Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 175 - 15. september 2009 Seinastu tvær vikur­ nar hevur Pulsurin, ein veljarakanning á Portalinum, spurt um tað skal vera loyvt at keypa øl og vín í handlu num. Greiður meiri luti talar fyri tí, skal ein trúgva kann­ ing ini AnAlysA Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Skulu veljarakanningar á inter neti num takast fyri fult, er tað ein stórur og greið ur meiriluti í Føroya fólki, ið talar fyri eini libe r­ al i ser ing av rús drekka lógini í Føroyum. Í veljarakanningini á Portalinum, kallað »Puls ur­ in«, hevur seinastu tvær vikur nar verið spurt, um tað skal vera loyvt at keypa øl og vín í handlunum. Klokkan 11.50 í dag vóru 22.877 atkvøður skrásettar, og tá vísti lutfallið, at ein greið ur meiriluti, 78 pro­ sent, er fyri at liberalisera rús drekka lógina og loyva keypi av øl og víni í hand­ lu n um. Ein lítil minniluti, 21 prosent, hava svarað, at tey ikki halda at tað skal vera loyvt, meðan góð tvey pro sent siga seg ikki vita. Hetta kundi bent á, at tað er ein ávísur røringur mill­ um fólk, har alsamt fleiri hella til, at tíðin er komin at libera li sera rúsdrekka lóg­ ina. Ikki eftirfarandi Talan er tó »bert« um eina kann ing á internetinum. Sam bært Jógvan Mørkøre, sam felags frøðingi, er ein slík kanning tó ikki eftir far­ an di. Trupulleikin er sambært hon um, at einki kontroll er við at ein slík kanning er um boðandi fyri fólkið. Eitt nú kann tað hugsast, at sys­ tem ið verður pumpað upp av fólki, ið hevur atgongd til fleiri ymiskar teldur, og øðr um, ið við snild um kun nu at kvøða ferð eftir ferð við somu teldu. Hinvegin er tað eisini lít ið hugsandi at tað eldra – og meira afturhaldna – ættar liðið ger tað sama. Áhugaverdur spurningur Hóast henda veljara­ kann ing ikki kann kallast umboðandi fyri fólkið í Føroyum, eru tøl ini áhugaverd. Frá fyrsta degi kom lut ­ fall ið í atkvøðunum at ligg­ ja í somu legu, sum tað hev ur gjørt mestsum alla tíð ina. Tá talan er um inter­ net kann ingar, eru tað tó eisini í stóran mun yngru ættar liðini, ið hava atgongd til at atkvøða. Men eru tað jú ikki júst tey yngru ættar­ liðini, ið skulu búgva í landi num í framtíðini? Harafturat skal havast í huga, at tað eru nógvir úti­ setar, ið lesa Portalin, og har við gevur hetta eisini eitt ávíst útslag. Lutfallið av vitjanum innanlands ligg ur vanliga um 70 pro­ sent av teimum gott 60.000 brúkarunum, ið vitja síðuna hvørja viku. Hinvegin kunnu vit aftur spyrja, um tað ikki eru júst útisetarnar, vit royna at fáa at flyta aftur til Føroya? Áhugavert hevði tí verið at tikið henda sama spurn­ ing við í eina komandi veljara kanning, har eftirlit var við um kanningin og um boða nin av fólkinum er eftir far andi. Tá hevði spenn an di verið at vita, um hen da kanning vísti, at sama lutfall av fólkinum er fyri at liberalisera rús­ drekka lógina, ella lutfallið fall ein heilt annan veg. Síðan hevði eisini verið áhuga vert at kannað, um sam svar var millum Fólk­ sins vilja og í hvussu hesi sjónarmiðini vóru umboðað á Tingi. Vilja hava øl og vín í handlarnar Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi spyr í morg in Johan Dahl, lands stýris manni í vinnu málum, um gegni hjá nýggja formanninum í Vinnu frama­ grunninum FyrispurningAr Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Í morgin verða munnligir fyri spurn ingar á skránni í Løg tinginum. Tá fer Bjørt Samuel sen, tingkvinna fyri Tjóð veldi, millum annað at spyrja landsstýrismannin í Vinnu málum, Johan Dahl, um gegni hjá nýggja for­ manni num í Vinnu frama­ grunninum. Í viðmerkingunum sigur hon millum annað, at »tað er ein sannroynd, at nýggi for­ maðurin í Vinnu frama­ grunninum, ið annars er kendur sum ein dugnaligur íverkseti, hevur tøtt sam bond til Íverksetarahúsið í Klaksvík, har hann var nevndar limur inntil hann tók við starvinum sum for mað ur í Vinnu frama grunni num. Hann hevur eisini politisk bond til nevndar for kvinnuna í Íverk setara húsinum (Kitty May Elle fsen, blm.), ið er (fyr r ver andi, blm.) forkvinna í Havn ar Framburðsfelag. Somu leið is er formaðurin skrivari hjá Fólkaflokki num, og harvið politiskur sparra ri hjá lands stýris manni num í Uttan ríkis mál um, ið jú sum kunnugt tók avgerð um brádliga at niður leggja Samvit.« Hon spyr eisini til framtíðarætlanirnar við Klek ing, ið er gjørt eftir sama leisti sum »inku bator­ skipanir« í øðrum londum, har hugsanin er at hjálpa nýggj um vinnum, sum hava eitt altjóða potentiali í gongd. Hon sigur tí víðari í viðmerkingumum, at »bæði Íverksetarahúsið og Klek ing eru natúrligir um søkjar ar til pening úr Vinnu frama­ grunninum. Tá avgerðir verða tiknar um stuðul til ymisk ar verkætlanir, og um fram tíðina hjá Kleking. er tað sjálvandi av stórum týdn­ ingi at tað ikki kann setast spurnartekin við geg ni hjá teimum, sum taka so týdningarmiklar avgerðir.« Munnligu fyri spurn ing ar­ nir verða svaraðir á ting­ fundinum í morgin, miku­ dagin 16. september. Spyr um gegni hjá formanninum í Vinnuframagrunninum Bøndur krevja týðing Íslendsku bóndurnir eru misnøgdir við, at spurningarnir, sum ES hevur latið íslendsku stjórnini í sambandi við umsóknina um limaskap, eru orðaðir á enskum máli. Tí hevur samtakið hjá bóndafeløgunum sent uttanríkisráðnum í Reykjavík eina áheitan um, at teir spurningarnir, sum hava við landbúnaðarmál at gera, verða týddir til íslendskt. Sambært feløgunum er tað neyðugt, fyri at allir bóndurnir kunnu seta seg inn í innihaldið. Tá Olli Rehn, kommiserur, var í Reykjavík í síðstu viku, handaði hann stjórnini 2.500 spurningar, sum stjórnin nú skal svara ES. Færri lesa bløð Ein kanning í Noregi vísir, at fleiri av teimum stóru bløðunum selja støðugt færri eintøk, meðan tey smærru bløðini standa seg væl betur í so máta. Eitt nú vísir kanningin, at Dagbladet, sum er eitt av teimum stóru, hevur mist 50.000 lesarar tað seinasta árið. Harafturímóti hava fleiri av teimum minnu bløðunum fleiri lesarar nú enn í fjør. Í kanningini sæst eisini, at støðugt fleiri norðmenn lesa bløðini á alnótini. Tann størsta lesaraskaran hevur VG við 1.504.000 vitjanum dagliga, sum er væl meiri enn tað næsta blaðið, sum er Dagbladet, ið hevur 985.000 vitjanir á alnótini um dagin.