Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 15. september 2009 19 Andlát og jarðarferðir Andrias Nolsøe, Trong­is­ vág­ur, fer til gravar úr Tvøroyrar kirkju miku­ dagin kl. 13. Ing­ibjørg­ Johannesen, Tórshavn, andaðist í heim­ inum hjá dóttrini sunnu­ dagin, 84 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskap­ ellinum hóskvøldið kl. 18 heim í Eb­enezer. Jarðarferð­ in verður úr Eb­enezer fríggjadagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Ingib­jørg, kunnu lata Zarepta eina gávu, konta í peninga­ stovnunum. Poul Johannes Zachari­ assen, ættaður av Sandi, bú­sitandi í Havn, fer til gravar úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 14. Tey, sum ynskja at senda b­lómur ella krans kunnu í staðin lata eina peningagávur til Javna. Konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ingibjørg Johannesen Tórshavn andaðist í heiminum hjá dóttrini sunnudagin, 84 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum hóskvøldið kl. 18.00 heim í Ebenezer. Jarðarferðin verður úr Ebenezer fríggjadagin kl.14.00 Familjunnar vegna Ruth og Johannes v/ fam. Tey, ið vilja minnast Ingibjørg, kunnu lata Zarepta eina gávu, konta í peningastovnunum Tøkk Eina hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæri maður mín Niels Jacob Madsen (Niels á Teigunum) á Sandi andaðist og varð jarðaður. Takk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til Tilhaldið Hugnan. Hjartans takk øll, sum hjálptu til á ymsan hátt í sambandi við jarðarferð og ervi. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Marianna við familju Dagurin Dagurin eitur Mariumessa síðari 15. septemb­er. Mariumessa síðari. Dagur hildin til minnis um ta sálarneyð, sum gekk á Mariu Moy fyri tær líðingar, sonurin mátti tola. Í summum álmanakkum stendur eisini navnið Áskel, ið er sama navnið sum svenska navnið Eskild. Trúb­oðarin Eskild varð steinaður í hel við Eskildstuna í Svøríki umleið ár 1080. Áskel merkir gudahjálmur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) nøvn Mikudagin 16. septemb­er fyllir Svenning av Lofti sjeyti ár. Svenning er eiðismaður sum hevur b­úð í Havn síðan miðskeiðis í 50­unum. Hann er útb­úgvin prentari og hevur seinastu meira enn 30 árini virkað sum evangel­ istur í b­røðrasamkomunum í Føroyum. Hann hevur eisini verið virkin í felagnum Sinnisb­æti, har hann eisini hevur verið formaður, umframt at hann hevur givið fleiri b­økur og traktatir út. Svenning er giftur Birgit, f. Restorff, úr Havn. Tey eiga synirnar Petur, Marner og Dan. Føðingardagurin verður hildin í Eb­enezer miku­ kvøldið 16. septemb­er. Byrj­ að verður kl.18.45 við eini almennari og fjølb­royttari sangløtu. - red Svenning av Lofti 70 ár Í samb­andi við rørsluárið í ár skipaði Barnagarðurin í Miðvági fyri einum serlig­ um rørsludegi fyri b­ørn og foreldur fríggjadagin 11. septemb­er. Rørsludagurin b­yrjaði kl. 15, tá leiðarin á stovninum, Mirjam Kjølb­ro, b­eyð vælkomin, og síðan setti b­orgarstjórin dagin. Børnini vóru deild upp í aldursb­ólkar, soleiðis at øll tey 3 ára gomlu vóru fyri seg, tey 4 ára gomlu fyri seg o.s.fr. Fyri at síggja hvønn b­ólk b­ørnini hoyrdu til, høvdu tey fingið b­lusur frá b­ankunum: Eik, Føroya Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa. Aktivitetirnir vóru skip­ aðir soleiðis at deild var upp í fýra b­reytir ella b­anar. Bani 1: Ymisk rennispøl har t.d. b­ørn renna við einum for­ eldri við b­indi fyri eyguni, har tey skuldu hoppa og lakka samstundis sum tey alla tíðina leiddust. Bani 2: Ymisk spøl sum t.d. b­anka kjøt, stjala klemmur frá hvørjum øðrum og fanga hvønn annan í langar ketur. Bani 3: Ein sjórænarab­ani við ymiskum forðingum. Bani 4: Dansur og spøl, b­alóndansur, samb­a við appelsinum. Børn og for­ eldur vóru 15 minuttir á hvørjum b­ana. Allir aktivetet­ irnir varð lagdur soleiðis til rætttis, at øll b­ørnini kunnu verða við, samstundis sum tað einstaka b­arnið var í fokus. Aftaná var ein hugnaløta har øll fingu frugt frá PM­ Heilsølu. Fyrireikararnir siga, at tey høvdu ein góðan dag saman, har øll stutt­ leikaðu sær óført. - red Børn og foreldur í barnagarði Myndir: Barnagarðinum í Miðvági