Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2009 31 Seinasta árið hevur hesin spurningur fylt meiri og meiri í okkara hugaheimi. Verður gongdin tann, ið sett er út í korti av landsins myndugleikum, framhald­ andi, so verður alt arbeiðið, sum er bygt upp gjøgnum tey 13 árini, frítíðarskúlin hevur verið til í Føroyum, brotið niður. Tað verður ein goymsla til børnini, til tey verða heintað, ella kunnu fara heim. Skúlin hevur fingið fleiri tímar til hesi børn, sum eru tiknir frá frítíðarskúlunum, tímarnir pr barn, sum í løtuni er 3,0, skal niður á 2,42 eftir nýggjár, hetta ger, at starvsfólk í mesta lagi KUNNU fáa 25 tímars arbeiðsviku, sum aftur hevur við sær, at pedagogar rýma, tí teir kunnu ikki klára dagligar útreiðslur við undir trýkvartari løn. Vantrivni og frustratión valdar millum starvsfólkini, sum sjálvandi hevur árin á dagligdagin, bæði á arbeiðs­ plássinum og heima. Í mai mánaði vóru vit 9 námsfrøðingar í Hoyvík, nú eru vit 4½! 50% niður­ gongd! Fólk fara aðra staðir eisini. Sostatt verður hetta ikki eitt pedagogiskt tilboð meir! Kundu hugsað okkum at fingið eitt kjak í gongd um hesi viðurskifti! · Hvat er ætlanin við frítíðarskúlanum? · Hvar er hann á veg? · Hvat við børnum við serligum tørvi? · Hvat við kvalitetinum? · Hvat við frítíðini hjá børnunum? Hvat hugsa: ­ Landsmynduleikar? ­ Kommuna? ­ Pedagogfelagið? ­ Starvsfólk? ­ Foreldur? ­ Onnur? Skal frítíðarskúlunum verða lív lagað sum eitt pedagogiskt tilboð til børnini, má okkurt gerast. Vegna starvsfólk í frítíðarskúlanum í Hoyvík Levi Mørk og Charlotta á Váli Olsen, námsfrøðingar Frítíðarskúlin – hvar er hann á veg? Fyrst nakrir spurningar. Ber tað til at spæla fótbólt á tennisvølli? Ber til at spæla kurvabólt á rennibreyt? Ber til at reka matstovu í fjósi? Ber til at hava fólkaskúla­ undirvísing í býbussi? Ber til at hava fimleikaundir­ vísing í neysti? Sjálvandi ber hetta ikki til. Á sama hátt ber ikki til at hava tónleikafrálæru á nøktandi støði í kustaskápi, í fimleikahøll, goymslu fullari av óruddi ella í skúlastovum uttan nøktandi amboð til undirvísingina. Trúgv mær, hetta eru teir karmar og tann veruleiki, ið næmingar í tónleiki og tónlistalærarar teirra liva undir. Stórur partur av dagligu tónleika undirvís­ ing, ið land og kommunur í felag skulu eitast at reka, fyrigongur í dag undir hesum og líknandi treytum. Hetta er, eftir mínum tykki, ein sera stórur trupul­ leiki. Somikið stórur, at hann beinleiðis oyðileggur og niðurbrýtur musikkundir­ vísingina, hugin hjá lærar­ anum at undirvísa á støðun­ um og harvið eisini hugin hjá næmingunum at fáa frálæru. Orðatakið ”ein ónd­ ur sirkul” rennur mær í hug. Í síðsta enda vendur hetta aftur í neiligari um­ talu av musikkskúlaundir­ vísingini, og tað er á ongan hátt ynskiligt. Í løtuni eru musikkskúlar í flest øllum kommunum í landinum. Tórshavnar Musikkskúli er tó einasti musikkskúli í landinum, ið undirritaðið hevur verið á, har umstøður til tónleika­ undirvísing eru nøktandi. Veit um eitt ella tvey støð, ið eru farin undir at betra um umstøðurnar. Aðra­ staðnis eru tær frá ikki nøktandi til als ikki nøkt­ andi og út av lagi vánaligar. Eg gevi tónleikafrálæru á Tórshavnar Musikkskúla