mánadagur 14. september 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
tíðindi
Nr. 174 - 14. september 2009
-Tað er staðfest, at
vit hava eina virkna
kolvetnisskipan á
føroyska landgrunn-
inum, vit hava
goymslugrýti, og
fellurnar eru til
staðar, og nógvar
eru stórar. Tí síggi
eg tað mest sum
ein spurning um
tíð, áðrenn okkurt
spennandi úrslit
spyrst burturúr eini
boring sigur Heri
Ziska undan oljuráð-
stevnu í Norður-
landahúsinum í
morgin
Ráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í døgunum 14. - 16. septemb-
er skipar Jarðfeingi á triðja
sinni fyri Faroe Islands
Exploration
Conference
(FIEC) í Norðurlandahúsi-
num. Fyrstu ferð var í 2004,
næstu ferð í 2006 og nú aftur
í 2009. Hetta er ein vís-
undalig ráðsteva, ið hevur til
endamáls at birta upp undir
oljuleitingartilgongdina
á
føroyska
landgrunninum.
Tiltakið byrjar við móttøku
14. september kl. 18:00, ið
eisini er “students evening”.
Her hava føroysk lesandi
møguleika fyri at vísa hvat
tey arbeiða við og koma í
samband við fólk í vinnuni.
Høvuðsparturin eru vís-
undaligu fyrilestrarnir 15.
og 16. september. Fyri-
lestrarnir hesa ferð fevna
um m.a. úrslit úr Brugdu-
boringini hjá Statoil, um
jarðfrøðiligu viðurskiftini í
sambandi við komandi Ann
Marie-boringina hjá ENI.
Fyrilestrar verða eisini um
loyvi 12 hjá Faroe Petroleum
og loyvini 13 og 14 hjá
Geysir og Atlantic Petrole-
um.
Harumframt
fara
oljufeløgini
OMV
og
Statoil at halda fyrilestrar
um
teirra
tilgongd
til
oljuleiting her um leiðir.
Fullfíggjað skrá sæst á
http://fiec.jf.fo
Heri Ziska, sum vegna
Jarðfeingi er ein av fyri-
skiparunum
sigur
við
Sosialin, at hetta er fyrst og
fremst ein vísundalig ráð-
stevna, tvs. at málbólkurin
er primert vísundafólk, sum
hava áhuga í oljuleiting á
føroyska
landgrunninum.
Orsøkin til hesa lutfallsliga
smølu fokusering er, at tað
eru nógvar ráðstevnur, men
allar eru í so breiðar, og tá
plaga oljufeløgini at halda
aftur við at leggja teirra
tankar fram. Við at fokusera
smalt hevur tað eydnast
Jarðfeingi at fáa oljufeløg-
ini, contractors (seismik-
feløg oo.) og granskingar-
stovnar at leggja fram teirra
tankar og úrslit. Tað hevur
gjørt, at vitanin, sum er
relevant fyri oljuleitingar-
tilgongdina her um leiðir
verður leysgivin á FIEC, og
tað, sum er enn meira
óvanligt er, at Jarðfeingi
hevur hevur megnað at fáa
ein lutfallsliga stóran part
av fyrilestrarhaldarunum at
skriva vísundaligar greinar
um tað tey halda fyrilestur
um til bókina: "Proceedings
from the Xth Faroe Islands
Exploration
Conference"
Har er tær fyrstu bøkurnar
longu útkomnar.
Av stórum áhuga hesaferð
verður at frætta um úrslitini
frá boringini hjá Statoil á
loyvi 006. Hetta er fyrstu
ferð, at tey verða løgd fram.
Í 2004 vóru úrslit frá
Rosebank boring løgd fram.
Harafturat legði BP fram
sínar tankar um William
brunnin í 2006 og hesaferð
leggur ENI fram teirra
tankar um boringina á loyvi
005 (Ann Marie).
Fíggjarkreppan
og olja
Uppá fyrispurning hvør
aktuella støðan er við
oljuleiting á føroyska land-
grunninum
sigur
Heri
Ziska, at tað enn eru fleiri
feløg, sum síggja stórt virði
í hesum økinum, og fleiri
av teimum leggja fram á
FIEC tvs. OMV, Statoil-
Hydro, Faroe Petroleum,
DONG og Geysir. Tað
merkist tó, at fíggjarkreppan
ger, at feløg fokusera meira
enn tey gjørdu og har hava
nøkur fokuserað meira á
føroyska økið enn áðrenn,
meðan onnur bakka í mun
til føroyska økið.
Ein av fyrilestrunum á
ráðstevnuni fer at geva
okkum svar uppá, hví tað
framhaldandi er áhugavert
at leita eftir olju við Føroyar.
Tað er fyrilesturin, sum
Garreth
Allinson
frá
StatoilHydro fer at halda
mikudagin
seinnapartin
undir heitinum: “Statoil-
Hydro in the Faroe Island,
clever or crazy?” Heri
Ziska sigur, at stutta niður-
støðan har er, at tað er
staðfest, at allar fortreytir
eru til staðar fyri at finna
olju, tað, sum manglar eru
boringar, sum testa ymsu
prospektini.
Uppá fyrispurning um
hvørjar vónir hann hevur til
komandi boring á land-
grunninum
sigur
Heri
Ziska, at hann hevur ikki
hug at úttala seg um Anne
Marie specifikt, men tað er
staðfest, at vit hava eina
virkna kolvetnisskipan á
føroyska
landgrunninum,
vit hava goymslugrýti og
fellurnar eru til staðar og
nógvar eru stórar. -Tí síggi
eg tað mest sum ein
spurning um tíð, áðrenn
okkurt
spennandi
úrslit
spyrst burturúr eini boring.
Tíanverri
er
oljuleiting
soleiðis háttað, at tað altíð
vil verða meira sannlíkt, at
næsta boring er turr.
Hann sigur víðari, at fund
hinumegin markið hava
staðfest,
at
økið
er
áhugavert, og at nýggjastu
fundirnir nærkast alsamt
meira
føroyska
økinum
merkir, at eyguni hava hug
at leita enn longur vestur og
harvið inn á føroyskt øki.
Sama við framleiðsluni.
Tað at framleiðslan tykist
nærast bæði á Laggan/
Tormore og Rosebank ger,
at økið flytur seg frá einum
reinum leitiøki til eitt øki,
har tað er staðfest, at løn-
andi oljuleiting er møgulig
og smittar tað av uppá
føroyska økið.
Oljufund við Føroyar:
Mest ein spurningur um tíð
Heri Ziska, ein av fyriskiparunum av ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum: -Eg síggi tað mest sum ein spurning um tíð,
áðrenn okkurt spennandi úrslit spyrst burturúr eini boring
Chavez keypir vápn
Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, fekk væl burtur úr vitjan síni í Moskva í síðstu viku. BBC sigur frá
forsetanum, at Russland hevur játtað at læna Venesuela tvær milliardir amerikanskar dollarar til at keypa
vápn fyri. Fyri pengarnar keypir Venesuela 100 stríðsvognar og eina skipan, sum skal ávara ímóti
loftálopum. Hugo Chavez sigur sambært BBC, at Venesuela hevur tørv á at nútímansgera sína verju, nú
Kolumbia hevur givið amerikanarunum atgongd til fleiri av sínum herstøðum.