týsdagur 15. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 175 - 15. september 2009
Ferðavinnustevnan
Vest norden Travel
Mart verður í Keyp
mannahavn miku
dagin og hósdagin í
hesi vikuni. Hetta er
ein stevna, sum ferða
vinnan í Føroyum,
Ís landi og Grønlandi
standa aftanfyri
Ferðavinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Annað hvørt ár verður Vest
norden Travel Mart, sum
hev ur sín uppruna í seinnu
helvt av áttatiárunum, hild
in í Íslandi, og annað hvørt
ár eru Føroyar ella Grønland
vertir.
Aftur í ár, nú Grønland er
vert ur, hava grønlendingar
valt at brúka Danmark sum
vert land.
Høvuðsorsøkin
er, at teinurin til Grønlands
er langur, og ein onnur
or søk er, at umstøðurnar og
rammurnar í Grønlandi um
slík ar stevnur kanska ikki
eru
tær
høgligastu
og
bestu.
Hetta er soleiðis aðru
ferð, at Grønland sum vert
ur hevur gjørt av at hava
ferða vinnustevnuna í Dan
mark, haðani londini í
út norði kunnu bjóða fram
síni ferðatilboð.
Endamálið við Vestnorden
Travel Mart, sum felags
skap urin
NATA
(North
At lant ic Tourism Associa
tion) nú stendur aftanfyri,
er at samstarva í útnorði um
felags ferðavinnuáhugamál.
Tað eru leiðslurnar innan
ferðavinnu
í
Føroyum,
Ís landi og Grønlandi, sum
hava trý umboð hvørt í
NATA og síðan 2007, tá
felags skapurin varð stovn
að ur, er NATA høvuðs fyri
skipari
av
Vestnorden
Travel Mart.
Áður vóru tað ferðaráðini
í hesum trimum londunum,
sum stóðu aftanfyri hesa
ferðavinnustevnu í útnorði.
Føroysk luttøka
Aftur í ár verða fleiri før
oysk ir útbjóðarar við á
Vest norden Travel Mart, og
størsti útbjóðarin úr Føroy
um er sum áður Atlantic
Air ways.
Maria á Lofti, søluog
markn að arfulltrúi hjá før
oyska flogfelagnum, sigur,
at ferðavinnustevnan hesa
ferð er skipað øðrvísi enn
undanfarin ár.
Stevnan verður hildin á
Scandichotellinum í Keyp
mannahavn, og hesaferð
verða útbjóðararnir ikki á
bás um. Útbjóðarar hava
fundar borð, har seljarar og
keypar ar sita yvir av hvørj
um øðrum og tosa um sam
starv og møguleikar.
Hon sigur, at tey, sum eru
við á stevnuni við sínum
út boði, hava sent út inn
bjóðingar, og fundir eru
av talaðir frammanundan.
Í ár er tað soleiðis, at
keyparar hava framíhjárætt
á tann hátt, at tey hava
skriv að á ein lista, hvønn
tey vilja tosa við, og síðan
hava fyriskiparar roynt at
fáa ”kabaluna” at ganga
upp.
Maria sigur, at Atlantic
Ai r ways hevur fleiri avtalur
um fundir á stevnuni, og
felag ið fer við góðum
treysti at tosa við áhugaðar
keyp arar.
Sjálv ferðavinnustevnan
let ur upp mikudagin klokk
an 14 og er opin til klokkan
17. Hósdagin letur stevnan
upp klokkan 9 og er opin til
klokkan 17.
Áðrenn sjálv stevnan
byrjar, verður miku morgu
n in
eitt
seminar
í
Planetarinum, sum liggur
beint við Scandichotellið,
og har verða fyrilestrar
hildn ir um ferðavinnu. Men
so skjótt, sjálv stevnan
byrjar klokkan 14, hava vit
av tal ur um fundir, sigur
Maria á Lofti.
AA er altíð við
Søluog marknaðarfulltrúin
sigur, at ferðavinnustevnan,
sum Atlantic Airways og nú
Uttanríkisráðið eru farin at
skipa fyri í Føroyum undir
heitinum Visit Faroe Island,
er sera væl umtókt millum
føroyskar útbjóðarar.
Í nøkur ár skipaðu vit
fyri stevnuni Fly Faroe,
men síðan er hetta vorðið
til eitt felags tiltak, sum
Uttan ríkisráðið nú bein
leiðis er við í sum stuðul.
Hon vísir á, at til hesa
stevnu koma keyparar, tí
teir longu frammanundan
hava áhuga í Føroyum, og
før oyskir útbjóðarar hava
ver ið rættiliga fegnir um
hesa stevnu, sum ”drippar”
av sær víða um í okkara
ferða vinnu.
Til hesa stevnu bjóða vit
okkara
góðu
við skifta
fólkum heim til Føroya,
Ferðavinna í
útnorði bjóð-
ar seg fram
Maria á Lofti er roynd á sínum
øki, og hon hevur starvast hjá
Atlantsflogi síðan 1992. Heilt
síðan 1975 hevur hon arbeitt á
flogvøllinum og var í nógv ár í
starvi hjá Flogfelag Føroya, har
hon eitt nú tók sær av avgreiðslu
av ferðafólki. Mikudagin og
hósdagin luttekur hon fyri
Atlantsflog á Vestnorden Travel
Martí Keypmannahavn
Kreppan elvir til tjóvarí
Fleiri og fleiri danir gerast handiklstjóvar – og fíggjarkreppan fær skuldina. Sambært Claus Bøgelund
Nielsen frá Samvirkende Købmænd, kann pengamangul í summum familjum gera fólk til
handilstjóvar. Talan er um eina munandi øking í fráboðaðum handilstjóvaríum á 10% fyrsta hálvøar
í ár í mun til í fjør, sigur hann. – Handlarnir brúka størri orku upp á at avdúka tjóvar í dag.
Vakmyndatól er eitt amboð, og handlarnir eru meiri vanir við at melda tjóvarí nú enn fyrr. Samstundis
herjar ein fíggjarkreppa, og fleiri hava vant seg við eitt forbrúk, sum tey ikki megna at varðveita í
hesum kreppudøgum, sigur Claus Bøgelund Nielsen. – Eg kann ikki við vissu siga, at tað er
fíggjarkreppan, sum er orsøkin til eitttúsund fleiri meldað tjóvaríir, men hon hevur heilt vist sín part
av skuldini, sigur umboðsmaðurin fyri Samvirkende Købmænd sambært ekstrabladet.dk