og Norðljómi, ið er tónlista­ skúlin á Oyrabakka og Eiði. Eg skal erliga viðganga, at um eg fekk møguleikan, vildi eg flutt alla undirvís­ ing til havnina. Hóast fyrr­ verandi og núverandi økis­ leiðari fyri Norðljóm av øllum alvi hava gjørt sítt fyri at betra um viðurskift­ ini og sjálvt um hissini stig eru tikin til tíðir, so eru hølisumstøðurnar støðugt versnaðar síðstu árini, og eru tær í dag sera vánaligar. Tað er ikki ov nógv sagt, at undirvísingin og harvið Norðljómur sum tónlistar­ skúli er við at detta frá hvørjum øðrum. Trupul­ leikin er væntandi fram­ skygni og planlegging frá kommununi. Hvat ætla kommuna og land við skúlanum. Hvørjar komm­ unalar uppgávur hevur hann og hvussu skal hann megna hesar á bestan hátt. Í mínum hugaheimi er hetta rættuliga einfalt. Um kommunur ynskja at bjóða tónleikafrálæru til børn og ungdómin, so mugu og skulu tær eisini latað nøkt­ andi høli og umstøður. Um tær ikki vilja hetta, so er tað sjálvandi í lagi, men so skulu tær siga frá á røttum stað´, soleiðis at orkan kann brúkast betur aðra­ staðnis. Tað ber ikki til at hava tónlistaskúla uttan ”fysiskar” karmar. Tað ræður um at skapað eitt umhvørvi, har ungdómur samlast at vera saman um tónleik og samanspæl. Innan ítróttin er hetta ein sjálvfylgja, eisini í sunda­ lagnum, so hví er tað ikki ein sjálvfylgja innan tónleikafrálæru? Eg havi tosað við fleiri tónleikalærarar, ið arbeiða runt um í landinum. Flest allir eru á einum máli um, at hølisviðurskiftini eru ótolandi og høvdu teir, um tað var møguligt og um teir fingið møguleikan, fari aðrastaðnis at undirvíst. At bjóða tónleikafrálæru uttan at hava karmarnar er, eftir mínum tykki, at halda bæði næmingar og lærarar fyri gjøldur og tað er eisini, aftur eftir mínum tykki, at halda skattgjaldaran fyri gjøldur at latað verandi støðu halda áframm. Hesin peningur hevði í fleiri førum verið betur spardur!! Eg vil tí hervið innarliga heita á kommunur og land um at gera sær greitt hvat tey vilja við tónlistaundir­ vísingini og síðani takað avleiðingarnar av hesari niðurstøðu. Musikkskúlin, ið eingin varðar av!! Ólavur Olsen Skilji væl John ­ at hann ger, hvat hann kann fyri at fáa veljaran at gloyma ruðuleikan í Javnaðar­ flokkinum. Flestu føroyingar munnu verða samdir um, at tað er alt ov dýrt at ferðast til og frá Føroyum. Men, at ein almennur miðul (við public service skyldum – hvat tað so er?), sum KvF. stillar upp og letur seg brúka sum marknaðarførings amboð hjá einum einstakum politikkara ella flokki, er undir alt lágmark. Um tíðindamaðurin á degi og viku, ið gjørdi samrøðuna við John, var seriøsur, kundi hann sett viðkomandi spurningar sum t.d. : Um tú veruliga meinar nakað við hesum, hví kemur tú so nústani við uppskotinum? Hevur tað ikki kostað ov nógv at ferðast í fleiri ár? Atkvøddi tú og javnaðar­ flokkurin ikki fyri einskiljingini av Atlantsflogi? Leggur tað ikki trýst á ferða­ seðlaprísin uppeftir, tá man einskilir eitt felag, ið onga kapping hevur? Vit nærkast milliardini í halli á fíggjarlógini! Hvør skal gjalda fyri ferðaseðla lækkingina? Skal tað aftur klípast av hjá pensionistum og teimum veikastu í samfelagnum? Skal pensións­ aldurin kanska hækka enn