týsdagur 15. september 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 175 - 15. september 2009
Fiskikappingin eftir
hemara byrjaði í 2005,
og í ár verður tað
Føryskir Havfiskarar,
sum standa fyri kapp
ingini. Men tað verð
ur kortini framvegis
Magni Blástein, ið
verður kappingar
leiðari
FISKIKAPPING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fisking á havinum við tráðu
hevur vundið meiri og meiri
upp á seg seinastu árini, og
nú eru eftir hondini so nógv
ir mans áhugaðir í hesum
frítíðarítrivi, at gjørt varð
av at stovna eitt felag, Før
oyskir Havfiskarar.
Tað var Heini Weihe,
sum í 2007 skipaði fyri ein
um fiskitúri við Norðlýsin
um. Vit vóru einir 14 mans
við hendan túrin, sum gekk
einar fjúrtan fjórðingar vest
ur úr Sandoynni, og tá varð
avgjørt, at stovna eitt hav
fiskarafelag, sigur Charles
Olsen, sum sjálvur er for
maður í felagnum.
Ein annar nevndarlimur
er Magni Blástein, sum fyri
fyrstu ferð skipaði fyri fiski
kapping eftir hemara í
2004/05.
Eftir felagið varð stovnað
var mett høgligari, at sjálv
kappingin lá undir felag
num, men framvegis verður
tað Magni Blástein, sum
vegna felagið hevur høvuðs
ábyrgdina av hemarakapp
ingini.
Felagið skipar eisini fyri
øðrum
kappingum
enn
Shark Atlantic. Eitt nú
skipa vit á hvørjum ári fyri
einari kapping, har tað ræð
ur um at fáa størsta fiskin.
Hetta er ein dagkapping,
sigur Charles Olsen.
Altjóða limaskap
Eftir at Føryskir Havfiskarar
varð sett á stovn, hevur fel
agið søkt um og fingið lima
skap í europeiska felagnum,
EFSA. European Federation
of Sea Anglers, sum felagið
eitur, hevur altjóða reglur at
ganga eftir, og tað eru ehsar
somu reglur, sum eru gald
andi fyri hemarakappingina.
Tað er neyðugt hjá okk
um at fylgja altjóða reglun
um, tí annars ber ikki til at
skráseta ella sláa nøkur
met, sigur Charles Olsen.
Av reglum í sambandi við
Shark Atlantic kunnu nevn
ast, at bert er loyvt at fiska
við tráðu. Tað kunnu brúk
ast tveir húkar, men tá má
fjarstøðan ikki verða meiri
enn 15 cm millum húkarnar.
Brotstyrkin á línuni má ikki
verða størri enn 60 kilo, og
verður wirur brúktur, má
hann í mesta lagi vera
níggju metrar.
Tað er heldur ikki loyvt
at hjálpa veiðimanninum at
fáa hemaran inn. Tú kanst
hjálpa honum at fáa selar
upp á, men hann má sjálvur
baksa hemaran at borði,
sigur Charles Olsen.
Hann sigur, at fyrimunurin
við at hava altjóða limaskap
er, at tað nú ber til hjá føroy
ingum at skipa fyri altjóða
fiskikappingum í Føroyum.
Metið fyri hemara fing
nan á tráðu í Føroyum er
229 kilo.
Vaksandi áhugi
Hóast hetta bert er fimtu ferð,
at skipa verður fyri Shark
Atlantic, so vísir tað seg, at
áhugin fyri hesum ítrivi er
stórur og alsamt vaksandi.
Fyrsta árið vóru bert heilt
fáir, sum vóru við í kapping
ini, men talið er vaksið ár
undan ári.
Tað vísir seg eisini, at
fólk steðga á, tá okkurt er
áfatt í Vágsbotni. Fólk fregn
ast, antin tað so er hemari,
kalvi ella onkur meiri van
ligur fiskur, ið er at síggja á
fiskatorginum, sigur Charles
Olsen.
Tíðin, ið nú kemur, er
rættiliga góð til hemara.
Hann heldur til millum
oyggjarnar hesa tíðina, og
dámar væl á streymasjógvi,
har nóg mikið er til av føði,
sigur formaðurin í Føroyskir
Havfiskarar.
