Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. september 2009 Jesper Frigast Larsen, sum í farnu viku vitjaði hjá ÍSF, heldur tað vera upplagt við golfbreyt í Føroyum Jesper Frigast Larsen er úrvalsstjóri hjá danska golfsambandinum, og hann var í Føroyum sum gestur hjá ÍSF. Hósdagin helt hann fyrilesur, har á leið 80 fólk vóru til staðar. Fyrilesturin var skipaður sum liður í føroysku fyrireikingunum til at søkja um vertsskapin fyri Oyggjaleikum í 2017. Á fundinum upplýsti Sølvi Reinert Hansen, ÍSF forseti, at tað helst er neyðugt við golfbreyt, um Føroyar skulu gera sær vón um at hýsa leikunum í 2017. Hetta tí golf er tann ítróttin, sum hevur størsta áhugan millum limalondini í oyggja leika høpi. - Áhugin fyri golf í oyggjaleikahøpi er so stórur, at vit neyvan klára at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, um vit ikki kunnu bjóða golf. Hetta av tí einfaldu orsøk, at vit annars ikki fáa nóg mikið av atkvøðum, tá atkvøðast skal um vertsskapin, staðfesti ÍSF-for setin. Í løtuni verður arbeitt við fleiri æt lanum um golfbreyt. Bæði á Glyvursnesi, í Vágum og á Sandoynni. Mett verður, at ein 18 hola breyt kost ar gott og væl 20 milliónir krón ur. Gentur 12 ár hjá Víkingi vunnu um vikuskiftið søgu ligan sigur, tá tær gjørdust fyrs ta liðið hjá felagnum, sum hevur vunnið Føroya meistara heitið Um vikuskiftið varð finaluumfarið í kapp ing ini fyri gentur 10-12 ár spælt. Nýggjur føroyameistari gjørdist Víking ur, og talan er um søguligan sig ur. Hetta er nevnliga fyrsta ferðin, at Víkingur, sum varð stovnað í fjør, hev ur vunnið eitt føroya meistara heit ið. U-landsdystir móti Grønlandi Føroyska U-landsliðið hjá kvinnum skal í oktober mánaði spæla fýra venjingardystir móti grønlendskum U-landsliði Venjari hjá føroysku kvinnunum er Claus Rasmussen, og hann hevur sent hesum spælarum boð um at møta til landsliðsvenjing. Úr VÍF: Liljan Djurhuus, Agnas Olsen, Tóra Seloy, Viviann Petersen, Halla Midjord og Heidi Joensen Úr Tjaldur: Sara Ann Thomsen ÚR VB: Svava Vestergaard, Una Egilsdóttir og Bára Mortensen Úr StÍF: Bára Berhelsen og Fríðrunn Danielsen Úr Stjørnuni: Durita Ljósstein Johansen, Durita Mikkelsen, Judith Hansen og Ella Petersen. Úr Neistanum: Marjun Danberg, Bára Hansen, Bára Danielsen og Ruth Mohr Heen. Úr Danmark: Erla Eliasen og Ninna K. Johansen. Fyrsta FM-gullið hjá Víkingi jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Golfvøllur neyðugur til Oyggjaleikir Fyrstu føroyameistararnir hjá Víkingi. Gentur 10-12 ár. Standandi eru tað Hanna Olsen (venjari) Jakoba Svennsdóttir, Hansa Heinadóttir, Malena Hansen, Sigrun T. Magnussen og Gunnvá Pallson (venjari). Hukandi eru Arnborg Lervig, Bjørt Holm, Bjørk Mikladal og Yeru Yohannes Golf er ein av skjótast vaksandi ítróttargreinunum í heiminum, og tí kann ein golfbreyt verða neyðug, um Føroyar skulu hýsa oyggjaleikunum í 2017