týsdagur 15. september 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 175 - 15. september 2009
John Johannesen, løgtings
maður, skrivar í lesara
brævi í Sosialinum í dag
(14/9), at okkurt skurrar, tá
eitt alment flogfelag spælir
privat og letur sum um tað
er kapping á økinum.
Løgtingsmaðurin heldur
soleiðis fram “Almenn
feløg eru almenn, tí tey
hava nøkur mál, sum hava
størri týdning enn at skapa
vinning. Tað eru nøkur
samfelagslig mál, ið viga
tyngri enn málini hjá
vanligum privatum fyri
tøkum”.
Hóast løgtingsmaðurin
ikki nevnir tað “almenna”
flogfelagið við navni, loyvi
eg mær at ganga út frá, at
hann sipar til Atlantsflog,
tá vit ikki hava annað
flogfelag í Føroyum. Men,
at løgtingsmaðurin kallar
Atlantsflog fyri eitt alment
flogfelag, hóast hann sjálv
ur sum løgtingsmaður
hevur verið við til at selt
1/3 av felagnum fyri 90
mió. kr. til privatar íleggj
arar, sigur ikki so lítið um
løgtingsmannin og hansara
trúvirði.
Nei, góði løgtingsmaður.
Tú skal ikki rokna við, at
íleggjarar, sum hava keypt
partabrøv í Atlantsflog fyri
nógvar mió. kr., fara at
ganga við til at lata teg
“menna føroyska samfelag
ið” við slíkum misbrúki av
teirra peningaíløgu. Ætlar
tú at røkja almennar upp
gávur við at broyta Atlants
flog til eina strandferðslu,
har ferðaseðlaprísurin
verður ásettur politiskt, er
tað fyrsta tú skal gera at
keypa aftur partabrøvini
frá privatu íleggjarunum
fyri tær 90 mió. kr. tú fekst
í kassan fyri skjótt
tveimum árum síðan.
Síðani kanst tú so fara at
flúgva við politisku verk
ætlanini Atlantsflog í fríari
kapping við onnur flog
feløg, sum tú eisini hevur
verið við til at bjóða henda
nvegin gjøgnum evropeiska
flogferðslupakkan. Har
afturat hevur tú verið við
til at seta í gongd útbygg
ingina av flogvøllinum í
Vágum, so flogferðslu
pakkin ikki einans er eitt
eiti, men fær eitt veruligt
innihald við longdari
flogbreyt, so frí kapping
kann vera millum øll
evropeisk flogfeløg á
føroyarutuni. Óheppi, at tú
eftir øllum at døma hevur
gloymt, at henda fría
kapping ikki loyvir stuðuli
frá tí almenna.
Tú hevur spurt Fíggjar
málaráðið, hvussu nógvur
peningur árliga verður
førdur sum stuðul úr
landskassanum til P/F
Atlantic Airways. Eg bíði
eisini í spenningi eftir
svarinum.
At enda góði løgting
smaður, tú ger sum tú vil,
men gloym nú ikki at
keypa aftur partabrøvini
frá privatu íleggjarunum
fyri í minsta lagi 90 mió.
kr., áðrenn tú setir hesa
verkætlan í gongd.
STAVRAÐ
ÚTLENDINGA
(fyrra a og seinna y):
a: Tað eru bara vit føroy
ingar, sum hava ljóðið, a
(fyrra a); sjálvt ikki íslend
ingar hava hatta aljóðið,
sum vit hava í t.d. hesum
orðum: stav, tal, rak, tak,
skal, val, mal, sat, kav, las
o.s.fr.
Gongur illa at fáa føroy
ingar at siga handan bók
stavin rætt í dag, so verður
hvaðna verri, um hann skal
standa fremstur í útlendska
stavraðnum, sum ávísir
persónar ætla at kroysta
niður yvir høvdið á okkum.
y: Okkara y (seinna y)
hava vit í t.d. hesum
orðum: syngja, mynd,
yngri, ymiskt, lystur,
krydd, synir o.s.fr. Hesin
bókstavur verður ikki
framborin sum tann
skandinaviski, har
skandinavar t.d. siga synge.
