Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 175 - 15. september 2009 Tað er avgerandi fyri før­ oysku ES­kósina, at vinn­ an umrøður týdninga­ mesta spurningin í før­ oyskum politikki í dag. Tí er framúr positivt, at Føroya Reiðarafelag er komið upp í orðaskiftið um framtíðarstøðu Føroya í ES Umboð fyri føroysku fiski­ vinnuna eru komin upp í orðaskiftið um framtíðar­ støðu Føroya í ES. Tað hendi í gjár, tá Føroya Reiðarafelag legði eitt áhugavert ES­sjónarmið á heimasíðu sína. ­ Tað er avgerandi fyri føroysku ES­kósina, at umboð fyri vinnuna eru uppi í umrøðuni av hesum máli, ið er millum tey týdningarmestu í føroysk­ um politikki í dag, sigur Edmund Joensen, løgtings­ og fólkatingsmaður. Reiðarafelagið vísir á fyrimunir, ið fiskivinnan í ES hevur. Felagið vísir eisini á vansar, t.d. at írskir fiskimenn hava verið noyddir at broyta meska­ víddir eftir trýsti úr Fraklandi. ­ Soleiðis eru fyrimunir og vansar við øllum. Reið­ arafelagið skal hava takk fyri at taka táttin upp. Hin­ vegin ber væl til at ávirka meskavíddir, fiskihættir og mangt annað. Júst í hesum døgum er útkastið til nýggjan ES­fiskivinnu­ politikk lagt út til alment orðaskifti og hoyringar í breiðari merking, sigur Edmund Joensen. Beinleiðis orsøkin til, at Reiðarafelagið nú fer upp í ES­orðaskiftið, er, at Ísland hevur søkt um limaskap í Europasamveldinum. ­ Munurin millum Før­ oyar og Ísland er, at Ísland vil kenna treytirnar fyri limaskapi í Europasam­ veldinum. Íslendingar verða eisini við, tá ES­ fiskivinnupolitikkurin skal umskipast komandi tvey árini. Tá fara føroyingar framvegis at standa uttan­ fyri, um ES­kósin hjá Landsstýrinum ikki verður rættað í stundini. ­ Teir gomlu høvdu orðatakið: ”Ein er tíðin at dansa”. Enn kenna vit orðatakið, men vit vísa ikki í verki tað, sum for­ fedrarnir vildu hava okkum at leggja í orðatakið, sigur Edmund Joensen. Løgtings­ og fólkatings­ maðurin hjá Sambands­ flokkinum mælir løgmanni til at taka stig til samráðingar við ES, so Føroyar fáa at vita, hvørjar treytirnar eru fyri at gerast partur av samveldinum. Vælkomið íkast til ES-kjak frá Reiðarafelagnum løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Eg eri ørkymlað av úttalils­ unum hjá Petru Joensen, Almannastjóra, um at tað liggja fakligar grundgev­ ingar aftanfyri ætlanirnar um at taka fleiri ungfólk við serligum tørvi ella breki heim til Føroya, mitt í einum skúlaári. Hon sigur at tað kunnu liggja tvær grundgevingar aftanfyri at enda eitt uppihald. Onnur er, at málið er rokkið, og tað er í øllum førum at fegnast um. Hin er, at mett verður, at málið ikki kann røkkast, og er hetta ein sera álvarslig niðurstøða. Tað løgna í hesum er, at fleiri av teimum, sum hava fingið boð um at koma heim í úrtíð, hava fingið sama freist; tey skulu koma heim 1. oktobur. Eisini hava fleiri av teim­ um sum hava finigð boð at koma heim í úrtíð, fingið við sær ”handleplan” ella støðumeting og málsetning frá viðgerðarstaðnum, sum sigur júst tað mótsatta av tí sum Almannastovan leggur til grund fyri heimtøkuni. Tað er óhugsandi, at foreldur ynskja at teirra ungu ella børn skulu búgva í Danmark, um uppihaldið ikki er gott fyri tey. Eg haldi at framløgurnar í fjølmiðlunum seinastu dagarnar tosa fyri seg. ”Søgan um hini” endur­ tekur seg og dømini frá 70´unum, tá fólk við sálarsjúku komu heim til Føroya aftur, eftir hospitals­ uppihald í Danmark eru skelkandi. Tey flestu fluttu inn á LSH og har hava tey haft sín bústað til doyggj­ andi dag og einki arbeiðstil­ boð av nøkrum slag. Onkur hevur skarað framúr og roynt at gera vanligt útiarbeiði saman við teim­ um og tað hevur givið lívsgleði og hevur bøtt um heilivágsnýtsluna hjá tí einstaka sjúklinginum. Nú, nærum 40 ár seinni, liva summi av hesum fólkum enn uttan líkinda samleika. Er tað tað Almanna­ stjórin vil bjóða okkara børnum og ungu við breki? Hvar hevur Almannastjórin fakligu grundgevingarnar frá? maud Wang HansEn Politiska deyðadóms­ álopið frá mínum lista­ felaga og vinmanni, Brandi Sandoy, er tað ótespiligasta eg havi møtt á politisku leiðini. Hóast yvirskriftin “bert” sipar til at undirritaði er fíggj­ arliga ábyrgdarleysur, so benda hinar yvirskriftir­ nar á, at alt verður gjørt fyri at avlíva karakterin hjá Páll á Reynatúgvu í einum. Populistiskar og sevjandi yvirskriftir sum ógegni, persónligur vinningur, fíggjarligt ábyrgdarloysi, og seinast men ikki minst, gíslatøka av børnum Óheftar kanningar, heldur enn verjurøður Av tí at tað kennist nyttuleyst hjá undirritaða at koma við longum verjurøðum her, skal í hesum umfari bert vera sagt, at eg mæli til, at óheftar kanningar vera settar í verk, fyri at staðfesta um ákærurnar eru í tráð við veruleikan, ella ikki. Mæli tí til: 1) At Sandoyar Barna­ verndartænasta setur í verk óhefta kanning av setanar­ tilgongdini, tá nýggjur leið­ ari varð settur fyri Sand­ oyar Barnaverndartænastu. 2) At grannskoðarar hjá Sands Kommunu og Sand­ oyar Skúlasambandi gera eina fíggjarliga greining av støðuni á Meginskúlanum við atliti at, um íkomna fíggjartrotið er orsakað av vantandi inngjaldi frá Sands Kommunu, ella óheimilað­ ari meirnýtslu hjá Sandoyar Skúlasambandi, ella møgu­ liga báðum. 3) At grannskoðarar hjá Sands Kommunu og Skop­ unar Kommunu, gera upp eftirstøðuna hjá Skopunar Kommunu á læknaøkinum. 4) At Innlendismálaráðið ger eina niðurstøðu, um kommunustýrislimur er gegnigur, ella ei, tá játtanir til kommunalar stovnar, har teirra avvarðandi arbeiða, verða viðgjørdar í kommunustýrinum. 5) At Innlendismálaráðið ger niðurstøðu, um sitandi borgarstjóri er gegnigur, tá setanarbrøkur borgarstjór­ ans verður viðgjørdur í kommunustýrinum. Miðlar til loysn á ósemjum? Ein vika er nú, farin síðani almenna álopið á undirrit­ aða sum politikara og per­ són, og onnur hava nýtt høvið til at trína í dansin oman á persóninum Páll á Reynatúgvu. Tað er natúr­ ligt, at onnur ikki standa móti freistingini, tá vit sum politiskir ábyrgdarpersónar leggja í vaðið í almenna rúminum. Betur høvdu vit verið farin, um vit loystu hesar kommunalu og millumkommunalu trupul­ leikar innanhýsis. Tí um­ framt persónligu lagnurnar, er Sandoyggin tann vissi taparin. Ein oyggj, sum mest av øllum hevur tørv á, at selja seg sum eitt gott og liviligt stað, hjá upp­ vaksandi ættarliðnum. Og sum er eitt paradís á jørð, um vit menniskju, í nóg stóran mun ásanna tað. Veljarans vágskál Velja vit at lata óheftar myndugleikarnar taka støðu til løgligu vektina í ákærun­ um, so stendur politiska vektin eftir. Seinasta komm­ unuval var greið tala frá borgarunum á Sandi. Hóast ómetaligan ágang í undan­ farna skeiði, so tykist tað, sambært valinum, sum ein vaksandi bólkur av veljarun­ um hevur álit á lista C undir mínari politisku leiðslu. Men so mikið størri