týsdagur 15. september 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 175 - 15. september 2009
OffshOre eurOpe
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir: Unn Poulsen
Uttanríkisráðið og Olju
vinnufelagið
hava
sam
skipað føroysku luttøkuna á
stóru
oljuvinnuframsýn
ingini Offshore Europe ´09,
sum hevur verið í Aberdeen
í hesum døgum. Framsýn
ingin lat aftur fríggjadagin,
og fyrireikararnir meta, at
framsýningin hevur haft
fleiri enn 40.000 vitjandi.
Framsýningin
er
sostatt
tann størsta nakrantíð.
Offshore Europe er ein
framsýning fyri undirveitar
ar til altjóða oljuídnaðin,
hvørs endamál er at lata
partar í vinnuni hittast,
endurnýggja
avtalur
og
skapa nýggj sambond.
Eins og undanfarin ár
luttóku føroysku fyritøkur
nar við einum felags bási,
sum aftur í ár lá væl fyri
beint við høvuðsinngongd
ina til framsýningina. Før
oysku fyritøkurnar boða frá
nógvum
vitjanum
og
virksemi í básinum hesar
dagarnar,
framsýningin
hevur verið. Vinnufólk og
tíðindafólk úr øllum heimi
num hava serliga verið
áhuga í boringini, sum eftir
ætlan skal fara fram undir
Føroyum komandi vár.
Føroyskt vinnulív var
umboðað av Atlantic Air
ways, Atlantic Supply Base,
Shefa og Runavíkar Havn
saman við umboðum frá
Uttanríkisráðnum,
Olju
vinnufelagnum
og
Jarðfeingi. Føroyska lut
tøkan á framsýningini er
minni enn undanfarin ár,
men luttakandi føroysku
fyritøkurnar hava fingið
nógv burturúr, og tær eru
væl
nøgdar
við
fram
sýningina, sigur ein av
samskiparunum, Unn Poul
sen, úr Uttanríkisráðnum.
Stórur áhugi
fyri Føroyum
á oljuráðstevnu
Eitt ár síðani skrædlið
Í dag er eitt ár, síðani amerikanski íløgubankin Lehman
Brothers kunngjørdi, at hann var frarin á húsagang, og hóast
tey flestu væntaðu, at stjórnin fór at bjarga bankanum, valdi
hon at lata hann fara. Fallið elvdi til iva og stúran í USA og
aðrastaðni. Bankarnir mistu álitið á hvør øðrum, partabræva
virðið fall í stórum, fyritøkur fóru á heysin ella repaðu og
koyrdu fólk til hús. Fleiri væntaðu, at tað, sum hendi í 1929,
fór at endurtaka seg, men so varð ikki, og tær seinastu
vikurnar hava fleiri lond boðað frá, at afturgongdin er steðgað,
og at tað gongur tann rætta vegin.
Bóndi setti eld á
Í Grikkalandi hevur løgreglan skuldsett ein bónda fyri at hava
kynt tann ógvusliga skógareldin, sum legði fleiri bygdir uttan
fyri høvuðsstaðin Athen í oyði í síðsta mánaði. Ákæruvaldið
kunngjørdi í gjár, at tað hevur skuldsett tann 59 ára gamla
bóndan fyri eldáseting. Sum skilst var talan um ósketni, tí
sambært ákæruritinum kyknaði skógareldurin, tá maðurin setti
eld á eitt vespureiður uttan fyri býin Grammatiko. Bóndin
noktar seg sekan í eldáseting, men verður hann dømdur sekur,
kann hann fáa upp í fimm ára fongsul, skrivar AFP. Umleið
300 hús fóru upp í royk í skógareldinum.