Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 175 - 15. september 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Ein rødd er tagna Soleiðis minnist eg teg, sum ein trúfastan Harrans tænara, sum ikki skammaðist at vitna og syngja um hann, tú hevði sett títt álit á, og ikki minst her eysturi í Missiónshúsinum. Tað var nakað sermerkt við Juttu og tær. Eg plagdi at siga, at tað nýttist hvørki orgul ella gittari, tá tit vóru her. Tað hendi ikki so sjálvdan, at møtini líkasum dalaðu eitt sindur, at tú reisti teg upp og segði, at nú bleiv tað so friðarligt, men nú taka vit kelduna og so byrjaði tú at syngja og øll tóku undir. Tað er ein kelda, sum vellur omanífrá. Tað er eitt náðishavn sum er fylt av Guds kærleika kom til ta keldu, kom fá tær lívsins vatn. Tað er ein kelda, sum aldri rennur tóm Tað var líkasum húsið fyltist av Guds anda. Jú Salli góði, soleiðis minnast vit teg best. Hvussu tú kendist í heimbygdini, kenni eg ikki so nógv til, men tú hevði altíð Guds orð á munni, og trúfastur bæði í kirkju og Missiónshúsinum. Ungir menn har hava sagt mær, at tú var av raskastu monnum, og tú tók teir mangan við til bakka og lærdi teir, eisini í bátin, tá tú fór á flot. Teir hildu nógv av tær, skilti eg. Um tú tók lívið í álvarsemi, so var tú sera skemtingarsamur, Jutta og tú vóru altíð tey fyrstu ið møttu upp, tá møti var. Tú segði altíð - hon koyrir, eg havi onki koyrikort, men legði aftrurat - eg havi koyrikort til himmalin og rætti bíbliuna fram, sum tú altíð hevði í hondini. Tað verður ikki tikið frá mær, kanska okkurt klipp, tá eg geri okkurt býtt, og so læi tú so hjartaliga. Eitt kvøldi spurdi eg teg: Hevur tú ikki verið í fjørðinum í dag í hesum góðveðrinum? Tá svaraði tú: Jú tað havi eg verið, men tá halgidómurin er opin er ikki at sita heima. Men so eina náttina fekk tú ferðaboð - frískur til songar - deyður á morgni! Tá var gott, at Guds orð hevði víst tær báðar endalyktirnar í hesum heimi, og at tú hevði valt hana sum førir heim til teir ævigu bústaðir. Eg kann ikki lata vera at nevna tað nú, missiónsvikan nærkast. Í mong, mong ár hevur tú leitt hana tað fyrsta kvøldið. Tað hevur líkasum hoyrt til. Eg haldi, tað var onki kvøld, tú var her á møti, at tú ikki fór upp á pallin at vitna, og altíð segði tú, at tú var so glaður í Gudi. So tók tú brillurnar uppá, hondina í jakkalumman, eg skuldi havt ein sang her í lummanum, og so byrj- aði tú at syngja við tíni vøkru rødd, og sum oftast var tað hesin sangurin, tú plagdi at siga, nú syngja tit øll niðurlagið. Jutta royndi altíð at syngja við, so leingi hon orkaði. Salli góði, tú er og verður saknaður. Eg fari at takka tær og Juttu fyri tey mongu góðu ár tit tóku lut í Missiónshúsinum. Heilsan við Sálma 138. Sólrun Til minnis um Salli Lognberg Skopun f. 18.11.1927 - d. 15.03.2009 Jeg kan aldri, aldri glemme da jeg fikk fred med Gud, og ble kledt i høytidsskrud som en Jesu Kristi brud. Da min sorte drakt ble ren i Hans dyrebare blod og Han ga meg liv, ja liv i overflod. Jeg er herlig løst og fri i fra lenker som jeg bandt. Nådens sol for meg opprant, og jeg vet at det er sant. Vandrer jeg i tåredalen gjør han den til kildevang. Sorgens toner byttes om til jubelsang. Jeg har valgt å følge Jesus på livets smalle vei. Selv om trenglser møter meg, løftesstjerner slukner ei. Snart skal jeg få møte Kongen og se Ham som Han er. Jeg skal ledes frem til Ham i stukne klær. Veien går mot høye tinder og ned i dype dal. I fra glede og til kval, men til sist i himlens sal. Der skal bryllupsfesten feires, og jeg skal være med. Kun ved tanken blir jeg fylt med salig fred. Aa.S. Í gjár læt listamaðurin Eli Smith upp framsýning í Mentamálaráðn- um við Hoyvíksvegin í Havn. Til ferniseringina spældu dótt- urin Anna á Váli Smith og Sára Olsen cello og klaver. Fyri seks árum síðani valdi Eli Smith at royna seg við litum úr føroysku náttúruni, sum gav lív til eina røð av málningum úr reinum náttúrutilfari sum t.d. royðugrót, sandur, skeljar, torv og kol. Drúgv- ar arbeiðsroyndir og íblástur frá m.a. fornu egyptisku kongamáln- ingunum og holumálningunum í Spania hava sannført hann um dygdina í hesum arbeiðshátti. Eisini hevur Eli arbeitt við verk- ætlanum at prýða rúm, bæði við málningum í Runavíkar Skúla og nú í seinastuni við mosaikki. Framsýningin, ið heldur fram til 11. desember, er opin mánadag til hósdag kl. 8 – 16 og fríggjadag kl. 8 – 15. Meira stendur at lesa á heimasíðuni www.eli.fo. - red Listaframsýning við Eli Smith Mynd: Jens kristian Vang