Vit hava trupulleikar av
hasum ljóðinum. Skal
okkara y standa saman við
x og hinum útlendsku
stavunum, so fara færri og
færri at siga seinna y, og
fleiri fara at siga y sum á
donskum. Tað er kanska
eisini ætlanin!?
c: Sjálvandi mugu vit
hava c inn í føroyska
stavraðið, tí føroyingar eita
jú bæði Claus, Carl, Jacob
og Victor! Eg meini tað.
Málstríðsmaðurin, Victor,
hevði helst fingið sær k í
staðin fyri c, um hann var
á lívi nú. Hann hevði
neyvan góðtikið eitt c, sum
danskir prestar góvu
harraboð um at brúka!
Tingið verður kanska
eisini biðið um at sam
tykkja, at h og k skulu
úttalast hå og kå sum á
donskum!?
BÓKSTAVIRNAR
AFTUR?: Vit vilja hava
útlendsku bókstavirnar
aftur, sigur onkur. Tey fáa
tað at ljóða, sum um onkur
hevur tikið teir frá teimum.
Hasir bókstavirnir hava
ongantíð verið og fara
ongantíð at verða føroyskir.
Trupulleikin hjá hesum
fólkum man vera, at tey í
síni skúlatíð einans hava
lært tað danska og kanska
enska stavraðið, men ikki
tað føroyska.
SKÚLABØRN ONGAR
TRUPULLEIKAR: Í skúl
anum syngja vit tað før
oyska stavraðið, leikandi
og lætt; eisini tað enska og
danska. Børnini hava ongar
trupulleikar av hesum; tað
eru bara uppskotssetarin og
hansara sameindu, sum
hava ein trupulleika.
Sum lærari í føroyskum,
enskum og donskum endur
taki eg: Blandið ikki stav
røðini saman í ein vav
greyt! Tit gera bæði móður
máli og skúlabørnum eina
bjarnartænastu við hasi
ætlanini!
ATLAS OG
LANDANØVN: Vit hava
eitt frálíkt, føroyskt atlas,
sum skúlabørn og nógv
onnur hava stóra gleði av.
ITALIEN, POLEN
o.s.fr.: Heldur enn at
fegnast um, at vit ikki
longur bara síggja donsk
landanøvn, men føroysk, ja,
so eru nøkur fólk, sum bara
síggja svart og gremja seg
um, at okkurt afrikanskt
land ikki verður stavað sum
á donskum. (Ilt eyga).
Sjálvt um vit nú hava
havt føroyskt atlas í fleiri
ár, ja, so sigur fjøld av
føroyingum framvegis:
Italien (Italia á italskum og
føroyskum), Spanien,
Kroatien, Polen, Syrien,
Australien, Grekenland,
Shetland o.s.fr. Gremjið
tykkum heldur um tað!
FØROYAR,
FÆRØERNE, FAROE
ISLANDS o.s.fr.: Onnur
mál hava sín egna máta at
stava landanøvn. Vit før
oyingar hava sjálvandi
okkara máta. Hugsa um,
hvussu Føroyar eita í yms
um londum, t.d. londunum
rundan um okkum. Hygg,
hvussu Føroyar eita, tá vit
spæla landsdyst í útlond
um. Einastaðni kallast
Føroyar vist ”Farska”.
SVEIS: Tað er eisini
nógv lættari at stava lond
ini á føroyskum, t.d. Sveis
(Schweiz). Skulu vit kan
ska heldur skriva Switzer
land?
FÓLKANØVN: Har,
sum ein skriðan er lopin, er
onnur væntandi. Uppskots
setarin ætlar vist víðari við
síni bókstavakollvelting.
Vit skulu helst lata dyrnar
upp á víðan vegg, so øll
tey margháttligu, donsku
navnabronglini fáa fríar
ræsur aftur!?
JÁKUP
MIKKJALSSON: Hví
man onkur føroyingur eita
Jacob Michelsen? (Tilvild
arligt navn). Er tað ikki tí,
at danskt yvirvald gjøgnum
sínar prestar hevur brongl
að okkara føroysku nøvn
til donsk nøvn? Skulu vit
ikki nevna ein haka ein
haka?
