týsdagur 15. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 175 - 15. september 2009
Nú ber til at leita
fram føroysk
orð beinleiðis úr
sponskum í nýggjari
skúlaorðabók
Orðabók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Eitt nýbrot í føroyskum
orðabókaarbeiði
kallaði
Jógvan í Lon, málfrøðingur,
tað, tá nýggja spanska-før-
oyska orðabókin varð løgd
fram
í
Miðlahúsinum
fríggja dagin.
Nýtt portur
Tað eru tær báðar Randi
Meitil og Birgit Remmel,
málfrøðingar og lærarar í
sponskum og føroyskum, ið
hava gjørt nýggju orðabók-
ina. Bókin er serliga ætlað
miðnámsskúlunum. Í bókini
eru útvald leitorð, ið eru
mest viðkomandi hjá mið-
námsskúlanæmingum
og
øðr um,
ið
vilja
læra
spanskt.
Í sambandi við fram-
løguna vísti Jógvan í Lon á,
at á hvørjum ári læra á leið
200 føroyingar seg spanskt
á miðnámsstøði. Við nýggju
orðabókini hava føroyingar,
sum læra seg spanskt fyri
fyrstu ferð møguleika at
leita upp føroyskar týðingar
beinleiðis
úr
sponskum
uttan at noyðast umvegis
danskt fyrst.
At eitt beinleiðis portur
nú er latið upp úr sponskum
inn í føroyskt má eisini
metast at vera ein stór hend-
ing, havandi í huga, at
spanskt telist millum heim-
sins
størstu
mál,
vísti
Jógvan í Lon á.
Sama dag, sum nýggja
orðabókin kom út, gjørdist
orðabókaportalurin
hjá
Orðabókagrunninum tøkur
í nýggjum í sniði. Sum
fyrsta skúlaorðabókin hjá
Orðabókagrunninum hevur
spanska orðabókin sítt ser-
liga pláss á nýggja portal-
inum. Hesin portalur skal
geva telduatgongd til allar
tær orðabøkur, ið Orða-
bóka grunnurin gevur út –
teirra millum móður máls-
orðabókina.
Triðju flokkar
sleppa
á Listasavnið
Triðju flokkarnir í
Tórshavnar Kommunu
fáa í løtuni ein
fyrrapart á Listasavni
Føroya saman við
listamann inum Oggi
Lamhauge, sum vísir
teimum runt og lærir
tey at tekna
Tilboðið er galdandi
1.-18. september 2009
frá klokk an 9 til 11 hvønn skúladag, veit heimasíðan
hjá Tórshavnar Kommunu at siga.
Fyrra tíman ganga næmingarnir runt á Listasavn-
inum, har Oggi Lamhauge sýnir fram og greiðir frá
ymsu listaverkunum. So er fríkorter, har høvi er at
fara útum í Plantasjuna og kanna, hvaðani gólvið í
Listaskálanum er. Seinna tíman savnast næmingarnir
í forhøllini at tekna eina mynd við støði í tí, teir hava
sæð á savn inum.
Tað er 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu
sum hevur tikið stig til listatilboðið til triðju
flokkarnar í kommununi.
Neyðugt er at tekna seg í góðari tíð og í seinasti
lagi tríggjar skúladagar undan, hjá Listasavni Føroya
á telefon 313579.
-ave-
Nýgg venjibók
í enskum
Miðnámsnæmingar
hava fingið nýggja bók
við venj ingum í
enskari mállæru.
Bókin hevur heitið
Klípið og fylgir
mállæruni Lær teg
enskt eftir Unu
Poulsen og Ásu Hátún.
Bókin er skipað eftir
orðaflokkum í stuttar
kapitlar, sum aftur eru
býttir sundur við
bókstavum og tølum,
sum ger tað lætt at
finna og vísa á
staklutir í tekstinum.
Teir stóru orða flokkarnir hava fingið nakrar kapitlar í
part, til dømis eru 10 kapitlar um sagnorð millum
annað við nógvum venjingum við -ing formi.
