Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 176 - 16. september 2009 Fríggjakvøldið verð­ ur á fyrsta sinni hild in náttarkirkja í Føroyum, tá Glyvra kirkja letur upp dyrnar fyri hesi ser­ ligu gud s tæn astuni. ­ Fólk fara at fáa eina øðrvísi uppliving enn vanligt hetta kvøldið, lovar sóknarpresturin Meinhard Bjartalíð Gudstænasta Snorri Brend Glyvrar: - Hetta er ein øðr- vísi og eksperimenterandi gudstænasta, ið serliga vend ir sær til ungdómin. - Men hetta forðar kortini ikki øllum øðrum áhugaðum at koma í náttarkirkjuna, sigur Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur. Tiltakið sum byrjar kl. 21 verður skipað saman við ungdómsarbeiðinum í Missi óns- og Ungdóms- húsinum á Glyvrum. Náttarkirkjur av slíkum slagi er kendar í fleiri av grannalondum okkara, men hetta er helst fyrstu ferð, at kirkjufólkið á Glyvrum og onnur við sleppa til eina slíka. Sagt verður, at gudstæn- asta byrjar kl. 21 og síðani verður hildið á til út á kvøldið ella náttina. Ikki sum aðrar Henda fyrsta náttarkirkjan á føroyskari jørð, verður munandi øðrvísi enn tær gudstænasturnar sum verða hildnar sunnumorgnar. Í fyrsta lagi verður urgan ikki nýtt, tí allur sangurin og tónleikurin verður spæld ur av elektroniskum ljóðførum. Í øðrum lagi verða kertu- ljós sett upp inni í kirkjuni, har tað tí av somu orsøk verður skímligt inni. Og í triðja lagi fær kirkjufólkið møguleika at tendra ljós, eins og kennir tað frá teirri ortodoksu kirkjuni. Hetta seinasta hendir, tá ein serlig løta verður undir gudstænastuni. Í sambandi við gudstænastuna verður ein serstøk ljóskolba, sum fyritøkan MEST, sum m.a. arbeiðir í Runavík, hevur latið gera, sett upp. Her fara ungfólk somu- leiðis at biðja skrivaðar bønir, eins og høvið verður hjá fólki at tendra eitt ljós fyri tí sum liggur teimum á hjarta júst hesa løtuna. - Hetta kann vera ein bøn, ein tøkk ella ein ynskir kanska bert at tendra eitt ljós fyri onkrum, sum ein persónliga er upptikin av, sigur Meinhard Bjartalíð. Og hann leggur aftrat: - Við hesum ynskja vit at skapa eitt rúm í rúminum! Undir gudstænastuni verða lovsangir og nýggir sálmar sungnir, og Jógvan Højgaard trúboðari fer at halda eini andakt. Eftir nátt arkirkjuna verður nátt- kafe í forkirkjuni. Bilar koyra - bilar rusta Ein svensk kanning er komin fram til tey modellini, sum hava flestu trupulleikarnar av rusti. Millum hesi eru Mazda 6 og Ford Focus, meðan Nissan Micra rustar minst. Stovnurin Swerea Kimab hevur kannað 1000 eintøk av 30 teimum best umtóktu bilunum í árunum 2002 til 2005. Hesi modellini eru ringast fyri í so máta: Mazda 6, Ford Focus, Kia Picanto, Chevrolet Trans Sport og Hyundai Santa Fe. Sambært Altommotor.se eru bilarnir tó í betri standi enn áður. Svenskir bilførarar, sum koyra í økjum har nógv verður saltað, fáa nú áheitan um at rustviðgera bilin eftir fáum árum, soleiðis at sleppast kann undan ov nógvum rustskaðum. Eru ikki so feit longur Danmark: Tøl úr fleiri vesturlendskum londum og USA vísa, at fiti-epidemi’in er steðgað, skrivar Kristeligt Dagblad. Nýggja vitanin varð í summar løgd fram á einari fiti-ráðstevnu í Hollandi. - Úrslitið hevur gjørt meg bilsnan, serliga tí ein allastaðni hoyrir at talið er vaksandi, sigur Thorkild A Sørensen, sum er professari og instituttleiðari á Institut for Sygdomsforebyggelse. Tað eru hinvegin tey sum ivast í, um vandin við fiti er av. Talið av teimum ovurfeitu hevur verið upp og niður, og er orsøkin til ovurfiti at finna í fosturstøðuni ella beint eftir føðingina. Nýtt rák hevur tik ið seg upp við brúd­ leyp í Finlandi: Brúð arkjólin skal liva upp til prin­ sessu dreymarnar. Alt skal verða merkt av kærleika og romantikki. Og presturin, hann skal síggja gott út! KirKja Snorri Brend Finland: Stórir dreymar og væntan til brúdleypið eru partar av tí, tá tvey menn- iskju siga ja til hvørt annað í kirkjuni. Men nú vísir tað seg, at tað eisini hevur sín stóra týdning, hvussu presturin tekur seg út ein slíkan dag. Tað skrivar í øllum førum svenska blaðið Dagen. Finska tíðindastovan YLE hevur tosað við fleiri prestar kring alt landið, og sum vátta nýggja rákið. Ein av prestunum sigur bart út, at eitt brúðarpar, sum hann skuldi víga, ynskti ein annan prest, tí at hann var ov tjúkkur. Ein annar kvinnuligur prestur greiður frá, at brúðurin bað hana fáa skil uppá hárið og leggja make- uppið á sama hátt sum hon. Tann vanliga metingin hjá prestunum er kortini, at útsjónd teirra átti ikki at avgjørt valið av presti. Tað er helst so sum teir taka til: - Tað er brúðarparið sum skal vera í miðdeplinum - og ikki presturin! Fara í náttar- kirkju á Glyvrum Brúðarpør ynskja tann vakra prestin Prestar í Finlandi sleppa ikki altíð at víga pør orsakað av útsjónd síni Glyvra kirkja verður karmur um fyrstu náttarkirkjuna fríggjakvøldið. - Hóast gudstænastan er fyri ungdóm, skulu øll føla seg vælkomnan, sigur sóknarpresturin Meinhard Bjartalíð