Joen, Simon, Mikkel,
Jacob, Sophie, Malene,
Caroline, Ellingsgaard,
Eidesgaard, Gærdbo,
Foldbo, Midjord, Gaard
lykke, Skaale o.s.fr.
Merkisvert, at føroysk
tjóðskaparfólk, saman við
ikki tjóðskaparligum
stuðlum frá uttasta vinstra
til høgra, nú leggja seg
skerfløt og góðtaka nógv
av tí, sum vit hava fingið
kroyst inn yvir okkum úr
útlondum!?! Ikki skilji eg
føroysku ”kollveltingar
fólkini” í okkara tíð.
TRONGSKYGNI:
Onkur kallar undirritaða
trongskygdan. Sum lærari
hjá mongum ensktalandi
útlendingum úr øllum
heimspørtum haldi eg meg
tvørturímóti vera rættiliga
altjóðaligan og víðskygdan.
E.S.: TÝSKT Y og
DANSKT Å. Skulu vit
ikki hava týskt y (u við
tveimum prikkum) inn í
stavraðið eisini? Annars
finna tey, sum eita Muller,
ikki sítt navn í telefonbók
ini. Å mugu vit eisini hava.
Onkur fer kanska at nútíð
argera Skaale til Skåle við
donskum bollaå!?
Dugir nakar at gita, hvat
fer at standa á míni næstu
nummarplátu?
E.E.S.: Hugaligt, at nakr
ir málvinir eisini gera vart
við seg í bløðunum, nú
óføroyska rákið harðnar.
Takk fyri málkvøðuna,
Asbjørn L.! Tað fløvar!
Ikki minst nú, tá tað brýtur
í bæði borð!
Við føroyskari stavkvøðu
Á Borg á Argjum á dýrd
krossins 2009
Stavrað, landanøvn og fólkanøvn
Er aldagamalt málstrev fyri bakkasti?
Eyðun á Borg
Flogleið á strandferðslugrundarlag
Eyðfinnur
JacoBsEn
Fíggjarlógin hevur verið til viðgerðar,
og sparast skuldi.
Í hesum sambandi gekk upp fyri
politikarum, at kostnaður av at senda
sjúklingar av landinum til viðgerðar
er vaskin við risalopum, og at
neyðugt er at tátta í.
Ávarað ímóti hesi gongd hevur
verið í nógv ár.
Niels Bentsen var ríkisumboðs
maður fyri 30 árum síðani. Hann
arbeiddi við sjúkhúsmálum, áðrenn
hann kom til Føroya, og sum ríkis
umbðsmaður hevði hann sæti í
føroysku sjúkrahússtýrunum.
Ráðini frá Niels Bentsen vóru
greið: Útbyggið Landssjúkrahúsið, tí
tað er bíligari fyri landið og betri fyri
sjúklingarnar enn at senda fleiri og
fleiri sjúklingar av landinum.
Niels Bentsen varð hildin fyri
gjøldur koma og læra okkum, vit
duga best sjálvir.
Nú politikararnir eru greiðir yvir, at
sjúkrahúsverkið er á skeivari kós, áttu
glottar at verið í ólavsøkupakkanum;
men sama skil. Útsíðan á Lands
sjúkrahúsinum skal hampast, og
útbyggjast skal á smáu sjúkhúsunum.
Framstig í kanningartøkni og
sjúkuviðgerð gongur við rúkandi
ferð, og grannalondini royna alla
tíðina at laga sjúkhúsverkið til broyttu
umstøðurnar, ásannandi at ikki ber til
at byggja út allastaðni. So leingi
politikararnir heingja seg í eina
avoldaða viðtøku í Løgtinginum,
dragna vit meira og meira. Skal
sjúkhúsverkið og harvið alt
heilsuverkið so toliliga fylgja við
grannalondunum, má leggjast á annan
bógv savna kreftirnar skilagott
annars liggja vit eftir sum drumbar.
Sjúkrahús og sparingar
lækni
Óli MikkElsEn
viðmerkingar