tykist trongdin hjá einum ávísum, avmarkaðum bólki, til at roykja meg út av kommunu­ skrivstovuni við øllum vápnum. Um tað er at virða fólkaræði, ivist eg í. Og nógv við mær. Politisku úrslitini standa, farið tí eftir manninum Av tí, at stríð og klandur tykist hava betri gróðrar­ botn í miðlunum, enn saklig upplýsing, skal eg her stutt nevna, hvørji politisk frambrot eru hend, hesi átta árini undir leiðslu Lista C í Sands Kommunu. Fortreytirnar at arbeiða undir eru 580 íbúgvar og ein skattainntøka á millum 11 og 13 mió.kr. Harav er millum ein helvt og ein triðingur markað til at gjalda gamla skuld við. Snøgt sagt høvdu hesi tiltøk ikki kunnað verið veruleiki, uttan at fíggjar­ liga ábyrgdin var í hásæti. Kommunuskuldin er minkað úr u.l. 40 mió.kr, niður í 23. mió.kr. • Vit hava bygt nýggjan og tíðarhóskandi barnaskúla og tveir sparkivallir. • Vit hava keypt góðan og hóskandi umsitingarbygn­ ing til Sands Kommunu. • Vit hava veitt innivist til Sandoyar Kunningarstovu og Heilsufrøðiskipanina. • Vit hava ment umstøður­ nar hjá Sands Sløkkiliði við fyrsta sløkkibilinum í oynni. • Vit hava rikið og fingið til vega barnagarð til yngru og eldru børnini. • Vit hava skipað barna­ verndarstovu saman við hin­ um kommununum í oynni. • Vit hava hampað og skip­ að miðbygdina, ið áður varð eitt runudýki. • Vit hava skipað dagtilhald til okkara eldru borgarar. • Vit hava asfalterað størra partin av vegakervinum í bygdini. • Vit hava fyriskipað Jóla­ bygd og lagt Flaggdags­ hald og Grækarismessu­ hald í fasta legu. • Vit hava stuðlað mentun­ arligum virksemi hjá B.71, Virkinum og Mjús/Komvið. • Vit hava bøtt um á havna­ økinum við asfaltering, rudding og nýgerð. • Vit hava selt fleiri vinnu­ grundøkir, fyri fyrstu ferð í kommunusøguni. • Saman við framúr gevar­ um, hava vit bygt Listasavn og Bókasavn. • Vit hava gjørt kommunala útstykking í Sandabrekkuni og fyrireikað ta næstu á Vatnsryggi. • Saman við hinum komm­ ununum, hava vit totalren­ overað ein púra niðurslitn­ an Meginskúla innan, og partvíst uttan. • Vit hava hvørt summar havt Ung í arbeiði, til at hampa um bygdina við m.a. nýgerð av gøtum. • Vit hava hjálpt Skálavíkar Kommunu eftir kyndils­ messuódnina. • Fyri fyrstu ferð í 25 ár er samlað broyting í byggi­ samtyktini fyri Sands Kommunu, á gáttini. • Vit hava regluliga kunnað um øll tey stig, kommunu­ stýrið hevur tikið. Virkað bygdini og fólkinum at gagni Hvørki sum politikari ella sum persónur eri eg lýta­ leysur. Sandingar kenna meg við mínum lýtum og hava kortini valt meg við størri undirtøku, hvørja ferð eg havi verið á vágs­ kálini. Høvdu vit meira fíggjar­ og umsitingarorku at arbeiða við, hevði støð­ an verið annarleiðis á yms­ um økjum. Men sum hálv­ tíðarsettur borgarstjóri, við einum starvsfólki í umsit­ ingini, vera avgerðir til tíðir tiknar, uttan at avleið­ ingarnar eru kendar til fuln­ ar. Tað er ein partur av tí at standa við evstu ábyrgdini. Ein partur av tí at vilja politisk úrslit. Kann bert siga, at allar avgerðir, sum eg saman við hinum sam­ starvandi kommunustýris­ limunum havi framt, eru útintar í vónini um, at tær eru bygdini og fólkunum sum her búgva, at gagni. At enda skal eg nýta høvið at takka øllum tykk­ um, sum hava staðið okkum við lið og stuðlað, nú ágangurin gjørdist í meira lagi. Politiskan deyðadóm frá vinmanni! borgarstjóri Páll á REynatúgvu viðmerkingar