mánadagur 14. september 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 174 - 14. september 2009
viðmerkingar
Føroyingar valdu loysing
og vrakaðu heimastýrið
fyri 63 árum síðani.
Hóast tann grova órættin,
at úrslitið ikki varð sett í
verk tá, so hevur valið
tryggjað tað framhald
andi stríðið fyri fólka
ræði, javnrætti og frælsi,
ið hevur skapt øll
frambrot í føroyska
samfelagnum síðani.
Annars vóru Føroyar
endaðar sum Hetland. Og
fólkaatkvøðan hevur
givið okkara ættarliði
allar møguleikar at
fremja tær frælsu
Føroyar í verki
Vit hoyra mangan fólk
siga: Nei, nú tíma vit ikki
at hoyra meira um 1946.
Komið nú víðari og gangið
ikki í fortíðini og malið!
Jú, tað er væl skilligt, at
serliga ungfólk siga, at tað
nyttar ikki at tosa um
fortíðina. Tað er framtíðin,
tað snýr seg um.
Og 14. september og
læran av fólkaatkvøðuni
snýr seg júst um framtíð
ina. Til tess at taka rættar
avgerðir um framtíðina í
nútíðini, mugu vit kenna
fortíðina og søguna. Og
heldur enn at síggja
fólkaatkvøðuna sum ein
feigdardag úr fortíðini,
eiga vit at síggja hana sum
ein fagnaðardag, har vit
hava fingið møguleikan at
skapa framtíðina og at
velja fólkaræði, javnrætt
og frælsi fyri okkum og
komandi ættarlið.
Fólkaræðið vinnur á
hóttan og undirbrotligheit
Fólkaatkvøðan 14.
september 1946 er fremsta
prógvið um, at fólkaræði,
frælsi og sjálvsvirðing
kunnu vinna á hóttanum,
undirbrotligheit og
valdspolitikki, tá fólkið
sleppur at tala beinleiðis –
uttanum flokkar, ið leypa
frá sínum lyftum og
boygna, tá ið á stendur.
Tað vóru sambands
flokkurin, javnaðarflokk
urin og danska stjórnin,
sum samtyktu fólkaat
kvøðuna – og teir gjørdu
greitt, at úrslitið skuldi
fylgjast. Endamálið var
greitt at seta upp eina
hóttan, ið einferð með alla
skuldi steðga sjálvstýris
stríðnum í Føroyum. Tí
atkvøðan var ikki sum vit
kenna fólkaatkvøður í
øðrum londum, har tú
kanst siga ja ella nei til ein
spurning.
Hinvegin varð hon sett
upp soleiðis, at antin skuldi
tú siga ja til eitt danskt
stjórnaruppskot um heima
stýri í danska ríkinum. Ella
skuldi tú siga ja til loysing
– ella ”løsrivelse” sum tað
eisini stóð orðað á atkvøðu
seðlinum. Tilvitað varð valt
eitt ógvusligt hugtak, sum í
bløðunum varð lýst sum
”kvetting og kubbing”, har
onki samstarv bar til og øll
bond vórðu kvett. Heldur
enn tey vøkru hugtøkini
um sjálvstøðu og loysing,
sum jú eru fortreytin fyri at
loysa upp fyri skapandi
kreftum og samstarva á
jøvnum føti við bæði
Danmark og onnur lond.
Stórt altjóða trýst lá á
Danmark at fáa hetta málið
frá hondini, tí øll lond
skuldu eftir heimskríggið
geva sínum hjálondum
møguleikan at nýta sín
sjálvsavgerðarætt til at
velja millum at lima seg
fult inn í hjálandaríkið –
ella at velja sjálvstøðu. Og
ongin politiskur flokkur, ið
tá var, ivaðist í, at føroying
ar fóru ikki at tora annað
enn at velja innliming í
Danmark.
Men so varð bóltað rút...
Men ímóti øllum vænt
anum og forsagnum valdu
føroyingar við einum
teprum meiriluta loysing
og sjálvstøðu og vrakaðu
heimastýrið. Og so kom
panikkur í!
Síðani vita vit, at polit
isku flokkarnir og danska
stjórnin lupu frá sínum
lyftum og sínum egnu
hóttanum. Skjalfest er, at
fyrst segði danski forsætis
ráðharrin, at úrslitið skuldi
fylgjast, sum fráboðað var
frammanundan. Men for
menninir í sambands
flokkinum og javnaðar
flokkinum – ið høvdu
ynskt fólkaatkvøðuna sum
hon varð sett upp – skriv
aðu nú til donsku stjórnina
og bóðu hana senda tingið
til hús og ganga ímóti
meirilutanum av Føroya
fólki á fólkaatkvøðuni.
