týsdagur 15. september 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 175 - 15. september 2009
eins og lagt verður upp til,
at nýggir keyparar kunnu
hitta føroysku ferðavinnuna
á máli.
Maria sigur, at sambært
føroyskum útbjóðarum er
Visit Faroe Island ein meira
viðkomandi
ferða vinnu
stevna
enn
Vestnorden
Travel Mart.
Detta niður ímillum
Eg haldi, at tað virkar,
sum Føroyar hava lyndi til
at detta burtur ímillum, tá
Før oyar, Ísland og Grønland
bjóða seg fram saman.
Kort ini eru vit altíð við, tí
tað ræður jú um at vera við,
har okkurt kann vera at
heinta, bæði millum okkara
ver andi samstarvspartar og
møgu ligar nýggjar keypa r
ar.
Hon leggur aftrat, at
At lantic
Airways
eisini
kenn ir eina ávís ábyrgd at
vera við, sum umboðandi
Før oyar og føroyska ferða
vinnu í síni heild. Soleiðis
hevur felagið saman við
GreenGate Incoming ein
faldara, sum bæði vísir á
nógv ar ymiskar ferða møgu
leikar og bú steðgar møgu
leikar í Føroyum.
Tey fólk, sum koma til
Føroya, mugu antin flúgva
ella sigla. So einfalt er tað,
og tí eiga vit sjálvsagt at
verða við á Vestnorden
Travel Mart eisini, har vit
so leiðis eisini nýta høvi at
kunna um Føroyar.
Hon leggur aftrat, at
Atlantic Airways samstarvar
við nógvar undirveitarar
inn an ymisku tættirnar í
før oysku ferðavinnuni.
Roynd í leikum
Maria á Lofti er roynd á
sín um øki, og hon hevur
starv ast hjá Atlantsflogi
síðan 1992. Men heilt síðan
1975 hevur hon arbeitt á
flog vølli num og var í nógv
ár í starvi hjá Flogfelag
Før oya, har hon eitt nú tók
sær av avgreiðslu av ferða
fólki.
Hon sigur, at tað tók
langa tíð, áðrenn nakar helt,
at ein marknaðardeild var
neyðug.
Men so hvørt, sum
Atlantsflog fór at flúgva til
fleiri lond og býir, sóu vit,
at marknaðarparturin hevur
stór an týdning. Hinvegin
var hetta kanska ikki so
aktuelt, meðan flogið bert
varð millum Føroyar og
Keyp mannahavnar.
Maria á Lofti sigur, at tað
serliga var eftir at Magni
Arge
gjørdist
stjóri
í
At lants flogi, at størri dentur
fór at verða lagdur á at
mark nað ar føra felagið og
før oyska ferðavinnu, bæði
her heima og úti í heimi.
Øll hesi ár, eg havi
starv ast á flogvøllinum og
hjá Atlantsflogi, er nógv
broytt, bæði við fasilitetum
á flogvøllinum og við flog
førum, sigur søluog mark
nað a r fulltrúin.
- Vit kenna tað, sum eina ávísa ábyrgd at vera við, har føroysk ferðavinna bjóðar seg fram.
Soleiðis hava vit saman við GreenGate Incoming eisini ein faldara, sum bæði vísir á nógvar
ymiskar ferðamøguleikar og bústeðgarmøguleikar í Føroyum, sigur Maria á Lofti
Finnar banna royki í bilum
Finland hevur í hyggju at banna fólki at roykja í egnum bili, um børn eru í bilinum.
Talan verður kortini mest um moralskan karakter, tí tað verður ikki møguligt at revsa
brot á bannið. Tað er finska dagblaðið EteläSuomen Sanomat, sum ber tíðindini um, at
finska stjórnin fer at leggja uppskot fram fyri Ríkisdagin innan fyri komandi tvær
vikurnar. Lógaruppskotið verður kortini mest ætlað sum ein moralskur peikifingur, tí
lagt verður upp til, at eingin kortini skal revsast fyri at roykja í bilinum, hóast børn eru
til staðar. Stjórnin vísir til granskingarúrslit sum vísa, at sigarettroykur í bilum er meiri
skaðiligur fyri onnur en royking í barrum og matstovum.