Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 175 - 15. september 2009 Tað finst einki betur egnað skip enn Ritan at avloysa Másan í siglingini til Fugloyar og Svínoyar. Tað heldur Jógvan Páll Poulsen, sum í áravís hevur verið skipari á Másanum Útoyggjasigling Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo 31. august gekk siglingar­ loyvi hjá 50 ára gamla strand­faraskipinum, Másan­ um út. Síðan tá hevur Súlan røkt siglingina til Fugloyar og Svínoyar. Men Súlan er als ikki egn­ að til ta siglingina, held­ur Jógvan Páll Poulsen, sum í nógv ár hevur ført Másan í tí siglingini. Nú er hann í farloyvisstarvi við Smyrli, men tað gongur út 1. febru­ ar, og tá fer Jógvan Páll Poulsen væntand­i aftur í Norðoyggjar at sigla. Súlan óegnað ­ Súlan er als ikki egnað at sigla við ferðafólki, tí hon er so ófriðarlig í sjónum. Salongin er frammi í gron, og tað er ikki gott, tá ið siglast skal um Arlantshavið, um íður og streymtangar. Súlan er so órólig, at sjálvt grovastu útróðrarmenn fáa sjóverk, sigur Jógvan Páll Poulsen. Hann hevur skilst, at polit­ iskur meirluti er fyri at seta Rituna í útoyggjasiglingina í Norðoyggjum, og tað finst neyvan betri loysn, held­ur hann. Men tað krevur eitt sind­ur av fyrireikingum, áðrenn Ritan kann fara í Norðoyggj­ ar at sigla. Strand­ferðslan má hava játtan til neyðugar umvælingar á Ternuni, og nakað má eisini gerast við Rituna, fyri at hon kann sigla til Fugloyar og Svínoy­ ar, tí tað er næstan ongantíð, at land­gongd­ kann brúkast. Jógvan Páll Poulsen fekk høvi at royna Rituna í apríl, og tær roynd­irnar sannførd­u hann um, at Ritan er væl egnað til ta siglingina. Hann hevur í fleiri ár biðið um at slreppa at royna Rituna í Norðoyggjum, men nógv vóru ímóti tí, ikki minst fugloyingar og svínoyar. Nú útoyggjafólkini hava roynt Rituna, d­ámar teimum hana sera væl. Ritan besti avloysari Siglingarloyvið hjá Másanum gekk út 31. August. Skal Másin hava loyvið endurnýggjast, skulu stórar ábøtur gerast, og Strandferðslan ivast í, um tað loysir seg at brúka so nógvan pening til eitt so gamalt skip. Másin liggur nú i Vági www.ekort.fo Eik Banki P/F er kortútgevari Tú og – vinna hvørja ferð! kortið er eitt MasterCard við innbygdum kreditti, sum kann brúkast um allan heimin. Við ekortinum vinnur tú pening fyri hvørt keyp. Hvørja ferð tú rindar við ekortinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi, verður ein upphædd flutt á vinningskontu tína. Harafturat lata korthandlar í Føroyum eitt fast prosenttal í avsláttri. Í desember mánaða hvørt ár, fært tú uppsparda vinningin útgoldnan, og tá merkir tú veruliga fyrimunin við kortinum! Ert tú 18 ár, kanst tú søkja um kort. Fyll út umsóknarblað á www.ekort.fo ella set teg í samband við ekort á tel. 348 348