Úrslitið varð, at hetta varð
eftirlíkað teimum. Kongur
sendi tingið til hús. Krígs
skip varð sent til Føroya at
leggja uppí, um ófriður tók
seg upp – og ongin flokkur
tordi at standa ímóti trýst
inum, tá hesin órættur varð
framdur. Tá fráboðaði ting
fundurin skuldi vera, ið
skuldi staðfesta úrslitið av
fólkaatkvøðuni, møtti bert
ein maður á fundi: Jákup í
Jákupsstovu úr Javnaðar
flokkinum. Hann varð síð
ani ekskluderaður úr javn
aðarflokkinum og gjørdist
ein av stovnarum av Tjóð
veldisflokkinum í 1948.
(Vit vita eisini, at aftaná
hevur verið roynt at sáa
alla møguligan iva um
úrslitið á fólkaatkvøðuni.
Millum annað hevur verið
sagt at, valluttøkan uppá
66.7% var lítil. Men í veru
leikanum var valluttøkan
sera stór. Í september var
stórur partur av monnunum
til skips undir Íslandi, í
mun til tá løgtingsval
vanliga varð hildið í
november, meðan menninir
vóru heima. Og í mun til
løgtingsval annars, var
luttøkan stór og eisini
størri enn til løgtingsvalini
í tildømis 1950 og 1954. Tí
bendir nógv á, at kvinn
urnar í veruleikanum áttu
størsta partin í at velja
loysing í 1946.)
Síðani varð heimastýris
skipanin, sum fólk høvdu
vrakað á fólkaatkvøðuni,
sett í verk kortini, uttan
nakra nýggja fólkaatkvøðu
í 1948.
Ein gáva ómetalig dýr
Hetta brot á allar
fólkaræðisligar
grundreglur hevur síðani
sett djúp spor í allan
føroyskan politikk. Og tað
er ikki ringt at skilja, at
fyri tey mongu, ið stríddust
fyri at vinna
fólkaatkvøðuna, harav
nógv eru millum okkara
enn, kann tíðin eftir
fólkaatkvøðuna kennast
sera beisk og sum ein
politiskur sorgarleikur.
Men at úrslitið gjørdist
meiriluti fyri loysing, og at
heimastýrið varð vrakað,
var í veruleikanum ein
gáva ómetalig dýr til øll
ættarlið, ið síðani eru sett
við á hesum klettum. Tí
hevði tað eydnast at fáa
føroyingar at atkvøða á
fólkaatkvøðuni fyri
heimastýrinum og ímóti
loysingini, so hevði
beinanvegin verið boðað
altjóða samfelagnum frá, at
vit nú høvdu nýtt okkara
sjálsavgerðarætt til at lima
okkum inn í danska ríkið –
og føroyska sjálvstýris
stríðið hevði uttan iva
endað har fyri 63 árum
síðani, eins og vit hava sæð
í so mongum øðrum
londum lík okkara.
Drívmegin í samfelags
menning síðani
Men frælsisrørslan og
sjálvstýrisstríðið hava
síðani fólkaatkvøðuna
hildið á, og hava ment seg
og samfelagið í hvørjum,
hóast afturstig og stóra
mótstøðu í okkara
flokspolitisku skipan.
Øll tey, tøk ið eru tikin,
og sum vit í dag øll meta
sum grundarlagið undir
okkara framtíð, eru tikin
við stríðnum fyri frælsi,
javnrætti og fólkaræði sum
drívmegi. Mótstøðan og
vanligt afturhald hava altíð
verið stór, men tá vit hava
tikið ábyrgdina á okkum
og eru farin undir tað, hava
vit altíð savnast um tað, tá
ein tíð er fráliðin.
Vit kunnu bert nevna:
Øll tey mál og tann umsit
ing av málum, sum í dag er
á føroyskum hondum
Stríðið fyri einum før
oyskum skúla og
føroyskum undirvísingar
tilfari og undirvísingarmáli
– eisini í okkara miðnáms
skúlum og hægri skúlum
(sum tó als ikki er liðugt
enn)
• Útbyggingin av okkara
vegum, havnum, telefon
neti, elneti og infrakervið
sum heild
• Stríðið fyri egnum
fiskimarki
• Egnar fiskiveiðiavtalur
og handilsavtalur
• Føroyskt útvarp og
sjónvarp
• Umsitingin av undir
grundini
• Fróðskaparsetur Føroya
• Mentanargrunnur
landsins
• Føroyskar bókmentir
• Føroyskar orðabøkur til
heimsmálini
• Føroyska listin
• Musikkskúlin og
tónleikalívið
• Tjóðpallur og føroysk
leiklist
• Føroyskt flogfelag
• Føroysk kirkja
• Føroysk arbeiðsloysis
skipan og fígging av
vælferðar og heilsu
tænastum
• Altjóða luttøka í fótbólti
og øðrum ítrótti undir
egnum navni
• At minka sonevnda
blokkstuðulin og at læsa
hann fastan
Og vit kunnu halda fram.
Alt er sjálvsagt ikki nóg
gott, ið vit hava gjørt. Men
framstigini eru kortini altíð
hend, har vit sjálv hava
tikið alla ábyrgd og hava
kunnað samskift beinleiðis
við onnur lond. Hetta eru
tey mál, sum savna okkum
í dag og eru drívmegin í at
menna Føroyar.