Stytt tíðina
Nú Føroyskir Havfiskarar
fyri fyrstu ferð skipa fyri
Shark Atlantic, hevur felag
ið gjørt av at stytta kapp
ingartíðina.
Hini árini hevur kapp
ingin rokkið yvir fýra mán
aðir frá november til febru
ar. Men fyri at gera kapp
ingina meiri spennandi og
intensa, hava vit valt at
skipa hana frá 1. november
til 1. desember. Tað er eisini
ein sannroynd, at hemarin
er millum oyggjarnar hend
an mánaðin, og at hann
tekur rættiliga væl hesa
tíðina, sigur Charles Olsen.
Kappingarreglurnar seta
onga avmarking á, hvat
kann nýtast til agn, og seið
ur, makrelur og annar fiskur
er nógv nýtt. Heldur ikki er
nøkur áseting um, hvar hem
arin kann veiðast, sjálvt um
hann eyðvitað má fiskast í
føroyskum sjógvi.
Skuldi tað kortini hent
seg, at ongum eydnast at
fáa ein hemara innan fyri
ásetta tíðarskeiðið, kemur
sonevnda »golden goal«
reglan í gildi. Tað vil siga,
at tann, sum fyrst fær ein
hemara eftir útrunnið tíðar
skeið, er vinnarin.
Boðast skal sjálvandi
frá, tá ein hevur fingið ein
hemara, og hann skal vigast
á góðkendari vekt, fyri at
kunna
skrásetast,
sigur
Charles Olsen.
Hann heldur annars, at
væl er til av stórum fiski í
ár, og hann hevur sjálvur
verið við til at fáa 27 punds
tosk í fjørðinum, eins og 22
punds upsar fáast heilt inni
undir landi.
So tað sær gott út í so
máta, sigur Charles Olsen.
Neyðugt er eisini at melda
seg til kappingina, og skal
hetta gerast dagin fyri, at
farið verður at fiska. Meldast
kann til hjá Magna Blástein
á
tlf.
581582,
ella
á
magniblastein@kallnet.fo.
Eru fyrispurningar við
víkjandi kappingini, kunnu
hesir setast á sama telefon
nummari ella mailadressu,
siga fyrireikararnir.
Shark Atlantic fyri fimtu ferð
Hemaraveiða við tráðu
hevur vundið upp á seg
seinastu árini. Her hevur
Johan Simonsen fingið ein
trivaligan, sum tó ikki slær
metið upp á 229 kilo
Týsdagsjazzur á Hvonn
Hesaferð eru tað ungir tónleikarar sum fara at spæla ti týsdags
jazzin á Hvonn. Jumanji Express hava verið at hoyrt í ymisk
um høpum tað seinasta árið, og við sínari blanding av nýggj
ari og eldri tónum hava tey víst seg sum eitt sera undirhald
andi jazzorkestur. Fleiri av tónleikarunum í bólkinum spæla
eisini annan tónleik enn jazz, og ger hesin íblástur bara bólkin
enn meira spennandi. Við Sjúrði Zachariassen á saxofon, Jón
McGavin á guitar, Ísak Petersen á bass og Búgva Magnussen
á trummur er lagt upp til enn eitt spennandi jazzkvøld á
Hvonn. Gestatónleikarar verða Kim Kristensen á klaver og
Birita Danielsen, sum syngur.
Vikuligt jamsession í
Pub Manhattan
Jassfelagið er aftur farið at skipa fyri jamsession hvørt mikukvøld. Nú í Pub
Manhattan í Havn við bæði jassi, blues og alternativum tónleiki. Fýra bólkar skiftast
um at hava jammið. Also spælir hvør bólkur eitt mikukvøld um mánaðin. Fyrsta
kvøldið verður í annaðkvøld frá 2100 við Una R. Debess og bólkinum hjá honum.
Jammið er skipað soleiðis, at bólkurin spælir tvey sett, har tað seinna er opið til jam.
Teir spæla jass, blues, latin og fusion standards, men tað er eisini møguligt at koma
við egnum tilfari til jammið eftir avtalu við bólkin.