mánadagur 14. september 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 174 - 14. september 2009
Eftir at hava borað
í nakrar fáar vikur
hevur eitt oljusamtak
við DONG, Faroe
Petroleum og 1. Oil
gjørt eitt gassfund
vestan fyri Hetland
Gassfund
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Faroe Petroleum boðar frá,
at felagið hevur rakt við
gass á Glenlivet leitimiði
num (Faroe Petroleum eigur
10%), ið liggur vestan fyri
Hetlandsoyggjarnar. Fyrstu
loggkanningarnar
geva
eina ábending um eini netto
gassflá uppá 201 føtur.
Jarðgoymslan er av sera
høgari góðsku og gjøgnum
stroymið er eisini mett at
vera sera høgt.
Glenlivet er eitt stórt
Palaeocene gassmið, sum
liggur á einum leitiøki, har
gass ofta er funnið. DONG
E&P (UK) Ltd stóð fyri
boringini av brunnurin, ið
verður nevndur 214/30a2.
Boripallurin
Transocean
Rather
varð
nýttur
til
boringina. Brunnurin varð
boraður á 1.430 fóta hav
dýpi, og borað varð niður á
7.654 føtur fríggjadagin 11.
september 2009.
Fleiri kanningar verða nú
gjørdar um møguleikan at
halda fram at bora ein
síðusporsbrunn. Enn er ov
tíðliga at siga, um fundið er
rakstrarverdugt, men um so
er, kann Glenlivet gerast
ein stórur partur av tí ætlaðu
gassskipanini vestan fyri
Hetland, sum tekur støðið í
komandi Laggan útbygg
ingini.
Glenlivet
liggur
umleið 15 km frá tí ætlaðu
gassrørleiðingini til Sullom
Voe í Hetlandi. Fyristøðu
felagið á Glenlivet loyvinum
(DONG E&P) eigur eisini
20%
av
Laggan
verk
ætlanini.
Á Glenlivet loyvinum er
eisini gassfundið Laxford
og
onnur
gassleitimið.
Higartil hevur verið mett,
at
Laxford
ikki
var
rakstrarverdugt, men um
Glenlivet verður útbygt,
kunnu Laxford og aðrar
møguligar
gasskeldur
á
loyvinum møguliga gerast
rakstrarverdug.
Glenlivet er fyrsta fundið
hjá Faroe Petroleum á
Atlantsmótinum, og stað
festir, at tað eru týðandi
nøgdir av góðum kolvetni á
økinum. Glenlivet brunn
urin er tann fyrsti av 5
brunnum,
sum
Faroe
Petroleum skal bora á
Atlantsmótinum ta næstu
tíðina. Tann næsti brunnurin
verður boraður seinast í
september, tá oljuleitimiðið
Tornado, har er OMV
fyristøðufelag, skal borast.
Tornado liggur nær við
framleiðsluøki Schiehalli
on. Í 2010 verða tríggir
týðandi leitibrunnar borað
ir; Anne Marie oljuleitimiðið
á føroyskum øki (ENI er
fyristøðufelag),
Cardhu
oljuleitimiðið á bretskum
øki (BP er fyristøðufelag)
og Lagavulin oljuleitimiðið
á bretskum øki (Chevron er
fyristøðufelag).
Faroe Petroleum funnið gass
á Glenlivet leitimiðinum
Kort yvir Glenlivet prospektið vestan fyri Hetland
Transocean Rather, ein gamal kenningur á Føroyaaøkinum,
og hevur borað Glenlivet
Skókastarin sleppur leysur
Iraklski tíðindamaðurin Muntazer alZaidi gjørdist heimskendur, tá hann á einum tíðindafundi lat seg úr
skónum og blakaði teir eftir táverandi amerikanska forsetanum George W. Bush, sum var á vitjan í
Bagdad. Hann rakti kortini ikki, sí Bush var knappur at skáka sær undan skónum. Muntzer bleiv tikin alt
fyri eitt og seinni dømdur í fongsul fyri at hava vanærað ein fremmandan ríkisleiðara. Men nú sleppur
hann úr fongslinum. AFP skrivar úr Bagdad, at Muntazer alZaidi verður latin leysur í morgin.