At skapa varðandi virðir
Og hví hevur tað so stórt
virði, tá vit hava tikið
ábyrgd av viðurskiftunum
sjálv, heldur enn bara at
dúva uppá at verða
undirdeildir av øðrum
skipanum?
Tí at tá menna vit egnar
førleikar ,og tá hava vit
fólkaræðisliga ávirkan á og
ábyrgd av avgerðunum.
Hvussu nógv vællærd fólk
høvdu vit havt í Føroyum,
um vit ikki høvdu bygt
egna fyrisiting upp í
Føroyum? Og hvussu nógv
vællærd fólk høvdu
starvast og fingið sær
útbúgving í Føroyum, um
vit ikki sjálv høvdu tikið
skúla og vælferðartænastur
á egnar hendur? Og hvussu
nógv vællærd fólk kundu
vit ikki fingið at skapt
framtíð í Føroyum, tá vit
sjálv fyrisita øll okkara
mál – og ikki minst uttan
ríkispolitikk,
útlendingapolitikk,
løgreglu o.a.?
Annað dømið um tað, ið
skapar grundarlag undir
framtíðini, er Arbeiðs
loysisskipanin, ið varð
skipað og fíggjað av pørtun
um á arbeiðsmarknaðinum
undir seinastu kreppu. Tað
var jú ongin bjarging aðra
staðni frá, men vit rindaðu
allar kostir og trupullaikar
sjálv. Áðrenn tað, høvdu
kanska nógv hugsað, at
onkur annar skuldi gjalda
og bjarga okkum, um
tíðirnar versnaðu. Men nú
hava vit eina skipan, ið vit
sjálvi gjalda til og hava
fólkaræðisliga ábyrgd av,
og hetta er í dag ein tann
týdningarmesta trygdar
súlan undir føroyska
búskapinum.
Eisini vita vit, at høvdu
vit ikki ført fullveldis
politikk, tikið ábyrgdina av
nýggjum málsøkjum og
minka blokkin í 2001 – og
samstundis niðurgoldið
skuld og spart meira en 2
milliardir upp, so høvdu
vit ikki staðið okkum í
núverandi kreppu. Hetta
eru virðir, ið vit sjálv hava
skapt – og alt tos um, at
Danmark ella onnur hava
bjargað okkum í kreppuni,
er beinleiðis niðurgerandi
mótvegis tí fólki, ið hevur
skapt og goldið virðini.
Nútímans tjóðarbygging
Her í 2009 tykist eitt drúgt
dølskni og ein stór
andstygd fyri politikki at
vinda uppá seg. Tað er væl
skilligt, tá boðskapurin frá
sitandi løgmanni er, at
tryggleikin og framtíðin
hjá okkum liggur í at geva
sjálvræðið frá okkum – og
at onnur hava heiðurin av,
at vit yvirliva og menna
okkum í Føroyum. Til slíkt
undirbrotligheitstos er bert
at spyrja: Hvørji mál hevur
politiska sambandsrørslan í
Føroyum sett fram og
stríðst fyri, sum vit í dag
meta sum frambrot, vunnar
sigrar og grundarlag fyri
framtíðini?
Endamálið hjá okkum
frameftir er at skapa varð
andi virðir. At byggja tað
upp, sum mennir okkara
førleikar, sjálsvirðing,
stoltleika og møguleikar í
heiminum – og sum vit
hava fólkaræðisliga ábyrgd
av og ávirkan á.
Vit skulu skipa eina
nútímans tjóðarbygging,
har vit taka beinleiðis lut í
altjóða samfelagnum.
Setningurin er greiður:
Føroyska grundlóg til
fólkaatkvøðu.
Øll mál á føroyskar
hendur.
Avtalu við Danmark um
framtíðar samstarv millum
tvey sjálvstøðug lond og
fólkaatkvøðu um at skipa
tær sjálvstøðugu Føroyar.
Uttanríkspolitikkur, har
vit frítt kunnu gera avtalur
við onnur lond og gerast
limur í teimum felags
skapum, vit ynskja.
Siðaskifti í okkara
fiskivinnupolitikki,
soleiðis, at nú stovnarnir
koma fyri seg skapa vit
eina burðardygga vinnu og
ein búskaparvøkstur, har
onnur hvør eyka króna í
landskassan fer til at gera
okkum leys av blokkstuðli
og hin til at útbyggja og
menna samfelagið.
• Eitt altjóða universitet
og gransking.
• Ein altjóða flogvøll.
• Ein miðvísan
mentanarpolitikk.
• Veruligar tænastur til
okkara veikastu
samfelagsborgarar.
• Treytaleysa rættartrygd
og nærlagni í fyrisitingini.
Og ikki minst: Eina
dygga umlegging í okkara
umhvørvis, orku og
tilfeingispolitikki, har vit,
ið liggja mitt í Norður
atlantshavi í einum av
heimsins kovum, kunnu
gerast grønasta landið í
heiminum í breiðastu
merking.
14. september er ein fagnaðardagur fyri framtíðina
Høgni Hoydal