Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 15. september 2009 13 Nú játtanin til inntøku­ trygdina er uppi, og eingin eykajáttan er fingin enn, situr fiski­ maðurin við svartaperi. Ein veiting, borgarin sambært lóg hevur rætt til, verður ikki goldin, tí landsstýrismaðurin er bangin fyri at koma í stríð við aðra yvirskipaða lóggávu. Inntøkutrygd Neyvan nakar fiskimaður ynskir at dúva uppá inn­ tøkutrygdina, tí tað er hon ikki nóg gevandi til. Men í eini støðu, tá fiskiskapurin er vánaligur og fiskaprísir­ nir lakir, er skipanin góð hjálp. Síðan kreppuna í 90­ unum, tá kassin mangan var tómur og fiskimenn bíðaðu í mánaðir eftir útgjaldi vegna regulert peningatrot, hevur skipanin í stóran mun virkað væl. Men nú er aftur galið. Játtanin er langt síðan uppi, eykajáttan nústani løgd fyri Løgtingið, og einki útgjald til fiskimenn, sum frammanundan eru illa sperdir í hesum døgum. Lús millum tvær negl Leingi hevur verið greitt, at játtanin til inntøkutrygd­ ina ikki fór at halda í ár. Kortini er umbønin um eykajáttan, sum kundi tryggja fiskimanninum rættstundis útgjald, nústani komin í Løgtingið. Sum tíðin hevur gingið er játtanin uppi, við teirri avleiðing, at inntøkutrygd­ in ikki verður útgoldin, sum vanligt hevur verið og soleiðis, sum borgarin hevur rætt til at fáa hana útgoldna. Hetta er sera óheppið og setir fiski­ mannin í eina ringa støðu. Í samband við ófráboð­ aðan fyrispurning á Løg­ tingi mikudagin 9. sept. kom fram, at landsstýris­ maðurin ikki metti seg hava heimild at gjalda út peningin, tí stýrisskipanar­ lógin ásetir, at eingin útreiðsla má verða hildin uttan játtan fyriliggur. Fiskimaðurin er sostatt komin at liggja sum lús ímillum tvær negl í hesum sera óhepna máli. Í fyrsta lagi í sínum lógarfesta rætti at fáa pening útgoldnan, og í øðrum lagi í samband við ræðsluna hjá landsstýrismanninum fyri at gjalda út, við atliti til ásetingarnar í stýrisskipan­ arlógini og vandanum fyri “at missa høvdið”. Ein áhugaverdur løgfrøði­ ligur spurningur, sum sjaldan verður viðgjørdur og enn minni loystur, ofta til stóran trega fyri borgaran. Løgið kortini, at lítið og einki hoyrist millum manna um trupulleikan. Øðrvísi er, tá aðrir bólkar ikki fáa tað tey eiga. Fesk­ astu dømini eru, tá onkur “Við Múrin” ikki fekk “hýru”, ella tá tosað varð um, at onkur annar ikki skuldi fáa ta lønarhækkan honum stóð í væntu. Nei, fiskimaðuri er ikki kendur fyri at gera um seg í almenninginum, men harfyri eigur hann sín rætt. Støðan ikki haldbar Longu nú eru fleiri fiski­ menn, ið ikki hava fingið inntøkutrygdina frá tí almenna, sum teir sambært lóg hava rætt til, og sum vanligt hevur verið. Sum dagar, vikur og mánaðir ganga, verða tað fleiri, ið leggjast aftrat og upphædd­ irnar vaksa. Landsstýrismaðurin hevur arbeitt við eyka­ játtan, sum nústani er løgd fyri Løgtingið. Av roynd­ um kann sigast, at við­ gerðir av eykajáttanar­ uppskotum á Løgtingi taka í minsta lagi vikur, tó oftast mánaðir. Tí fer rúm tíð at ganga, áðrenn nakað verður útgoldið, um landsstýrismaðurin heldur fast við støðu sína. Fari tí at enda at heita á landsstýrismenninar í ávikavist fiskivinnu­ og fíggjarmálum um at bera so í bandi, at fiskimaðurin sum skjótast fær peningin, hann eigur og hevur rætt til at fáa. At grava seg niður millum ásetingarnar í mót­ stríðandi lógarásetingum, har borgarin liggur ímillum við svartaperi, er ikki haldbar støða. Sum lús millum tvær negl løgtingsmaður Bjørn Kalsø Bygnaðurin í okkara fólka­ skúla