týsdagur 15. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 175 - 15. september 2009
So leingi sum prestar
prædika í samsvari
við trúarjáttanina,
eigur kirkjan at
vera ein breiður
stovnur við víðum
prædikufrælsi.
Tað metir Jógvan
Fríðriksson, bispur,
eftir at Tórður
Jóansson tvíhelt um
prestsins rætt til
at vera politiskur á
prædikustólinum
í Sosialinum um
vikuskiftið
Fólkakirkjan
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
Næstseinasta fríggjakvøld
helt Tórður Jóansson, hjálp
arprestur í Church of Scot
land í Glasgow, eina rætti
liga umstrídda andakt á
sonevndu aftankvirruni í
Havnar kirkju. Ein andakt,
sum var meiri politisk enn
vanligt er í føroysku fólka
kirkjuni. Tórður hugleiddi
um ta herjandi fíggjarkrepp
una, um veðurlagsbroyting
arnar og borðreiddi við ein
um lemjandi kritikki av
teymaleysum
marknaðar
kreftum. Í viðtalu í viku
skiftisinnlegginum í Sosial
inum um vikuskiftið grund
gav Tórður fyri prestsins
rætti til at taka politisk sjón
armið við uppá prædiku
stólin.
Kirkjan eigur at rúma
kjaki og ymiskum sjónar
miðum, eisini um tað, sum
rørist í okkara samfelagi,
helt Tórður fyri.
Prædikufrælsið
Útsagnir Tórða nema við
eitt prinsipielt kjak um talu
frælsið og mørkini fyri hes
um sama hjá hvørjum ein
støkum presti. Eitt kjak,
sum er í hæddini í Danmark,
eftir at Brorsons Kirke á
Nørrebro er vorðin snúnings
depil í einum stríði um
landsins útlendingapolitikk,
eftir at presturin Per Rams
dal hevur hýst og eftir øll
um at døma hjálpt til at
fjala irakisk flóttafólk, sum
ikki hava fingið asyl frá
donsku myndugleikunum.
Tey eru nú send heimaftur
til krígsherjaða Irak.
Við øðrum orðum er
spurningurin, hvørjar leið
reglur eru galdandi, tá met
ast skal um, hvat ein prestur
kann loyva sær at siga og
ikki frá prædikustólinum.
Ovasti myndugleikin í før
oysku fólkakirkjuni, Jógvan
Fríðriksson, vísir í fyrstu
atløgu til siðvenjuna at
virða og varðveita prestsins
prædikufrælsi.
Kirkjan er og skal eisini
vera ein breiður stovnur,
sum rúmar ymiskum sjónar
miðum, eisini um mál, sum
rørast í samfelagnum. Nú
verandi skipan er somikið
breið, at vit altíð koma at
hoyra eitt sindur av hvørj
um. Og hetta er ein styrki,
metir bispurin í Føroyum,
sum sjálvur ikki hevur fírt
fyri at úttala seg alment um
samfelagsligar spurningar.
Á nýggjárinum helt hann
fyri í nýggjárssending í
útvarpinum,
at
Føroya
Banki ikki skuldi verið
privatiseraður, og at avkast
bankans skuldi verið brúkt
til at betra um korini hjá
teimum gomlu. Og tá krepp
an herjaði í nítiárunum helt
táverandi presturin, at øll
húsaskuld átti at verið
sanerað.
Vit hava ein bygnað,
sum inniber, at eingin í prin
sippinum kann úttala seg
vegna kirkjuna. Eg eri bisp
ur, men eg eri ikki nakar
varðhundur, sigur Jógvan
Fríðriksson. Bispur vísir á,
at kirkjan hevur mekanism
ur, sum gera ta møguligt at
kæra ein prest, ein sonevnd
ur “andligur gerðarrættur”,
sum hann kallar tað. Men
hesin instansur verður at
kalla ikki brúktur.
Trúarjáttanin er
grundarlagið
Men fyri ovasta myndug
leikan í føroysku fólkakirkj
uni er hóast alt eitt mark
fyri, hvat ein prestur kann
prædika og ikki. Og hetta
markið er sambært biskupi,
at presturin prædikar og
virkar í samsvari við sjálvt
grundarlag fólkakirkjunnar,
sum er trúarjáttanin og játt
anarritini.