meira? Hvat skal gerast fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga? og eg kundi hildið á, men tað skal eg ikki gera. John er ikki tann fyrsti, sum hevur klárað at lokka miðlarnar apríl, og hann verður neyvan tann síðsti. Minnist, hvussu snildisliga Anfinn Kallsberg bar seg at við bummgjaldinum, tá teir ofraðu Jógvan við Keldu, sum lands­ stýrismann. Jógvan bleiv gloymd­ ur, og tíðindafólkini kýkaðu agnið hjá Anfinni, at nú skuldi tað verða frítt at koyra í undirsjóðar­ tunnlunum. Sig so tað ­ the show must go on. Mediastuntið hjá John Johannesen Í lesarabrævi frá Arna Winthereig, sum var eitt aftursvar til Unga Tjóð­ veldið, stendur, at grundin til, at Sambandsflokkurin vinnur fleiri atkvøður frá Javnaðarflokkinum enn Tjóðveldi, er, at Sambands­ flokkurin er tann einasti sum arbeiðir 100% fyri ríkisfelagsskapinum. Hetta ger so, at Sambandsflokk­ urin er tann einasti flokk­ urin, sum kann geva tann tryggleikan, sum hinir flokkarnir ikki kunnu geva. Tað at arbeiða 100% fyri ríkisfelagsskapinum tykist sum nakað, sum er ringt at definera. Har er so siga eingin sambandsmaður, ella í hvussu er eingin, sum vit vita um, sum arbeiðir fyri at strika tey stigini, sum longu eru tikin á fullveldisleiðini. Her undir kann nevnast: flaggið, málið og málsøki, sum eru yvirtikin av undanfarnum samgongum. Sostatt vil Sambandsflokkurin ikki virka fyri at fáa okkum nærri at Danmark, men heldur bert varðveita tað slagið av sambandi, vit hava við Danmark nú. Hetta er eitt slag av kon­ servatismu, har núverandi støða skal varðveitast uttan mun til, hvussu góð ella ring hon er fyri okkara demokratisku og búskap­ arligu støðu. Størri gagn hevði verið í einum øðrum slagi av sambandi. Eitt samband út í heim við lond­ ini kring okkum og við útheimin sum heild. Men so leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum, sum í veruleikanum bert er eitt annað orð fyri Danmark, so ber ikki til hjá okkum at gera millumlandasáttmálar innan øll øki. Heldur ikki ber til hjá okkara ítróttar­ fólki at taka lut í altjóða ítróttartiltøkum, so sum Olympisku Leikunum, uttan at hetta er undir donskum flaggi, og vit hava ongan sess á aðal­ fundi í ST. Sjálvandi skulu vit varðveita samstarvið við Danmark, men vit vilja samstundis eisini fáa samband við aðrar tjóðir, og hetta kann bert náast til fulnar við at taka loysing. So fyri at økja um samstarvið út í heim noyðast vit at bróta hesa tryggleikakonservatismu og royna at uppnáa nakað betri, nevniliga fullveldi. Í seinnu helvt av lesara­ brævinum verður nevnt, at búskaparligi tryggleikin er størri, um vit verða verandi partur av Danmark. Hetta passar bert lutvíst, tí tað vísir seg, at ein kunstig innspræning av kapitali í einoghvønn búskap hevur ongar langtíðar fyrimunir og kann vera til ampa fyri vøkstur. Unga Tjóðveldið er samt í, at vit skulu hava búskaparligan tryggleika í Føroyum, men hesin trygg­ leikin skal koma frá teim­ um virðunum, sum vit skapa her í landinum, og ikki frá einari kunstigari innspræning av kapitali úr Danmark. Aftursvar til Arna Winthereig: Hvussu skilja vit veljarakanningina vegna Unga Tjóðveldið Bjarni H. niclasen egin Markná Lesið - so eru tit við viðmerkingar