Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 175 - 15. september 2009 Anna Maria E. Antonius sen er ein av 137 føroyingum, sum hava fingið staðfest sjúkuna H1N1 vanliga nevnd svínakrím. Til burð­ ir n ir av sjúkuni eru minkandi, men lands­ læknin, Høgni Debes Joen sen, væntar, at sjúk an fer at gera meira um seg, nú heyst ið er ávegis H1N1 Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo - Tað tók fimm minuttir frá tí at eg var frísk, til eg hevði høgan fepur og ilt í kroppi- num, sigur Anna Maria E. Antoniussen. Í tríggjar dagar hevði hon yvir 40 stig og lá bara í song ini – fjóðra dagin fór fepur in niður á 39 stig, men tað tók heilar seks dagar, áðr enn hon var fepurfrí. - Eg ringdi til læknan, men hon segði, at mær nýtt- ist ikki at koma og taka nakra roynd eftirsum eg hevði øll eyðkenni hjá H1N1, sigur Anna Maria E. Antonius sen, ið vanliga starvast sum leiðari á Dag- stovn inum í Hoyvík. Sama dag, sum Anna Maria gjørdist sjúk, vóru ei si ni trý børn á stovninum stað fest við sjúkuni. Hon var heima ta einu viku na, ein skal verða heima, men tað tók tvær vik ur, áðrenn hon heilt kom fyri seg aftur. - Eg havi havt vanliga in fluen su fyrr, men hetta var so nógvar ferðir verri, tað tók sera hart upp á kropp in at hava høgan fepur í so nógvar dagar, sigur hon. Av teimum 137 staðfestu tilburðunum í Føroyum eru tað einans tvey, sum hava ver ið innløgd á sjúkrahús, og tey hava tað bæði gott í dag. Í august vóru umleið 30 til burðir staðfestir um viku- na, men seinastu vikurnar eru færri staðfest við sjúku- ni. - Heystið er júst byrjað, og tað er vanlig influensatíð, so vit vænta, at sjúkan fer at vinda upp á seg aftur, sig ur Høgni Debes Joensen, lands lækni. Hann mælir øllum til at fylg ja teimum leiðreglum, sum eru stungnar út í kortið. Vaska hendurnar ofta, hosta og njósa í ermuna og verða heima, um ein er sjúkur. Koppsetingin kemur vænt an di ikki í gongd fyrr- enn í november, eftirsum kopp ingar evnið skal góð- kennast av evropeisku myndug leikunum. - Væntandi verður vanda- bólk urin, ið vanliga skal kopp setast fyri vetrarin- fluensu samstundis kopp- að ur fyri H1N1, sigur Høgni Debes Joensen, lands lækni. Hann væntar, at H1N1 fer at gera um seg eini tvey ár aftrat. Verj teg og onnur fyri H1N1 • Vaska hendurnar ofta Influensavirus setir seg á hendurnar og spjaðir seg við hondheilsan og av hurðahandtøkum. Tí verður rátt til at vaska hendurnar ofta og við sápu. • Hosta ella njósa í ermuna Influensavirus smittar, sum smáir dropar frá hosta, njósa og líknandi. Legg út yvir munnin og nøsina, tá tú hostar ella nýsurr. Nýt einnýtis lummaklút ella ermuna í staðin fyri hondina. • Ver heima, um tú ert sjúk/ur Influensa spjaðir seg skjótt í skúlum, á arbeiðsplássum og stovnum. Ring til lækna í staðin fyri at møta upp í bíðirúminum ella á sjúkrahúsinum. Serligir vandabólkar Hevur tú niðursett lunga- virk ni, astma, hjartasjúku, dia betes ella niðursetta immun verju skal tú verða ser liga ansin. Um so er skal tú seta teg í samband við egn an lækna, um tú ella onk ur í húsinum fáa in fluen sa. Barnakonur, sum fáa in fluensu sjúkueyðkenni, og for eld ur at børnum undir 2 ár við influensueyðkennum, eiga at seta í samband við lækna. Influensa A (H1N1) er eitt nýtt virus, sum upp á stutta tíð hevur spjatt seg um allan heimin. Í allar fles tu førum er sjúkan mild og hæsar av eftir fáum døg- um. Kortini er tað týdn ing- ar mikið at avmarka smittu- na. Kelda: Heilsumálaráðið »Eg havi ikki verið so sjúk í 20 ár« Høgni Debes Joensen, landslækni væntar at H1N1 fer at vinda uppá seg aftur í heyst Drápsmaður í skúla Løgreglan í amerikanska býnum New Haven heldur, at ein drápsmaður gongur leysur ímillum næmingarnar á tí kenda lærda háskúlanum Yale. Løgreglan hevur funnið líkið av einari 24 ára gamlari kvinnu aftan fyri ein vegg i einari rannsóknarstovu, sum bara starvsfólk á skúlanum hava atgongd og lykil til. Sambært fjølmiðlunum hevur løgreglan illgruna um, hvør drápsmaðurin er, men enn er eingin tikin. Tann 24 ára gamla kvinnan bleiv funnin deyð sunnudagin. Hon skuldi annars giftast júst tann dagin, skrivar AP. Fingu lívlangt fongsul Tríggir bretskir muslimar vórðu í gjár dømdir lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava havt ætlanir um at spreingja fleiri ferðamannaflogfør, meðan tey vóru á veg tvørtur um Atlantshavið. Dómarin segði í úrskurðinum, at ætlaninar hjá teimum trimum monnunum kundu saman berast við tað, sum yvirgangsmenn full før du tann 11. september í 2001. Sam- bært dóminum ætlaðu teir trígir at spreingja flogfør, sum fóru úr London til Washing ton, Chicago, San Francisco, Tor- o nto og Montreal. Tað var í 2006, men æt lan ir teirra vórðuavdúkaðar og menninir tiknir. Anna Maria E. Antoniussen gjørdist sera sjúk tá hon var staðfest við H1N1