Hetta er okkara definer
aða læra, og hon skal hald
ast. Um ein prestur hvønn
sunnudag
játtar
læruna,
men síðani prædikar ímóti
hesi somu læru, hava vit ein
trupulleika, er Fríðriksson
greiður.
Júst
spurningurin
um
prestsins trúskap mótvegis
trúarjáttanini
er
vorðin
aktuellur bæði í Danmark
og í Bretlandi, eftir at prest
ar hava undirstrikað, at teir
ikki trúgva á ein transend
entan, tilvitaðan Gud. Í Dan
mark er best kenda dømi
umstríddi presturin Thorkild
Grosbøll.
Síðani
hevur
dúgliga verið kjakast um,
hvussu opið og hvussu
ymiskt kristindómurin yvir
høvur kann tulkast av teim
um, sum skulu bera boð
skapin fram. Okkara egni
biskupur sær ein vanda við
hesum hugráki.
Kirkjan kann gerast so
breið, at hon verður útvatn
að. Um kirkjan skal rúma
øllum, so verður hon skjótt
innantóm. Hetta er ein ævig
balansugongd, metir Jógvan
Fríðriksson.
Tá hetta er sagt, so hevur
bispur sína egnu greiðu
meginreglu, tá ein boð
skapur skal berast fram.
Hann metir, at tann besta
prædikan er ein eksistentiell
tulking av tekstinum, og
við hesum útgangsstøði
gerst kirkjan skurðpunktið
millum tað andliga og tað
tímiliga.
Og man kann siga ótrú
liga nógv uttan at leggja eft
ir øðrum. Uttan mun til
hvat man hevur uppá hjarta,
so kann man altíð nýta eitt
orðaval, sum signalerar virð
ing fyri øðrvísi hugsandi.
Hygg eitt nú at Dalai Lama,
sum er ein meistari til at
bera fram ein savnandi boð
skap, endar Føroya bispur.
Bispur verjir prædikufrælsið
”
Kirkjan er ein breiður stovnur, sum
rúmar ymiskum sjónarmiðum, eisini um
mál, sum rørast í samfelagnum. Og tað
er ein styrki
107 ára gomul søkir mann
Malaysiska kvinnan Mek Wok er farin at hyggja seg um eftir
einum manni, sum hon ætlar at gifta seg við. Áhaldin má hin
siogast at vera, tí Mek Wok er sambært fólkayvirlitinum 107 ára
gomul og hevur higartil verið gift 22 ferðir. Fyri trimum mánaðum
síðani bleiv hon sundurlisin frá sínum 37 ára gamla manni, eftir at
hann var endaður á einum sjúkrahúsi til avrúsing. Men nú kennir
so seg einsamalla og vil hava ein mann aftur í húsið, sigur hon við
fjølmiðlarnar. Hon viðgongur, at hon er gomul, og at kroppurin
ikki vekir ans hjá ungum monnum longur, men vónar kortini at
finna ein annan mann.
Ein sproyta nóg mikið
Bretska heilivágsfyritøkan GlaxoSmithKline sigur, at ein
nýggj vaksina, sum fyritøkan hevur gjørt, virkar so væl
ímóti svínakrími, at tað er nóg mikið at vaksinera fólk
einaferð. Læknavísindin hevur fyrr sagt, at tað er helst
neyðugt at vaksinera fólk eina ferð um vikuna í tríggjar
vikur, men bretska fyritøkan sigur, at tað er als ikkii
neyðugt. Kinesiska heilivágsfyritøkan Sinovac kunngjørdi
herfyri, at heilsumyndugleikarnir hava hava góðkent eina
svínakrímvaksinu, sum fyritøkan hevur gjørt. Eisini í
Fraklandi og Avstralia eru fyritøkur komnar væl áleiðis við
vaksinu ímóti kríminum.
Markið fyri prædikufrælsinum
hjá prestum er, at teir virka í
samsvari við trúarjáttanina.
Tað metir Jógvan Fríðriksson,
biskupur. Í viðtalu í
Sosialinum um vikuskiftið
helt Tórður Jóansson,
hjálparprestur í Glasgow, at
prestar hava rætt til at vera
politiskir á prædikustólinum.
Ùtsøgnin reisir prinsipiella
spurningin, hvar markið
gongur fyri, hvat ein prestur
kann prædika og ikki