Venjingarnar eru inn setingaruppgávur, týðing til
enskt og úr enskum og uppgávur í setningsbygging.
Uppgávurnar eru hóskandi at nýta í tímanum
einsæris ella í felag.
Tað er forlagið Ungu Føroyar, sum hevur givið
bók ina Klípið - mál læru venjingar til miðnámsskúlan
eftir Bergljót av Skarði
-ave-
Fyrsta spanskt-føroyskt
orðabókin komin
Eitt sigandi lítið brot
um litføgru føroysku
húsini er nú at finna á
internetinum
Stuttfilmur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Onkur kallar tey smakleys,
onnur síggja tey sum eitt
lívsjáttandi mótspæl til ofta
gráa føroyska veðrið. Lit-
føgru føroysku húsini vekja
enn einaferð uppmerksemi
í nýggjum stuttfilmi hjá
Kovboy Film, sum er at
síggja á netstaðnum You
Tube.
Míní hús!
Hóast filmsbrotið Faroe
Is lands
multi
colored
houses of Torshavn er sera
stutt, fær tað sagt heilt nógv
um siðvenjuna hjá føroy-
ingum at byggja og mála
síni hús á ofta sera per-
sónligan hátt.
- Í Føroyum vilja fólk
eiga húsið, tey búgva í, og
gera við tað, júst sum tey
vilja, greiðir røddin í film-
inum frá á enskum og
heldur fram
- Føroyingar hava lyndi
til at hugsa sera individuelt,
tá tað ræður um íbúðar-
mynstur. Ongin ognarskattur
er í Føroyum - tað vilja tey
ikki hoyra talan um - tí um
okkurt er títt, so gert tú við
tað, júst sum tú vilt.
Og sum vit síggja á
myndunum, er hetta í also í
serstakan mun galdandi, tá
tað ræður um lit og snið á
húsinum.
Filmurin er gjørdur í
samstarvi við 100 ára haldið
hjá Tórshavnar Kommuna
Filmurin sæst her:
http://www.youtube.com/
watch?v=seygjsuJTbc
Litføgru føroysku húsini á filmi
Lítli filmurin um litføgru
føroysku er sera sigandi og
sjarmerandi
IKEA væl umtókt
Næsta vár letur svenska handilsketan IKEA upp
eina nýggja deild í Aalborg, og sambært einari
talskvinnu hjá fyritøkuni fer tað ikki at standa á at
fáa starvsfólk til ta nýggju deildina. IKEA skal
hava 300 starvsfólk í Aalborg, men fyritøkan
væntar at fáa millum 10.000 og 15.000 umsóknir
til tey 300 størvini, skrivar Nordjyske
Stiftstidende. Nýggja vøruhúsið hjá IKEA verður
30.000 fermetrar stórt og letur upp tann 1. mars
næsta ár. Tey 300 størvini verða lýst leys í næsta
mánaði og sett seinni í ár.
Telja umaftur
Ein ST-nevnd, sum heldur eyga við uppteljingini frá
forsetavalinum í Afghanistan, hevur gjørt av, at í 10
prosentum av valstøðunum skulu atkvøðurnar teljast
umaftur, tí nevndin hevur illgruna um valsvik. Í síðstu
viku gav nevndin boð um, at atkvøðurnar í nøkrum
øðrum valstøðum skuldu eftirkannast, tí har vóru greiðar
ábendingar um, at alt var ikki, sum tað eigur at vera.
Kanadiumaðurin Grant Kippen, sum er formaður í
eftirlitsnevndini hjá ST, sigur, at atkvøðurnar í 2.500
valstøðum skulu teljast umaftur. Forsetavalið í
Afghanistan var tann 20. august.
Randi Meitil og Birgit Remmel, lærarar í sponskum og
føroyskum, greiddu frá arbeiðinum við nýggju spanskt-føroysku
orðabókini
Eina stórhending kallaði
málfrøðingurin Jógvan í Lon
tað, at eitt beinleiðis portur úr
sponskum inn í føroyskt nú er
latið upp