mánadagur 14. september 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 14. september 2009
27
Spælið hjá Gunnvá
Zachariassen í leikinum
4.48 Psykosa er so sann
førandi, at tað kennist
næstan perverst at sita og
gløða at djúpt persónliga
sorgarleikinum
Ummæli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Longu frá byrjan er leikurin 4.48
Psykosa hjá leikbólkinum Tvazz
ein í allar mátar øðrvísi sjón
leika uppliving. Í gongini situr ein
'yvirlækni' í hvítum kitli og
grønari húgvu og spælir klaver,
meðan ein 'sjúkrasystir' vísir
áskoðarunum yvir til garderob
una, har øll fáa boð at lata seg í
ein av hvítu kitlunum, sum hanga
og bíða.
Nú eru tit læknar, sum ein av
'læknunum' sigur, meðan hann
vísir áskoðarunum inn í eitt rúm,
har vit sessast við tvær langar
røðir av borðum, hvørju megin
tóma gólvið í miðjuni.
Í tí hurðin klamsar aftur aftan
fyri meg, hómi eg eitt sjálv
morðs bræv hanga á vegg inum úti
í gongini. Um tað er brævið,
hvíti kittulin ella gráhvíta rúmið
úti á Landssjúkrahúsinum, sum
ger tað, er ilt at siga, men við eitt
er hugnaliga kenslan av at vera
til sjónleik horvin.
Gløðir inn í búrið
Aftur og fram eftir gólvinum
klórar, gresjar, mutlar og
skríggjar desperata ferðin hjá
tunglyntu ungu kvinnuni seg
fram móti sjávmorðinum beint
framman fyri eygunum á tær. Ein
lagna, sum Gunnvá Zachariassen
gevur ella rættari tekur lívið av á
ein hátt, sum eg illa dugi at
ímynda mær, kann gerast meir
sann førandi. Sjálvt, tá hennara
sjúka sinni hevur fløkt seg so
langt út, at orðini ikki geva
meining longur, ivast tú ikki í, at
hennara pína er andskræmilig.
Tú sært tað á løgnu sitrandi
rørslunum, forfylgdu og bønandi
eygunum, sum næstu løtu bora
seg ónd skapsfult inn í alt, sum
fyri er. Tú hoyrir tað á tivandi
røddini, snorutu nýsunum, og tú
følir tað, tá hon kemur so fitt
yvir og gevur tær ein lítan lepa.
Á mín um stendur: "At sleppa
undan skomm" skrivað pent og
sam vitskufult við tjúkkum
blýanti.
Nakna spælið hjá Gunnvá
Zachariassen fær teg at kenna teg
sum ein perversan lúrara, sum
situr og gløðir at eini djúpt
persónligari neyð. Alt meðan tú
næstu løtu ert hjálparleysi áskoð
arin, sum ikki fær gjørt annað
enn tigandi hugt at, meðan hetta
menniskja liggur í sínum búri og
ringir seg saman í síni einsmøllu
pínu.
Egið lív
Men 4.48 Psykosa tránýtir ikki
bara leiklutin hjá áskoðaranum
sum handlingslammaður eygleið
ari til tað ítarsta. Eisini í aðrar
mátar vísir leikurin, hvat tað er,
sum sjónleikur kann. Myrkrið
sum sýgur seg saman um gap
andi tóma gólvið saman við
melankolska tónleikinum letur
frá byrjan lúkuna til sálarliga
dýpið upp uttan eitt orð. Og tá
orðini í frálíku týðingini hjá
Gunnari Hoydal koma, fáa eisini
tey sítt egna lív. Fyrst skilagóð,
bønandi, síðani poetisk ella
fremmandakent teskandi úr
einum hátalara, til tey enda sum
grælandi óljóð, ella rútmiskt
messandi og doyvandi, eins og
vóru tey sissandi heilivágur.
Rútma skeiklast
Leikurin 4.48 Psykosa hevur
uttan iva volt leikstjórum mikið
høvuðbríggj, síðani leikritið
fyrstu ferð sá dagsins ljós í 1999,
eftir at leikhøvundurin Sara Kane
hevði gjørt sjálvmorð. Í onkrari
uppseting er leikurin mest at
líkna við ein monolog, meðan
aðrar uppsetingar hava valt at
lata eina røð av leikararum bera
fram ymsu røddirnar, ið spøkja í
høvdinum á ungu kvinnuni.
Í føroysku uppsetingini hevur
leikstjórin valt taka brot við
dialogi millum ungu kvinnuna og
hennara lækna við. Eftir mínum
tykki er hetta eisini minni væl
eydnaði parturin av leikinum.
Ikki tí, brotini eru væl spæld,
men onkursvegna bróta tey
serstøku rútmuna millum djúpt
per sónligu pínuna hjá ungu
kvinnuni og hennara leitan eftir
einum svari, sum tykist hoyra
einum øðrum heimi til. Eisini
mana hesi brotini fram klisjéina
um unga kvinnuliga sjúklingin
sum verður forelskað í læknanum
hjá sær. Uttan iva ein sonn klisjé,
men ein klisjé, sum hevur lyndi
til at gera leikin til ein vanligan
sjónleik og tað er 4.48 Psykosa
á ongan hátt
Áskoðarar
sum perversir lúrarar
Eins og eitt meiðslað djór i einum búri, ringir unga kvinnan seg saman á gólvinum í frálíkum spæli av Gunnvá
Zachariassen
Mynd: Bárður Eklund
Sum ein rond av kannandi
læknum sessaðust áskoðararnir
við lang borð í kalliga rúminum