir í avtaluni
millum partarnar verða
fingnir upp á pláss fyrsta
dagin.
Á seinasta styrkislist-
anum hjá altjóða fótbólts-
samgonguni FIFA verður
Jordan styrkismett sum
nummar 100 av heimsins
fótbóltstjóðum. Hetta er á
hædd við europeisk lond
sum Wales, Norðurírland
og Letland. Føroyar verða
roknaðar sum nummar 118
á hesum lista.
Nógv ár í Føroyum
Tomislav Sivic kom til
Føroya miðskeiðis í nítiár-
unum, og hann var í fjør
venjari hjá KÍ. Framman
undan vandi hann VB og
B36. Tá Sivic fór av land-
inum í oktober, segði hann
farvæl til føroyskan fótbólt.
Sivic hevði einaferð sum
ambitión at gerast lands-
liðsvenjari í Føroyum, men
hesum máli segði hann seg
hava slept, tá hann fór av
landinum. Nú gerst hann
púra óvæntað landsliðs-
venjari í heilt øðrum landi.
Verið í Svøríki
Komandi starvsfelagin hjá
Sivic í Jordan, Branko
Smiljanic, hevði seinastu
venjarauppgávu
sína
í
jugoslaviska 2. deildar-
felagnum Radnicki Obre-
novac. Hann fór úr hesum
starvi fyri kortum, tí hann
gjørdist ósamdur við leiðsl-
una í felagnum.
Men
Smiljanic
fekk
skjótt nýtt starvstilboð, og
hann hevur verið í Jordan
fyri at samráðast sáttmálan
upp á pláss.
Smiljanic hevur spælt
fótbólt í Jugoslavia, og
hann spældi eisini seks ár í
svenska felagnum Kal-
maro. Aftaná tað fór hann
undir venjarayrki í Svøríki.
Seinastu árini hevur hann
tó verið venjari í heimland-
inum.
Sivic landsliðsvenjari
í Jordan
Úr Føroyum til Jordan. Frá felag til landslið. Tomislav Sivic,
sum vandi VB, B36 og KÍ, verður nú landsliðsvenjari í Jordan
C
M
Y
K
31
30