hevur verið óbroyttur í nógv ár. Meðan stórar broytingar eru hendar í samfelagnum. Krøvini til útbúgving hjá børnum og ungum eru nógv økt, eins og vit í dag seta krøv til fleiri og øðrvísi førleikar hjá læraranum. Øll foreldur vilja geva sínum børnum so góða barlast sum gjørligt at fara út í lívið við, tað sama vilja allir lærarar geva sínum næmingum. Hvussu geva vit børnun­ um tann besta førningin, bæði fakliga og trivnaðar­ liga, eigur at vera megin­ reglan í øllum tillagingum, ið vera gjørdar í fólka­ skúlanum. Fólkaskúlin í dag Tað eru 140 færri børn í fólkaskúlanum í 2009 enn í 2008. Játtanin í 2009 er 271 mió, hetta er øking á 13 milliónir í mun til 2008. Hóast ein partur er lønar­ hækkingar, er tað vert at seta spurningin, fáa næm­ ingarnir nokk fyri peningin? Ber til, at skipa skúlan øðrvísi, so meira fæst fyri hesa upphædd. Haldi at tíðin er komin at seta hesar spurningar. Stórt er ikki altíð best Eri als ikki samd við teimum, ið halda, at stórar eindir bara eru tað besta. Eri heldur ikki samd í, at bert stødd á játtan skal stýra, hvat ið vit gera á fólkaskúlaøkinum. Størsta týdningin hevur læringin og trivnaðurin hjá barninum. Tað merkir eisini, at lærararnir fáa góðar umstøður at geva børnum okkara tað besta, ið tey eru ment, bæði av fakligum innihaldi og sosialum førleikum. Ein lærari við fimm børnum gevur børnunum tað besta, ið hon kann. Eri onga løtu í iva um, at hetta kann vera líka so góð undirvísing, sum á einum stórum skúla við nógvum næmingum og fleiri lærar­ um. Tað er tó ein sann­ roynd, at vit læra ikki bara í einrúmi saman við einum lærara, vit læra eisini í felagskapi við onnur. Størri skúlar geva, mest sannlíkt, betur møguleika fyri einum fjølbroyttum felagsskapi. Skúlaøkir Ljóðar, í grein í bløðunum, at skipanin við skúlaøkjum merkja færri skúlar, hetta er ikki heilt rætt. At skipa, til dømis Norðoyggjar í eitt skúlaøki merkir, at allir skúlarnir eru ein bygnaðar­ lig eind við einari leiðslu, og ikki sum í dag fimm eindir. Sostatt er talan um at leggja skúlar saman. Mannagongdin verður tann, at kommunurnar gera eina avtalu um at skipa allar skúlarnar í eitt skúlaøki. Síðan avgera tær í felag, hvussu henda eindin verður best skipað. Velja kommunurnar í Norðoyggjum til dømis ikki at nýta ein skúlabygn­ ing til vanliga undirvísing, so kundu tær ístaðin avgjørt at nýtt henda bygning til heildagstilboð til næmingar, ið hava ein serligan tørv. Hetta er eitt tilboð, ið vanligi skúlin ikki í dag kann geva. Soleiðis kann játtanin til skúlan við øðrvísi bygnaði nýtast til at geva næming­ um fleiri og betri tilboð, enn teir fáa í dag. Kommunnurnar við Tað eru kommununnar, ið skulu gera sínamillum avtalu um, hvussu skúlin skal skipast í økir, fæst politisk semja um at skipa landið í skúlaøkir. Tí er tað sjálvsagt, at tær skulu við í tilgongdina. Eri sannførd um, at politiski myndug­ leikin ferð at viðgera allar møguligar broytingar á økinum, í samráð við kommunur, Lærarafelagið og øll, ið varða av skúlanum. Besti skúlin til børnini løgtingskvinna Eyðgunn samuElsEn Royndirnar higartil vísa, at tey málsøki, har komm­ unurnar hava fingið fulla ábyrgd, verða umsitin munandi betur, enn tá ið antin landið ella land og kommunur í felag hava tvíbýtta ábyrgd Eg má siga, at eg undrist á almennu úttalilsini hjá formanninum í Føroya Lærarafelag, har hann sigur seg hava broytt meining og nú heldur, at landið einsamalt skal umsita allan fólkaskúlan. Innan fleiri málsøki hava vit higartil havt ringar royndir av landinum sum umsitara, og tí er hetta ynsk­ ið hjá lærarafelagsformann­ inum ikki til at skilja. Um vit hugsa um eldraøkið, sum landið nú í áratíggjur hevur havt ábyrgdina av, er tað sjón fyri søgn, at støðan er sera ring og óvirðilig fyri okkara eldru borgarar. Henda støða hevur gjørt, at kommunurnar kring landið hava kent seg noydd­ ar at taka um endan og brúka pening upp á hetta málsøkið, sum landið fram­ vegis hevur og eftir øllum at døma vil hava, heldur enn at lata kommununum fulla ábyrgd, og pening, til endamálið. Barnaansingin og barnavernd Barnaansingin, sum fyrr var tvíbýtt ábyrgd hjá landi og kommunum, varð í 2000 løgd út til kommun­ urnar at hava 100% ábyrgd av, og sigast má, at vit síðani hava sæð eina stóra menning á økinum, sum kanska ongantíð fyrr er sædd her á landi. Kommunurnar hava á hesum málsøki prógvað, at tær eru egnaðar og førar fyri at umsita málsøki, samstundis sum landið umvegis lógarverk og eftirlit ásetur minstukrøv og tryggjar eitt nøktandi støði kring alt landið. Líknandi skipan er í dag galdandi fyri barnaverndar­ økið, og aftur her hava kommunurnar prógvað, eisini í sera góðum sína­ millum samstarvi, eitt nú í sambandi við Barnavernd­ arstovuna, at tær eru dugna­ ligir umsitarar av teimum málsøkjum, sum hava við borgarar teirra at gera. Illa umhugsaðar landsstýrisavgerðir Tað, sum hinvegin ger bæði kommunurnar og allarmest borgararnar ótryggar, er tann vantandi linjan í politikki lands­ stýrisins, har brádligar avgerðir verða tiknar um broytingar, sum órógva og lemja skipanirnar. Eitt nú hevur landsstýrið herfyri, ógvuliga brádliga og uttan fráboðan framm­ anundan, flutt umsitingina av barna­ og brekøkinum frá Almannastovuni til Nærverkið. Hetta hendir, samstundis sum ein bólkur, sum land og kommunur hava sett, arbeiðir við júst hesum málsøkjum, og har flyting til kommunurnar er ein av møguleikunum. Slíkar brádligar avgerðir eru ikki til frama fyri tryggleikakenslu borgar­ anna, og enn meira óskiljandi er tað, at slíkt verður gjørt og framt, meðan ein arbeiðsbólkur situr og lýsir málsøkið. Eitt valdømi og fleiri øki til kommunurnar Hesi seinnu árini hevur nógv verið tosað um at lata kommununum fleiri máls­ øki at umsita, men ikki kann sigast, at nógv ítøki­ ligt er komið burturúr. Tó eru, sum nevnt, nøkur fram­ stig hend, eitt nú innan barnaansing og barnavernd. Eg vil í hesum sambandi minna okkara landspolitik­ arar á, at tá ið Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi, varð undir við­ gerðini sagt sum ein for­ treyt fyri hesi kollveltandi broyting, at fleiri málsøki ”afturfyri” skulu leggjast út til kommunurnar. Tað kann ikki passa, at hetta lyfti longu nú er gloymt. Hvat er tað landið óttast? Eingin ivi er um, at vit hava eina frálíka skipan fyri myndugleikarnar í samfelag okkara, har Føroya Løgting ger lógir­ nar, Føroya Landsstýrið fremur hesar og hevur eftirlit, meðan kommun­ urnar, sum eru tættast at borgarunum, eru og eiga at útinna og umsita borgarans tænastur. Henda skipan tryggjar, at tann fremjandi myndugleik­ in kemur nærri borgaran­ um, samstundis sum at hetta skapir ein dynamikk í økjunum kring landið. Tí verður tað spennandi at síggja, hvat umskipan­ arnevndin, sum arbeiðir við nýggjum kommunu­ reformi, fer at koma við nú í heyst. Kommunurnar hava prógvað, at tær eru førar fyri at umsita sínar borgarar, og tí eigur landið at hava fult álit á kommununum. Hvat óttast landið? borgarstjóri gunvá við KEldu viðmerkingar